Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða8 Nr 81-—29. APRIL 1994 Nóg mikið til tey arbeiðsleysu hesaferð, men: Vit kunnu ikki bjóða Tíðindablaðið (SHU Strongd, óvissa og hópin av truplum málum at loysa hvønn dag. Tað er dagliga avbjóðingin hjá leiðara og starvsfólkunum á Arbeiðsloysisskipanini. Tey hava kortin: ikki mist mótið, men hava brúk fyri at styrkja seg sálarliga, tí arbeiðið er so krevjan di, sigur Tórgerð Nielsen, leiðari á Arbeiðsloyisskipanin: Tað er friðarligt i J.H.Sch- røtersgøt í Havn, har Ar- beidsloysisskipanin hevur til húsa. Fleiri parkerings- pláss eru tók. Tað er óvan- hgt Sosialurin hevur eina av - talu við Tórgerð Nilsen, leiðara á Arbeiðsloysis- skipanini, og eitt starvsfólk letur upp fyri okkum. Tað er bert týsdagur, og tá er vanliga nærum 6gjør- ligt at fáa orð á leiðaran, men av av tí at fríðagur er fríggjadagin, verður út- gjaldið til tey arbeiðsleysu framskundað ein dag, og tí er stovnurin afturlatin í dag, í staðin fyri mikudag, sum vanligt. Friður valdar innanhýsis - tey hava nóg mikið av pen- ingi til útgjald enn einaferð, og so draga tey I Í starvsfól- kini lættað andan - enn einaferð. Umbroytiligar tíðir Tórgerð Nielsen er 46 ára gomul, og hon hevur verið leiðari á ALS frá byrjanini fyri tveimum árum síðani. Adrenn hetta var hon starvsfólkaleiðari á Fiska- søluni, ein av størstu fyri- tøkunum í Føroyum Tórgerð Nielsen undrast á at hesi bæði árini eru farin við rúkandi ferð. Hinvegin, so er tað emki hjá nenni og flestu føroyingum við, ið líkist ti, sum var fyri tveimum árum síðan. Ein avbjóðing - Hevur arbeiðið staðið mát við tað sum tú vænt- aði? - Eg visti, at hetta fór at verða gørvísi enn tað, sum eg hevði gjørt higartil, men eg hevði - eins og flest aðrir føroyingar - onga hóming av, at viðurskiftini fóru at broytast so nógv. Eingin visti, at tað fór at ganga so skjótt afturá, sigur Tórgerð Nielsen. - Fýra starvsfólk vóru á stovninum í byrjanini. Nú erutey 11 í tali, og tvey fólk koma aftrat í næsta mánað - Ein avbjóðing gjørdis starvið i ríkiligt mát, men ofta havi eg eisini kent máttloysi - serliga í hesum døgum, sigur Tórgerð Niel- sen. Hon vil ikki gera við- merkingar til ósemjuna mil- lum stýrið fyri ALS og landsstýrið, í ósemjuni um, hvussu framtíðin skal skip- ” ast fyri henda stovnin. Nú fáa heili 5000 fólk ar- beiðsloysisstuðul. Tað setir dám á arbeiðið, at tey á stovninum í seinastuni ikki hava havt vissu fyri, um nóg mikið av peningi er til út- gjald. - Vit royna at loysa teir trupulleikar, sum koma, men tað er minni enn so hverja ferð, at tað eydnast okkum, sigur Tórgerð Nielsen. - Tað hevði heldur ikki borið til, um starvsfólkini ikki vóru so dugnalig. Ongar fyrimyndir - Øll eru vaksin við upp- gávuni og hava frá grundini lærtat loysa frammanundan ókendir trupulleikar, ið ikk: kundu samanberast við nak- að ávíst ella kent mál. - Samanhaldið millum starysfólkini er ótrúligt. Eg veit ikki, hvussu hevði ver- ið vorðið annars, sigur Tór- gerð Nielsen. - Hetta arbeiði setir serlig krøv til okkum øll. Tað er ikki likamliga strævið, men sálarliga slítur tað ómeta- liga nógv. - Eg havi kannað møgu- leikarnar at skipa fyri eftir- útbúgving ella skeiði, sum kundi styrkt okkum sálar- liga. Tað er neyðugt, um vit skulu hava orku at gera okkara arbeiði til fulnar. - Trupulleikin er bert, at tað nyttar lítið at fara t.d. til Danmarkar á skeið. Tað skuldi helst verið í okkara Tórgerð Nielsen, leiðari á Arebiðsloysisskipanini: - Fólk, sum koma til okkara eru mangan so illa fyri, at vit í teirra eygum eru seinasta bjar gingin. Tað er sálarliga slítandi, tá vit í nógvum førum als einki kunnu gera egnaumhvørvi, tí einki a/ að samfelaga líkist ok dag - Eitt nú hava v leikarnar so tæti at okk arbeiðinum. og nógv enn aðrastaðni, sigur gerð Niciser Tann sum er fyri - fæt skoluna Nógvir og stórir trupulleik- ar eru hvønn dag at loysa. Fólk eru so kroyst og 6 trygg. Nógv vita ikki síni livandi ráð, hvussu tey skulu koma víðari. - Tá fólk ringja til okkara um teirra trupulleikar, eru tey ofta ill í byrjanini, men lá vit tosa við tey og greiða teimum frá tí, sum fyri teimum ikki er so lætt at skilja, so sissast tey. - Ofta hevur tú varhugan av, at fólk eru so sperd, at tann fyrsti sum er fyri, fær skoluna. - Hóast hetta, so eru fólk ógvuliga tolin, tá hugsað verður um umstøðumar hjá teimum nógvu, sum í dag eru illa fyri. - Verður tú nakrantíð hót av illum fólkum? - Nei, vit kenna okkum ongantíð hótt á nakran hátt Tey, sum koma inn til okk- ara kunnu í ringasta før verða eitt sindur harðmælt men tað gongur yvir. - Hverjar uppgåvur hava verið strævnast á stovyni- num? - Tad hevur avgjørt verid at sitid í hesum sessinum, og ikki hava trygd fyri, um peningur er til næsta út- gjald, sigur Tórgerð Niel- sen, og ivast ikki eitt bil. Seinasti útvegurin - Fólk, sum koma til okkara um dagamar, eru mangan so illa fyri, at vit í teirra eygum eru seinasta bjarg- ingin. - Tað er sålarliga slítandi, tá vit í nógvum førum als =>