Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 118 - 26. juni 2003 Nr. 118 - 26. juni 2003 13 Línan yvirtekur Íslandsloyvini Snelluskipini undir Íslandi fækka. Í summar hevur bara eitt verið har yviri, og ivasamt er, um tað loysir seg at halda fram, tí ov lítil kvota fæst. Línuskipini hava í stóran mun keypt snellukvotuna undir Íslandi FISKIVINNA Edvard Joensen Íslandskvotan hjá snellu- skipunum er minkað so nógv seinnu árini, at tey fáa bara soleiðis hálvanannan túr í part. Og tað er so lítið, at tað loysir seg illa at fara eftir tí, tí tey fáa mest upsa, sum er bíligur fiskur. Fleiri teirra hava tí ár undan ári selt kvotuna til línuskipini. Eitt fyri og annað eftir hava snelluskipini selt loyvini, og líka ofta eru tað línuskip, sum keypt hava og harvið flutt snelluveiðuna yvir á línuna. Dømini um, hvussu gongdin hevur verið, eru fleiri. Eitt er Hoyvíkingur, sum fekk snelluloyvið hjá Polli. Hoyvíkingur hevur seinnu nógvu árini bara roynt við línu. Morning Star, sum í áravís bara hevur roynt við snellu, varð í fjør seld reiðaríðnum hjá Thomasi Nygaard, og loyvið flutt til hansara, sum bara roynir við línu. Útgerðin varð tikin úr Morning Star, og skipið varð síðan søkt eyst- an fyri Suðuroynna. Havbúgvin var herfyri seldur reiðarínum West Line í Miðvági, og Íslands- loyvið flutt yvir á West Freezer, sum roynir við línu. Havbúgvin varð lagd- ur við bryggju í Miðvági, og útgerðin tikin úr. Men eisini í øðrum før- um hava snelluloyvini und- ir Íslandi beinleiðis verið havd til spekulatión. Í fyrru helvt av nítiárun- um varð snelluskipið Maz- eppa selt út Fuglafirði til Viðareiðis og fekk navnið Gáshøvdi. Nýggju eigarar- nir riggaðu skipið um og hava síðan trolað undir Før- oyum við tí. Eingin snellu- túrur yvirhøvur er gjørdur til Íslands. Men snelluloyv- ið, sum fylgdi við skipin- um, hava eigararnir havt og selt øðrum, sum so hava brúkt tað undir Íslandi, meðan Gáshøvdi hevur trolað undir Føroyum. Sosialurin hevur fingið innlit í søluna av hesum fiskiloyvum síðan 1998. Og hon vísir týðuliga, hvussu gongdin hevur ver- ið. Fyrstu árini var okkurt snelluskip framvið at keypa, men síðan yvirtóku línuskipini, sum kunnu bjóða hægri prís. Í 1997 varð Íslandsloyv- ið, sum Gáshøvdi hevði fingið, selt snelluskipunum Norðsøka og Ægiri. Í 1998, varð tað býtt í trý til Kúrberg, Klakk og Kvikk. Nú eru línuskipini komin uppí. Í ár 2000 varð alt loyvið selt Grunningi. Í 2001 varð tað selt Skørini. í 2002 verður loyvið endaliga avhendað einum felag í Klaksvík, sum eigur tvey skip, Jákup B og Líð- hamar. Treytað er tó frá Fiskimálaráðnum, at keyp- arin skal boðað frá, hvat av skipunum skal hava Ís- landsloyvið hjá Gáshøvda. Keyparin boðar frá, at loyvið skal flytast endaliga yvir á Jákup B. Sostatt er hetta Íslands- loyvið, sum eitt snelluskip, ið kom til landið í 1986, fekk, farið umvegis ein trolbát, sum ongantíð brúkti tað, til eitt línuskip, sum nú hevur eitt eyka íslandsloyvi. Reiðaríðið hjá Gáshøvda hevur lagt gamla Gáshøvda og bygt ein nýggja trolara í íslandi. Men hann kann ikki fáa Íslandsloyvi hjá gamla skipinum, tí tað skipið hevur ikki sjálvt Nýggi Gáshøvdi kann sambært nýggjari fyriskipan ikki fáa Íslandsloyvið hjá gamla Gáshøvda, tí hesin ongantíð sjálvur hevur brúkt tað. Loyvið er tí selt einum línuskipi, og snelluveiðan undir Íslandi er tilsvarandi minkað Mynd: Solby Eliasen Føroyska snelluveið- an undir Íslandi fer skjótt í søguna. Tað hava føroyingar sjálvir forvolt, sigur reiðari á snelluskipi, sum í 30 ár hevur roynt undir Íslandi VEIÐIRÆTTINDI Edvard Joensen Føroyska snelluveiðan und- ir Íslandi er við at fara í søguna. Nú er bara eitt skip eftir í hesi veiðu, og tað fær ikki tillutað meira enn hálv- anannan túr fyri summarið. Spekulatión og løtuvinn- ingur hevur forkomið hes- um søguligu veiðirættind- um okkara, sigur reiðarin á snelluskipinum Norðsøka. – Hetta verða kanska teir seinastu upsarnir, sum verða landaðir av før- oyskum snelluskipi undan Íslandi, sigur Asbjørn Djurhuus, reiðari, og bendir yvir móti køssunum, sum standa á bryggjuni í Sør- vági, har Norðsøki liggur og landar tey 90.000 pund- ini, hann í fimm dagar hev- ur fiskað við snellu undir Íslandi. Tann stóri flotin av snell- uskipum, sum fyrr var undir Íslandi, er burtur. Í ár hevur bara Norðsøki verið har yviri, og hann sleppur kanska ikki avstað aftur. Í hvussu er kann vera ivasamt, um tað loysir seg, tí hann eigur bara kvotu eftir til ein hálvan túr. Hann hevur fingið tillutað 86 tons í rundari vekt. – Tað er rættiliga nógv fyri, heldur reiðarin, at vit, sum veruliga fara eftir tí fiski, vit í áravís hava fing- ið fyri einki frá íslending- um, skulu straffast soleiðis, samstundis sum aðrir, sum fáa sama loyvi sum vit, ikki tíma eftir tí, men selja tað fyri privatan vinning her heima. Hann vísir á, at Íslands- loyvini í síni vórðu latin snelluskipunum, sum í dag at kalla bara fiska upsa. Fyrstu árini var pláss fyri onkrum toskatúri, men seinni er tað minkað til eina hjáveiðu upp á eini 15 pro- sent av samlaðu kvotuni. Í snelluloyvinum stendur, at loyvt er at fiska upsa, tosk og annan fisk. So verður avmarkingin á toski ásett, men einki sagt um, hvat annar fiskur er fyri nakað. Tað kann so vera brosma, longa og onkur hýsa eisini, sum ikki fæst so nógv av við snellu. Av tí, at kvoturnar eru so smáar, hevur tað gjørt, at fleiri og fleiri hava aftrað seg við at farið eftir teim- um, men í staðin selt teim- um, sum hug hava at fara. Tað hevur so gjørt, at onkur hevur kunnað samlað sær til ein túr ella tveir við at keypa kvotu, sum aðrir hava fingið fyri einki. – Fyrstu árini, hetta varð gjørt, var okkurt snelluskip, sum keypti kvotu. Men nú orka vit ikki at kappast við línuskipini um hesa kvot- una, vísir Asbjørn Djurhuus á. Tí tann fiskurin, tey fáa, er dýrari enn upsin, sum vit fiska, og tí kunnu tey eisini alla tíðina liggja oman fyri okkum í boði. Men so kundi fiskivinnu- umsitingin væl saktans bara gjørt tað soleiðis, at snellukvotan varð latin teimum, sum veruliga fisk- aðu við snellu og ongum øðrum. Jú, tí er Asbjørn Djur- huus púra samdur í, men vísir so á, at tað ber illa til nú, tí nú er kvotan avhend- að frá snellubátunum til aðrar. Ikki alt, men í stóran mun. Og tað verður verri. Tí landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum hevur steðgað spekulatiónini við fiskiloyvum við at seta sum treyt, at fyri at fiskilolyvi skal kunna skifta millum før, skal eigarin sjálvur hava fiskað í minsta lagi 60% av loyvinum árið fyri. Men tað eru teir flestu, sum ikki hava gjørt tað, og fyri ikki at missa hesi loyv- ini heilt, verða tey tí seld øðrum, sum brúka tey. Ella avhendað endaliga, sum tað eitur á fakmáli. Tað vil í høvuðsheitinum siga, at tað eru línuskipini, sum keypa upp íslandsloyvini og har- við gera tað, at snellu- veiðan heilt dettur burtur. – Tað er harmiligt, at eitt skip sum Norðsøki, sum hevur verið við snellu undir Íslandi á hvørjum ári, við tveimum undantøkum, síð- an 1973, skal missa hesi søguligu rættindi orsakað av spekulatión og persón- ligum løtuvinningi til menn, sum hava fingið hesi rættindi forerandi frá íslendingum. Eg undrist á, hvussu leingi íslendigar fara at ganga við til slíkt, sigur Asjørn Djurhuus. Tey tvey árini, Norðsøki ikki var undir Íslandi, vóru í 1993 og 1994, tá kreppan og fiskaloysið noyddu snellubátarnar heilt upp til Bjarnoynna á saltfisk um summarið. Teir lótu tá Ís- landsloyvini fyribils frá sær við tilsøgn um at faa tey aftur, tá fiskilíkindi undir Íslandi gjørdust betri. Søgulig fiskirættindi forkomin Norðsøki landar í Sørvági. Hetta eru kanska seinastu upsarnir, føroysk snelluskip sleppa at fiska undir Íslandi. Ikki tí at íslendingar ikki vilja vita av okkum, men tí at føroyingar sjálvir hava forkomið hesi veiðuni við spekulatión og fyri løtuvinning Mynd: Edvar0d Joensen fiskað tey 60% av kvotuni, sum nú er treyt fyri at fáa Íslandsloyvi. Loyvið hjá gamla Gáshøvda er tí enda- liga avhendað reiðarínum hjá línuskipinum Jákupi B. Havbúgvin varð seldur einum línureiðaríði. Skipið varð avmonterað og lagt við bryggju í Miðvági. Íslandsloyvið er farið til eitt línuskip Mynd: Edvard Joensen Ein av veteranunum í snelluveiðuni, Morning Star, varð í fjør seld einum línu- reiðaríið, og síðan avmont- erað og søkt. Snelluloyvið undir Íslandi er farið til eitt línuskip C M Y K 13 12