Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 118 - 26. juni 2003 Mánamorgunin legði føroyska tollvaldið hald á ta størstu nøgdina av hassji, sum nakrantíð er funnin á einum ferðafólki. 20 kilo av hassji hevur eitt virði á umleið 2,5 milliónir krónur á gøtuni RÚSEVNI Stefan í Skorini Tá tollararnir tíðliga mána- morgunin stóðu klárir at taka ímóti ferðafólki, sum kom við Norrønu úr Hanst- holm, løgdu teir serliga merki til ein mann, sum hevði heldur løgnan atburð. Talan var um ein 28 ára gamlan dana, sum hevði ikki minni enn 20 kilo av hassji í einari tasku, ið hann hevði um herðarnar. Tá smuglarin sá hundin hjá tollvaldinum, gjørdist hann bangin og rastleysur. Hetta bitu tollararnir merki í og fóru at kanna hann nærri. Tá gjørdi hundurin vart við, at okkurt illgruna- vert var í taskuni hjá mann- inum. Hetta upplýsir Kjart- an Dam Joensen, yvirtollari í Tollbúðini í Havn. Tá tollararnir lótu task- una upp, fingu teir ein rættiligan skelk. Taskan var nevniliga kjokkfull av hassji til tann føroyska marknaðin. Maðurin hevði ferðaseðil til Tórshavn og ætlaði sær í land her at avhenda hassjið til onkran her. Tann ovurstóra nøgdin av hassji, sum maðurin hevði á sær, hevur eitt virði uppá umleið 2,5 milliónir krón- ur, so talan er eisini um stórar upphæddir í krónum og oyrum. Spreingir hagtølini Hesin fongurin fer avgjørt at síggjast aftur í hagtølun- um hjá tollvaldinum. Van- liga leggur tað hald á millum 4 og 6 kilo av hassji um árið. Nú hevur tollvald- ið brádliga funnið 20 kilo í einum. Maðurin situr í løtuni í varðhaldinum í Havn, og løgreglan kannar málið nærri. Meðan kanningarnar fara fram, vil politiið ikki geva nærri upplýsingar um málið. Størstan nøgdin av hassji, ið tollvaldið í Føroyum nakrantíð hevur lagt hald á, er 34 kilo, sum vórðu funn- in umborð á einum grøn- lendskum trolara, ið lá við bryggju her fyri umleið fimm árum síðani. Ætlanin var tó at flyta hetta hassjið til Grønlands, og tað var ikki ætlað til tann føroyska marknaðin. Størsti finningur nakrantíð: 20 kilo av hassji í eini tasku Mánamorgunin fann Tollvaldið 20 kilo av hassji í taskuni hjá einum donskum ferðamanni, sum kom til Føroyar við Norrönu Nr. 118 • hósdagur • 26. juni 2003 • 75. árg. Á bilasøluni Norðbil við Oyggjarvegin hava teir fingið tveir nýggjur Honda Accord, talan er um Accord sedan og Accord Tourer, ið er stationcar útgávan. Báðir verða gjørdir við 2.0 og 2.4 litur bensinmotorum. BILAR Magnus Gunnarsson Honda Accord er vorðin ein størri og dýrari bilur, sum nú kappast við bilar í dýr- ara miðalklassanu, hesin er ein størri og rúmligari bilur enn forgangarin. Accord hevur smart design, modell- ið er ein blandingur av Mazda 6 og Alfa Romeo 156. Síðublunkljósini eru í síðuspeglunum, sum vit kenna tað frá t.d. Mercedes. Í fyrstu syftu vera tveir bensinmotorar á skránni, ein 2.0 litur við 155 hk og ein 2.4 litur við 190 hk. Næsta ár kemur ein útgáva við 2.2 litur dieselmotori. Accord verða gjørdir sum sedan og sum stationcar, tá eitur hann Accord Tourer. Viðførisrúmið á sedan er 459 litrar og 576 litrar á Tourer. Tourer er 8,5 cm longri enn sedan, eisini er aksilfrástøðan longri og harvið betur pláss til tey ferðandi á baksetrinum. Bilurin er rúmligur og góð- ur at sita í, bæði sum bilfør- ari og sum ferðandi. Diodu- ljósini í instrumentborð- inum gera, at t.d. speedo- metrið er sera lætt at avlesa. Comfort, Sport og Executive Koyrieginleikarnir eru góð- ir, tað merkist, at bilurin hevur eitt heilt nýtt upp- hang aftan. Accord hevur nú seks airbag íroknað airbag- gardinur, sum eru standard. Bilurin fæst í útgávunum Comfort, Sport og Execut- ive. Í Executive útgávuni hevur hann VSA (Vehicle Stability Asist) skipan, sum ger at bilurin ikki glíður út í svingum. Aircondition an- legg við klima kontroll (dual-zone) er standard í øllum modellunum. Honda Accord hava í nøkur ár ver- ið gjørdir í Onglandi, men nú verða teir aftur gjørdir í Japan. Accord í Evropa og USA eru ikki eins, hesir eru tilpassaðir amerikanska marknaðin, og modellið er heldur ikki eins. Nýggi Honda Accord er ein væl koyrandi luksusbilur, sum heilt víst kemur at gera seg galdandi í dýrara miðal- klassanum... Nýggjur smartur Honda Accord – sum sedan og stationcar Honda Accord 2.0 Comfort sedan Motorurin 2,0 litur 4 syl. bensin 155 hk 0-100 km/t 9,2 sek Bensinnýtsla 13,0 km/t Dekkstødd 195/65-15 Stødd og vekt Longd 467,0 cm Breidd 176,0 cm Hædd 145,0 cm Eginvekt 1.300 kg Totalvekt 1.925 kg Viðførisrúm 459 litrar Prísur: kr. 288.950,- Søluumboð: Norðbil v/Oyggjarvegin FO-100 Tórshavn Tel. 313707 • Tel. 313535 www.nordbil.fo FO-100 Tórshavn Birgir og Frits Dam Jacobsen frá Norðbil við nýggju Honda Accord-unum, sum nú skulu kappast í størra miðal-klassanum Mynd: Jens K. Vang Honda Accord Tourer er 8,5 cm longri enn sedan Mynd: Jens K. Vang Honda Accord innan Mynd: Jens K. Vang C M Y K 17 16