Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. apríl 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Loyvisnevndin tók avgerðina, at Vágs Klubbi skuldi missa skeinkiloyvið, og avgerðin stendur við Vágs Klubbi: Letur nú aftur Orsakad av avgjørdu ordingini í rúsdrekkalógini heldur Føroya Rættur seg ikki kunna geva Vágs Klubba loyvi til at hava opið, til avgerdin hjá loyvisnevndini um at taka skeinkiloyvi er vidgjørd Í gjár fekk politiid boð frá fútanum um at kunngera fyri leiðsluni í Vágs Klubba, at klubbin íkki sleppur at halda fram við at skeinkja. Hetta kom eitt sindur óvæntað, tí klubbin hevði væntað at kunna hava opið sum higartil, ul Føroya Rættur hevði vidgjørt kær- una frá klubbanum um av- gerðina hjá loyvisnevndini, . at Vágs Klubbi skal missa skeinkiloyvið. Men so varð ikki, og or- søkin er, at í einum setningi í rúsdrekkalógini stendur "skal" og ikki "kann". Og teimum báðum orðunum er stórur munur á. Søgan er henda: Tá Vágs Klubbi varð meldaður fyri brot á lógina og treytimr í sambandi við skeinkiloyvið, varð málið fyrst kannað av politinum. Tað varð síðan lagt fyri loyvisnevndina. Loyvisnevndin kom til tað úrslit, at klubbin hevði brotið reglurnar, og nevnd- in avgjørdi, at klubbin skuldi missa skeinkiloyvið. Formaðurin, Jalgrim Hilduberg, segði beinan- vegin, at har var einki at tingast um, tí sambært rús- drekkalógini $ 14 skal nevndin taka skeinkiloyv- ið, verða teytirnar ikki fylgdar. Har stendur ikki, at nevndin kann taka loyvið aftur. Men í lógini stendur eis- ini, at avgerðir hjá loyvis- nevndini kunnu leggjast fyri rættin, og tað varð gjørt. Rætturin hevur enn ikki tíkið stæðu til, um avgerdin hjá loyvisnevndini varð rétt, men rættarfundur var í seinastu viku. Og har vísti ákæruvaldið á, at rætturin kann ikki geva klubbanum loyvi úl at varðveita sítt skeinkiloyvi, til avgerðin hjá loyvisnevndini er við- gjørd í rætunum, tú tað stendur í lógini, at loyvis- nevndin skal taka loyvid aftur, um nevndin heldur reglurnar verða brotnar. Hesum gav Føroya rættur ákæruvaldinum viðhald í og gjørdi týsdagin úrskurð í ti spurninginum. Tað hevði við sær, at fútin í gjár bað politiid geva Vágs Klubba boð um at steðga við útskeinkingini. Hesar mótstríðandi orð- ingar í rúsdrekkalógini verða væntandi tiknar upp, nú rúsdrekkalógin skal end- urskoðast. Orsøkin til fløkjuna er ein broyting, sum kom í lógina, eftir at lógaruppskotið í 1992 hevði verið til við- gerðar í rættarnevndini. Upprunaliga stóð í uppskot- inum, at loyvisnevndin kann taka skeinkiloyvi, men tá málið kom úr rætt- amevndini 25. februar 1992, vórðu flein minni- lutatilrådingar frá nevndini. Uppskotið hjá ti størsta minnilutanum ( fólkafloks- og javnaðarumboðunum ) varð samtykt, og tað hevði við sær, atkann varð broytt tilskal. Reglan um myndug- leikan hjá rættinum varð ikki broytt samstundis, so hon samsvaraði við mynd- ugleikan hjá loyvisnevnd- ini. randi Færri arbeiðsleys Í Klaksvík, í Havn og í Vágum er arbeiðsloysið minkað mest sein- astu tvær vikurnar Arbeidsloysistølini gerast alsamt eitt sindur frægari at líta á, um so orsøkin er meira virksemi í landinum ella flyting av landinum. Við útgjaldið hesa vikuna vóru 64 færri fulltíðarar- beiðsleys enn fyri tveimum vikum síðan. Mest er arbeiðsloysið minkað í Klaksvík, har 33 færri arbeiðsleys vóru nú. Í Havnini vóru 14 færri ar- beiðsleys, og í Vágum 13 færri arbeidsleys. Hini tøl- ini eru øll so små, at tey ikki eru verd at nevna. Eysturoyggin liggur framvegis á odda - ella rætt- ari sagt ringast fyri - við 1091 arbeiðsleysum, og harnæst kemur Havnin við 985 arbeiðsleysum. stuðlinum til fólkini á fiska- virkjunum er myndin ein onnur. 46 fleiri fingu stuðul, og tey vóru tey flestu í Klaksvík, Eysturoynni og í Havn. Hetta kundi bent á, at fleiri, sum vóru arbeiðsleys, hava fingið arbeiði á flaka- virkjum í Havn og í Klaks- vík, men tey hava ikki havt fullar arbeiðsvikur. Færri fiskavirkisfólk í Norðstreymoy og í Suður- oynni fingu ískoytisstuðul hesu ferð. Samlaða útgjaldið hjá Ar- beiðsloysisskipanini hesu ferð var 8,5 mió. krónur. So nógv átti skipanin, nú tey fastløntu hava fingið løn. randi sambandi loyvi Mikunáttina gjørðu Før- oya Prentarafelag og Føroya Prentsmiðjueig- arafelag nýggjan sátt- mála, sum er fyri eitt ár. Eftir tí nýggja sáttmál- anum lækkar sáttmála- lénin 0,9%. Haraftrat skulu 100 % ikki longur gjaldast eyka fyri yvir- tíðararbeiði um nætur- nar og um vikuskiftini, men 90%. Afturfyri fingu prent- ararnir, at tá prentarar hava barsilsfarloyvi, skal arbeiðsplássið rinda teimum ískoyti í 13 vikur til tað, sum fæst frá tí almenna. Hetta tíð- arskeiðið var átta vikur. Oluffa Joensen, for- kvinna í Føroya Prent- arafelag, harmast um, at tey eru farin eitt sindur Prentararnir: Nakað for av lønini Tey fåa t6 meira iskoyti i vid barsilsfar- Enn eingin niður í løn, tí seinasta år minkaði lønin so nógv. Hinvegin var 0,9% ikki nógv í mun til kravið uppá8,4% sum arbeiðs- gevarar teirra løgdu út við. Oluffa Joensen er eis- ini fegin um at ískoytið í sambandi við barsils- farloyvi er økt Nýggi sáttmálin merkir, at timalønin fer niður úr 92 í 91,17 krón- ur, og vikulønin fer nið- ur úr 3680,00 i 3646,80 krónur. Ein onnur broyting í sáttmálanum er, at frá- boðan um at seta fólk niður í arbeiðstíð skal fylgja reglunum um uppsagnir. randi sáttmáli | Einki kom burturår sam- ráðingarfundinum týs- dagin millum arbeiðs- gevararnar øðrum og tey fimm arbeidarafeløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnu- felag, Klaksvíkar Ar- beiðsmannafelag, Klaksvíkar = Arbeids- kvinnufelag og Fjall- brúður í Vági, hinumeg- in. Á fundinum svaraðu arbeiðsgevararnir upp á måtkrøvini, sum arbeið- arafeløgini løgdu fram á fundinum frammanund- an. Krøvini hjá arbeið- arafeløgunum lógu langt burturfrá tí, sum arbeiðsgevararnir vilja, so har var einki at semj- ast um. Fundurin skuldi verða aftur í gjár. Og í gjárkveldið skuldi fundur verða millum arbeiðsgevarar- nar og Havnar Arbeiðs- mannafelag, sum sam- ráðast í sjálvdrátti. ; randi Seinasta hevi at síggja myndirnar hjá Tróndi frá Stillahavsferðini Hendan mánaðin hava vatnlitamyndir hjå Tróndi Paturssyni frå til- tiknu ferðini um Stilla- havið við Shufu verið at sæð í Listaskålanum. Tær hava verið stórliga fagnaðar. Seinasti fram- sýningardagur verður í dag, 28. apríl. Myndirnar fara síðan av landinum, tær verða nýttar í sambandi við kunningartiltøk, ið Tim Severin, leiðari fyri sjó- ferðini, skipar fyri í yms- um londum. 12. mai letur upp málningaframsýning hjá Amholdi Vegghamar av Viðareiði.