Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 118 - 26. juni 2003 Nr. 118 - 26. juni 2003 9 Norðoya Kunningar- stova hevur seinastu mánaðirnar virkað sum ein listaskáli, har ymsir málarar í Norð- oyggjum hava havt framsýningar. Henda mánaðin er tað so Høgni Thomsen, og hann kallar hetta eitt framstig fyri møgu- leikarnar at kunna hava listaframsýning- ar í Klaksvík FRAMSýNING Solby A. Eliasen Klaksvík: Myndirnar hjá Høgna eru tær flestu vatn- litsmyndir, men onkur olju- málningur hongur eisini uppi í hølunum hjá Norð- oya Kunningarstovu. Allar myndirnar eru av ymsum landssløgum, og sjógvur er á so gott sum hvørjari mynd. Litsamansetingin er sera hugtakandi. – Landsløg er tað, sum eg havi mest royndir í at mála, og mær dámar tað best, sig- ur Høgni, sum eisini hevur fingist við at taka myndir. So at siga allar myndir- nar, sum hann sýnir fram, eru málaðar í náttúruni. Tað vil siga, at hann hevur verið á staðnum og málað tær. – Tað er tað góða við vatnlitsmyndum. Tað krev- ur ikki so nógv tilfar, og tí ber tað lættliga til at fara út at mála á staðnum, greiðir Høgni frá. Høgni byrjaði av álvara at mála sum 17 ára gamal, men áhugin fyri listini hev- ur altíð verið har. Høgni er útlærdur elektronikk-mekan- ikari, men í løtuni fæst hann bara við at mála. Hann sigur, at tað ber illa til at liva av listini bara í Før- oyum, men hann heldur, at um ein hevur annað beinið í útlandinum, so átti tað at kunna latið seg gjørt. Høgni hevur ikki gjørt so nógv við at mála ávísar myndir fyri fólk, tí hann heldur, at tað er stuttligari at kunna gera, sum ein vil. – Mær dámar ikki so væl bundnar uppgávur, tað er hugaligari at gera tað, sum ein vil og so arbeiða við tí, til ein er komin til eitt nøkt- andi úrslit, sigur Høgni, sum eisini verður við á listaframsýning saman við øðrum á Nordvesten ment- anarstevnuni, sum verður fyrst í juli. Framstig Hesa løtuna Sosialurin vitj- ar hansara framsýning í Kunningarstovuni, er ein onnur kend listakvinna inni. Tað er Lydia Petersen, og hon skal hava listafram- sýning í næsta mánaði. Tey bæði, Lydia og Høgni, eru bæði á einum máli um, at hølisviðurskift- ini í Klaksvík til at hava listaframsýningar ikki eru góðar. Men tey siga, at hetta sum Norðoya Kunn- ingarstova nú er farin undir, er eitt framstig á vegnum. Sjálvi høvdu tey kunnað hugsað sær, at ein listaskáli var í Klaksvík, men tað røkist ikki fyri nøkrum á tí økinum enn. – Hetta er ein sera góður møguleiki hjá okkum, sum mála, at kunna hava lista- framsýningar, siga Lydia og Høgni. Men tey vísa á, at kunningarstovan er ikki nakar listaskáli, og tí eru ymisk viðurskifti, sum kundi verðið munandi bet- ur, tá talan er um listafram- sýningar. – Til dømis kundu ljós- viðurskiftini verðið betur eins og veggirnir kundu verið ljósari, men hetta er eitt framstig, tí hetta er bet- ur enn onki, sigur Høgni og Lydia nikkar samtykkjandi. Tey halda, at kunningar- stovan er eitt vælegnað høli, tí har koma nógv fólk og ikki bert føroyingar. – Útlendingar keypa ikki so ofta, men tað er gott at vita, at tey fáa høvi at síggja føroyska list, heldur Lydia fyri. Tað verður hon, sum fer at hava listaframsýning næsta mánað í Norðoya Kunningarstovu. Í samband við Nord- vesten mentanar- stevnuna, sum verður í Klaksvík og Fugla- firði fyrst í juli, verð- ur eitt málting í kantinuni á studenta- skúlanum á Kambs- dali, har íslendarar, normenn og føroy- ingar fara at halda fyrilestrar um, hvussu tey norðulendsku málini best kunnu varðveitast NORDVESTEN 2003 Solby A. Eliasen Máltingið verður hósdagin 3. juli klokkan 14 á studenta- skúlanum á Kambsdali. Hetta er fyrstu ferð, at eitt tílíkt málting er á Nordvest- en, sum verður hildin annað- hvørt ár. Tað koma tveir normenn og ein íslendari at halda fyrilestur til hetta málting- ið. Albert Einarsson og Endre Brunstad úr Noregi og Kristján Árnason úr Ís- landi. Føroyingarnir verða Jógvan í Lon Jacobsen og Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Albert Einarsson fer at tosa undir heitinum Mál er ikki bara at tosa, har hann millum annað fer at greiða frá um mállæruskipanina Migranorsk. Hin normaðurin, Endre Brunstad, fer at samanlíkna tey ymsu málumráðini og fer at tosa um fyrimunir og vansar við málreinsan. Íslendingurin Kristján Árnason fer at tosa eitt sindur um málreinskuna, sum hevur sermerkt hug- burðin hjá íslendingum til teirra móðurmál. Kristján Árnason spyr í sínum uppleggi um ein kann nýta miðalaldarmál í nútíðini, og halda tað reint. Jógvan í Lon Jacobsen er adjunktur, og hann fer at halda fyrilestur um hug- burðin til ensk, sokallaði innflutt orð í Norðurlond- um. Fyrilesturin hjá honum byggir uppá úrslit frá mein- ingarkanningum, sum vórðu gjørdar í Norðurlondum í 2002. Í sínum fyrilestri fer Jógvan í Lon Jacobsen at samanlíkna úrslitini úr Ís- landi, Noregi og Føroyum. Jóhan Hendrik Winther Poulsen fer at tosa um eitt felags norðurlendskt mál. Jóhan Hendrik heldur, at einaferð hava norðurlend- ingar tosað eitt mál, har tað hevur verið lætt at skilja hvønnannan. Men so er tað hend ein ella onnur spjað- ing,sum hevur ført við sær, at vit í dag hava so ymiskt norðurlendsk mál. – Vit føroyingar hava við okkara »klassisku« lesiút- talan av tí danska málinum, rættiliga lætt við at gera okkum skilligar fyri flestu norðurlendingum, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen, sum heldur, at henda úttalan av donskum er ein mentanar arvur, sum átti at verðið vardur um, serliga tá hugsað verður um norðurlendsku málfatanina. Á máltinginum fer Katrin Næs, adjunktur, somuleiðis at siga sína hugsan um mál. Millum fyrilestrarhaldar- arnar verður tónleikur á skránni, og fyrireikararnir vóna, at tað fer at verða eitt gott og lívligt kjak aftaná. Nordvesten: Ljós varpast á tey norðurlendsku málini Høgni Thomsen framsýning í Norðoya Kunningarstovu Norðoya Kunningarstova hevur nú í eina tíð virkað sum ein listaskáli í Klaksvík. Henda mánaðin hevur Høgni Thomsen havt framsýning, og í juli verður tað so Lydia Petersen Málting verður á studentaskúlanum á Kambsdali hósdagin 3. juli, har professarar úr Noregi, Íslandi og Føroyum fara at varpa ljós á tey norðurlendsku málini Albert Einarsson Jógvan í Lon Jacobsen Kristján Árnason Jóhan Hendrik W. Poulsen NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 26. juni. Pelagius, deyður í umleið 925. Ein 10 ára gamal drongur, sum varð tikin av døgum, tá ið maurar ráddu í Spaniu. Tórbjørn Mikkelsen fingið riddararakrossin Tann 3. juni í ár hevur hennara hátign Margretha drotning, útnevnt Tórbjørn Mikkelsen, stjóra á Toll- og Skattstovu Føroya, til ridd- ara av Dannebrog-heiðurs- merkinum. 7. juli fer Tórbjørn Mikkelsen til móttøku hjá hennara hátign Margrethu drotning at takka henni fyri sýnda heiðurin. Tórbjørn Mikkelsen hevði 50 ára starvsdag tann 1. apríl í ár. Hann byrjaði sum skrivstovunæmingur á Færøernes Oppebørsels- kontor (nú Føroya Gjald- stovu) tann 1. apríl 1953, og starvaðist á Gjaldstovuni til 1987, tá ið hann bleiv varastjóri á Føroya Toll- stovu. Í 1993 tá ið Føroya Tollstova og Líkningarráð Føroya blivu løgd saman, gjørdist Tórsbjørn fyrst varastjóri og síðani stjóri á Toll- og Skattstovu Føroya. Gjøgnum hesi 50 árini hev- ur Tórbjørn Mikkelsen ver- ið við í sera nógvum ar- beiði, ið hevur verið við til at menna stovnin. T.d. var hann við í bólkinum, ið fyrireikaði nýggja tolllóg og vøruskrá. Eisini hevur hann verið við til at menna tollkredittin, ið nú er við at blíva automatiseraður við nýggju eToll-skipanini. Tórbjørn Mikkelsen er við í felagsnevndini, ið arbeiðir við at menna samstarvið millum Føroyar og ES. Tórbjørn Mikkelsen er føddur tann 3. juni 1936. Hann er giftur við Eyðbjørg og tey hava tvey børn, Brynhild og Regin. Eyðbjørn Poulsen deildarstjóri í Mentamála- ráðnum Frá 1. august 2003 at rokna er Eyðbjørn Poulsen í Klaksvík settur sum deild- arstjóri í Vinnu- og Mið- námsskúladeildini í Menta- málaráðnum. Eyðbjørn er 36 ára gamal, sonur Mari- onnu, f. Olsen, og Gert Poulsen í Vestmanna. Hann tók prógv sum maskin- smiður í 1987, víðkað maskinmeistaraprógv í 1990 og prógv sum maskinverkfrøðingur við framleiðslu og logistik sum sergrein á Danmarks Tek- niske Universitet í 1999. Hann hevur starvast sum deildarleiðari á Tekniska Skúla í Klaksvík og sum stjóri í PureWater og nú seinast sum innkeypssam- skipari í JFK í Klaksvík. Eyðbjørn er giftur við Bjørg, f. Gunnarstein, úr Klaksvík, og tey eiga sonin Heðin. Deildarstjórin verður leiðari á vinnu- og mið- námsskúladeildini í Menta- málaráðnum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsl- uni, menningini av deildini og teimum útbúgvingum og stovnum, ið eru og koma á økinum. Hann skal eisini tryggja, at nevndu uppgáv- ur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í samstarvi við nútím- ans krøv. Laila Hentze stjóri í Televarpinum Týsdagin 1.juli tekur Laila Hentze við starvinum sum stjóri í P/f Televarpinum. Laila er 31 ára gomul. Hon er útbúgvin cand. ling. merc. á Handilsháskúlan- um í Keypmannahavn. Hon hevur starvast í Televarpin- um, síðani tað fór at senda fyri útivið sjey mánaðum síðani. Undan tí starvaðist hon eitt skifti hjá donsku ráðgevandi verkfrøðinga- fyritøkuni O.B.H. Ingeniør- service. Televarpið varð stovnað 3. juli í fjør. Bert fimm mánaðir seinni - 5. desem- ber - fór tað undir reglulig- ar sendingar. Nú dóttirfel- agið hjá Føroya Tele hevur eitt ár á baki, meta leiðsla og nevnd, at fyritøkan hev- ur lagt byrjunartíðarskeiðið aftur um bak. Hesa fyrstu tíðina hevur menningar- stjórin í Føroya Tele, Trón- dur Djurhuus, eisini røkt starvið sum stjóri í dóttur- felagnum. Hann fer nú bur- turav at arbeiða við ábyrgdarøkjum sínum í leiðsluni í Føroya Tele. – Hetta er ein stór av- bjóðing, sum eg gleði meg til at átaka mær. Televarpið er nakað nýtt og spennandi. Mær dámar væl at arbeiða í einum spennandi umhvørvi í menning. Eg taki tilboðið um stjórastarvið sum eitt álit á tað arbeiðið, eg longu havi lagt í Televarpið, síð- ani eg byrjaði í desember, sigur Laila Hentze. Andras Róin, nevnd- arformaður í Televarpinum siugr, at Televarpið er tann higartil størsta royndin hjá Føroya Tele at skipa nýggj virkisøki, ið kunnu koma í staðin fyri mistar marknað- arpartar á kjarnu-virkisøkj- unum, sum nú øll eru í kapping. – Vit eru sannførd um, at Televarpið við framhald- andi tænastumenning og størri útbreiðsluøki eisini skjótt fer at geva eitt posit- ivt fíggjarligt íkast til móð- urfelagið. Tróndur Djurhuus, sum nú fer frá sum stjóri, sigur, at hann er sera fegin um, at Laila Hentze er til reiðar at átaka sær stjórastarvið. – Hon hevur gjørt eitt einastandandi arbeiði, síð- ani Televarpið fór at senda. Laila hevur góða útbúgv- ing, og hon hevur júst tann rætta andan til at reka Tele- varpið sum tað, tað er - ein framtíðarfyritøka, sigur hann. Stjóraskifti á Eimskip 1. august 1. august verður stjóraskifti á Eimskip í Føroyum, tá núverandi íslendski stjórin, Linda Björk Gunnlaugsdóttir, fer frá. Nýggjur stjóri verður íslendarin Brynjar Viggoson, ið hevur verið á vitjan í Føroyum og kunnað seg um sítt nýggja arbeiðspláss. Tórshavnar býráð fær í hesum døgum ein nýggjan slamsúgvara. Bilurin er ein Scania 124, ið uppbygdur í Silkeborg, hann er serútgjørdur til at tøma t.d. spillolju- tangar, vegristir og brunnar BILAR Magnus Gunnarsson Tórshavnar Býráð hevur fingið ein nýggjan slam- súgvara. Bilurin er ein Sca- nia P124 GB 8x2*6, tað við siga at hann hevur fýra akslar ( 8 punkt til vegin), trekkjur á 2 hjólum og vendur við 6 hjólum (3 akslum). Bilurin er upp- bygdur hjá J.Hvidtved A/S í Silkeborg. Motorurin er 6 syl. 420 hk við turbo og intercoolara. Hesin motor- urin er tann fyrsti í hesi støddini (420 hk) við nýggju HPI innspræningar- skipanini, sum er gjørd í samstarvi við Cummins í USA. Hendan skipan er ikki so sárbar sum nógvar av nýggju innspræningar- skipanunum, har umframt gevur hon 5% størri úrtøku. Girkassin er bæði automat- iskur og manuellur. Bilurin er serútgjørdur til at tøma t.d. spilloljutangar, vegrist- ir og brunnar. Tangin tekur umleið 13.000 litrar. Bilur- in hoyrir til Brennistøðina á Hjalla og kostar umleið hálvatriðju millión. Linda Björk Gunnlaugsdóttir Nýggjur Scania slamsúgv- ari til Tórshavnar Býráð C M Y K 9 8