mikudagur 27. apríl 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 79 — 27. APRIL 1994 Sida 3
fakfeløgini (Mynd: Kalmar)
Sjålvsagt yvirtio
útyvir vanliga tíð
Broytingaruppskot okkara til sáttmálan við arbeidarafeløgini er
misskilt, siga arbeiðsgevararnir
Føroya Arbeiðsgevarafelag
er misnøgt við frågreiding-
ina í Sjónvarpi Føroya í
seinastu viku av lønarsam-
ráðingunum við arbeiðara-
feløgini.
- Sum tað varð lagt fram
av Sjónvarpi Føroya, so
løgdu teir okkum orðini í
munnin, at vit sum heild
vilja strika yvirtíðargjøld-
ini. Hetta er nakað, sum
Sjónvarpið hevur misskilt,
sigur Føroya Arbeiðsgev-
arafelag.
- Tað, sum vit skjóta upp,
er, at fólk, sum regluliga
arbeiða tíðir á døgninum,
har onnur vanliga halda frí,
skulu ikki fult út lønast við
yvirtíð, men fáa eina sam-
sýning fyri at arbeiða uttan-
fyri normalu arbeiðstíðina -
forskotin tíð. T.d. fáa sjón-
varpsfólk ikki yvirtíð fyri at
lesa upp, tá Dagur og Vika
er, tí hetta er jú teirra reglu-
liga arbeiðstíð, heldur ikki
fáa fólk yvirtíð fyri at hava
náttarvakt á sjúkrahúsum,
men náttarviðbót, heima-
hjálparar verða løntir fyri
forskotna tíð o.s.fr., siga ar-
beiðsgevararnir.
- Okkara sjónarmið er, at
vit skulu laga sáttmálarnar
soleiðis, at teir gera tað
møguligt at brúka fram-
leiðsluorkuna best møgu-
ligt og at leggja arbeiðið til-
rættis, sum tørvur er á tí, og
tað gera vit møguligt m.a.
við at lóna fólki fyri for-
skotna tíð, og er hetta kent í
stórt sæd øllum øðrum
sáttmálaum enn í høvuds-
sáttmálunum vid føroysku
arbeidarafeløgini.
- Arbeiða fólk útyvir sina
arbeiðstíð, so skulu tey
sjálvsagt eftir okkara fatan
framvegis fáa goldna yvir-
tíð, siga arbeidsgevaramir.
Samanum tikið kann sig-
ast, at arbeiðsgevararnir
vilja hava í sáttr.álan, at
arbeiðstíðin kann forskjót-
Fýra av neyndarlimunum í Føroya Arbeidsgevarafelag, frá vinstru: Mikkjal Simonsen, Leivur D. Michelsen, Kristoffur
Lakså, næstformaður, og Jógvan Vågsheyg, formaður. Teir hava allir úr at gera í hesum døgum við at samráðast við
ast, men at vanlig arbeiðs-
vika framvegis skal vera 40
tímar. Falla nakrir av teim-
um 40 tímunum ein leyg-
ardag, skulu sjey krónur
eyka latast um tíman. Verða
tímar sunnudag ella halgi-
dagar, skal timalønin verða
níggju krónur eyka. Men
verður arbeitt útyvir teir 40
tímarnar, skal yvirtíð gjald-
ast sum higartil.
Hetta er also uppskotið
hjá arbeiðsgevarunum til
broytingar í sáttmálunum
við arbeidarafeløgini.
randi
Ein rød av innbrotum
Umframt alt herverkið vóru nógv innbrot í Havn seinasta viku-
skifti
Innbrot og herverk koma
altíð sum í herindum, og
seinasta vikuskifti var í so
máta hendingaríkt í Havn-
ini
Fríggjanáttina hevur onk-
ur verið inni í pakkhúsinum
hjá Skipafelagnum á Eyst-
aru bryggju. Eitt heldur
løgid innbrot, tí tíkin eru eitt
radio við bandupptakara,
ein kaffimaskina og ein
urtapottur.
Leygamáttina hevur onk-
ur roynt at bróta inn á
Kondittariíið, men teir ella
tey hava ikki fingið hurðina
í kjallaranum upp.
Ta náttina hevur onkur
eisini verið í LM-handl-
inum í SMS og tíkið eitt
sjónvarp.
Sum nevnt í blaðnum í
gjár varð herverk framt
Havnar Arbeiðsgevara-
felag hevði eins og Før-
oya Arbeiðsgevarafelag
aðalfund fríggjadagin.
Adam Madsen og
Eyðun Waagstein stóðu
fyri vali sum nevndar-
limir í Havnar Arbeiðs-
gevarafelag. Hvørgin
teirra tók við afturvali,
og fyri teir vórðu Lena
Tvey nyvald
Mørk og Heini Fosaa
vald.
Nevndin sær nú so-
leiðis út:
Leivur D. Michelsen,
Árni Joensen, Ivar Højer
Jensen, Lena Mørk og
Heini Fosaa.
Tiltakslimir eru
Hjamar Djurhuus og
Tummas Sørensen.
Afturvaldur
sum formadur
Jógvan Vágsheyg tók
við sum formaður í Fér-
oya Arbeiðsgevarafel-
ag, tá Oddfríður Greg-
ersen legði frá sær
Jógvan Vágsheyg held-
ur fram sum formaður í
Føroya Arbeidsgevara-
felag
Felagið hevði aðalfund
fríggjadagin. Jógvan
Vágsheyg stóð fyri vali,
og hann varð afturvald-
ur. Nevndin hevur síðan
móti Sjónleikarhúsinum.
Har varð pengakassin og
eitt stórt lyklakassin tíkin.
Kassin og teir flestu lykl-
arnir vórðu funnin uppi við
Havnará. Eingir pengar
vóru í kassanum, tá hann
varð tikin.
Í handlinum Hjá Kissa
hvurvu 600 krónur úr
kassanum mánanáttina.
Í Ítróttarhgllini á Hálsi og
í Badmintonhøllini var bara
herverk, men í Svimjihøll-
ini vóru 300 krónur tiknar.
Royndin at bróta inn í
sveisihandilin í J. Paturs-
sonargøtu var til fánýtis, tí
rímar vóru innanfyri rútin,
og teir ella tey vitjandi
royndu ikki at sleppa inn um
rimarnar.
Friggjadagin seinnapartin
bar ein maður í Mattalåg
vøru inn. Meðan hann er
inni, hevur onkur verið í bil-
inum og tíkið eitt ein beri-
posa við átta kartongum av
sigarettum.
randi
skipað seg við Jógvani
Vágsheyg sum for-
manni og Kristoffuri
Laksá sum næstfor-
manni.
Dánjal Jákup Andre-
asen stóð eisini fyri vali
sum nevndarlimur.
Hann hevdi ikki hug at
halda fram, og i hansara
stad vard Jan Øregaard
valdur.
Eyðun Olsen varð
valdur til tiltakslim fyri
Svend Thulesen, sum
bar seg undan.
Nevndin i Føroya Ar-
beiðsgevarafelag er nú
henda:
Jógvan Vágsheyg,
formaður, Kristoffur
Laksá, næstformaður,
Leivur D. Michelsen,
Mikkjal Simonsen, Jan-
us Nordberg, Bergur
Poulsen og Jan Øre-
gaard.
Tiltakslimir eru Eyd-
un Olsen, Arni Joensen
og Jåkup Mørkøre.
randi
SILD
til KLAKSVIKAR
& VÅGAR
Sildin kemur
FRIGGJADAGIN
Verdur koyrd til
hus.
Bileggingar
ådrenn
kl. 15 hósdag
SILDAGOYMSLAN
Stoffalág 17
Tlf. 12355 (kl. 9-15)