Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

oydimørkina SUM »annad« krúnvalevni hjá sambandinum — er hann nevnd- ur so er hann kendur — loyvir KUT sær at gera upp vid farna vedhaldspolitikkin uttan t6 at greina út, hvussu langt aftur hann hugsar. Sambandsins leik- lut í hesum tekur hann so ikki upp á tunguna. HVØRKI kemikaliuskip, Glo- balskip, sum sambært krynda høvdi sambandsins til eina og hvørja stund kundu seljast aftur við stórum vinningi ella sugg- una, sum stóðst av sambandska innflutningsbanninum av skip- um, og vitleysa stuðlinum til høpisleysar umbyggingar av gomlum skipum til studnings- veidu, tey straks vóru ov dyr til. So dyr, at hesi skip, sum mong kostadu millum eina og fimm milj., alt eftir nær tey komu, dag og dagliga fara undir hamaran við fleiri tíggjutals milliénum í skuld, mong teirra enntá eftir at vera skuldarniðurskrivað upp til fleiri ferðir. KANN nakar rósast fyri hetta sirkussið, so er tað sambandið. Eitt sirkuss, sum higartil hevur kostað 6føra væl meira í lands- kassaútleggum enn tey, sum vit tíanverri eisini hava verið noyddir at sanna í sambandi við onnur skip til alternativa veiðu. Hetta bragd kann so eingin taka frá sambandinum. AT blað okkara í innganginum verður skammróst fyri ikki at taka dagar ímillum, um tað eru blaðnum fjar- ellanærstandandi persónar, sum tengdir eru at samfelagsmálum, vit journalist- iskt viðgera, taka vit fyri tað tað er. SPELL bert, at hetta skal vera páskot til at nýta alla greinina til útspilling av »ødrum krún-val- evni<, løgmanni Føroya í mong ár, Atla P. Dam. HVOR, ið stillar upp til val, er enn ikki í Føroyum givið sam- bandinum at avgera, heldur ikki hesum krýnda valevni floksins, sum hver veit, proklamerar eitt í dag og ger annað í morgin, eisini luttøku í politikki viðvíkjandi. GEKK alt væl, var eingin sekur í føroyskum politikki. Ødrvisi er, tá bara gongur ímóti. Men dekan og langt fer KUT við skuldarút- spillingini, tå hann leggur øll landsins vælmeinandi veljarafe- løg — sjálvsagt uttan samband- sins — undir at vera samsek i ti, hann i greinini rætt og slætt sig- ur vera politiskt l6garbrot. HETTA er t6 ikki fyrsti steinur, sum kastadur er av hesum, id hvørki vildu ella tordu at taka á- byrgd, tá rættuliga sansaði at fíggjarliga í Føroyum, og langt frá tann seinasti, kenna vit teir sum mynda sambandið rætt. AT teir, sum stødan er, tykjast rættuliga sigursælir um eitt komandi val, er greitt. Tó vita vit ikki rættuliga, um vit skulu ynskja vanliga sambandsveljar- anum so ilt, at sambandið eftir valið situr við avgjørdum meiri- luta og harvið rættuliga einsa- malt við trupulleikunum. MEN við teirri útspilling, per- sónligu forfylging og nú eisini politisku uppstilling, umframt pátiknum »reinleikakrøvum« til øll onnur valevni enn sini egnu, kundi væl hent, at honum enn einaferd eydnadist at seta seg uttan fyri skilagóða politiska á- virkan, vinna teir ikki so stórt sum teir ætla. Sosialurin Elektron má og Skal varðveitast Fyritøkan Elektron er sam- an vid flogfelag okkara eitt sera gott dómi um, at hóast vit eru fáment, so standa vit einki sum helst aftan fyri onnur stórri samfeløg, tá tað snýr seg um vitan og til at reka eina fyritøku. Munurin er aloftast fígg- ingartørvurin, tí ein treyt fyri kappingarføri er at tú fíggjarliga hevur møgu- leika at standa ímóti, um broyttar fyritreytir hava við sær at neyðugt er við meiri fígging enn mett varð frá byrjan av. Tá Føroya Banki undir leiðslu Hans Jørgen Laur- sens tók stig til at venda Elektron bakið, so kundi ein út frá tí mett, at tey, ið starv- ast hava á Elektron, ikki røktu sína uppgávu til fuln- ar, ella at tey ikki høvdu tøl ella neyðuga orku til at Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum vístu samkenslu, tå góða mamma, ver- mamma, omma og langomma okkara HELFRID HERMANSEN doyði og varð jarðað. Tekk til heimahjálpir og heimasjúkrasystr- ar fyri ta góðu hjálp tit veittu okkum. Tøkk til prestarnar Kjartan Mørkøre og Høgna Poulsen fyri góð og troystarrík orð í kapell- inum og í kirkjuni. Tekk til tykkum, sum hjálptu til við jarðar- ferðina. Tekk fyri blómur og kransar, og tøkk til øll tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Doris, Hallbjørg, Bjarki, Hervør og Kára klára tað samskifti, ið Før- oya Banki álegði fyritøk- uni. Eftir øllum at dóma so vóru tað heilt onnur viður- skifti, ið gjørdu seg gald- andi, m.a. tann sannroynd, at tann fyritøkan, ið EDV- virksemið varð flutt til, hevði tætt tilknýti til Den danske Bank, sum tá átti meirilutan í Føroya Banka. Núsær tað út til at tann av- gerðin skal brúkast til at fáa restina av virkseminum hjá Elektron niður til Danmark, soleiðis at øll tann EDV- vitan, ið er upparbeidd sein- astu nógvu árini, skal fara fyri skeytið. Grundgeving- in er sum sagt m.a., at tað kostar tí Føroya Banka, vit hava í dag, umleið 20 mio. krónur um avtalan við BEC verður uppsøgd. Tað er bara partvíst rætt, tí einki verður sagt um, hvat tað kemur at kosta um alt virksemið hjá Sparikassun- um verður flutt eins og virk- semi hjá landskassanum. Hoyrdi eg útvarpið rætt, so varð sagt, at kostnaðurin hjá landskassanum fór úr 13 mið. upp í 30 mi6., um virk- semið hjá Elektron verður skert uppaftur meira. Harafturat er tað avleið- ingin, ið verður av at upp- siga øll tey framúr góðu EDV-fólkini, ið starvast á Elektron í ag. So samanum tikið er tað í mínum hugaheimi als eing- in ivi um, atnúeigur Føroya Løgting at gera Føroya Banka heilt greitt, at vil stjórin ellastjórnin ikki vera við til at ganga áheitanini á meti um at lata Elektron umsita samskifti hjá Føroya Banka, so verður tað gjørt við lóg. Eg haldi henda seigpín- ingin av Elektron má fáa ein endan sum skjótast. Frank Davidsen Klaksvíkar Sjúkrahús FR-700 KLAKSVIK SKURDGONGIN Sekt verður eftir avloysara fyri sjúkra- systir frá 01.06.94 til 30.09.94. Neyð- ugt er við hollum royndum innan hetta arbeidsøki. Nærri fæst at vita um starvid frå Jonu Nielsen, fyristødukvinnu, ella Helenu Sundsskarð, deildarsjúkrasystir. Løn sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og Sjúkrasystrafelag Før- oya. Umsóknir við avriti av prógvi og autorisation verður at senda til Klaks- víkar Sjúkrahús, att. Umsjónarmannin, FR-700 Klaksvík.