týsdagur 26. apríl 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 78 — 26. APRIL 1994 Síða 17
Tíðindablaðið
Rúsdrekka og Narkotlkaráðið:
Umboðsting
leygardagin
Leygardagin klokkan eit setti formaðurin fyri
Rúsdrekka og Narkotiíkaráðnum, August G. Wang
umboðstingið hjá ráðnum. Umframt limirnar í ráð-
num var ein rúgva at fólki sum antin tekst við at um-
sita rúsdrekkalógina ella sum hevur áhuga fyri evn-
inum. August helt tað verða av stórum týdningi, at
føroyingar eisini litu út um landamark, at síggja
hvussu onnur loystu rúsdrekka og narkotrupuleikar.
Fleiri fyrilestrar
vóru hildnir og vit prenta her brot
fimm tíma langa fundinum í Lærarasålahøllini.
an heilivág sjåklingurin
hevur fingið útflýggjað
seinastu tíðina frá ødrum
læknum. Sambært lógina
fyri apotekið, so hava hesi
ikki heimild at upplýsa
hetta, segði Andrias Peter-
sen.
— Ein møguleiki er eisini
hjá misnýtarum at velja at
gerast B limir í sjúkrakass-
anum og tá eru teir ikki
tengdir at nøkrum ávísum
lækna. Við B-limaskapi
kunnu teir fara til hvenn
lækna tað skal vera í
landinum fyri at nøkta
tørvina av tablettum. segði
Andrias Petersen. Hann
leggur tó dent á at B limir
vanliga als ikki eru mis-
nýtarar.
Ávarandi siga frá
Andrias Petersen segði á
umboðsráðsfundinum frá
hvussu ein kommunulækni
uttanfyri Havnina sær av-
leiðingar av rúsdrekkamis-
nýtslu og tablettmisnýtslu:
— Oftast eru tað tey avvar-
andi av einum misnýtara,
sum geva læknanum tær
fyrstu ábendingarnar um at
talan er um eina misnýslu.
Men tað er ikki nøkur løtt
stóða hjá læknanum. Lógin
heimilar ikki, at læknin
gevur boð um at ein mis-
nýtari skal í viðgerð. Hann
má fyrst viðganga sín
trupuleika, klárar hann ikki
hetta, so er næstan einki at
gera, segði Andrias Peter-
sen.
- Ofta kann tað geva
einum misnýtara ein hvøkk,
um læknin vísir á, at vána-
liga heilsustødan Ld. maga-
sår, livuråvirkan 0.s.v. stav-
ar frá ov stórari nýtslu av
rúsdrekka. Hetta kann fáa
misnýtaran at hugsa seg um,
sigur Andrias Petersen
— Vit geva eisini antabus,
hetta kann hjálpa í ávísum
fórum. Serliga fyri at fáa
misnýtaran at bróta tann
inngrågvna vanan mis-
nýtslan gevur. Eitt nú at
ganga fullur hvert viku-
skifti. Gerst hann edrúur í
nakrar mánaðir, so kann
hann eisini síggja hvussu
nógv betur hann fær tað.
Men antabus er sjálvdan
nóg mikið einsamalt sigur
Andrias Petersen
— Læknin vísir eisini mis-
nýtarum á teir viðgerðar-
møguleikar sum eru. Hvørj-
ir møguleikar eru á við-
gerðarheimunum og á
psykiatrisku deild á land-
sjúkrahúsinum. Eg taki ikki
daga ímillum hver við-
gerðarháttur er bestur. Men
helst er frægast við fleiri til-
boðum, heldur hann
Færri alkohol-skaðar
Andrias Petersen hevur
seinastu 10 árini verið lækni
í Eysturoynni. Hann sígur at
hend er ein stór broyting til
tað betra, tá ein hugsar um
skaðar, ið elvast av rús-
drekkamisnýtslu.
— Fyrr var tað soleiðis, at
ein næstan stúrði fyri fríggja
og leygarkvøldi, ella gðrum
veitslukvøldum. Tað var
vanligt við bardøgum og
sundurbrotnum fólkum.
Hetta kemur næstan íkki
fyri longur. Sama er við
ferðsluvanlukkum orsakað
av rúsdrekka. Tær eru
minkaðar munandi og hetta
er hent seinastu tvey-trý
árini. Eg veit ikki rættuliga
orsøkina, men búskaparliga
vánaliga tíðin hevur helst
elvt til minni náttarkoyring.
Tá vit hyggja eftir aldurs-
greiningini av teimun, sum
verða tikin fyri at koyra við
kenning, so vísir tað seg, at
tað er sjálvdan í dag at tey
18-25 ára gomlu, sum verða
tíkin. Heldur bólkurin 25-
50 ár. Tey ungu ansa sær
betri í ferðsluni, sigur And-
rias Petersen.
- Eg haldi, at tað er neyð-
ugt hjá føroyinginum at
broyta hugburð í samband
við rúsdrekka. Rúsdrekka
átti ikki at verið loyvt á nøk-
rum arbeiðsplássum. Held-
ur ikki skuldi verið neyðugt |
hjá ungum, sum júst hava
vunnið eitt meistaraheitið í
ítrótti at hátíðarhildið hetta
við sjampanjuskúmi. Al-
menna letur so nógvan
pening til ítróttin, at tað átu
eisini at kunna bannað
rúsdrekka í samband við
ítróttin, segði Andrias Pet- |
ersen, kommunulækni.
jústinus
Thomas Helgason, islendskur professari:
Rúsdrekkamisnýtsla sæst
best í smáum samfelggum
Verður hugt eftir hagtølum
yvir hvussu nógv fólk
drekka í meðal í eitt ár, so
liggur Ísland lágt. Millum
tey lægru í Norðanlondum
og ógvuliga lágt um hugsað
verður um eitt nú Frakland.
Men Ísland hevur ein tann
virknasta rúsdrekkapoli-
tikk í heiminum.
— Í meðal eitt prosent av tí
vaksna fólkinum er í við-
gerð í Íslandi fyri rús-
drekkatrupuleikar, ella tab-
lettmisnytslu á hvørjum ári.
Vit hava eini 180 songja-
pláss til viðgerð á ymiskum
| viðgerðarheimum og á
sjúkrahúsum. Eisini hava
vit knappliga hundrað pláss
til kroniskar alkoholikarar,
heim ella herbergi, segdi
Thomas Helgason, sum er
professari å psykiatrisku
deild á sjúkrahúsinum í
Reykjavík. Hann helt ein
sera forvitnisligan fyrilest-
ur á umboðstinginum hjá
Narkotika og Rúsdrekka-
ráðnum leygardagin.
Heilt síðan 1907 hava ís-
lendingar havt møguleika
fyri viðgerð fyri rúsdrekka-
misnýtslu. Fyrst í 1907 varð
viðgerð fyriskipað á sálar-
sjúkrahúsinum í Reykjavík.
1943 fór IOGT undir við-
gerð. Í 1954 byrjaði AA
sum felagsskapur, at hjálpa
alkoholikarum. Í 1955 kom
Blå Bånd. Í 1964 ein serlig
deild á sálarsjúkrahúsinum í
Reykjavík og í 1977 við-
gerðarheim, sum vidgjørdu
eftir Minnesota fyrimynd-
ini.
— Æruna av at so góð við-
gerðartilboð eru í Íslandi
hevur AA felagsskapurin
ein stóran part av. Í tey 40 ár
hesin felagsskapur hevur
virkað eru fólk úr øllum
samfelagsløgum vorðin
edrú gjøgnum hann. Hesin
felagsskapur hevur eisini
broytt hugburðin hjá fólki.
Tað er ikki skomm í Íslandi
at hava verið í viðgerð fyri
rúsdrekkamisnýtslu. Hetta
kemst av at so nógv hava
verið í viðgerð. Næstan
hvør einasti íslendingur,
sum fer í viðgerð í dag
kennir onkran sum hevur
verið í viðgerð. "Tá hann
kláraði tað, so skal eg
eisini", er vanligt at hugsa,
sigur Thomas Helgason
Á psykiatrisku deild,
har eg arbeiði, hava vit havt
tætt samstarv við AA fel-
| agsskapin síðan hann kom
| til Ísland, sigur hann.
— Fólk drekka lítið í Íslandi í mun til onnur lond, men hóast tað so
hevur Ísland flest songjapláss til rúsdrekkaviðgerð í gøllum
heiminum, hugsa vit um fólkatalið, sigur hann
Thomas Helgason hevði stórt innlit í rúsdrekkatrulleikar. Men fyrilesturin var tor-
skildur, heldur ætlaður til læknar og onnur innan viðgerðarhættir. Mynd. J.C. Wang
— Av teimum 1700 sum
vórðu innløgd í viðgerð í
1991, vórðu 15 prosent fólk
sum høvdu verið í viðgerð
fyrr.
Thomas Helgason nýtti
drúgva tíð í fyrilestrinum at
greiða frá íslendsku rús-
drekkalógini, hvussu hend-
an var broytt seinastu hund-
rað árini
— Vit hava havt alt frå to-
talum banni til leysari skip-
anir og f dag hava vit fria
sølu, tó ikki í handlum
Søgan hevur lært okk-
um at fríari sølan er, meira
drekkur misnýtarin. Men
søgan hevur eisini lært okk-
um at friari sóla ávirkar ikki
nógv fólk, sum duga sær
hógv í brennivíni. Í 1988
varð aftur lógligt at keypa
sterkt øl í handlunum.
Fyrsta árið aftaná hetta økt-
ist nýtslan nógv, men so dal-
aði hon aftur. Í dag er
rúsdrekkanýtslan, máld í lit-
rum av reinum alkoholi,
lítið stórri enn árini undan
1988. Tó drekka tey ungu
tvífalt meira nú enn undan
1988. segði Thomas Helga-
son. -
Íslendski ríkiskassin
vinnur 600 milliónir dansk -
ar krónur um árið av rús-
drekkasøluni. Viðgerðar-
skipanin kostar 50 milliónir
danskar krónur árliga. Tað
er av ógvuliga stórum týd-
ningi at vit satsa uppa við-
gerðina. Alkoholisma, sum
sleppur at menna seg, kann
fáa ógvuliga svárar sálar-
ligar avleiðingar fyri fólk,
segði hann
jústinus
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarda 2, etja á til. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá ki.
14.30—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvenn dag
frá kl. 14.30—7.00 á morgni.