hósdagur 26. juni 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 26. juni 2003
15
Meira hýsa enn toskur í Klaksvík
Av teimum 70 tons-
unum av útróðrar-
fiski, sum seld vórðu
á gólvinum á Fiska-
marknaði Føroya í
Klaksvík í gjár, vóru
40 tons av hýsu, 20 av
toski og eini 7 tons av
hvítingi
Fyrrapartin í vikuni var
næstan bara útróðrarfiskur
seldur um Fiskamarknaðin
í Klaksvík.
Í gjár vóru umleið 70
tons seld á gólvinum, harav
umleið ein triðingur kom
frá bátum, sum rógva út av
Hvannasundi. Størri partur-
in kemur tó frá bátum, sum
rógva út av Klaksvík.
Í gjár seldi trolbáturin,
Dúgvuberg, eisini veiðina á
marknaðinum har norðuri.
Mest av hýsu
- Tað er eitt stórt tal av út-
róðrarbátum, sum royna við
línu og selja fiskin á gólv-
inum her norðuri. Misjavnt
er, hvussu fiskiskapurin er,
men teir flestu bátarnir
munnu liggja um góð 100
pund á línuna. Tað er
hampiligur
fiskiskapur
hesa tíðina av árinum, siga
tey í Klaksvík.
Í vikuni hava bátarnir
fingið nógv meira av hýsu
enn av toski.
Av teimum umleið 70
tonsunum, sum vórðu seld
á gólvinum í gjár, vóru 40
tons av hýsu, 20 tons av
toski og eini 7 tons av
hvítingi.
- Hýsan er góð, og eftir
árstíðini er toskurin eisini
hampiliga góður, siga tey.
Umframt
útróðrarfisk,
fer Fiskamarknaðurin í
Klaksvík í dag at bjóða út
lastina hjá línuskipinum,
Pison, sum hevur roynt
undir Føroyum og fiskin
hjá trolbátunum, Fiskakletti
og Varðanum.
Hvussu
nógv
skipini
hava, vistu tey ikki, tá ið vit
frættu í gjár.
Fiskamarknaðurin vænt-
ar, at línuskipið Kvik, sum
hendan túrin hevur roynt
undir
Íslandi,
landar
fríggjadagin. Kvik hevur
góð 100.000 pund.
Upp og niður
Fiskaprísirnir
eru
mis-
javnir. Mánadagin vóru
menn hampiliga væl nøgd-
ir,
men
týsdagin
fall
prísurin aftur.
Á Fiskamarknaðinum í
Klaksvík halda tey, at
prísirnir eru í lægra lagi, tá
ið teir fella.
- Men tað veldst sjálvsagt
um eyguni, sum síggja.
Teir, ið selja fiskin, halda
ivaleyst, at prísirnir kundu
verið betur, meðan keypar-
ar halda, at fiskurin er nóg
dýrur í mun til tað, sum
fæst burtur úr honum, siga
tey á Fiskamarknaðinum í
Klaksvík.
Einki spurdist burtur úr í Kanada
Nú okkara fiskimála-
ráðharri og hansara
menn komu aftur úr
Kanada sum av torv-
heiðum, fara vit at
hyggja eitt sindur
eftir, hvat stríðið um
rækjurnar á Grand
Bank í veruleikanum
snýr seg um. Fund-
urin í Halifax millum
Jacob Vestergaard og
kanadiska fiskimála-
ráðharran, Robert
Thibault, endaði
úrslitaleysur
STRÍÐ
Vilmund Jacobsen
Tað var miðskeiðis í nítiár-
unum, at føroysk rækjuskip
byrjaðu
at
fiska
á
Flemmish Kap (øki 3M),
sum er altjóða sjógvur, ið
verður umsitin av NAFO
(North Atlantic Fishery
Organisation). Tað er Dan-
mark, sum umboðar Føroy-
ar og Grønland í NAFO.
Rækjumenn eru nøgdir
við fiskidagarnar, ið okk-
um eru tillutaðir á Flemm-
ish Kap.
Men skjótt høvdu okkara
slóðbrótarar innan rækju-
vinnuna hug at royna aðrar
møguleikar um hesar leiðir.
Eyguni vórðu vend móti
Grand Bank (øki 3L), sum
liggur innanfyri og vestan-
fyri Flemmish Kap. Megin-
parturin av Grand Bank
liggur innanfyri kanadiska
fiskimarkið, og bert ein
minni partur av bankanum
røkkur út í altjóða sjógv.
Sambært NAFO-avtaluni
kundi Føroya Landsstýri
loyva einum føroyskum
skipi í senn at royndarfiska
í altjóða sjógvi á Grand
Bank.
Royndarveiðan vísti, at
nógvar og góðar rækjur vóru
at fáa á leiðini, og við
royndarveiðini mettu føroy-
ingar, at teir kundu tryggja
sær søgulig rættindi á hesi
leið.
Men soleiðis skuldi tað
ikki ganga.
Samlaða rækjukvotan á
Grand Bank í dag er 13.000
tons, harav kanadiarar hava
fingið tillutað 83%, ið teir,
sum einasta limaland í
NAFO, kunnu fiska í
egnum sjógvi. Tey umleið
2.200 tonsini, ið eftir eru av
kvotuni, verða býtt millum
hini
NAFO-limalondini,
sum fáa 144 tons í part.
Hesi tonsini, sum er eitt
ógvuliga lítið tal at býta
ímillum fleiri skip, skulu
fiskast í altjóða sjógvi.
Føroyingar halda ikki, at
býtið er rættvíst, tí vit vóru
millum teir fyrstu at veiða
rækjur á leiðini og halda
okkum tískil eiga søgulig
rættindi fram um onnur
NAFO-limalond. Úrslitið
er, at hvørki okkara rækju-
skipafloti
ella
okkara
myndugleikar
hava
góðtikið hetta býtið.
Sambært
søguligum
veiðitølum meta føroyingar
seg eiga rætt til 62% av
teirri kvotu, sum fellir
uttanfyri tey 83% hjá kan-
adiskum
fiskimonnum.
Men kortini hevur NAFO
gjørt av at býta tey seinastu
17% í eins stórar - ella smá-
ar partar - til øll 15 lima-
londini, sum eftir eru.
Føroyskir myndugleikar
hava treyðugt viljað gingið
undir býtið hjá NAFO og
hava ásett sína egnu kvotu,
sum er góð 1000 tons.
Kanadiskir eftirlitsmenn
hava av og á verið umborð
á føroyskum skipum á
Grand Bank og staðfest, at
skipini ikki hildu seg til
avtaluna. Hesum hava teir
boðað føroyskum eftirlits-
myndugleikum frá.
At enda tóku kanadisku
myndugleikarnir tað stig at
lata sínar havnir aftur fyri
føroyskum fiskiskipum, og
framvegis í dag eru havnir-
nar stongdar fyri føroying-
um.
Stríðið millum føroyskar
og kanadiskar myndugleik-
ar er avmarkað til leiðirnar
á Grand Bank, tí á Flem-
mish Kap gongur alt sína
vanligu gongd, og føroying-
ar hava ongar trupulleikar
við at góðtaka tær treytir,
sum her eru galdandi.
At havnirnar í Ný Found-
landi eru stongdar fyri før-
oyskum fiskiskipum, hevur
gjørt tað trupult hjá rækju-
flotanum, sum roynir á
Flemmish Kap. Skipini
hava lagt veiðina upp og
skift manning í Ný Found-
landi, men so leingi, stríðið
er, er eisini hesin møguleiki
burtur. Tí noyðast rækju-
skipini at sigla heim við
rækjunum, og hetta kostar
teimum ein túr um árið í
mistari tíð - ella einar 5-7
milj. krónur í peningi.
Tað er tó ikki bara
føroyska rækjuvinnan, sum
líður undir hesum stongsli;
tað ger vinnan í Ný Found-
landi eisini, sum hevur
heystað fruktir av føroyska
virkseminum har yviri.
Tá ið kanadisku myndug-
leikarnir avgjørdu at útihýsa
føroyskum fiskiskipum, úti-
hýstu teir eisini estlendskum
fiskiskipum, men viður-
skiftini millum Kanada og
Estland eru komin í rættlag
aftur, og havnirnar eru lætn-
ar uppaftur.
Ilt er at siga, nær ein
loysn fer at spyrjast burtur
úr trætuni millum Føroyar
og Kanada, nú hesin fund-
urin millum Jacob Vester-
gaard og Robert Thibault
endaði úrslitaleysur.
- Fiskaprísirnir eru skiftandi.
Mánadagin vóru teir
hampiligir, men týsdagin
fullu teir aftur, siga tey á
Fiskamarknaði Føroya í
Klaksvík
Heldur ikki beinleiðis samrøðurnar í Halifax millum føroyskar og kanadiskar myndugleikar kundu loysa upp í kreppuni millum
londini. Og framvegis eru kanadiskar havnir stongdar fyri okkara fiskiskipum…
15
14
Nr. 118 - 26. juni 2003
Nýggja
ársverks-
skipanin
ÁRSVERKIÐ
Páll Holm Johannesen
Fríggjadagin kunngjørdi
landsstýrismaðurin
í
Mentamálum,
Høgni
Hoydal, at eftir summar-
frítíðina skulu føroysku
lærararnir undir eina
nýggja skipan við ar-
beiðstíðini.
Føroysku
lærararnir hava arbeitt
undir
skemabundnari
skipan, men eftir summ-
arfrítíðina verður farið
til eina skipan við einari
virksemisætlan
fyri
skúlaárið.
Skipanin hevur fingið
íblástur frá skipanini á
arbeiðsmarknaðinum.
Vanliga verður mett, at
arbeiðstíðin er 2080 tím-
ar um árið. Tekur ein
frítíð og frídagar frá
skipanini, eitur talið
1800 tímar hjá lærarar-
um. Ársverkið er sostatt
gjørt upp til 1800 tímar
árliga.
Arbeiðstíðin hjá lærar-
um verður í framtíðini
býtt í skúlatíð og egintíð.
Skúlatíðin
umfatar
floksundirvísing, bólka
undirvísing, lærarasam-
starv, steðgir, bólka-
undirvísing o.a. Egin-
tíðini
ræður
lærarin
sjálvur yvir, og umfatar
fyrireiking, ráðlegging
eftirmeting og samskifti
við lærarar. Egintíðin er
treytað av skúlatíðini hjá
lærarum, og lagt er upp
til at hálvur tími egintið
fyri hvønn undirvís-
ingartíma. Undirvísir ein
lærari 27 tímar eina
viku, so hevur hann rætt
til 13,5 tímar í egintíð ta
vikuna.
Endamálið við árs-
verksskipanini er at fáa
eina greiða áseting hvat
lærarastarvið umfatar.
Eftir
summarfrítíðina
verður møguleiki at hava
eftirlit, hvørjar uppgávur
hvør einstakur lærari
átekur sær. Eftir ætlan
skulu lærari og skúla-
leiðsla seta seg saman
minst fýra vikur, áðrenn
skúlaárið byrjar at til-
rættarleggja virksemis-
ætlanina hjá læraranum
fyri skúlaárið.
Ein arbeiðsbólkur við
fimm limum hevur orð-
að nýggju skipanina við
ársverki. Tvey umboð
hava verið fyri lærararn-
ar, tvey fyri Mentamála-
ráðið og eitt fyri Fíggjar-
málaráðið. Í fyrstu at-
løgu verður talan um
eina tvey ára royndartíð,
har skipanin síðan verð-
ur tikin til eftirmetingar.
Arbeiðsbólkurin
skal
hesi bæði árini fylgja við
gongdini á skúlunum
kring landið, og leggja
fram uppskot um møgu-
ligar
tillagingar
ella
broytingar við skipanini.
Magnus Tausen, sum
er ein av limunum í
arbeiðsbólkinum, ið
hevur lagt uppskotið
um Ársverksskipan-
ina fram, skilur væl,
um lærarar kenna seg
ótryggar við at fara til
arbeiðis eftir
summarfrítíðina. Tað
er stak óheppið, at
skipanin er trýst yvir
okkum, metir
Magnus Tausen
ÁRSVERKIÐ
Páll Holm Johannesen
Annað av umboðunum fyri
lærararnar í arbeiðsbólkin-
um, Magnus Tausen, er
harmur um, at Høgni Hoy-
dal fríggjadagin setti árs-
verksskipanina í verk frá
komandi skúlaári.
– Ein av høvuðstættunum
í skipanini er samstarvið
millum lærara og leiðslu,
men nú skotbráðið er ov
stutt, er rættiliga sannlíkt,
at tann parturin verður lop-
in um. Hetta er stak óhepp-
ið, tí skipanin fer tí at fáa
eina keðiliga byrjan, sigur
Magnus Tausen.
Magnus ivast ikki í, at
flestu lærarar eisini kenna
seg ótryggar at fara í skúla
eftir summarfrítíðina, tí teir
eru ikki fullgreiðir yvir,
hvat teir koma til. Tað er
heldur ikki serliga hugvekj-
andi at byrja eina nýgga
skipan í einum keðiligum
anda, sigur Magnus Tausen.
Sum skilst á skúlastjór-
um kring landið, so eru
flestu teirra í gongd við at
leggja skema fyri lærar-
arnar komandi skúlaár. Av
tí, skúlaárið er við at halla,
verða sjálvar virksemisætl-
anirnar hjá hvørjum lærarar
ikki tilrættarlagdar fyrr í
august.
Fyri at skúlaleiðslurnar
yvirhøvur kunnu megnað at
samskipa allar virksemis-
ætlanirnar, er neyðugt at
nýta partar av summarfrí-
tíðini til arbeiðið. Hetta
heldur
Magnus Tausen
verða keðiligt, og sloppið
kundi verðið undan støð-
una, um ársverkið bíðaði
eitt ár.
Opin fyri broytingum
Magnus leggur dent á, at
skipanin við ársverki als
ikki er endalig.
– Skipanin er opin, og
møguleiki er fyri tillaging-
um og broytingum, og tey
bæði royndarárini fara vísa,
hvørjar
broytingar
eru
neyðugar fyri at skipanin
skal rigga til fulnar, greiðir
Magnus Tausen frá.
Spurdur um nýggja skip-
anin við ársverkum ikki
gongur ímóti rákinum á ar-
beiðsmarknaðinum,
har
fólk arbeiða meir og meir
flekstíðir, og ikki eru bund-
in av at verða á arbeiðs-
plássinum, svarar Magnus,
at tað kann væl verða nakað
um tað, men vísir á, at hvør
einstakur
lærari
hevur
nógva tíð, sum hann sjálvur
ræður yvir.
– Lærarin verður bundin
av at verða í skúlanum og
undirvísa, meðan restin av
tíðina kann hann nýta sum
hann vil. Nær lærarasam-
starv, fundarvirksemi, for-
eldrafundir o.s.fr. verða,
verður upp til hvønn ein-
stakan lærara og ikki ovastu
leiðslu á skúlanum, og tí
hevur skipanin eisini tikið
hædd fyri flekstíðini, sigur
Magnus Tausen at enda.
Stjórin á Runavíkar
Skúla metir ógreiðu
meldingarnar frá
Mentamálaráðnum
darva tilrættarlegg-
ingini av komandi
skúlaári. Kortini
metir hann ársverkið
verða eina stóra og
spennandi avbjóðing
fyri bæði skúla-
leiðslur og lærarar
ÁRSVERKIÐ
Páll Holm Johannesen
Ein av mongu skúlastjórun-
um í Føroyum, sum í løtuni
situr við nýggju ársverks-
skipanini, er Ásmund Lam-
hauge stjóri á Runavíkar
Skúla. Runavíkar Skúli er
ein av størstu skúlunum í
landinum, og tað skal tí ein
drúgv tilrættarlegging ger-
ast fyri komandi skúlaár.
Ásmund
Lamhauge
er
rættiliga avgjørdur, tá vit
spyrja hann, hvat hann hel-
dur um nýggja ársverkið.
– Vit áttu avgjørt at bíða
eitt við ársverksskipanini, tí
vit eru ikki tilreiðar enn.
Mentamálaráðið er komið
alt ov seint við broytingini,
og tí verður tað torført at
leggja nýggju skipanina til
rættis, sigur stjórin í Runa-
víkar Skúla.
Ógreiðar meldingar
Ásmund Lamhauge fílist á,
at Mentamálaráði hevur
meldað ógreitt út viðvíkj-
andi ársverksskipanini.
– Taka vit spurningin um
tað vit kalla niðurskurð, so
fingu vit av fyrstani tíð at
vita, at 120 tímar vórðu
settir av, men skúlaleiðsl-
urnar mótmæltu, og fingu
lovað, at 150 tímar vórðu
avsettir.
Kortini
boðar
Mentamálaráðið frá, at tað
verða 120 tímar í miðal fyri
lærararnar avsettir, greiðir
skúlastjórin frá.
Ásmund Lamhauge vísir
á, at ógreiðu meldingarnar
gera tað torført at leggja
eina ætlan fyri komandi
skúlaár.
Á Runavíkar Skúla eru
tey í tí støðu, at skúlin kom-
andi skúlaár fer at hava
fleiri fjøllbrekaðar næm-
ingar, sum krevja ein ávís-
an tørv. Hetta krevur, at eini
6-8 lærarar mugu seta
nógva tíð av til ráðlegging,
fundarvirksemi og skeið-
virksemi, og tá kvotan er
120 tímar í miðal fyri
hvønn lærara, verða tað
fleiri lærarar, ið mugu taka
til takkar við minni enn 120
tímum, og tað er óheppið,
metir Ásmund Lamhauge.
Stór avbjóðing
Hóast skúlastjórin í Runa-
víkar Skúla metir, at árs-
verksskipanin átti at verðið
útsett eitt ár, so er hann ikki
í iva, at skipanin er ein stór
og spennandi avbjóðing
fyri skúlaleiðslurnar og
lærararnar kring landið.
Hann er í løtuni ígongd
við at leggja tey síðstu
skemaðini hjá lærararunum
fyri komandi skúlaár, og
fríggjadagin, tá lærararnir
fara í summarfrí, fáa teir
oyðipappír, har teir skulu
gera eitt uppskot til virk-
semisætlanina fyri kom-
andi skúlaár. Ásmund Lam-
hauge fer síðan at hyggja
nærri at uppskotunum hjá
hvørjum einstøkum lærara.
Síðan skulu lærarar og
leiðsla saman leggja enda-
ligu virksemisætlanina til
rættis, áðrenn skúlarnir
byrja aftur 18.august.
Ásmund Lamhauge stjóri á Runavíkar Skúla:
Áttu at bíða eitt ár
Ársverkið keðiliga byrjan
Annar av umboðum fyri lærararnar í arbeiðsbólkinum, ið
hevur orðað ársverkið, Magnus Tausen, sigur seg skilja væl um
lærarar kenna seg ótryggar við at fara til arbeiðis við nýggju
skipanini.
mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
14