týsdagur 26. apríl 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialutin ) Nr. 78 — 26. APRÍL 1994 Síða 15
Fólkaflokkurin vil
ikki pissa í sokkin
Allir flokkar í F íggjarneundini uttan Fólkaflokkurin taka
undir vid at settur verður á stovna ein åbyrgdargrunnur,
sum skal stuðla vinnufremjandi virksemi. Hetta er sum
hjá kellingini, sigur Fólkaflokkurin
Endamálið við einum á-
byrgdargrunni, sum lands-
stýrið hevur skotið upp at
seta á stovn er at stuðla fólk-
um og virkjum at seta í
gongd nýggj tiliøk og
nýggjar framleiðslur innan
vinnulívið. | Landsstýrið
sigur, at åbyrgdarskipanin
skal gera tað lættari hjá
Í AG at fáa fígg-
ing, og hjá fíggjar- og pen-
ingastovnum at veita fígg-
ing. Skipanin skal tó ikki
nýtast at gjalda gamla skuld
við.
Eftir um kann
landsstýrið veita ábyrgd
fyri afturgjalding av nýggj-
um lánum, sum figgjar- og
peningastovnar veita virkj-
um og einstaklingum.
Borgast kann fyri í mesta
lagi fyri 50 prosentum, tó í
mesta lagi fyri hálvari
milljón.
Fíggjarnevndin hevur
havt málið til viðgerðar og
har taka umboðini fyri sam-
gonguflokkarnar eins og
Sambandsflokkurin og
Tordur Niclasen undir við
uppskotinum.
Men tað vil Fólkaflokk-
VII Ikki pissa í sokkin
Umboð fólkafloksins, An-
finnur Kalsberg sigur, at
hetta er eitt av teimum upp-
nevndin hevur skotið upp í
sínum áliti.
Anfinn Kalsberg sigur í
sínum áliti, at í staðin fyri at
tora at gera tað, ið neyðugt
er fyri at fáa búskapin aftur
á fótur, nevniliga at fáa
kappingarføri aftur í før-
oyskt vinnulív, leypur man
um garðin, har hann er
lægstur, og byrjar aftur at
játta almennan pening fyri
at økja um virksemi.
-Hetta er sum hjá kelling-
unum, sum pissa í sokkin.
Vit kunnu nýta so nógvan
almennan risikopening,
sum vit vilja, men lønsemi í
vinnu verður ikki betri av tí,
sigur Anfinn Kalsberg.
Hann vísir á, at betur hevði
verið, um landsstýrið lurt-
Samd Figgjarnevnd vil keypa:
Maskinskúli
fyri triðingspri
Fr
Lånsgjaldid verdur ikki størri enn leigukostnad-
urin er i dag, og fyrimunirnir eru mangir
Landsstyrinum stendur í
boði at keypa verkstaðar-
bygningin hjá partafelag-
num Wenzel Petersen við
Oyggjarvegin. Ætlanin er at
brúka bygningin til Maskin-
skúla.
Herfyri skeyt landsstýrið
upp fyri tinginum, at keypa
bygningnin fyri 4,S millión-
ir frá Realkredit Danmark,
og hesum tekur ein samd
Figgjarnevnd undir við.
Hålv trød
Bygningurin, sum er í fýra
hæddum, stendur á grund-
øki, á stødd við hálva trød,-
5860 fermetrar. Sjálvur
bygningurin er tilsamans
2020 fermetrar stórur.
Landsstýrið heldur, at
bygningurin er í góðum
standi, og er væl egnaður at
innrætta til maskinskúla. Í
niðastu hædd er verkstaður,
sum kann nýtast til maskin-
rúm, kølilaboratorium og
verkstad, uttan at neyðugt
er við stórvegis broyting-
um. Í aðru hædd er ætlanin
at innrætta el-laboratorium.
Í iðju hædd skúlastovur,
og í ovastu hædd felagshøli,
lærarastova, teldurúm og
umsiting.
Triðings prísur
Bygnigurin fæst bíliga til
keyps, heldur lansstýrið og
Fíggjarnevndin. Eisini hó-
ast hann skal umbyggjast
fyri aðra hálvafimtu milli-
ón, hann verður keyptur
fyri. Tilsamans níggju
milliónir.
Í týra hølum
Sum er heldur maskinskúlin
til í fýra ymiskum hølum í
Havn. Í tveimum bygning-
um hjá Valdemar Lútzen á
Skålatrød, hjá Carl á Lag úti
við Strond, á Saltsøluni, og í
einum bygningi í Nóatúni.
Leigan er tilsamans
900.000 krónur um árið. Og
tað er júst hendan upphædd,
sum skal til fyri at aftur-
rinda keypsprísin og um-
byggingarkostnaðin í byg-
ninginum hjá Wenzeli Pet-
ersen við Oygjarvegin, so
her er als einki at ivast í,
halda landsstýrið og ein
samd Figgjarnevnd.
tór.-
BERGMENN
dansiténleikur ið dugir
aði meira eftir Fólkaflokk-
inum at broytt fyritreytirnar
hjá vinnuni soleiðis, at hon
aftur loysir seg. Gera vit
tað, so er hvørki neyðugt
vid almennum partapeningi
ellaalmennum lánum, sigur
fólkafloksumboðið.
Flemming Mikklesen,
umboð Sambandsfloksins í
Fíggjarneyndini sigur, at
har peningur er tøkur á
verandi fíggjarlóg er í lagi,
at landsstýrið stuðlar nýggj-
um vinnumøguleikum.
tór.-
HVIS DU VIL VÆRE
MASKINMESTER, TEKNIKER ELLER INGENIØR
Hvis du har en god 10. klasseseksamen med dansk, fremmedsprog,
og matematik på udvidet niveau, så er et 1-årigt
værkstedsteknisk kursus inden for svagstrøm-
eller maskinområdet den hurtigste vej, hvis du
vil være tekniker, maskinmester eller diplom-
ingeniør
SPÆNDENDE UNDERVISNING
Du får ikke bare serveret viden hos Os.
Du får en spændende undervisning, hvor
teori og praksis er to sider af samme sag
INSPIRERENDE MILJØ
Du kommer til at arbejde i undervisnings-
lokaler og værksteder, der er indrettet, så
de opfylder kravene til moderne udstyr og
teknologi. Og samtidig får du også nogle gode
og inspirerende omgivelser.
Undervisningen starter i august 1994.
Oplysninger og tilmelding hos Britta Lerche på lokal 30
DEN HURTIGE VEJ
FØROYA SPARIKASSI
Til Føroya Sparikassa verdur søkt eftir
einum fólki m/k at starvast í kreditt-
deildini.
Starvið.
Starvið umfatar alt vinnulivt arbeiði í
kredittdeildini bæði innan privat- og
vinnulívskundar.
Utbugvingarkrøv.
Umsøkjarin skal hava peninga-
stovnsútbúgving ella tilsvarandi út-
búgving umframt hollar royndir inn-
an kredittmál.
Stórurdentur verður lagdur á, at um-
søkjarin hevur góð samstarvsevni.
Lon.
Lenin verður at áseta sambært sátt-
mála millum SFS og sparikassarnar
í Føroyum.
Umsóknin.
Skrivlig umsókn saman við ljós-
prenti av viðkomandi skjølum verða
í seinasta lagi 10. maí 1994 at senda
Feroya Sparikassa, Tórshavn att:
Starvsfólkadeildin, har nærri upp-
lýsingar eisini kunnu fáast.
#0. FØROYA SPARIKASSI
folksINs penimgastovmur
METALINDUSTRIENS FAGSKOLE
Telegrafvej 9 - Postbox 227 - 2750 Ballerup
TIf. 44 97 44 88 - Fax 44 97 15 03