Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 118 - 26. juni 2003 Nr. 118 - 26. juni 2003 3 Karsten Hansen vil ikki vita av Argja skúla í Posthúsinum á Argjum. Bygningurin skal nýtast til al- mennar stovnar. Hetta er ein keðilig støða fyri kommun- una og skúlan, siga borgarstjórin og varaskúlastjórin HØLI Heri á Rógvi Argja skúli hevur stórar trupulleikar við hølum. Tørvurin er akuttur, og eitt stig á rættari leið var at leiga ein part av bygning- inum hjá Postverki Føroya á Argjum. Bygningurin hýsir í dag »bert« frí- merkjadeildini hjá Post- verkinum, og tað ein góð loysn fyri bæði skúla, kommunu og Postverkið, at Tórshavnar kommunu leig- ar høli á Postverkinum. Men hetta vil Karsten Hansen ikki læta sær lynda. Sáttmálin var annars gjørd- ur og góðkendur av Vinnu- málaráðnum, men endaligu góðkenningina eigur Karst- en Hansen, og hon verður ikki latin. Leigusáttmálin var fyri fimm ár – 750 kr/fermetur- in umframt ymsar umvæl- ingar, ið kommunan skuldi gjalda. Hetta vildi merkt 300.000 kr. árliga til Post- verk Føroya frá Tórshavnar kommunu. Men Karsten Hansen vil nýta bygningin til onnur endamál. Hetta er ein bygningur, ið landi eigur. Tá vit sum er hava stórar hølistrupulleik- ar í Havn, so fara vit ikki at leiga ein bygning, vit eiga, út og so leiga frá øðrum, sigur Karsten Hansen. Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur Karst- en Hansen ábyrgdina av landsins ognum, og harvið eisini bygningunum. Hann leggur dent á, at hann fegin vildi hjálpt Argja skúla, um hann kundi, men hann fær ikki góðkent hendan leigu- sáttmálan. Okkurt av leigumálunum hjá tí almenna í Havn eru útgingið, og tað kann gerast kostnaðarmikið at endur- nýggja. Eitt nú Almanna- stovan hevur trupulleikar við hølum, og Karsten Han- sen váttar, at Almannastov- an er ein møguleiki at fara at húsast í Posthúsinum á Argjum. Møguleikarnir eru tó fleiri, og landsstýris- maðurin roknar ikki við, at tað gongur drúgv tíð, áðr- enn onkur kann flyta inn á Argjum, men kortini er eingin konkret ætlan. Bygningurin hjá Postverk- inum á Argjum stendur nær við Fíggjarmálastýrið og hinar stovnarnar í fyrrver- andi Albert Hall á Argjum. – Tað er jú upplagt, at samskipa raksturin saman við hinum stovnunum, sig- ur Karsten Hansen. At hava almennar stovnar í Posthúsinum á Argjum er ikki nakar nýggjur tanki. Karsten Hansen sigur, at hetta fyri fyrstu ferð kom upp á tal fyri tveimum ár- um síðani, og tað er meira aktuelt nú enn nakrantíð. Sostatt kann hann ikki góðtaka, at onnur flyta inn í Posthúsið á Argjum. 4 skúlastovur Ætlanin var at hava fýra flokkar í Posthúsinum á Argjum til fýra flokkar. Ætlanin var at hava fýra flokkar í Posthúsinum á Argjum til fýra flokkar. Støðan er ikki góð hjá okkum, og vit hava roknað við at fáa fýra flokkar niðan í bygningin hjá Postverk- inum komandi skúlaár og hava eisini lagt skema eftir tí, sigur Símun Abraham- sen, varaskúlastjóri í Argja skúla. Hetta skúlaárið hevur skúlin verið noyddur at undirvíst í Róðrarneyst- inum á Argjum. Vit vildu sleppa undan róðrarneystinum komandi ár, men tað verða vit kanska noyddir til nú kortini, sigur Símun Abrahamsen. Onkur flokkur verður lagdur saman, men umstøð- urnar eru framvegis trongar komandi ár. Foreldur at næmingunm hava eisini verið hjá borgarstjóranum og kært sína neyð. Tá varð sagt, at fýra stovur í Post- verksbygninginum bert nøktaði ein part av bráð- feingis tørvinum. Enn kann Símun Abra- hamsen ikki siga nakað um, hvussu tey fara at húsast eftir summarfrítíðina. Sostatt sær tað trongt út hjá argjafrensum komandi skúlaár. Keðilig støða Fyri Tórshavnar kommunu er hetta ein keðilig støða, sum er íkomin, sigur borg- arstjórin, Jan Christiansen. Argja skúli hevur stórar trupulleikar sum er, og henda loysnin hevði verið ein hjálp. Trupulleikin er eisini tann, at vit ikki hava so nógv pláss at byggja á við Argja skúla, og tískil verður tað torført at betra umstøðurnar, sigur Jan Christiansen. Ætlanir eru um at byggja afturat við Argja skúla, men sum sagt er byggilendi avmarkað. – Postverksbygningurin passar perfekt til skúla. Hann liggur fyri og hóskar sera væl, sigur Jan Christ- iansen. Hann undrast á, at Karst- en Hansen ikki vil góðtaka hendan sáttmálan, tá hann er fyri marknaðarprís, og Postverkið áður ikki hevur havt trupulleikar við at leiga út. Nýggj mannagongd Tíðindini, um at Karsten Hansen ikki góðtekur ætl- aðu leigusáttmálan, vóru heilt fesk, tá vit tosaðu við fólk mikumorgunin. Eingin hevði tá fingið skriv frá landsstýrismanninum, men hetta er á veg, sigur Karst- en, sum tók eina skjóta av- gerð – vísandi til tvey ára gomlu ætlanirnar. Bergur í Garði hevði heldur ikki frætt tíðindini, men hann sigur kortini, at ein leigusáttmáli hevði ver- ið góður fyri Postverkið. Eisini tí, at talan hevur ver- ið um, at Postverkið skal fáa byggilendi við Posthús- ið í Óðinshædd til ein nýggjan bygning, og harvið flyta heilt úr bygninginum á Argjum. Ikki er vist, hvat verður av hesum ætlanunum. Karst- en Hansen sigur, at ein møgulig leiguinntøku ikki hevði havt tær stóru ávirk- anina á stovnin, tí so verða aðrar inntøkur mestur regu- leraðar hareftir. Postverkið leigar partar av gamla Idé húsinum á Óðinshædd til m.a. Bónus og Kall. Hesi leigumál vóru eingin trupulleiki at fáa ígjøgnum, og eingir almenn- ir stovnar hava verið upp á tal at flyta niðan í Óðins- hædd. Hetta er ein nýggja mannagongd við góðkenn- ing av sáttmálanum, sigur Bergur í Garði. Hóast útselt er til konsertina hjá Rolling Stones 13. juli í Parkini, so kunnu føroyingar enn ogna sær atongumerki KONSERT Heri á Rógvi Hetta við at fara uttanlands á konsert er vorðið alsamt betri umtókt. Í summar fara aftur hópin av føroyingum til serliga kongens København fyri at hoyra og upp- liva konsertir, sum ógvuliga ósannlíkt verða at finna 1.400 km. longur norðuri. Paul McCartney fekk fekk einar hundrað føroyingar við flogfari til Dan- markar. Eisini Bruce Springsteen, Rolling Stones og kanska serliga Robbie Williams fáa føroyingar á flog. Greatest Rock And Roll Band In The World, sum Rolling Stones verða róptir, spæla í Idrætsparken í Keypmannahavn 13. juli. Hóast tað er útselt til konsertina, so eru atgongumerki at fáa í Føroyum. Flogfelag Føroya og Atlantic Airways skipa í felag fyri ferð til konsertina, og har eru atgongumerki eftir, verður upplýst. Tað er kortini eingin trupulleiki at sleppa av við hesi í Danmark, skuldi tað verið, men roynt verður at lova føroying- um framat. Sølan steðgar væntandi eina viku undan konsertini. Ein ummælari hjá BT var í Týsklandi, tá Rolling Stones byrjaðu teirra turné. Og hann tók rívan til og segði, at Rolling Stones vóru betri enn nakrantíð – og gav seks av seks stjørnum. Góðar royndir Børge B. Hansen frá Flogfelag Føroya, sigur, at áhugi er millum føroyingar at fara til tílík stór tiltøk uttanlands. – Vit vilja geva fólki møguleika at uppliva tílíkt, sum ikki kemur hendanveg- in. Og tískil royna vit at seta nakrar spennandi pakkar saman, har fólk kunnu fáa eina góða uppliving uttan at skula gjalda so nógv, sigur Børge B. Hansen. Serliga til Robbie Williams konsertina hevur áhugin verið stórur, og har kundi lættliga fleiri hundrað atgongumerki ver- ið seld, sigur Børge. Serliga til Robbie Williams konsertina hevur áhugin verið stórur, og har kundi lættliga fleiri hundrað atgongumerki verið seld, sigur Børge. Útseld atgonguerki til føroyingar Argja skúli sleppur ikki inn: Almennir stovnar í Posthúsið á Argjum Argja skúli sleppur ikki at flyta inn hjá Postverkinum á Argjum. Bygningurin skal nýtast til onnur endamál, sigur Karsten Hansen. Savnsmynd Flogfarið við danska forsætisráðharranum, sum skuldi koma til Føroya fyrrapartin mikudagin, varð seinkað í Kastrup or- sakað av trygdarávum ALMENN VITJAN Edvard Joensen Flogvøllurin: Bæði flog- farið við danska forsætis- ráðharranum, Anders Fogh Rasmussen, og flogfarið við formansskapinum í Fólkatinginum fóru aftur til Bergen at bíða eftir líkind- um fyrrapartin mikudagin. Men áðrenn forsætisráð- harrin kom so langt sum til at venda aftur yvir Føroy- um, varð hann seinkaður ein heilan tíma í Kastrup. Orsøkin var, at tá flogfar- ið hjá Atlantsflog skuldi fara til Føroya, var eitt av ferðafólkunum burtur. Ferða- fólkið hevði skrivað seg inn, og viðførið var farið umborð. Kallað varð á við- komandi, sum kortini ikki kom til fráferðarportrið, og tískil varð gjørt eftir for- skriftunum, soleiðis at alt viðførið mátti takast út aftur fyri at finna tað við- førið, sum so ikki skuldi við. Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, sigur, at tey fingu so í minsta lagi vátt- að, at trygdin virkar. Men ferðafólki, sum voldi støð- una í Kastrup, slapp ikki við flogfarinum, tá við- komandi endiliga kom fram, sigur Magni Arge. – Tað var nokk ikki or- sakað av hjartatilburði ella slíkum, at hetta ferðafólki ikki svaraði, tá kallað varð á viðkomandi, sigur hann. Við flogfarinum hjá Maersk Air, sum eisini vendi aftur til Bergen mikudagin, var formans- skapurin í Fólkatinginum, sum eisini skuldi koma til Føroya at vitja. Føroysku móttøkunevnd- irnar gingu mannsterkar á flogvøllinum allan fyrra- partin, men mátti til fánýtis bíða. Trygdin seinkaði Fogh Løgtingsformaðurin, løgmansstjórin og ríkisumboðið bíða efitr floglíkindum Mynd: Edvard Joensen Løgmaður kannar eftir, hvussu hann kann broyta skránna, nú forsætisráðharrin er afturvendur Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2