Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. apríl 1994síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 79 — 27. APRIL 1994 Síða 21 Lesarabrøv el Bankin, Elektron og politikararnir Hart hevur leikað á! Nøkur hava valt at flyta sínar pengar. Mongu eru vit tó, sum til henda dag hava havt tær krónumar, vit enn eiga, standandi í bank- anum, og á tann hátt hava vit helst fyribyrgt einum enn størri skrædli enn tey, ið longu hava verið. Ikki tí, krónumar eru so nógvar, men vit eru mong, og sum orðatakið sigur, mangir løkir smáir... Vit hava ikki lat- ið bankan um sítt, so vit kundu bjarga okkum. Kanska ikki so nógv av solidariteti, tí ind- skydergarantifonden tryggjar jå ta fyrstu fjórðingsmilliónina kortini. Men her ræður ikki um orsøkirnar, men ávirkanina. Og mong eru til reiðar at lata pengarnar standa sum teir standa. Men tað kann broytast. Skjótt!. Tí vendir bankin okk- um bakið, so verður svarað á sama hátt!!! Menningin hevur allastaðni í okkara samfelag verið stór undir heimastýrislógini. Á alt fleiri økjum hava vit átikið okkum uppgávur, aðrir annars máttu gera fyri okkum. Soleið- is eisini við elektroniskum dátusamskifti hjá peninga- stovnunum og tí almenna. Men seinast í áttatiárunum svíkti bankin við tí danska stjóranum hesa menning, svíkti okkara samfelag, okkum øll. Hetta hevur so havt við sær, at í dag skal nýggi samanlagdi bankin velja millum danska B.E.C. og føroyska Elektron. Sum stødan er, standa 40 arbeidsplåss upp á spæl. Og tað er bert í fyrsta umfari. Bankin skal vita, at valið er ikki bert millum B.E.C. og Elektron, men millum danir og føroyingar! Verður BEC. valt, er tað ikki bert Elektron, ið verður vrakað, men føroyingar allir! Og tá verða mong, ið gerast vónbrotin, vanligir bankakundar. Og tey eru mong. Sum grundgeving fyri at umhugsa (og møguliga velja) B.E.C., verður ført fram, at B.E.C. er biligari og at banka- leiðslan hevur skyldu at fáa størst møguligt avlop í rakstur bankans, so vinningsbýtið kann útgjaldast partaeigarun- um. Uttanumtos! Tí partaeig- arin, hver er tað. Umvegis fíggingargrunnin kann tað ikki verða annar enn landskassin. Og víst hevur verið á, at flytir bankin sínar telduuppgávur av landinum verður ein rokning áljóðandi 30 milliónir árliga send landskassanum, partaeig - ara bankans. Ikki fyri at læra leiðsluna, hvussu ein banki skal , men fyri at vinna pening til sínar partaeigarar er nú ein greið uppskrift: Elektron skal veljast; B.E.C. skal vrakast! Hugsa føroyskt, keyp før- oyskt... eisini tína vegna (SvF-lysing!) Atenda ein áminning á polit - ikararnar: Seinast skift varð út í Tinganesi, varð boðað frá, at nú skuldi veruliga virkast fyri at f áa fleiri hendur í vinnu. Men havið nú í huga, at við lógar- smíði — t.d. eftir tí leisti, Finn- bogi Ísakson nevndi — er her møguleiki fyri ikki bert at virka fyri, men at tryggja 40 arbeiðspláss í Føroyum. Og tað munar! Havandi Dimmlætting og sambandspolitikk í huga, er størsti vandi, verður farið fram sum vanligt: At »siggja tíðina an« fyri at vita hvat bankin ger. Tí verður tað so galið — og Harr- in hjálpi okkum tá — at sam- bandsflokkurin kemur til vald- ið eftir komandi løgtingsval, so mugu tær lógir, sum skulu ger- ast, longu vera væl og virðiliga samtyktar. Hvat sambands- flokkurin heldur um, at vit før- oyingar royna sjálvir, kunnu øll lesa í Dimmu. Viðgerðin av kappingini millum Atlantsflog og Mærsk illustrerar væl teirra meiningar. Áheitan hiðani er tí: Takið tykkum um reiggj, fremjið neyðugu l6garbroytingarnar! Tá hava tit samstundis sett ein vakran varða eftir tykkum, verða tit allir vrakaðir í heyst… Tórshavn á flaggdegi 94 Flóvin Eidesgaard Avgerandi, at framleiðslugkini nú eiga framíhjárættin Framleiðslugkini hava hig- artil borið so gott sum allar skerjingarnar, nú er túrurin komin til almennu fyrisiting- ina í hevuðsstaðnum, sum, um vit skulu liva í hesum landi, skal skerjast við 30 prosentum. Tað tykist ikki bert legið, men er óhoyrt, at samstundis sum lenirnar í framleiðslu- og út- flutningsvinnuni saman við lønum á byggi- og tænastuøk- inum eru falnar við 800 milli- ónum krónum frá 1990 til 1993, eru almennu lønirnar bert justeraðar við umleið 100 milliónum. framvegis á 13 milliardum ingi av heildarlønunum. At politikarar halda undan at taka neyðug tek, tænir teimum ikki til heiðurs. Framleiðslan og út- flutningurin í gråsi Vit hava sæd framleidslu- og útflutningsvinnuna verða skerda á bein úti um landið, samstundis sum almennu tæn- astugkini, sum framleiðslu- vinnan í stóran mun er knýtt at, ar, øll ikki eru varug við tað. T.d. er hevuðsverkevnið hjá Strandferðsluni at syrgja fyri, at skipini liggja so nógv sum gjørligt, hóast hesi, ið geva rakstraravlop, her m.a. kann vísast á Vestmannasund og Leirvíksfjørð, og at tey hava stóra ávirkan á vinnulívið føk- inum. Hetta hevur verið gjørt vart við ferð eftir ferð, bæði úr V ág - um og úr Norðoyggjum. Tað verður eisini neyðugt samfe- lagsliga í krónum og oyrum, at broyting kemur í á hesum øki. Politiskt dirvi og álvarsemi skortar Ein orsøk til at politikarar ikki hava sett skjøtil á skerjingar í almennu umsitingini í høvubs- staði okkara, har almennu løn- arútgjaldingarnar eru umleið 70% av øllum almennu løn- unum flandinum, er, at dirvi og álvarsemi skortar. Syrgid fyri og skerjið í høv- uðsstaðargkinum almennu fyrisitingina við 30% yvir komandi 2 árini. Tað er ein vanæra fyri før- oyskan politikk, at leggja fleiri byrðar oman á vinnuna, taka pening frá fiskavirkingarfólki og fiskimonnum, tí tit ikki tora at seta skjøtul á har veruligi skeivleikin er. — Her kann danski staturin av góðum grundum einki gera. Framleiðslugkini hava borið so at siga allar byrðarnar higar- til, og eiga tí nú framíhjárættin, og almennu lønimar mugu nið- ur við í øllum førum 30%. Tænastustødi& fellur nakað, men vit hava ikki ráð til nú- verandi tænastusteðið. Jógvan við Keldu býráðsformaður Bunkerssyndromið Í Tinganesi Í apríl 1945 sótu Hitler og hans- ara menn í einum bunkara und- ir Berlin og hildu væl standa til. Teir hildu seg hava stórar herar víst við til at varðveita verandi arbeiðspláss, men tey stuðla so ikki upp undir nýggjum ar- beiðsplássum. Men tað sum hevur áhuga í hesum sambandi er, at tær upp- hæddir, sum eru avsettar á klárar enn er fyrst og fremst landsstýrinum fyri at takka, sum ikki fekk upp í lag at leggja uppskot um reglur fyri tingið gaardtað standa væl til! Tað er í veruleikanum tað ringasta av tí heila. Óli Jacobsen Feroyingafelagið í London (The Faroese Society in London) Í fjør varð eitt føroy- ingafelag stovnað í Bret- landi. $. mars í ár var so eykaaðalfundur hjá nýggja felagnum og har varð so endaliga avgjørt, at felagið skuldi eita før- oyingafelagið í London. Allir føroyingar í Bret- landi og onnur, sum hava áhuga, kunnu tó vera limir. Á fundinum vórðu eisini lógirnar hjá felagum vidtiknar, har ímillum at endamálið hjá felagum er at styrkja samanhaldið = millum føroyingar i London/ Bretlandi, og at felagid er óheft partapolitiskt og átrúnaðarliga. Í nevnd- ina vórðu vald Helgi Joensen, Birgit Sólstein og Gunnar Øregaard. Tiltakslimir vórðu Sjúrður Olsen og Katrin Nielsen. Aftan á fundin var døgurdi og fólk hugnaðu sær Oført. 27 fólk vóru á fundinum. Nevndin hevur síðan havt fyrsta fundin og hevur skipað seg við Birgit Sólstein sum for- manni, Helga Joensen sum skrivara og Gunnar Øregard sum kassa- meistara. Ætlanin er at skipa fyri nøkrum tiltøkum í vár, sosum onkra útferð, ein- um gongutúri í London og onkrum videokvøldi. Vónandi kunnu vit fáa tilfar úr sjónvarpinum. Danska kirkjan í London hevur verið 6- føra hjálpsom, og har sleppa vit at halda til eini tvey kvøld um mánaðin. Eisini er ætlanin at fáa tey føroysku blødini, sum so kunnu liggja í kirkjuni, soleiðis at fólk kunnu fylgja við í tíðind- um frå Føroyum. Vit véna at tey føroysku blødini vilja hjålpa okk- um vid hesum. Tey ungu! Misnýtsla av mongum er í dag trupulleikar, hver av sínum slag. Hvat er tað okkara lítlu børn vaksa upp til? Í Føroyum er blivid eitt verri skil. Utheiminum tað líkist meira og meira, ofrini verða fleiri og fleiri. Ringt var í okkara ungu døgum, ung gingu og mólu við rúsandi legum. Men í dag tey ungu ikki noyðast við slíkt, nú tað er hasj, tablettir og annað tílíkt. Tað blivin er ein sonn plága av tí er mangur blivin slava. Men tíbetur nógv undan eru sloppin virðast skulu tey, sum fløskuna seta proppin. Vónandi fleiri enn royna hetta mál, sjálvt um getan kann tykjast hál. Men tað má sigast klárt og hart, at tey ungu um vandan mugu fáa lært. Tað upplýsast má á skúlum vára so frægt av peningi, landið má klára at ofra upp á ungdómin kæra, so tey um hesa >gift< kunnu læra. Tí landið okkara, mong oyru hevur spilt og í lummarnar hjá forkertum hava fylt. Tað í fjølmidlunum nú verður snakkað um at lykilin teir ætla at snara um; á »hjålpar-stovni« fyri hesi offur, ið eru avhengig av at brúka hesi stoffur. Teir skuldu tikið og skammað seg, teir hevdið bert venda skeivan veg. Teir ikki fram um nøsina síggja, frá veruleikanum teir burtur flýggja. Tey ungu tað »må og skal« tonkjast uppá, tey alíkavæl enn eru jú ikki so fá. sein mamma« Lýsið i sosialinum