Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | Síða 4 Veiða í Slíta samstarv vid Føroyar Nr. 80 — 28. APRIL 1994 nikróki kann fáa ålvarssamar fylgjur: -um føroyingar studla piratveiduni i í Loynikrókinum - við eitt nú at taka ímóti fiski frá skipunum, ið fiska í Loynikrókinum. Russiski fiskimålaråØharrin: -Landsstyrid rekur ein sera klókan politikk í hesum máli og eigur at halda „fram við tí. -Hetta er er eitt mál, sum hevur sera stóran tydning fyri okkum, og eg kann bert siga sum er, at alt samarbeiði millum Føroy- ar og Rusland kemur í vanda, um føroyingar fara at stuðla piratveiðuni í Loynikrókinum so ella so segði Vladimir Korelskiy. Hann vísti á, at ein vend í hesum máli fer at fáa nógv størri avleiðingar enn bert at tosa um eina minking í tonsum og prosentum í verandi kvot- um. -Eg haldi tað er mín skyldu her og nú at gera øllum føroyingum varugar vid veruligu avleidingar- nar í hesum máli. Vit fara Einans 145 km. úr dansk- ikki bert at minka um kvoturnar hjá skipum tykkara, sum veiða í Bar- entshavinum. Vit fara at kenna okkum noyddar til at avmarka alt fiskivinnu- samstarv við Føroyar sum heild og møguliga heilt at slita hetta samstarvid segði fiskimálaráðharrin, sum var stæddur á Skipa- týska : markinum (3-4 tímar við bili), er frítíðarmiðdepilin Weissenhauser Strand við 5000 m? stórum tropu- landi og annars ollum nútímans hentleikum. Staðið er sera væl egnað til familjuferiu. | Eisini kunnu vit bjóða nógvar ymiskar frítíðarmogu- Ring tlf. 15900 og hoyr meira. i leikar í Norðanlondum og ollum Europa annars. - títt saman við útheimin Russiski fiskimálaráðharrin og fylgi hansara vitjaðu á Skála í gjár. Her vísir Bjarni Joensen, stjóri teimum skipasmiðjuna. Mynd kalmar smiðjuni Føroyar, tá hesi avgjørdu orðini vórðu søgd. Skipasmidjan missir umvælingararbeiðið Í hesum sambandi vísti hann eisini á, at fara før- oyingar at stuðla tað sum hann nevndi piratveiðuni í Loynikrókinum, so fór tað eisini at merkjast á skipa- smiðjuni á Skála, tí tá fóru ongar umvælingar at verða gjørdar av russisk um skipum longur. Hann segði víðari, at russar meta ikki málið um fiskiskap í Loynikrókinum sum eitt einstakt og isolerað mál men sum part av einum stórri kompleksi tvs sum part av gllum samarbeiðinum við føroy- ingar. Hann vísti á, at russar eisini fylgja væl við, hvat onnur lond gera í hesum spurninginum, og er tað so, at lond stuðla pirat- veiðuni við td. at taka ímóti fiski úr Loynikrók- inum, so fer tað eisini at ganga út yvir samarbeiðið við tey londini. Landsstýrið rekur klókan politikk Upp á fyrispurning hvat hann heldur um støðuna hjá landsstýrinum í hesum máli segði Korelskiy, at landsstýrið við Tummas Arabo fiskimálaráðharri rekur ein klókan politikk. Hann minti í hesum sambandi á, at føroyskur fiskiídnaður kann missa nógv meira við at taka ímóti fiski frá pirat- skipunum enn at lata vera. -Føroyingar eiga annars eisini at vita, at eisini vit í Ruslandi eru inni í eini stórari kreppu og ikki minst fiskivinnan. Eisini okkara fiskimenn mangla kvotur, so hetta er ikki bara ein føroyskur trupulleiki. Hann gjørdi greitt, at framtíðar samarbeiðið við føroyingar er tætt tengt at støduni í Loynikrókinum tvs. hvussu føroyingar fyrihalda sær í hesum máli. Havi varskógvað um hetta leingi Tummas Arabo sigur í eini viðmerking, at hann alla tíðina hevur vitað, at bæði norðmenn og russar meta hetta málið sera álvarsligt. -Men eg má sætt at siga viðganga, at eg hevði ikki roknað við, at russar prioritera tað so høgt sum Korelskiy gjørði tað í dag. Tummas Arabo sigur, at út frá teimum fundum hann hevur havt við bæði norðmenn og russar hevur hann merkt, at teir meta spurningin um Loynikrók- in sum eitt sera álvarsligt mál. -Og hetta er júst tað, sum eg havi roynt at sagt føroyingum og havi eg ferð eftir ferð varskógva føroyingar um hetta. At tað kortini eru menn, sum vilja royna og royna at hótta kunnu vit í dag so bert ásanna, men vónandi verða teir eisini klókari. Ovfarin av hjartaligu måttøkuni í Føroyum Russiski fiskimálaráðharr in er annars sera væl nøgdur við måttøkuna í Føroyum. Hann sigur, á hann sjáldan hevur fingið eina so hjartaliga móttók sum í Føroyum og vóna hann, at bæði londini næstum kunnu menr samstarvið á fleiri økjun Tummas Arabo, lands stýrismaður sigur við Sosialin, at Korelskiy varð sera hugtikin av Awiút- róðrarbátinum og verður nú umhugsa at senda tveir av hesum bátum til Hvítahavið at rógva út frá smáplássum har. Bátarnir verða tá útgjørdir við reiðskapi frá føroyskum virkjum. jan Sjónleikurin ÓVITAR eftir Guðrun Helgadóttir Hósdagin Leygardagin Sunnudagin Mánadagin 28. apríl 30. apríl 1. mai 2. mai kl. 19.00 kl. 16.00 kl. 16.00 kl. 19.00 Kostnaður: 30 kr. fyri ØLL | Atgongumerki fáast á Kunningarstov- uni, Tlf. 15788 ella í Sjónleikarhúsin- um, Tlf. 11131 ein tíma undan sýning. Havnar Sjónleikarfelag