Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. apríl 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 78 — 26. APRÍL 1994 Tíðindablaðið CD Niels Olgar Joensen um rúsdrekkalógina: Endamálið er einans vinningur — Tað sum skuldi gerast ein virkin alkoholpolitikkur gjørd- ist ein virkin handil, sigur eitt umbod fyri fråhaldsrørsluna Tad var ein rættuliga beisk- ur umboðsmaður fyri føroy- sku fråhaldsrørsluna sum tók orðið á umbodstingin- um hjá Rúsdrekka og Nar- kotikaráðnum seinasta leygardag. Niels Olgar Joensen sveiggjaði koyrilin móti hvussu nýggja rús- drekkalógin verður umsit- in — fløtuni haldi eg at ging- ið verður á eggini við nýggju lógini. Fráhalds- rørslan gekk undan fyri at fáa broytt gomlu rúsdrekka- lógina, hetta var tí at hon var so ring at halda. Men í dag síggja vit næstan eins nógv brot á nýggju lógina, segði Niels Olgar Joensen. — Eg kundi hugsað mær at fingið at vita hvat verður gjørt fyri at ansa eftir at upplatingartíðimar verða hildnar. Tað ljóðar frá út- skeinkingarstødum sum hava opið næstan alt sam- dógnið. Tað verður skonkt fyri fullum fólki og aldurs- markið verður heldur ikki hildið. Eg ivist í um frá- Deyvafelag Foroya | Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslanda- | vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvenn dag kl. 9-11. — Teleforn/eletax 17597 og telefax 41992, skrivitele- "fon til. 0123 og bíð um 16929 ella 41792. haldsrørslan hevði tikið undir við nýggju rúsdrekka- lógini, hevði hon vitað, at hon fór at vera so illa um- sitin, sum hon verður í dag, segði Niels Olgar Joensen. — Eitt endamál við nýggju rúsdrekkalógini var at fremja upplýsing fyri teim- um ungu. Fråhaldsrørslan fekk ein lærara til vega og hesin nýtti tvey ár at seta seg inní frálæruna, sam- stundis sum hann vitjaði skúlar. Men so nógvar spar- ingar eru farnar fram á fíggjarlógini at peningur ikki longur er til hendan lærara. Tvey ára arbeiði er farið fyri einki, segði Niels Olgar Joensen. — Nýggja rúsdrekkalógin skuldi føra við sær ein virknan alkoholpolitikk, f dag tykist hetta nógv meira at snúgva seg um handil við so stórum vinningi sum gjørligt, segði Niels Olgar Joensen frå fråhaldsrørsl- uni. jústinus RSS Myndin er tikin tá August G. Wang setti dagin. Mynd: Jens Chr. Wang | Andrias Petersen, kommunulækni í Eysturoy: — | umboðstingin. Nógv fólk var samankomin til hetta fjólbroytta ting eygar- Fáa illa vart okkum fyri tablettmisnýtarunum — Tablettmisnýtararnir nýta ofta fleiri læknar fyri at fáa hendur á heiliváginum.Tað kemur fyri tablettmisnýtarar við vilja B-limir í sjúkrakassanum. Tá kunnu teir fáa tablettir frá hvørjum lækna í landinum tað skal vera, sigur hann Tablettmisnýtarin er ringur at hava við at gera hjá kommunulæknum. Er eitt fólk fyrst vorðið misnýtari, so nýtir tað allar undanførslur, allar hugsandi lygnir fyri at fáa hendur á heiliváginum. Tað kann verða torført hjá læknanum at leggja merki til um talan er um eitt misbrúk fyrr enn ov seint er. Hetta segði Andr- ias Petersen, kommunu- lækni í Getu. Hann luttók á umboðsmannatinginum hjá Rúsdrekka og Narko- tikaráðnum, sum varð hildið í Læraraskúla- høllini leygardagin. --Tað er læknans ábyrgd at úrskriva heilivág, men eg haldi læknar standa ofta hjálparleysir, tá talan er um tablettmisnýtarar. Ofta lofta vit misbrúkaranum ov seint, ikki fyrr enn hann rættuliga er bundin av tab- lettunum og tá kann verða ógvuliga torført at fáa mis- nýtaran leysan aftur úr mis- brúkinum, segði Andrias Petersen. —Vit útskriva heilivág til sjúklingar, men tað er torført hjá okkunt einsa- mallum at stýra hvussv nógvan heilivág ein mis- nýtari fær. Er talan um ein sum er vorðin bundin av av tablettmisbrúki, so er tað 6møguligt hjá okkum at stýra hvussu nógvan heili- vág misnýtarin fær, segði Andrias Petersen, kommunulækni. Mynd. J.C. Wang Andrias Petersen, kommu- nulækni — Misnytarin nýtir allar hugsandi undanførslur og lygnir fyri at fåa hendur å tablettum. Teir ringja til aðrar læknar og veruleikin er, at vit sum læknar verða snýttir uppum bæði oyru av misnýtarunum, segði And- rias Petersen. Bert frá einum lækna — Trupuleikin hjá einum lækna er, at hann kann ikki hava vakt alt samdøgnid. Er læknin ikki heima, so er laga manni at ringja til tann næsta, sum ikki kennir søg- una hjá sjúklinginum, og so fæst aftur heilivágur. — Eg haldi, at tað átti at verið soleiðis, at ein sjúk- lingur bert fekk heilivág frá tí eina læknanum. Í dag er tað soleiðis, at er læknin ikki heima, so útskrivar næsti læknin bert tær minstu nøgdimar, sum kunnu latast av apo- tekinum. Men verður ringt til fleiri læknar so ber til at fáa fleiri ferðir tær minstu nøgdirnar. Var tað bert tann eini læknin sum skrivaði heilivág til sjúklingin so var lættari við eftirliti, segði Andrias Petersen. — Ein annar trupuleiki er, at um ein lækni hevur ill- gruna um at ein sjúklingur er tablettmisnýtari, so kann hann ikki fáa at vita frá apotekinum, hvussu nógv-