mikudagur 27. apríl 1994síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 Nr. 79 — 27. APRÍL 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin }
Ummæli/heilsan til Rúnu á Heygum,
Kórið Glym og Rytmiska kórið í Hoydølum
Havi nú kagað í blødini og
væntað, at okkurt ummæli
fór at koma úr øllum hesum
»annadleidis« konsertum
seinastu tíðina, men higartil
havi eg einki sæð. Plagi ikki
sjálvur at ummæla vanliga,
so nú fari eg at royna meg
kortini, tí eg haldi hesi om-
anfyri standandi hava tað so
ruddiliga uppiborið.
26. mars høvdu Rúna á
Heygum og vinfólk kon-
sert í Norðurlandahúsinum.
Rúna, tú ert bara ófgr! Eg
var ikki so heppin at fáa at-
gongumerki til fyrru kon-
sertina, so eg streyk avstað,
tá eg hoyrdi eyka konsert
bleiv kl. 22.
Konsertin byrjaði við ein-
um instrumentallagi, sera
gott og góð byrjan.
Síðani komu SSSQ-kvar-
tettin, ið syngur swing. Áh,
deiligt, ein svali í hesari
heitu tíð. Tað ljóðaði frálíka
væl. Allan Dalsgarð kanska
nakað veikur, men menti
seg rættuliga skjótt. Gunn-
vør sera anonym, men ein
kapasitetur innan alt-rødd!
Rúna og Fróði, sum altíð,
sungu bara uttan at tað rørdi
tey.
Síðani kom Glymur (tey
komi eg aftur til seinni), tey
komu so inn, glað og smíl-
andi, sungu 3 lættar sangir,
so tú bleivst í góðum lag.
Men í tí tøknisku verðini
druknaðu tey, uttan mikro-
fonir. Men tað bilti ikki.
Tey vóru eitt avslappandi
innslag í hesi annars hørðu
konsert.
Síðani kom Rúna aftur
við skiftandi »vinum«. Alt
sera væl úr hondum greitt.
Og tey vóru glað og >scenu-
vand<. Sangurin var góður,
so tað var sum at sita og lurta
eftir tónleiki, upptikin á
CD, heima við hús.
Karl Martin syngur eisini
so sera væl og Ronnie slapp
eisini væl frá tí. Tónleikar-
arnir kláraðu seg allir væl.
Ringt er at taka nakran
framum, har vóru jú nærm-
ast professionell fólk: Hans
Karl, Jógvan, Ólavur,
Trúgvi, Hans Petur (brødur-
nir) og ikki minst Kolbein.
Ein frálík konsert frá byrj-
an tilenda viðeinari av okk-
ara bestu sangarinnum og
teim bestu tónleikarunum.
Takk fyri!!!
10. apríl hevdi so Glym-
ur 10 åra konsert. Her er
lættari at ummæla, tí har var
skrá at fáa.
Fyrru helvt av konsertini
»styrdi« Bjarni Resorff, ið
hevur verið kórleiðari hjá
Glymi hetta seinasta árið,
aftan á at Jógvan Telling
gjørdist sjúkur. Hetta hevur
hann megnað væl. Hann
hevur hildið andan hjá
Jógvani og tað vóru nøkur
glad, litfogur fólk, ið trinu á
pallin hendan fagra sólskins
sunnudagin í apríl.
Tey løgdu út við løttum
tilfari og kláraðu tað væl.
Seinni kom ein partur við
sangum, ið Jógvan Telling
hevði gjørt — bæði orð og
løg. Eg má siga, at eg sat
býttur og lýddi á. Jamen,
Jógvan dugir at vera álvar-
samur eisini. Kenni hann
bert sum skemtara burturav
Hetta vóru álvarsamir sang-
ir og væl útsettir fyri kór
Frálík! Serliga Mamma
Sam sungu tey væl. Ein
annar góður hjá Jógvani var
eisini: Ein eftirlýsing. Har
haltaðu tenorarnir nakað,
men sangurin er sera góður
og stuttligur. Hugsa tær, at
eftirlýsa seg sjálvan, tí man
hevur mist seg burtur!
Genialt!
Nobody Knows kenna
øll. Men Bjarni Restorff
hevði útsett hendan fyri kór
á heilt annan hátt enn van-
ligt. Hann bergtók meg.
Halt á Bjarni!!!
Síðani var steðgur — og
aftan á skuldi kórið so
syngja eina meira álvar-
sama skrá, har tey høvdu
fingið Sunnleif Rasmussen
at kórleiða. Hugsadi, at
hetta kláraðu tey ikki. Tey
egna seg best til tann lættara
tónleikin.
Men sum Sunnleif sjálvur
segði: at meðan samfelagið
er gingið niður á bakka, so
hevur Glymur gingið upp
eftir.
Tey sungu einar tveir før-
oyskar sangir, ið Sunnleif
hevði sett onnur løg til og
tað megnaðu tey væl. Týði-
liga og klárt.
So kom eitt um tey 4 ele-
mentini: tá sat eg aftur býtt-
ur. Sum tey sungu hann væl!
Og Bjarni við klaverið
(spælir sera væl).
Tann allarseinasti var ein
frumframførsla. Ein yrking
hjå Karstin Hoydal um
Atombumbuna: Hvíta nátt-
in. Sunnleif hevði sjálvur
gjørt lagið.
Tað var hæddarpunktið!
Flottur kórsangur og sera
væl framborið. Og aftur har
týðiligt, so tú hoyrdi hvort
orð og kendi teg undirgrivn-
an í øskuni eftir bumbuna.
Tillukku við 10 árunum.
Góðan byrð og takk fyri
eina stak góða konsert!
19. apríl og 20. apríl
hevði Rytmiska kórið í
Hoydglum konsert í Norð-
urlandahúsinum. Sjálvur
var eg 19. apríl og hugnaði
mær alla tíðina.
Tey løgdu út við at kórið
sang 3 sangir av lættara
slagnum, frálíka væl sung-
ið, hóast tónleikararnir vóru
í so harðir , at teir doyvdu við
hvert. Annars rós eisini til
tónleikararnar, ungir og sera
dugnaligir. Nøvnini fekk eg
ikki við, hóast Zacharias
Sørensen nevndi teir.
Síðani spældi verðsins
minsta >big band< tvey frá-
lík løg. Stuttligt at síggja
hesi ungu fólkini spæla og
so eisini agera (eins og
gomlu jazztónleikararnir).
Fleiri solo'ir vóru eisini.
Stuttligt, at tey tora.
Seinni kom so Kórið inn-
aftur og ein kvartett sang
saman við teimum. Konu-
fólkargddin var sera góð
(fekk ikki fatur í navninum).
Zacharias (tað var kórleið-
arin) sang sjálvur — Jógvan
Dahl (gomul rotta innan
tónleikaheimin her, Harka-
liðið, Faroe Boys osfr.) og
so ein annar. Sungu lættar
sangir, men best dámdi mær
Calefomia Dreaming. Hug-
takandi!
So komu brotini úr Hair.
Ja, hver minnist ikki ta tíð-
ina. Sum tað var stuttligt at
síggja. Stuttligt at tit tordu
so væl. Vóru so avslappað
og hetta við peikaríinum til
solo'irnar. Stuttligt!
Hetta var sera væl sungið,
sera væl dansað og sera væl
spælt.
Takk til Zacharias Søren-
sen fyri mót at fara undir
hetta og takk til allar sang-
arar, spælarar og dansarar.
Í alt 3 sera góðar, annað-
leiðis konsertir. Nógv rós,
nærum einki rís, tað er eisini
tað vit treingja til í hesum
døgum. Goymið rísið til po-
litíkararnar í heyst.
Trúgvur konsertáhoyrari