hósdagur 26. juni 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 118 - 26. juni 2003
Nr. 118 - 26. juni 2003
5
Hon fekk húgvuna á
høvdið á miðdegi
týsdagin, men longu í
gjáramorgunin fór
hon aftur til
Danmarkar har nógv
er á skránni
STUDENTSPRÓGV
Áki Bertholdsen
Meðan allir studentar í
hesum døgum mest hugsa
um pisufund og, hvussu
nývunnað prógvið annars
skal feirast, er tað ein
studentur, sum bara hevur
arbeiðið at hugsa um.
Guðrun Sólja Jacobsen
fekk húgvuna á høvdið týs-
dagin á miðdegi, men
stundirnar at hátíðarhalda
hendan stóra dagin hava
ikki verið nógvar.
Seinnapartin skrivaði hon
autografar í CN Wear á
Tvøroyri, har ein javnur
streymur av fólki, bæði
yngri sum eldri stukku inn
á gólvið at fáa hendur á eini
mynd við eini heilsan á.
Um kvøldið hevði hon
floksfelagarnar á vitjan
heima við hús og um
kvøldið fóru tey at hyggja
eftir bálinum, sum var inni
við skúlan í Trongisvági.
Men longu í gjáramorg-
unin fór hon aftur landin-
um, tí fleiri konsertir eru á
skránni í Danmark hesar
komandu dagarnar.
Sunnukvøldið kemur hon
aftur til Føroyar, her hon
skal syngja á gospelkonsert
saman við United Voices á
konsert á jóansøku á Tvør-
oyri, men longu mánadagin
fer hon aftur á flog.
Umframt nógvar konsert-
ir ymsastaðni, er hon eisini
hvønn dag í upptøkuhølun-
um.
– Eg havi enn nóg mikið
at gera. Konsertir eru hvørt
vikuskiftið og mitt í viku
eri eg í uttøkuhølunum í
sambandi við fløguna.
Og Guðrun vil framvegis
ikki siga, at hon býr niðri,
hóast tað ikki skerst burtur,
at tað er sjálvdan, at hon er
heima.
Hon sigur, at hon fram-
vegis stórtrívist í hesum
nýggja leiklutinum sangari
og at hon ongantíð hevur
hildið, at tað hevur verið
strævið.
Og at hon skuldi fáa stu-
dentsprógv, var bara prikk-
urin yvir i’ið, tí tað hevði
hon als ikki vænta. Tá ið
hon hevði vunnið Stjerne
for en aften, var hon til
reiðar at sleppa skúlanum,
men helt so
kortini fram og
hevur
nú
fingið prógvið
við einum heilt
heiðurligum
miðaltali, sum
hon sigur.
Fingið á
alnetinum
At Guðrun ger
alsamt
meiri
og meiri um
seg, sæst eisini
av, at hon nú eisini er at
finna á alnetinum, har hon
seinastu dagarnar hevur
fingið ikki færri enn tvær
heimasíður.
Almenn heimasíðan hjá
henni er á
h t t p : / / w w w. g u d r u n -
jacobsen.com
Tað er ein heimasíða,
sum er gjørd í samstarvi
við Unviversal Music, sum
er plátufelag hennara og
onnur.
Men hon hevur eisini
eina fjepparaheimasíðu og
hon er á
http://www.gudrunsolja.dk
Á báðum heimasíðunum
eru myndir, tíðindi og aðrir
upplýsingar.
– Vit merkja at
umhvørvisverndarfól
k nú eru farin í
hernað ímóti
fiskiskapi, sigur Olaf
Olsen, stjóri á einum
av teimum stóru
feløgunum í
fiskivinnuni
UMHVØRVISVERND
Áki Bertholdsen
Broddurin er ikki meiri enn
tikin av herferðini ímóti
grindadrápi, so er tað nógv,
sum bendi á, at føroyingar
hava fingið eitt nýtt stríð at
hugsa um.
Og hetta er kanska ikki
minni álvarsligt enn ágang-
urin ímóti grindadrápi.
Nú eru umhvørvisvernd-
arfólk nevniliga farin í
hernað ímóti fiskiskapi og
eru farin at mæla fólki frá
at eta fisk.
Og vindur hetta upp á
seg, er tað eyðsæð, at tað
kann gerast ein sonn van-
lukka fyri føroyska búskap-
in.
Í øllum førum førum er
hendan herferðin so smátt
farin at merkjast í Føroy-
um.
Ein av teimum stóru reið-
aravirkjunum í landinum er
Beta og stjórin har, Olaf
Olsen sigur, at hann heldur,
at tey merkja tað væl, at ein
herferð er farin ígongd í
ímóti at eta fisk.
Herfyri fingu øll skúla-
børn í Noregi eina tráðu í
part frá nøkrum felagsskap-
um, men tað hóvaði ikki
norsku djóraverndini.
– Eg sá á Portalinum nú
ein dagin, djóraverndin í
Noregi mótmælti hesum og
mælti frá, at børn fiska við
tráðu, tí tað er djórapínsla.
– Eg las eisini í einum
blaði nú ein dagin, at sjálv-
ur svenski kongurin kunn-
gjørdi, at hann át ikki fisk
úr Eystrasalti, tí har var so
skitið.
– Og hóast kongur ikki
hevur so stórt vald longur,
sum hann hevði fyrr, kann
tað vera, at onkur lurtar, tá
ið tað er sjálvur kongur,
sum talar og hann ivast ikki
í, at alt hetta hevur sína
ávirkan.
Tað er eisini ein sann-
roynd, at ymisk heimskend
fólk hava talað ímóti at
fiska fisk.
Útbreitt ímillum
vanlig fólk
Olaf Olsen sigur, at hann so
seint sum týsdagin fekk ein
teldupost frá einum tilvild-
arligum fólki, sum sigur, at
tað stúrir almikið fyri at
fiskastovnarnir minka so
nógv. Ì teldupostinum verð-
ur eisini heitt á felagið hjá
Olaf Olsen um at halda
uppat at fiska.
– Tað er heldur ikki óvan-
ligt at hitta fólk uttanlands,
sum spyrja meg, hvussu er
vorðið við fiskinum og um
hann ikki er í ferð við at
doyggja út. Og av tí sama
vilja tey ikki eta fisk.
Olaf Olsen heldur, at júst
tað, at talan er um púra van-
lig fólk, sigur honum so
mikið sum tað, at hetta er
ikki bara nakað, sum melur
í høvdinum á nøkrum
fáum, fanatiskum umhvør-
visverndarfólkum, men at
hetta er nakað, sum eisini
fólkið á gøtuni hugsar um
og sum er útbreitt ímillum
vanlig fólk.
Men hann veit ikki um
hetta eisini er sprottið ímill-
um vanlig fólk ella um tað
eru umhvørvisverndarfel-
øg, sum standa aftanfyri.
– Eg veit heldur ikki,
hvussu nógv tað ávirkar í
løtuni, men hetta er eitt rák,
sum er farið at gera um seg.
Og hann heldur avgjørt, at
hetta er eitt mál, sum føroy-
ingar eiga at hava í hugan-
um.
– Vit hava í nógv ár verið
rakt av eini herferð ímóti at
drepa grind. Vit gjørdu sum
rætt var og stríddust ímóti
teirri herferðini. Og tað
hevur hjálpt, tí ágangurin er
ikki so stórur longur.
– Men nú tykist tað sum,
at hendan herferðin er flutt
yvir á vanligan fisk.
Annars hevur fiskaprís-
urin verið sera høgur í fleiri
ár, men Olaf Olsen heldur,
at tað kann hava havt sínar
serligu orsøkir.
– Eg haldi, at tað, sum
hevur hjálpt okkum í nøkur
ár, er at fólk hava ikki torað
at etið neytakjøt, tí tey hava
verið bangin fyri neytaøði.
Og so skerst heldur ikki
burtur, at nógv er gjørt fyri
at fortelja fólki, hvussu
sunt tað er at eta fisk.
– Men nú bendir nógv á,
at fólk eru farin at taka
heilsuna á fiski framum
sína egnu heilsu.
Ì hvussu so er heldur Olaf
Olsen, at okkurt er galið, tí
hóast fiskaprísirnir eru
falnir heilt munandi sein-
astu tíðina, hava tey, sum
skulu keypa fisk, onki
merkt til tað.
– Tey, sum skulu eta fisk-
in, betala akkurát líka nógv
fyri hann í handlunum nú,
sum tey hava gjørt. So hann
er ikki blivin bíligari.
Kanska er fiskurin enntá
blivin dýrari. Tað merkir
sostatt, at orsøkin til prís-
fallið er ikki bara tað, at
fólk ikki vilja betala: Or-
søkin er heldur hinvegin, at
tey vilja ikki keypa.
Og tá ið eftirspurningurin
er minkaður, fellur prísurin
sjálvsagt hjá okkum, sum
selja fisk, sigur Olaf Olsen.
Guðrun fær ikki stundir
at feiðra studentsprógvið
Umhvørvisfólk mæla fólki frá at keypa fisk
Guðrun Jacobsen er longu farin av aftur landinum, men
sunnudagin kemur hon aftur at syngja á konsert á jóansøku á
Tvøroyri
Týsdagin skrivaði nýklakta pisan, Guðrun Jacobsen, autografar í CN Wear á
Tvøroyri, har ein javnur streymur av fólki var og fekk eina heilsan frá henni
– Higartil hevur tað verið
grindadráp. Nú er tað fiskur:
Úti í verðini gongur rákið
tann vegin, at fólk vilja ikki
eta fisk, tí hann skal vera í
ferð við at doyggja út, sigur
Olaf Olsen og tað kann vera
ein orsøk til, at tað er so
trupult at sleppa av við fisk í
løtuni
Nýggjar upplýsingar um hópneyðtøku
Ein serlækni stuðlaði
mánadagin upp undir
frágreiðingina hjá
føroysku kvinnuni,
sum sigur seg vera
hópneyðtikna eftir
ein jólafrokost í
Keypmannahavn.
Eystari landsrættur er
liðugur at viðgera
málið, og dómur fell-
ur helst seinnapartin
mánadagin í næstu
viku
HÓPNEYÐTØKA
Ingi Rasmussen
Tað vakti stóran ans, tá
fimm mans vóru fríkendir í
býrættinum fyri at hava
neyðtikið eina 25 ára gamla
føroyska kvinnu eftir ein
jólafrokosti í Frederiksberg
tann 8. desember 2001.
Dómararnir vóru kortini
ikki samdir í frídømingini,
og millum annað av hesi
orsøk gjørdi statsadvokat-
urin av at royna málið við
Eystara landsrætt.
Eystari landsrættur er nú
liðugur at viðgera sonevnda
jólafrokost-málið,
sum
danskir fjølmiðlar hava
doypt tað.
– Landsrætturin hevur
viðgjørt málið í tveir dagar
í síðstu viku og tveir dagar
í hesi vikuni, og seinnapart-
in mánadagin fellur dómur-
in helst, sigur Hanne Peter-
sen, deildarleiðari í Eystara
landsrætti, við Sosialin.
Mánadagin í næstu viku
vera nøkur skjalprógv løgd
fram, og síðan verður mál-
evnisumrøðan, har ákæri og
verji fáa høvi at siga síni
síðstu orð í eini roynd at
ávirka teir tríggjar lands-
rættardómararnar.
Beint
aftaná fara dómarararnir í
einarúm at umráða seg,
áðrenn dómurin fellur.
Merki eftir neyðtøku
Vitni, teir ákærdu og kvinn-
an eru avhoyrd einaferð aft-
urat í landsrættinum, men
harafturat er okkurt nýtt
komið fram. Eitt nú hevur
ein serlækni frá »Center for
voldtægtsofre« ført fram, at
tær skeinurnar, sum før-
oyska kvinnan hevði í und-
irlívinum, eru klassiskir
skaðar eftir eina neyðtøku.
Kvinnulæknin Lisa Bang
kannaði
kvinnuna
fáar
tímar eftir, at hon hevði
meldað neyðtøkuna og hev-
ur skrivað í sínari frágreið-
ing til løgregluna, at kvinn-
an hevði nakrar skeinur,
sum hon gjøgnum síni
mongu ár sum gynækolog
bara sá hjá neyðtøkuofrum.
– Eg havi ongantíð sæð
slíkar skeinur hjá kvinnum,
sum sjálvbodnar hava havt
samlegu. Eisini sjálvt um
kvinnurnar hava havt kært
seg um trupulleikar. Í slík-
um førum hava snuddirnir
vera av øðrum slagi, segði
Lisa Bang, tá hon varð
avhoyrd í landsrættinum.
Teir
fimm
verjarnir
royndu at sáa iva um út-
søgnina hjá serlæknanum.
Teir spurdu áhaldandi, um
slíkir skaðar ikki kunnu
koma fyri, hóast talan ikki
er um neyðtøku. Serlæknin
segði, at tað kundi hon ikki
útiloka, men hon hevði
ongantíð sjálv sæð tað.
Eitt nýtt mál
Útsøgnin hjá serlæknanum
kom ikki fram í býrættin-
um, tá teir fimm menninir
vóru fríkendir, og tí kann
roknast við, at hon fær
týdning.
Teir fimm menninir hava
nevniliga viðgingið at verið
saman við føroysku kvinn-
uni, men hava ført fram, at
hon sjálvboðin gekk við til
hópsamleguna, sum fór
fram í einum bakgarði í
Frederiksberg.
Kvinnan
meldaði hinvegin sjálv til-
burðin til løgregluna bein-
anvegin.
Haraftrat kann tað eisini
fáa týdning fyri málið, at
síðan menninir vóru frí-
kendir, er ein teirra dømdur
fyri
hópneyðtøku
móti
einari heilt ungari gentu
aðrastaðni í Danmark. Ta
ferðini vildi maðurin eisini
vera við, at gentan sjálv-
boðin var við í leikinum.
Samanumtikið er so mik-
ið nógv nýtt komið fram í
málinum, at tepri dómurin,
sum varð sagdur í býrættin-
um, av álvara skinklar.
Málið hevur vakt stóran
ans, bæði í Føroyum og
Danmark,
og
eitt
nú
kvinnuhúsið hevur ført
fram, at rættarskipanin ger
sær størri ómak at verja
tann ákærda enn ofrið.
Hvussu verður og ikki.
Dómur fellur mánadagin,
og hann verður endaligur.
Í hesum garðinum í Silkeborggade á Frederiksberg sigur ein føroysk kvinna seg vera neyðtikna av minst fimm donskum monnum.
Mynd: Polfoto
Ein 25 ára gomul føroysk kvinna er tann 8. des-
ember 2001 ávegis heim í Keypmannahavn eftir
ein jólafrokost. Á vegnum verður hon boðin innar
til ein annan jólafrokost, har ein handverkarafyri-
tøka heldur til. Seinni sigur hon seg vera hálaða
útum og neyðtikin av minst fimm monnum. Teir
fimm menninir vera seinni fríkendir í býrættinum,
tí tveir av teimum trimum dómaranum trúgva frá-
greiðinini hjá monnunum, sum siga, at hon var við
upp á tað. Tann triði dómarin trúði gentuni. Stats-
advokaturin kærir málið til landsrættin, sum fellur
dóm mánadagin.
Málið
Fríggjadagin fáa tey
fyrstu, sum hava lisið
stjórnmálafrøði á
Fróðskaparsetrinum,
handað prógv. Tey
kunnu nevna seg
»baccalaureus socialis
scientarium« ella
B.S.Sc. í stjórn-
málafrøði
ÚTBÚGVING
Ingi Rasmussen
Nú kann Fróðskaparsetrið
skjótt erpa sær av at hava
útbúgvið
sínar
fyrstu
stjórnmálafrøðingar.
Útbúgvingin byrjaði á
fyrsta sinni í Føroyum í
2000, og tey átta, sum
fríggjadagin fáa prógv í
stjórnmálafrøði, eru tey
fyrstu í søguni hjá Setrin-
um. Tilsamans byrjaðu eini
25 at lesa fyri tveimum
trimum árum síðan.
Fyri at tú kanst rópa teg
stjórnmálafrøðing skalt tú
hava lisið í minst trý ár og
hava havt minst trý fak. Tey
eru føroyskur politikkur, al-
tjóða politikkur og løgfrøði.
Tey skulu eisini skriva eina
høvuðsuppgávu, og hon var
latin inn 11. juni.
Útbúgvingin er gjørd í
samstarvi
við
Aalborg
Universitet og RUC. Sostatt
kunnu tey lesandi halda
fram við lesnaðinum í Dan-
mark, og útbúgvingin er
fult á hædd við tær donsku.
Prógvini
verða
handað
fríggjamorgunin klokkan
10. Fyrst bjóðar Jóan Pauli
Joensen,
deildarleiðari,
vælkomin. Síðan greiður
Jógvan Mørkøre, adjunktur
í stjórnmálafrøði, frá út-
búgvingini. So kemur stóra
løtan, tá Malan Marners-
dóttir handar prógvini. At
enda fær umboð fyri bakka-
laurusarnar høvi at siga
nøkur orð.
Fyrstu stjórnmálafrøðingarnir á Setrinum
C
M
Y
K
5
4