Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 79 — 27. APRÍL 1994 Tidindabladid GSK NG-ÁVIRKAN-UNG-ÁVIRKAN-UNG-ÁVIRKAN-UNG-ÁVIRKAN-UNG- ÁVIRKAN- UNG-ÁVIRKAN SV -fundir um Valstríðið er smátt um smátt byrjað, og Sosialistiskt Ung- mannafelag ætlar, at hesaferð skal broyting koma í. Heitt verður tí á allan ungdóm * ver við til at rætta samfelagið uppaftur * fá ávirkan á sam- felagið * fá ávirkan á poli- tisku flokkarnar * tak lut í politikki * tekna teg sum lim í SU. Politikkur er tin og min åbyrgd! Valstríðið er so smátt farið í gongd. Fleiri politisk feløg hava longu havt uppstilling- arfundir, og okkurt felag ætlar longu at hava listan kláran í mai. Hetta er ikki vanligt í føroyskum politikki - og kundi bent á, at fólk vilja hava broytingar. Vit kunnu so bert vóna, at fleiri fara at gera sær dælt av hesum, og at vit fáa nógv góð fólk á listamar, soleiðis at alternativ verða til dagsins politikarar, sum nógv siga seg hava mist álitið á. Ung skulu hava ávirkan SU ætlar í vár at skipa fyri fleiri fundum runt alt landið. Ætlanin er at byrja í Norð- oyggjum, og verður hesin fundur í komandi mánað. Síðani er ætlanin at fara runt í øll valdømi at halda fundir fyri limum o. ø. áhugaðum ungdómi. Tað er einki dulsmál, at SU sum politiskt ungmanna- felag arbeiðir fyri at ung- dómurin fær stórri ávirkan á Almennur fundur í Læraraskulahøllini, sum SU skipaði fyri. rikna politikkin í samfelag- num. Tað er ikki nóg mikið, at vit bara stuðla >gomlu< politikarunum - tey ungu skulu hava beinleiðis ávirk- an. Hetta er okkara stevnu- mið, og verður hetta sjálv- andi eitt av evnunum, sum vit ætla at tosa um á fund- unum. Ein sterkan flokk Vit viðurkenna, at tað í hesi »uppruddingartfO« hevur verið trupult at sæð rikna javnaðarpolitikkin. | Lands- stýrið, sum nú situr, má met- ast sum eitt uppruddingar- landsstýrið eftir marglætis- tíðina í 80'unum. Vit halda tað tí vera av størsta týdn- ingi, at hetta verður gjørt á ein skynsamiligan hátt - so- leiðis at tey ungu kunnu fáa eina framtíð. Tað er ongan- tíð so týdningarmikið sum nú, at vit hava ein sterkan flokk á vinstraveinginum. Í Føroyum hava vit bert Javn- aðarflokkin. Kom við - tak lut í politikki! Tað er als einki dulsmál, at politisku ungmannafeløgini hava verid alt ov deydlig seinastu tíðina. Tað tykist sum um ein >passivitets- bylgja< floymir yvir landið. - Kanska hetta ikki er so løg- ið, vil onkur siga, tí tað at takast við politikk, er eftir- hondini vorðið til nakað skit- ið og misteinkiligt, vilja alt fleiri vera við - og tað er stórt spell. Hesa gongd mugu vit broyta. Ærligari politikk fáa vit ikki við at sita hendur í favn heima við hús - skulu vit broyta politikkin, so mugu vit gera okkara ávirk- an galdandi. Tað er við hesi stevnu, vit í SU nú leggja til brots. Endamálið hjá okkum er at aktivera ungdómin í Javn- aðarflokkinum og á tann hátt at ávirka flokkin - og rikna politikkin. Tí er okkara áheitan á allan føroyskan ungdóm: * ver við til at rætta sam- felagið uppaftur * fá ávirkan á samfelagið * fá ávirkan á politisku flokkarnar * tak lut í politikki > tekna teg sum lim í SU Politikkur er tín og mín ábyrgd! Tilvildarlig uppstilling Tað verður javnan hildið at okkum, ið fáast við ung- dómspolitikk, at vit hava ikki undinøku í ungdóminum. Ført verður fram, at ung- dómurin tímir ikki at velja tey ungu - ella at tey ungu valevnini ikki eru nóg góð. Men hesin pástandur er ikki haldbarur. Øll, ið kenna eitt sindur til uppstilling, vita hvussu tilvildarlig hon er. Leitað verður við ljós og lykt eftir fólkum á ávísum ar- beiðsplássum, úr ávísum familjum, úr ávísum sam- komum o. s. fr. Vanliga fer uppstillingin fram í síðstu løtu, so hesi fólk bert skulu trekkja tær seinastu neyðugu atkvgðumar upp á pláss. Hini valevnini - tey meiri rutineraðu, hava tá betur møguleika at verða vald. Er okkurt valevni, ið kann >hótta< onkran, so er at taka tvey >ókend< við somu bak- grund, so er tann >hóttanin< ið verður stillað upp í øllum valfeløgum, kunnu vit við góðari sam- vitsku pástanda. - Soleiðis er í llum flokkum. Men tá misnøgdin nú er so stór, verður kanska gðr- vísi hesaferð. - Tað skal vera løgid, um ikki fólk fara at velja onnur fólk. Um ikki útskifting verður hesaferð - verður tað neyvan nakrantíð. Í ár hevur ein nýggjur bólkur fingið valrætt. Hesin eru tey lesandi í Danmark. Tað er sanniliga upp á tíðina, at hesin bólkur eisini sleppur at gera av landsins leiðslu. Vit skulu minnast til, at hesi kanska eru 2.000 í tali - ein rættuliga stórur partur av ungdóminum. Havandi í huga, at hesi verða noydd uttanlands at nema sær út- búgving, so er tað rættuliga diskriminerandi, at tey ikki hava havt hesi rættindi. Kvinnur - latið tykkum Ikki lumpa! Vit hava fingið javnstødu- lógina - og tí kunnu vit vænta, at fleiri kvinnur fara at liggja framvið, og at fleiri kvinnur fara at velja kvinnur. Men einum skulu kvinnumar í politisku flokkunum ansa eftir: Loypið ikki í felluna, at stilla eins nógvar kvinnur upp, sum menn! Tað fer at geva bakslag! Veljið heldur tær réttu kvinnumar - kvinn- ur, sum kunnu blíva valdar. Vit skulu minnast til, at van- liga er bert ein lítil partur kvinnur á listunum. Verður nú fylt upp við kvinnum, verða atkvødurnar so spjadd- ar, at eingin verður vald. Latið tá heldur nakrar óbe- týðiligar menn standa á listu- num aftur hesaferð - og so nakrar kvinnur, sum kunnu veljast! Ungdómurin sera illa fyri Tað er ongantíð so neyðugt sum nú, við konstruktivum ungdómspolitikki. Vit mugu minnast til, at vøksturin í ar- beiðsloysinum serliga stendst av, at tey ungu uttan arbeiði gerast fleiri og fleiri. Á hvgrjum ári kemur ein herur aftur ÁA