hósdagur 26. juni 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 118 - 26. juni 2003
Nr. 118 - 26. juni 2003
7
Nýfloygdu pisurnar fóru á flog
Týskvøldið var pisu-
fundur á Gøtusandi
fyri nýklaktu pisun-
um á Studentaskúlan-
um og HF-skeiðnum
á Kambsdali. Tríggir
flokkar vórðu
floygdir, og kundu
næmingarnir við
sorgblídni líta aftur á
farnu tvey og trý árini
PISUFUNDUR
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Álvur Haraldsen
Gøtusandur: Gøtusandur
var týskvøldið prýddur við
studenta- og HF húgvum
saman við føroyskum bún-
um. Nýklaktir og fegnir
studentar og HF´arar gledd-
ust saman við foreldrum,
vinum og kenningum og
húgvu og prógv.
Talan var um tríggjar
flokkar av pisum, sum
vórðu floygdar týskvøldið.
Tveir studentaflokkar og
ein HF-flokkur. So talan er
ikki um so stóra fjøld, men
gleðin var framvegis eins
stór og tá fjøldin hevur
verið tað dupulta.
Gleðin aftaná tógvið stríð
í fleiri ár. Tað hevur verið
strævið og tað hevur kravt
nógv av tí einstaka, men
lønin aftaná er góð. Prógv-
ið varð latið næmingunum í
gjár, mikudag.
Røður
Sum siður er vóru fleiri
røðarar. Gestarøðari var
Sólvá Káradóttir Johanne-
sen, og bar hon fram eina
serstakliga góða røðu.
Eisini studentarnir og
HF´ararnir áttu hvør sín
røðara. Fyri studentarnar
helt Vígdis Kristiansdóttir
úr Klaksvík røðuna, og fyri
HF´ararnar var tað Árni
Petersen av Kambsdali,
sum flutti fram røðu.
Fuglafjarðar Hornorkest-
ur setti dám á hátíðarløtuna
við hornblástri.
Fitt av fólki var møtt upp
á
sandinum.
Foreldur,
systkin, familja, vinir og
kenningar vóru komnir til
Gøtu at fegnast saman við
studentunum og HF´arun-
um.
Veðrið var heilt gott.
Sjálvt um tað var eitt sindur
kølið, tóktist tað ikki at
nerva tey mongu veitslu-
skrýddu, sum stóðu á sand-
inum. Hetta var teirra løta.
Errin fototól blitsaðu uttan
íhald, og tey lítlu børnini
hugnaðu sær á sandinum.
Sum siður er var mynda-
tøka eisini á skránni. Ein
mynd, sum uttan iva verður
goymd væl. Um hon kemur
at hanga uppi ella um hon
verður goymd í eini skuffu,
so er og verður hon altíð
minni um tey góðu árini á
Kambsdali.
Ilt er at ímynda sær, hvørjir tankar fara ígjøgnum høvdið á teimum nýklaktu pisunum. Men hetta er uttan iva ein løta, sum tey fara at minnast aftur á við gleði
Børnini hugnaðu sær eisini
óført á sandinum tá
pisufundur var fyri studentar
og HF´arar av Kambsdali
Vígdis Kristiansdóttir úr Klaksvík helt røðuna hjá studentunum á Gøtusandi týskvøldið
Árni Petersen av Kambsdali var røðari hjá HF´arunum
Politisk togtogan um málsøki
Almannaráðið keypti
fyrr í ár hús í Sanda-
vági, sum ætlanin var
skuldi brúkast sum
eitt sambýli til sinnis-
veik. Men eftir polit-
iska togtogan á økin-
um er komið fram, at
málsøkið hoyrir ikki
undir almannamál,
men undir málsøkið
hjá Bill Justinussen.
Hetta merkir, at hús-
ini nú helst ikki verða
brúkt til sinnisveik,
men møguliga heldur
til menningartarnað
ella heilaskadd
RUMBUL
Ingrid Bjarnastein
Sandavágur: Í januar í ár
keypti Almannaráðið hús í
Sandavági, sum skuldu
brúkast til sambýlið til
sinnisveik.
Nú er komið fram, at
sosial-psykiatriin als ikki
hoyrir undir almannamál,
men undir trivnaðarmál hjá
Bill Justinussen. So máls-
økið hoyrir undir trivnaðar-
málaráðharran,
meðan
húsini hoyra undir al-
mannamálaráðharran.
Hetta er komið undan
kavi eftir nógv politiska
togtogan á økinum.
– Eg skal ásanna, at tað
hevur verið ein togtogan
millum tjóðveldisflokkin
og miðflokkin um hesi øk-
ini. Tá málini av fyrstan tíð
vóru býtt millum sundur í
almannamál og trivnaðar-
mál vóru nøkur grásonu-
øki. Millum annað heilsu-
røktarskipanin, sosialpsyki-
atriin og vejingarheim til
langtíðarsjúklingar, greiðir
Páll á Reynatúgvu, lands-
stýrismaður í almanna-
málum frá.
Uppá pláss
Ikki fyrr enn mánadagin
komu hetta grásonuøkið,
sum eitur sosialpsykiatri
uppá pláss, og tá varð
avgjørt, at økið hoyrir undir
trivnaðarmál hjá Bill Jus-
tinussen.
Tað vil siga, at nú kann
tað væl vera, at húsini als
ikki fara at verða brúkt til
sambýli til sinnisveik, men
heldur okkurt heilt annað,
sum hoyrir undir landsstýr-
ismannin í heilsumálum.
– Psykiatriski depilin
gjørdi greitt, at tað var ikki
tørvur á einum sambýlið til
sinnisveik, tí tað eru ikki
nóg nógvir fastbúgvandi
sjúklingar til eitt slíkt heim.
Og tað kann væl henda seg,
at eg fari at taka hetta til
eftirtektar, og so heldur
gera húsini til eitt sambýli
til menningartarnað ella
heilaskadd, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Økið er nú politiskt flutt,
og nú skal alt tað formliga
uppá pláss.
– Eg haldi bara, at tað er
gott, at vit hava fingið ein
enda á hesum. Nú kunnu
vit fara til arbeiðis, óansæð,
hvør umsitur økið, sigur
landsstýrismaðurin at enda.
Hetta húsið keypti Almannaráðið fyrr í ár. Nú er komið undan kavi, at málsøkið, sum húsini skuldu nýtast til, hoyra undir trivnaðarmál
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6