hósdagur 28. apríl 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sosialurin ) Nr. 80 — 28. APRÍL 1994 Síða 11
Althetta tilsamans skal so
gera ta stóru gospelkonsert-
ina í Runavík spennandi og
góða, og fyrireikararnir
vænta eisini, at nógv fólk
fer at koma.
Frá TLT-Booking verður
sagt, at dentur serliga verð-
ur lagdur á at vera við til at
hækka dygdina á føroysk-
um gospeltónleiki, so fólk
kunnu kom á konsert og har
fáa bæði høga ljóð- og ljós-
dygd.
Tað er ikki dýrt at fara á
konsertina í Runavík í ann-
adkvøld. Bert 50 krónur
kosta atgongumerkini, og
tey verða at fáa við dyrnar
ein tíma undan konsertini.
TLT-Booking leggur eis-
ini dent á, at tónleikurin á
konsertini er soleiðis hátt-
aður, at øll kunnu koma —
um tey eru yngri ella eldri,
so er tónleikur fyri øll. Tað
er eisini slagorðið hjá TLT-
Booking, ið væntandi fer at
gera vart við seg framyvir
við fleiri konsertum av hes-
um slagnum.
hj.
Kári Højgaard i flaggdagsrødu í Runavík:
Tá myrkast sá út
var hjálpin næst
— Í hesum truplu døgum, tá alt tykist dapurt og vónleyst rundan
um okkum, hava vit brúk fyri at minna hvønnannan á boðskapin,
krossmerkið stendur fyri, segði Kári Højgaard, býráðslimur, mill-
um annað í flaggdagsrødu síni í Runavík flaggdagin
Góðu skótar, fimleikarar,
ítróttarfólk, reiðfólk, tón-
leikarar, fundarfólk, føroy-
frálíku bókini hjá Niels
Juul Arge, fyrrverandi út-
varpsstjóra, Merkið — flagg-
søgan, lesa vit hvussu flagg
okkara á fyrsta sinni sá
Samanborin við aðrar, er
hon møguliga ikki so rom-
antisk og spennandi, sum
eitt nú tann hjá dønum. Eg
haldi meg minnast úr skúl-
anum fråsøgnina um Valde-
mar Sigur, ið sá Dannebrog
dala niður av himli og fekk
hesi boðini: >Med dette skal
du sejre«.
Tó, ikki minni kært og
mangar ferðir týdningar-
miklari — fyri okkum føroy-
ingar —er tað at kenna flagg-
søgu okkara, og at virða og
hámeta tann dýrgrip, ið
flagg okkara — tjóðarmerkið
— er. At virða tann arv, okk-
um er litin til, og sum vit
hava fingið frá teimum, ið
undan fóru.
Í ár eru 75 ár liðin, síðani
studentar í Keypmanna-
havn settu saman kross-
flaggið, sum seinni gjørðist
Merkið.
Jens Oliver Lisberg hevði
flaggið við sær, tå hann kom
heim í summarfrí, og vant
tað á stong í heimbygd síni
Fámjin. Har veittraði tað á
fyrsta sinni 22. juni 1919.
Hetta flaggir hongur nú,
sum flestøllum kunnugt, í
Fámjins kirkju.
Drúgt og hart gjørdist
stríðið, áðrenn Merkið bleiv
viðurkent av donsku yvir-
vøldini og føroyingum yvir-
høvur.
Ikki fyrr enn 25. april
1940, tå heimurin stóð í ein-
um eldi, og Danmark var
hersett, bleiv Merkið al-
ment viðurkent eftir kravi
frá bretum. Hilbert amt-
maður undirritaði hendan
dag »Bekendtgørelse angå-
ende skibes nationalmær-
ker«, og BBC læt hetta
kveldið á øllum høvuds-
málum boða frå, at føroysk
skip sigla undir føroyskum
flaggi, sum sær so og so út.
Um alt landið vórðu hesi
tíðindi stórliga fagnað.
Merkið er í dag tjóðarogn.
Vit elska landið og fólkið,
her býr. At krossmerkið
kom at mynda flestu norð-
urlendsku fløggini, var ikki
av tilvild. Krossurin er
ímynd av sorg og deyða,
men hann er sanniliga eisini
boðskapurin um lív, framtíð
og vón.
Merkið fylgir okkum í
øllum lívsins viðurskiftum.
Í sorg, tá ein av teimum, vit
vóru góð við og sum setti
síni spor í gerandisdegnum,
bygdarmyndini og samfel-
agnum, er slóknaður, og
verður borin til sín seinasta
hvíldarstað, sæst Merkið
hanga har í hálvari stong.
Tað bleiktrar í fullari
stong á håtidardøgum,
merkisdøgum, til stevnur
og kappingar, og fær hjarta
okkara at bylgjast í barmi av
stoltleika: >Hetta merki er
okkara«.
Í hesum truplu døgum, tå
alt tykist dapurt og vónleyst
rundan um okkum, hava vit
brúk fyri at minna hvønn-
annan á boðskapin, kross-
merkið stendur fyri.
Flestøll her á landi hava
onkran, sum noyddist at
lúta fyri tí altfevnandi
kreppu, ið rakt hevur land
okkara, og sum flyta burtur í
onnur lond — í roynd at
byggja eina nýggja tilveru í
ókendum > fremmandum
umhvørvi.
Sambært framrokningum
eru nærum eins nógvir før-
oyingar fluttir av landinum
við ársenda, sum íbúgvara-
talið við Skálafjørðin.
Hendan gongd er einki
minni enn ein vanlukka fyri
hetta lítla land.
Samstundis sum heil
húski flyta, siglur ein stórur
partur av sjófólki okkara
undir NIS, DIS og FAS.
Hetta vidførir, at færri og
færri herðar verða at bera
hes vónleysu búskaparligu
byrðu, sum fólk okkara
knógvar undir.
Eitt er vist: Kenslan av at
vera føroyingur er oftast
sterkari, tá ein býr í útlegd.
Gerast livilíkindini betri her
á landi, er heilt vist, at stórur
partur av fólki okkara vend-
ir heimaftur. Tað tydningar-
mesta er tó, at útlegdin ikki
gerst so long, at børnini, ið
vaksa upp uttanlands, missa
sambandið við heimlandið.
Skaldið Fríðrikur Peter-
sen kvødur:
>Míttfóðilandtaðfátækter,
eg veit tað væl —
ei gullsand áin við sær ber
umfjalladal;
men meðan líðin elur seyð,
og havið fisk,
so fæst við Guðs hjálp
dagligt breyð
á føroyings disk.
Guð signi mítt fødiland
Føroyar .«
So leingi liv er, er vón.
Í nærmastu framtíð verða
tíðar oljuvinnu við Føroyar.
Hesa vinnu seta øll vónina
til, nú fiskur, idnadur og
framleiðslutól okkara ann-
ars ikki klára at breydføda
okkum, samstundis sum
rentur og avdráttir skulu
gjaldast.
Eitt hevur søgan prógvað:
Tá myrkast sá út, var hjálpin
næst. Tann Guð, sum øllum
valdar, sum føroyingurin
hevur sett sítt álit á, og sum
hevur leitt og vart okkum til
hendan dæ, vil gera tað
framyvir.
Gævi, at tey virðini, vit
eiga í máli, mentan, flaggi
og í tí, sum ger okkum til
eina serstaka tjóð, verður
varðveitt.
At so leingi, verðin stend-
ur, koma føroyingar at
búgva í Føroyum!
Klaksvíkar
Sjúkrahús
DEILD A
FR-700 KLAKSVÍK
Sekt verður eftir sjúkrasystir til deild A
at arbeiða fulla tíð frá 01. juni ella eftir
nærri avtalu.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Jonu Nielsen, fyristoðu-
kvinnu, ella Finnbjørg Joensen, deild-
arsjúkrasystir.
Løn sambært sáttmála millum Føroya
Landsstyri og Sjúkrasystrafelag Før-
oya.
Umsóknir við avriti av prógvi og
autorisation verður at senda til Klaks-
víkar Sjúkrahús, att. Umsjónarmannin,
FR-700 Klaksvík.
OR A