Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 80 — 28. APRIL 1994 Sida 3 Maktstríð vid Tinganes: Vinnulivid við- kemur eisini býraðnum Torshavnar Býráð vil framvegis hava eina hurð opna fyri at kunna stuðla vinnulívi í kommu- nuni. Landsstýrið skjýtur upp, at kommunur ikki skulu hava loyvi at reka vinnuligt virksemi Eftir Jústinus Eidesgaard Tórshavnar Kommuna vil framvegis hava eitt orð at siga, tá tað snýr seg um at stuðla vinnulívinum í kom- mununi. Á býráðsfundi tyskvøldid fór drúgv tíð til atorða nakrar viðmerkingar til eitt uppskot frá land- stýrinum um broytingar í kommunulógini. Skotið verður millum annað upp, at kommunur ikki skulu hava loyvi at reka vanligt vinnuligt virksemi. Tó finnast undantøk, eitt nú asfaltverk, renovatión við- líkahald 0.a. Málið liggur nú í rættar- nevndini hjá løgtinginum og byrådid skuldi gera vid- merkingar til uppskotið, eins og hinar kommunurnar í landinum. Missa kommunala sjálvstýrið Tórfinn Smith úr Javn- aðarflokkinum var fyrsti maður at taka orðið í hesum orðaskifti og ongin ivi var um hvat hann helt um hetta mál. Hann vil als ikki hava, at landstyrid skal leggja seg útí hvat kommunan ger við skattapeningin. — Sum eg skilji uppskotið hjá landstýrinum so verður meint, at tað er best um einki hendir í býnum. Ég veit ikki um uppskotið er vælmeint, men tað gevur okkum ikki møguleikar at skapa fyritreytir fyri vinnu- lívinum. Kemur hetta upp- skot í gjøgnum, so er sein- asti neistin av kommunal- um sjæalvstýri horvin, segði Tórfinn Smith, bý- rådslimur. — Landstýrið sigur at blandar kommunan seg útí vinulívið, so er tað kapping- aravlagandi. Um hetta er so, hvat so við leiklutinum hjá landstýrinum seinastu árini í vinnulívinum, hevur hann ikki verið kappingaravlag- andi, segði Tórfinn Smith. — Hetta uppskot sigur at kommunan skal halda seg burtur frá øllum vinnulívi. Tó kann kommunan standa fyri sólu av kaffi og sodavatni í ítróttarhellum, um hetta er neyðugt, segði Tórfinn Smith. — Meðan kommunurnar í Grønlandi eru virknar í vinnulívinum við góðum úrsliti vil landsstýrið nú at vit skulu halda okkum burt- ur. — Vit mugu síggja í eyg- uni, at eini 3000 fólk flyta úr Føroyum í ár. Fleiri og fleiri skrivstovur verða afturlat- nar í hevuðsstaðnum og hetta merkir minkandi inn- tøkur hjá kommununi. Skapa vit ikki fortreytir fyri vinnulívinum og serliga vinnulívi, sum arbeiðir við úrdráttum til útflutnings, so verður galin endi, segði Tórfinn Smith. Hann vísti á ídnaðargkið á Sundi, har eru møguleikar. Ingi Mohr tók ikki undir við Tórfinn Smith. Hann segði, at kommunan átti at sleppa undan at taka støðu til um ein vinnuætlan kundi bera seg ella ikki. — Okkara uppgåva er at reka kommunalpolitikk, ikki bankavirksemi, segdi Ingi Mohr. Samgongufelagið hjá Tórfinn Smith, Kristianna Rein var í fyrstuni hart í móti, at kommunan skuldi hava møguleika at reka vinnuligt virksemi. Tá fundurin varð liðugur hevði hon tikið undir við, at kom- munan kundi reka vinnuligt virksemi — Ringa stødan hjá mong- um kommunum í dag stavar júst frá at ikki fastar reglur hava verið fyri hvussu ein kommuna kann skuldar- Tórfinn Smith vil hava at kommunan skapar vinnuligar fortreytir BA I) Orðarebellurin hjá fólkaflokkinum, Jan Christiansen, sum býráðsformaðurin ofta hevur ilt vid at stýra, vildi iki hoyra talan um at kommunan skuldi blanda seg útí vinnulivil bindast, segði Kristianna Rein. — Kommunan hevur ann- að at takast við enn at hugsa um vinnulívið. Okkara upp- gáva er at syrgja fyri, at eitt sunt vinnulív kann trívast. Tað er ikki ein almenn upp- gáva at ganga á odda at.seta vinnulívið í sving. Men vit kunnu hjálpa til, vit kundu eitt nú latið ein íverkset- arastuðul segði Kristianna Rein. Hóvaði fólkaflokkinum Uppskotið hjá landsstýr- inum um at kommunan skal halda fingramar frá vinnu- lívinum hóvaði væl Jan Christiansen, ti heitasta fólkaflokksmanninum í bý- ráðnum. — Tórshavnar Kommunu hevur ikki blanda seg nógv út í vinnulívið og tí er hon væl fyri í dag. Vit eru í dag í tí løgnu stóðu, at meðan kommunan hevur tað gott, so stendur verri til hjá borg- aranum. — Eg vit sum býráðslimur sleppa frå at taka støðu til um nakaða vinnuligt skal setast í gongd ella ikki. Hetta er uppgávan hjá vinnulívinum og ikki okk- um fólkavaldu, segði Jan — Vit hava sæð hvussu hvussu kommunur f dag eru fyri, sum hava sett nógvan pening í vinnulívið. Í dag er tað soleiðis, at ungir havna- borgarar mugu rinda hópin av peningi til hesar kom- munur. Vit koma at rinda millum 10-12 milliónir í veðhaldsgrunnin í ár. Vit mugu rinda til aðrar kom- munur sum ikki hava dugað at farið við skattapening- inum, segði Jan Christ- iansen. Ronald Poulsen år Sjålv- styrisflokkinum helt tað verða skeivt at kommunan heilt læsti av fyri vinnu- lívinum. — Kommunan eigur at hava møguleikan at stuðla vinnulívinum. Vit kundu eitt ný bygt nakrar vinnu- bygningar á Sundi og síðan leigað teir út. Hetta hevur verið gjørt í mong á á havnagkinum í Havn og tað við sera góðum úrslit, segði Ronalde Poulsen. Leivur Hansen úr Tjóð- veldisflokkinum helt eisini at kommunan átti at hava møguleikan at stuðla vinnu- lívinum. GOTT BINGO verður í Pálsstovu sunnudagin 1. maí kl. 16.00 Nógvir góðir vinningar, so sum ræstur fiskur, turr tjógv og annar degurðamatur. 10 gávukort á 500,- kr. 15 vinningar á lutasedli. | Høvudsvinningurin er eitt stereoanlegg. Drigid verður millum spelini.. Eykaspælið heldur fram. Møguleiki at verða koyrdur heim aftaná. GJÁAR SAMKOMUHÚS -Eg haldi, at kommunur- nar eiga at hava dyrðnar opnar. Tað kann ikki verða rætt, at okkara kommunur sum tær einastu í løndunum her í nánd, skulu venda vinnulívinum bakið, segði Leivur Hansen. Orðaskiftið endaði við, at eitt samt býráð heitti á legtingið um um at fáa møguleikan at seta pening av til mennandi tiltøk innan fastar karmar.