Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Málgagn hjá Sosialistiskum Ungmannafelag í Føroyum Nr. 2 Mikudagur 27. apríl 1994 29. árg. Ung ávirkan Nú stundar til val. Misnøgdin við gongdina í sam- felagnum er ødilig, og misnøgdin við politikarar og politisku flokkarnar er eisini stór - stórri enn nakra- tíð. Hetta er væl skiljandi. Ongantíð hevur land okk- ara verið í so svárari kreppu, og ongantíð hevur sæð so svart út fyri framman. Men tað er av alstórum týdningi, at vit ikki falla í fátt. Í hesum sambandi renna í huga orðini hjá Jákupi Reinert Hansen, presti í Todnesi á Sandi, bæði í leiðara í Kristiligum Ungmannablað og í samrødu í „Góðan morgun Føroyar«. Hann vísti á, at nú var nóg mikið av svartskygni, av dulnevndum negativum lesarabrøvum, sum bert høvdu niðurbrótandi endamál. Hann vísti eisini á, at sum prestur eigur tú sjálvandi at finnast at órættvísi, men hann, ið lurtar eftir prædiku, eigur ikki at fara heim, og gnýggja sær í lógvunum við hugsanum um, at >nú fekk hasin ella hin av grovfílini<, men at tú heldur skalt fara við tankanum um, »at nú eigur tú at tríva í egnan barm«. Hesi orð eiga vit at hava í huga, nú valið stundar til. Eisini vit, ið fáast við politikk. Tí tað er so lætt bara at finnast at, og finna fram syndabukkar. Ser- liga freistandi er tað hjá okkum yngru, sum hava eitt amputerað vælferðarsamfelag at koma til. Veru- leikin er, at okkara framtíð er syndrað: Fólk flýggja í hópatali, og vit, (ella tey) ið eftir sita, fara valla at megna at gjalda uppihaldið av teimum gomlu. Hetta er dapurt - hetta er nívandi. Men hevði tað hjálpt at funnið syndabukkar! Tað ger tað neyvan. Men sjálvsagt skal ábyrgd plaserast. Er nakað óregluligt farið fram, so skal tað viðgerast á ein rættvísan hátt. Men tað sum hevur størstan tydning er, at yngri fólk bjóða seg fram - og taka lut í politikki. Tað er sanniliga upp á tíðina, at yngra ættarliðið fær ávirkan á rikna politikkin. Tað kann valla mótsig- ast, at ávirkan og ábyrgd á samfelagsviðurskiftini eiga at verða býtt javnt millum allar aldursbólkar. Hitt hava vit sæð í verki. Føroya ungdómur - fallið ikki í fátt! Latið okkum í felag byggja samfelagið uppaftur. Við slagorðu- num »ung åvirkan« skulu vit vísa, at ungdómurin vil steðga negativu gongdini og heldur vil byggja upp, enn bróta niður... Eirikur Lindenskov Norðurlendskur ungdómur ger vart við seg: Tvungin at gjalda marglætið hjá eldra ættarliðnum * Skulu lata samfelagið frá okk- um í sama standi. * Skulu ikki skuldarbinda kom- andi ættarlið. * Tey vælbjargaðu mugu lata nakað til tey yngru. * Ungdómur má vera við, har avgerðir verða tiknar * Ungu familjurnar eiga at sleppa lættari. Hetta eru bert nøkur av sjón- armiðunum, sum komu fram, tá norðurlendsku ungdómspolitik- ararnir hiuust á fundi í Stokk- hólmi í síðsta mánaði. Eitt av teimum trimum evnunum, sum vidgjørt var á norðurlendska ungdómstinginum, æt: >Rættvísari býti millum ættarliðini< - altso, hvussu skulu vit býta javnari mill- um ung og eldri? Gjørt varð fyrst og fremst vart við, hvussu týdningarmikið tað er, at vit lata samfelagið frá okkum í eins góðum standi, sum tað var, tá ið vit arvaðu tað frá okkara forfed- rum. Og tá vit soleiðis tosa um sam- felagið, so hugsa vit eisini um kor- ini at lívbjarga sær. Hugsa vit um Føroyar, so er tað valla nakra- staðni í sonevnda ríka heiminum, at nakað ættarlið er so illa fyri, sum føroyski ungdómurin. Vit kunnu siga tað soelidis, at eldra ættarliðið ikki hevur brúkt sín egna pening - men tann, sum ungdómurin og komandi ættarlið skuldu havt at lívbjargað sær við í framtíðini. Ungdómurin má vera við Í dag uppliva vit, at tað er vorðin ein gjógv millum ættarliðini. Með- an eldra ættarlidi í mongum førum eru tey, ið sita í vælløntum størv- um, tryggum størvum - eru væl- bjargað, noyðist ungdómurin at taka til takkar við nógv verri korum. Aftur at hesum er at siga, at ungdómurin ikki hevur havt nakra sum helst ávirkan á gongd- ina, og ikki sleppur upp í part til at rætta brekini. Tey vælbj Tá eitt samfelag soleiðis kemur út í rekord stórt arbeiðsloysi (23%), gongur tað serliga út yvir ung- dómin. Stødan í Føroyum er ring, Tíbetur var nakað av garvilla ørskapinum steðgað... men hon fer at gerast nógv verri, tí bólkurin av ungum arbeiðsleysum veksur støðugt, so hvert fleiri ung ár undan ári koma úr skúlunum. Hetta heldur norrøni ungdóm- urin, at politikararnir eiga at gera nakað við. Teir eiga serliga at hava í huga, tey figgjarkrøv, sum verða sett ungum, tá tey seta búgv. Teir eiga at minnast til, at hesin bólkur hevur tað nógv verri, enn tey væl- etableraðu. Tað ber ikki til at seta hesum bólki somu krøv, sum sett verða eldra ættarliðnum - tí so kvalast ungu familjurnar. Tervur á munadyggum pensjónsskipanum Sosiala trygdarnetið varð eisini umrøtt. Semja var um, at trygdar- netið skal vera gott - men at tað eisini skal hava eina umfordeilandi funksjón. Viðvíkjandi pensjónum var m. a. ført fram, at talið á pensjónist- um er vaksandi. Trupulleikin er bert tann, at vit ikki hava sett nóg mikið av peningi av til at gjalda pensjónir. Ungdómspolitikararnir halda, at vit eiga at gjalda til pen- sjónir eftir førimuni, men hetta skal gerast gjøgnum alt lívið. Eisini eiga vit at finna eina skipan, sum javnsetur pensjónistarnar sum frægast. Í Føroyum kunnu vit siga, at Samhaldsfasti er eitt gott dómi um slíka skipan, og tí er tað spell, at politiskur meiriluti er á tingi til at avtaka hesa skipan. Avleiðingarnar vera sera ringar fyri uppvaksandi ættarliðið, sum verður noytt at blaða fyri at gjalda lógarásettar til, um vit ikki gjalda beinleiðis til eina pensjónsskipan. Tørvur er á kjaki millum ættarliðini Hóast føroyska uttanlandsskuldin er ødilig, so er hon ikki eitt serfør- oyskt fyribrigdi. Onnur lond hava eisini uttanlandsskuld - ella stats- skuld. Men tað sermerkta við slík- ara skuld er, at tey, ið taka hesi lán, ikki eru tey, ið skulu gjalda tey aftur. Hetta eigur ikki at bera til. Vit mugu leggja búskapin um, soleiðis at eitt ættarlið ikki skal kunna liva fínt upp á, at komandi ættarlið skulu gjalda. Hetta er als ikki sunnur búskaparpolitikkur og hetta førir jú til, at alt steðgar upp fyrr ella seinni. Her vilja norðurlendsku ung- dómspolitikararnir hava broyting- ar. - > Vit góðtaka snøgt sagt ikki, at vit verða tvungin at gjalda fyri marglætið hjá eldra ættarliðnum,< føra tey fram. - »Okkara ættarlið hevur so gott sum einki at skula hava sagt. Og við teimum korum, ið nú eru veitt okkum, eru vánirnar sera ringar til at gera broytingar<. Vit í SU halda, at tað hevði verið sera gagnligt við einum kjaki um hetta millum ættarlidini. Hetta hevði óivað givið báðum pørtum nakað at hugsa um. Kanska - og vónandi - verður hetta eitt av evnum, ið verða tikin upp í føroyska valstríðnum kom-