hósdagur 26. juni 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 118 - 26. juni 2003
Nr. 118 - 26. juni 2003
11
Í blaðnum í gjár høvdu vit tvær tíðindagrei-
nir, har greitt varð frá tveimum lógarbrot-
um innan almennu umsitingina. Landsstýr-
ismálanevndin hevur staðfest, at Fiski-
málaráðið hevur brotið lógina í samband
við flyting av einum veiðiloyvi. Lesarar
okkara kenna málið, so ikki er neyðugt at
fara í smálutir við hesum. Stutt kann sigast,
at Landsstýrismálanevndin beinleiðis legg-
ur landsstýrismannin í fiskivinnumálum
undir ikki at fylgja landsins lógum. Lesn-
aðurin av frágreiðingini er sterkur lútur!
Hitt málið snýr seg um sjálvasta løgmála-
ráðharran og hansara umsiting. Í einum
máli um umsiting av navnalógini og um
kunngerð í hesum sambandi sigur Løg-
tingsins umboðsmaður orðarætt: „Eftir
mínari meting er landsstýrismaðurin farin
út um sína heimild“. Hetta er ikki veikari
lútur! Heldur sterkari, tí talan er ikki um,
hvønn sum helst men um sjálvan landsins
løgmálaráðharra sum tann, ið meira enn
nakar annar eigur at halda lógina! Í stuttum
snýr hetta málið seg um, at landsstýrismað-
urin legði uppskot við endurskoðaðari
navnalóg fyri løgtingið fyri nøkrum árum
síðani. Úrslitið, tá lógin var samtykt,
gjørdist ein nakað meira liberal navnalóg
við størri møguleikum fyri undantøkum.
Hetta hóvaði ikki løgmálaráðharranum.
Sambært niðurstøðuna hjá umboðsmannin-
um hevur løgmálaráðharrin nýtt høvið at
skerja undantaksmøguleikarnar við kunn-
gerð. Hann ger altso eina kunngerð, sum
ikki er í samsvar við lógina! Hetta er ein
margháttlig framferð av einum løgmála-
ráðharra!
Eftir stendur spurningurin, hvat nú hendir.
Fáa hesi bæði lógarbrotini fylgjur fyri
viðkomandi ráðharrar? spyrja fólk, ið eru
ørkymlað av støðuni. Okkara boð er, at
lógarbrotini fáa als ongar fylgjur. Í staðin
fara vit at fáa ein orðafloym, sum skal burt-
urforklára lógarbrotini. Og síðan verða lóg-
irnar helst broyttar, so tær verða í samsvar
við tað, sum longu er hent og alt verður
gloymt. Livst so spyrst.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tvey lógarbrot
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið
Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið
Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nú má løgmaður vakna
Kristian Magnussen
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
Løgmaður plagar at siga, at
hann ongar løgfrøðingar
hevur á løgmansfyrisiting-
ini, og at tað tí er møtimikið
hjá honum at liva upp til
sína skyldu, at hava eftirlit
við embætisførsluni hjá
landsstýrismonnum. Hann
hevur tó átikið sær hesa
skyldu og má liva upp til
hana.
Bæði málið um navna-
lógina og málið um per-
sónsupplýsingar hava verið
so nógv frammi, at løgmað-
ur eigur at hava varnast, at
her ruggar ikki alt rætt hjá
landsstýrismanninum
í
lógarmálum.
Tí áliggur tað honum at
kanna embætisførsluna hjá
Høgna Hoydal, í málinum
um Gjaldsskipanina hjá
Elekron, hóast tað í tí
førinum óiva er serliga
trupult, men ikki minni
álvarsamt, tí landsstýris-
maðurin sær út til at hava
Løgmálaráðið við sær.
Umboðsmaðurin hevur
júst staðfest, at Høgni Hoy-
dal fór út um sínar heim-
ildir, tá hann gjørdi eina
strangari kunngerð um
fólkanøvn, enn hann hevði
heinild til í lógini. Málið
um Gjaldsskipanina hjá
Elektron er nærum ident-
iskt, men eisini meiri álvar-
samt, tí Høgni Hoydal í
nýggjari kunngerð, hevur
givið boð um, uttan lógar-
heimild, at ólógliggera
Gjaldsskipanina afturvirk-
andi, aftaná at Elektron í
skjótt 2 ár, við loyvi frá
Dátueftirlitinum,
hevur
ment skipanina, ið er farin
at virka.
Løgmaður
kann
ikki
longur standa og hyggja at,
meðan rættartrygdin víkir
fyri politisku áhugamálum
og rættarfatan Høgna Hoy-
dals.
Opið bræv til Anders Fogh Rasmussen
Høgni Hoydal,
formaður
Vegna Tjóðveldisflokkin
(sent á føroyskum og í
danskari
umseting
til
danska forsætisráðharran)
Góði
Anders
Fogh
Rasmussen.
Hjartaliga vælkomin til
Føroya. Tú fert á hesi
ferðini at fáa sjón fyri søgn
fyri, at her býr eitt eitt fólk
við egnari mentan og egn-
um mátti at klára seg á
jøvnum føti við heimsins
sjálvstøðugu tjóðir. Før-
oyska tjóðin hevur aldri
valt at gerast partur av
danska statinum og hevur
ongantíð givið nøkur rætt-
indi frá sær.
– Tí kann tað bert vera
ein stór misskiljing, at
stjórnin hjá tær hevur lýst
eina røð av lógum í Før-oy-
um, hóast eitt samt Løgting
hevur samtykt tað øvuta.
Vit fara at heita á teg um at
nýta høvi at rætta henda
órætt, meðan tú ert í Føroy-
um.
Føroyingar hava sett kós
móti fullum sjálvstýri, og
tað hevur seinastu árini
givið ótrúlig úrslit. Samfel-
agið er ment ómetaliga,
síðani vit góvust at krevja
og brúka meira pengar úr
Danmark og ístaðin fóru at
fremja tað, sum vit sjálvi
megna.
Tú minnist helst, hvørj-
um skørum føroyska sam-
felagið var í fyri 10 árum
síðani, tá vit brúktu eina
milliard í blokkstuðli og
læntu pengar uttanlands
afturat. Og hygg at sam-
felagnum nú, har vit fyrst
hava sett blokkstuðulin til
viks og síðani hava minkað
hann við einum triðingi.
Føroyska fólkið hevur
rættindir sum onnur fólk í
heiminum. T.e., at vit hava
rætt at skipa okkum sum
sjálvstøðuga tjóð - ikki í
stríði við Danmark, men
hinvegin í sátti og semju.
Henda sjálvsagda veru-
leika, hava danskir mynd-
ugleikar higartil ikki viljað
viðurkent, men tú kanst
velja tað øðrvísi.
Í tíni egnu bók frá 1993
skrivar tú millum annað:
»…ønsket om personlig
frihed, bliver underordnet
trygleriet efter materiel
sikkerhed (…) Prisen er
selvsagt, at det ufri menn-
eske bøjer nakken og glem-
mer alt om højere værdier
end denne ene konfliktfri
og komfortable selvopret-
holdelse.«
Tí manst tú sjálvsagt
skilja, at fullveldi er fram-
tíðin fyri føroyingar, um vit
ikki skulu halda fram sam-
bært sambært tíni lýsing.
Føroyska
fullveldis-
gongdin kann ikki støðg-
ast. Lat okkum tí fremja
hana
so
skipaða
sum
gjørligt.
– Tí vóna vit, at tú á ferð-
ini her fer at taka undir við,
at arbeiðið at yvirtaka løg-
reglu, rættarskipan, fólka-
kirkjuna, útlendingamál,
familjurætt og peningamál,
kann fremjast í verki við
eini yvirtøkulóg.
– Tí skjóta vit somuleiðis
upp, at tú tekur undir við at
skerja blokkstuðulin við
einum triðingi afturat og so
strika skuldina hjá føroyska
landskassanum til danska
statin. Tað er rættiliga
meiningsleyst, at vit á
hvørjum ári skulu taka
ímóti 616 milliónum krón-
um úr Danmark og so
senda 323 milliónir nið-
uraftur.
Við vón um ítøkilig úrslit
á ferðini.
UTTAN ÚR HEIMI
Meirilutin av amer-
ikanska fólkinum
heldur, at forsetin
gjørdi rætt í at leypa á
Irak og at herseta
landið. Teir eru eisini
til reiðar at fara í eitt
kríggj afturat.
KRÍGSHUGUR
Árni Joensen
Er tað neyðugt at fara í
kríggj við Iran fyri at forða
landinum at fáa sær kjarn-
orkuvápn, er tað í lagi. Tað
siga 58 prosent av teimum
amerikanarunum,
sum
blaðið Washington Post og
sjónvarpið ABC News hava
spurt. 38 prosent av teim-
um spurdu siga nei.
Bæði USA og ES hava
hert atfinningarnar at ir-
ansku stjórnini í seinastuni,
tí hon sýtir fyri at lata al-
tjóða kjarnorkustovnin fáa
atgongd til landsins kjarn-
orkuverk.
Leiðarin hjá ST-vápna-
eftirlitsmonnunum, sviin
Hans Blix, heldur ikki, at
ósemjan við Iran nýtist at
enda í einum kríggi afturat.
Á einum fundi í New York
fyri stuttum segði hann, at
ein eigur at hava trygdar-
viðurskiftini í økinum í
huga, tá ein hyggur at hes-
um málinum.
- Lond sum Iran og Norð-
urkorea uppfata støðuna
soleiðis, at tey kenna seg
noydd at fáa sær kjarnorku-
vápn. Tey kenna seg hótt,
segði Hans Blix.
Men í USA eru tað am-
erikanararnir, sum kenna seg
hóttar, so skjótt teir hoyra, at
onnur lond umhugsa at fáa
sær kjarnorkuvápn. Kann-
ingin hjá Washington Post
og ABC News vísir eisini, at
teir flestu amerikanararnir
taka undir við krígnum í Ir-
ak, sjálvt um tað skuldi víst
seg, at Irak als ikki hevði
nøkur
hópoyðingarvápn,
sum annars vóru høvuðs-
grundgevingin fyri krígnum.
Bara 23 prosent halda, at tað
er neyðugt at finna hópoyð-
ingarvápnini hjá Saddam
hussein fyri at rættvísgera
kríggið.
At kríggið hevur kostað
umleið 230 amerikanskum
og bretskum hermonnum
lívið halda flestu amerikan-
ararnir vera rímiligt.
Amerikanararnir fúsir at leypa á Iran
Skúlagentur burturfluttar í
navni Harrans
Týsnáttina burtur-
flutti Harrans mót-
støðuherur minst
hundrað skúlagentur
í Uganda. Hildið
verður, at sami herur-
in hevur burturflutt
umleið 20.000 børn.
UGANDA
Árni Joensen
Ugandiska
herleiðslan
kunngjørdi fyrradagin, at
uppreistrarherurin
LRA
hevði rænt og burturflutt
meiri enn hundrað gentur á
einum katólskum skúla, og
seinni
váttaði
katólska
kirkjan í býnum Soroti tíð-
indini. Sambært kirkju-
leiðsluni
eydnaðist
tað
nøkrum gentum og lærar-
um at sleppa til rýmingar.
Myndugleikarnir í Ug-
anda og altjóða hjálparfel-
agsskapir halda, at ugand-
iski uppreistrarherurin hev-
ur
burturflutt
umleið
20.000 børn seinastu fýra
árini. Bæði genturnar og
dreingirnir verða nýtt sum
hermenn í bardaganum
ímóti stjórnarherinum, og
harafturat verða genturnar
kynsliga misnýttar. Tá tær
einaferð koma heimaftur,
hava fleiri teirra eitt barn
við sær, og harafturat líða
flestu teirra av einari ella
aðrari kynssjúku, siga ug-
andisku myndugleikarnir.
Leiðarin hjá uppreistrar-
monnunum, Joseph Korry,
at hann ger eftir beinleiðis
boðum frá Várharra, tá
hann sendir gentur og
dreingir í bardaga ímóti ug-
andiska stjórnarherinum.
Hesin nýggi bygningurin,
sum eitur "Two IFC", er í
Hongkong og er sambært
byggiharranum hægsti
bygningur í heiminum.
Hann er 420 metrar høgur í
88 hæddum. Allur
bygningurin er innrættaður
sum skrivstovur, og
fermetratalið liggur um
200.000. Tað er arkitekturin
Cesar Pelli, sum er ættaður
úr Argentina, sum hevur
teknað bygningin.
Byggja aftur
Jødisku niðursetufólkini á Vestara Áarbakka ætla eftir
øllum at døma ikki at gera eftir boðunum frá stjórnini
um at flyta haðani.
Seinastu dagarnar hava niðursetufólkini skipað fleiri
sokallaðar ávaringarstøðir. Talan er um húsvognar, sum
eru settir á støðum, har ísraelski herurin fyri nøkrum
døgum síðani javnaði fleiri slíkar ávaringarstøðir við
jørðina. Sambært fronsku tíðindastovuni AFP hava
niðursetufólkini bygt fleiri ávaringarstøðir, enn herurin
hevur brotið niður ella flutt.
Ariel Sharon, forsætisráðharri, hevur í fleiri ár verið
talsmaður fyri jødisku búsetingini í teimum hersettu
palestinsku økjunum, men sambært teirri seinastu frið-
arætlanini skal Ísrael taka minst 60 prosent av teimum
búsetingunum, sum eru bygdar seinastu tvey árini.
Lívverjin í rættinum
Ein jordani, sum sigur, at hann hevur verið lívverji hjá
sjálvum Osama bin Laden, hevur verið fyri rættinum í
Týsklandi í vikuni.
Týska ákæruvaldið vil vera við, at maðurin er limur
í einum víðgongdum hernaðarligum palestinskum fel-
agsskapi, sum eitur Al Tawhid, og sum sambært amer-
ikansku myndugleikunum hevur tilknýti til al-Qaeda.
Týska løgreglan tók tann 26 ára gamla mannin, tí
illgruni var um, at hann hevði havt ætlanir um at søkja
at fleiri málum í týskum býum. Løgreglan vil eisini
vera við, at hann var við til at skipa fyri einum granat-
álopi á eini jødisk hús í Týsklandi.
Flogfar rendi á fugl
Hóast flestu fuglar eru smáir samanborið við eitt flog-
far, kann tað vera vandamikið fyri sjálvt tey stóru flog-
førini at renna á ein fugl.
Tí valdi flogskiparin á einum norskum ferðamanna-
flogfari at venda aftur, tá flogfar hansara rendi á ein
fugl, stutt eftir at tað var farið á flog úr floghavnini í
Stavanger. Tey 190 ferðafólkini, sum skuldu til Malaga
í Spania, noyddust at fara úr flogfarinum, meðan eftir-
litsfólk kannaðu, um tað hevði fingið skaða av saman-
stoytinum. Einki verður sagt um, hvat tað var fyri
fuglur, sum noyddi tað stóra flogfarið at seta seg aftur.
Kanningin vísti kortini, at flogfarið var sloppið frá
samanstoytinum í øllum góðum, og tveir tímar seinni
sluppu ferðafólkini umborðaftur og kundu halda fram
til at njóta summarfrítíðina í Spania.
Gav bróst meðan hon
koyrdi bil
Lastbilaførarin vildi ikki trúgva sínum egnu eygum, tá
hann fyrr í vikuni møtti einum bili á einum vegi í
amerikanska statinum Ohio.
Við róðrið í bilinum sat ein kvinna og gav einum
smábarni bróst. Lastbilaførarin ringdi alt fyri eit til
løgregluna og boðaði frá tí, sum hann hevði sæð. Tá
løgreglumenninir steðgaðu bilinum, hevði hon hendur-
nar á róðrinum, annað bróstið var bert, og í fangi henn-
ara lá tað lítla barnið og seyg.
Í rættinum fekk kvinnan 100 dollarar í bót, men
maður hennara noktar at gjalda bótina. Blaðið The
Beacon Journal skrivar, at í rættinum vísti maðurin á,
at sambært gamla testamenti er kvinnan undirgivin
manninum, og skal nakar revsa hana, skal hann gera
tað. Maðurin, sum eitur Brad Barnhill, sigur, at hann er
til reiðar at fara heilt upp í hægstarætt við málinum fyri
at fáa staðfest støðu sína.
Heimsins
hægsta
hús
C
M
Y
K
11
10