fríggjadagur 29. apríl 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
einki kunnu gera. Vit hava
reglur at ganga eftir, og hó-
ast vit vita, at fólk veruliga
eru í ringastu neyð, noyðast
vit bert at vísa til reglurnar,
viðvíkjandi útgjaldi.
- Tá so nógv fólk eru í
trongstødu sum júst nú,
finna tey eisini saman og
tosa um, hvat kann gerast,
fyri at fáa hjálp. Tað er altíð
ein, sum veit betur enn hini,
og einki mark er fyri, hvat
tey halda, at vit kunnu gera.
Nógvar misskiljingar
standast av hesum, og tað er
torført at greiða slíkar
fløkjur. Tað tekur drúgva
tíð og nógva orku í dagliga
arbeiði okkara.
- Serliga stórt er trýsið
beint fyri útgjald. Tá ringja
fólk fyri at vissa seg um, at
tey fáa pening. Aftaná út-
gjald ringja tey eisini nógv,
fyri at fáa eina frágreiðing,
hví tey ikki fáa meir. Tey
halda at útgjaldið er skeivt
roknað út 0.s.fr.
- Hinvegin, so eru onnur,
sum hava givið skarvin yvir
og sláa alt upp í glens. Tað
kennist enn meira óhugna-
ligt, enn tá fólk í máttloysi
sita og gráta framman fyri
okkum.
- Hvat hevur verið torfør-
asta uppgávan hugartil?
- Tað var fyri páskir, tá vit
ikki vistu, um vit høvdu nóg
mikið til útgjald. Vit ar-
beiddu allan sólarringin, og
móti midnátt kveldið fyri
útgjaldingardagin, fingu vit
vissu fyri, at nóg mikið av
peningi var tøkur. Tað var
avgjørt tungasti arbeiðs-
dagurin, sum - tå samanum
kom - varð vendur til gleði.
- Alt er kortini ikki bara
dapurt hjá okkum. Tað var
stuttligt at fara til arbeiðis
morgunin eftir, og at bera
boðini víðari, at fólk fingu
pening og kundu fara undir
påskadagarnar í øllum góð-
um.
Vónin vaknar
- Tað er kortini so lítið sum
skal til, fyri at fólk kenna
seg betur. Vit hava lagt til
merkis, at bert tað, at sólin
sær, og at tað gongur móti
ljósari tíðum, gevur fólki
vónina aftur.
- Iðrar tú nakrantíð, at tú
tók við starvinum á ALS?
- Tað hava verið løtur, har
eg kundi hugsað mær at ver-
ið aðrastaðni. men tað
Nr. 81 — 29. APRIL 1994
Síða 9
kenna helst tey flesw frá | Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum:
egnum arbeiði.
- Nú, tá ið eg eri her, so vil
eggera mítt til at fáa arbeið-
ið á stovninum at virka best
møguligt.
- Kundi nakað verið gjørt
ødrvisi og betri á Arbeiðs-
loysisskipanini?
- Nú er stovnurin vorðin
nógv stórri, enn vit høvdu
ímyndað okkum framman-
undan, og nógvar serupp-
gávur eru at loysa, sum vit
ikki hava fólk til.
- Eg kundi tí hugsað mær,
at sosialrådgevi og løg-
frødingur vóru knýtt at
stovninum. Vit hava ofta
brúk fyri slíkari ráðgeving
og noyðast tí at leita okkum
serkøna hjálp, ella at vísa
fólk aðrastaðni.
- Uppgávurnar hjá okkum
tykjast at gerast fleiri og
stórri enn upprunaliga mett,
men vit hava bert orku til at
gera tað mest neyðuga, og tí
verða onnur mál skúgvað til
viks.
- Tað hevði eisini býtt um
støduna hjá arbeidsleysum,
um vit kundu gjørt tiltøk, til
tess at gera fólk virkin. Tað
gera tey á slíkum stovni
sum hesum í grannalondu-
num, men tað hava vit ikki
stundir ella orku til, sum nú
er, sigur Tórgerð Nielsen.
- Hverjar framtíðarvónir
hevur tú fyri ALS?
Dámar væl starvið
- Hatta er ein góður spurn-
ingur. Um eingin loysn
verður funnin á málinum |
um at bjarga ALS, er ikki
lætt at siga, hvussu framtíð- |
in lagar seg fyri okkum.
Hvussu kennist tað at
vera leiðari á Arbeiðsloys-
isskipanini í hesum døg-
um?
- Tað kennist ikki sum
nøkur løtt uppgåva, og eg
haldi ikki, at vit kunnu
bjóða fólki at liva í slikari 6-
vissu, sum tað er, ikki at
hava trygd fyri, um stuðul
verður útgoldin ella ikki.
- Eg havi bert alt gott at
bera starvsfólkunum og
teimum, sum leita sær
hjálp á stovninum. Í so
máta havi eg einki at finnast
at í mínum starvi, sigur Tór-
gerð Nielsen.
:D
od ar
(4) BARNABATI
Aðalfundur
felagsins verður í hølum felagsins
YVIRI VIÐ STROND 29, TÓRSHAVN
leygardagin 30.04.94, kl. 15.
Skrá samb. lógini.
Barnabati
|
|
Starvsfólkið skal
eisini stimbrast
Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur, at starvsfólkini á stovni-
num hava havt ovurstóra arbeiðsbyrðu seinastu árini. Fyrsta
tiltak hansara verður tí at skipa fyri eftirútbúgvingarskeiði, men
annars fara tiltøkini sum frálíður at bera dám av, at stjórin er
finnlendingur. Nógu og spennandi tiltók eru í umbúna, sum tó
ikki verða fyrr enn til heystar og frameftir
Peter Turtschaninoff fór un-
ir arbeiðið í Norðurlanda-
húsinum 1. apríl í ár. Hann
hevur síðani verið í Dan-
mark og sett seg inn í ein
part av arbeiðsviðurskiftu-
num á nýggja arbeiðsplássi
sínum.
Fíggjartrupulleikar
- Tað eru so nógv mál, sum
tú skalt seta teg inn í, tá tú
fert í nýtt arbeiði. Tað er
ógvuliga áhugavert, men
tað er eisini so nógv at gera,
at tú ikki fært stundir til alt
eftir stuttari tíð, sigur Peter
Turtschaninoff, tá hann
verður spurdur um, hvat er
hansara fyrsta uppgáva í
Norðurlandahúsinum.
- Fyribils er nóg mikið at
gera við at seta seg inn í tey
tiltøk, sum vóru skrásett,
áðrenn eg kom higar.
Fíggjartrupulleikar eru
her, sum fyrst skulu loysast.
Undirskotið á figgjarætl-
anini er umleið 200.000 til
hálva mió. krónur, og áðr-
enn hetta er fingið av vegn-
um, ber ikki til at gera tey
stóru og dýru tiltøkini, sigur
Peter Turtschaninoff.
Tilsamans hevur Norður-
i landahúsið umleið átta mið.
krónur at arbeiða við árliga.
Starvsfólkini hava
eisini tørv
- Hvat er fyrsta tiltak títt á
skránni?
- Í løtuni tosi eg við
starvsfólkið fyri at fáa at
vita, hvørji ynski tey hava
fyri framtíðina. Eg eri
greiður yvir, at starvsfólkini
hava arbeitt so nógv sein-
astu fýra árini, at stundir
ikki hava verið at sett teim-
um spurningin: hvat tørvar
tykkum fyri at gera arbeiðið
í Norðurlandahúsainum
lættari og åhugaverdari?
- Tá okkara samrødur eru
av, fari eg at leggja eitt út-
búgvingarskeið til rættis
fyri starvsfólkið. Hetta er
sjálvandi ikki tiltak, sum
sæst aftur uttan fyri stovnin,
men av tí at eg veit, at
starvsfólkið er ógvuliga
dugnaligt, vænti eg, at tað
fer at síggjast aftur sum frá-
líður, sigur Peter Turtsch-
aninoff.
Annars heldur nýggi
stjórin, at ov lítið verður
gjørt fyri børn og ungdómin
í Norðurlandahúsinum.
Tað ætlar hann at bóta um.
Í september mánaði verða
tvær barnakonsertir, við
kendatónleikinum frá send-
irødini um mumi-trøllini,
sum upprunaliga er finsk
uppfinning. Ætlanin er
eisini at fara út á skúlanar í
dagtímunum við mumi-
tónleikinum.
Bern og endurskin
Annað tiltak er fyri ferðslu-
trygdina. Peter Turtschan-
inoff fylist á, at føroysk
børn ikki nýta so nógv end-
urskin, tá tað er myrkt stór-
an part av árinum.
Eitt tiltak verður eisini í
Norðurlandahúsinum, har
atgongumerki verður eitt
endurskin. Tá tiltakið byrj-
ar, verður ljósið sløkt í sali-
num, og endurskinið víst
fram. Stjórin vónar, at børn-
ini eisini eftir hetta tiltak
fara at nýta endurskinið.
Eins og undanfarin ár
verður aftur Jazzfestival í
Norðurlandahúsinum, men
annars fara tiltøkini at bera
dám av at ein finnlendingur
nú er stjóri í Norðurlanda-
húsinum.
Kendur designari
I løtuni verður samráðst um
til heystar at fáa eina stóra
design-framsýning til Før-
oya. Ein treyt er, at 350
fermetrar skulu verða tøkir
til hetta tiltak.
Antti Normesnieni er list-
amaður, sum arbeiðir við
design á nógvum ymsum
økjum. Hann er heims-
kendur fyri sítt listaliga
design-virksemi, sum hann
evnar til maskinur og brúks-
lutir úr nógvum ymiskum
evnum. Antti Normesineni
hevur verið lærari á lista-
háskúlanum í Finnlandi.
Framsýningin, sum vón-
andi kemur til Føroya, er
afturlítandi. Listamadurin
er 60 ára gamal.
Henda framsýning skal
eftir ferðina í Føroyum, set-
ast upp í Mexico og Brasil-
ia.
Peter Turtschaninoff er
væl nøgdur við méttøkuna í
Føroyum. Hann sigur, at
fólk hava verið sera fyri-
komandi og hjálpsom. Hann
ivast onga løtu í, at tey
næstu fýra árini fara at verða
áhugaverd arbeiðsár, við
nógvum og góðum tilboð-
um á listaliga økinum.
Orð: Dagny
Mynd: Kalmar