Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 81 — 29. APRÍL 1994 Síða 11 til, men tå tú fært familju, so fylgja skyldur eisini við. Tíðin gongur og borðið fangar. Tú kanst ikki gera bert tað, sum tú heldur vera stuttligt, sigur Rani og skoytir uppí:. - Eg meini, tá tú ert 17 ár, so er tað í lagi, at tú arbeiðir á Kósini eina tíð. So kanst tú fara suðureftir ein túr, og so taka stóðu til framtíðina, tá tú kemur heimaftur. - Tað er eisini í lagi. Ung- dómurin skal renna hornini av sær, og í hesum liggur, at tú ikki avmarkar tín sjónarring ella tær hugsa- nir, sum tú gert tær á ungum árum. Tað er ein partur í lívinum, har tú staðfestir tín persónleika. Tað, sum tú stóð fyri á ungum árum, er grundarlagið fyri framtíð- ina, sigur Rani. - Vit broyta kanska ikki stóðu við árunum, men eg haldi, at mínar yrkingar hava fingið annað innhald. - Nú seti eg spurningar fram í einum teksti, heldur enn at hann gevur eitt svar, sigur Eyðun Nolsøe. - Eru tað tey somu fólkini sum koma til tykkara kon- sertir, sum í dag eru tilkom- in, ella tekur ungdómurin undir við tykkum? - Áhoyrarnir eru oftast ung og tilkomin, men nógv ungfólk hava stóran áhuga fyri okkara tónleiki. Hetta legði eg til merkis, tá vit í fjør høvdu konsert í Havn. - Tað var hugvekjandi at síggja ungu hugtiknu og lurtandi andlitini framman fyri pallin, sigur Rani Nols- øe. - Tað at bæði ung og til- komin koma til okkara kon- sertir, prógvar eisini, at vit ikki eru eitt "kluborkestur" sum bert hoyrir einum ætt- arliði til, sigur Eyðun Nols- ge. - Tað merkir eisini, at tað ikki ber at siga tað sama í dag, sum fyri 10 árum síð- an, hóast vit ikki hava skift samfelagsliga meining. Yrkingar ella sangir eru ofta tíðarbundnir, og hoyra bert ávísari tíð til, heldur Eyðun. - Um tað finst ein sann- VE AA Tiltey stressabu " Eg siti nú um dagarnar og hugsi hvat er rætt um tykkum yvirstressaðu sum vilja upp á slætt eg skilji tykkar' stóðu og eg vejt tað ei er lætt fyrr enn fyrsta milliónin fær alt at ganga púra glatt hóast rákið er til høgru eru hjørtini til vinstru tí eingin sleppur undan at verja okkum minstu" Orð og lag: Eyðun Nolsøe leiki? Tað haldi eg ikki, tað vil altíð verða ein spurning- ur um tulking. Tí er eisini 6 møguligt at síga, um vit Eyðun og Rani Nolsøe: - Vit fara ongantíð at kenna okkum illa sum føroyingar ella at avnokta Føroyar, men vit halda, attað er synd í vanliga føroyingunum „sum ikki eigur part í tí, sum fór fram í 80'unum, ella er orsøk til stóðuna í dag søgdu sannleikan í 80'åru- num. - Um tað virkar rættvíst í dag, veit eg ikki, men tað var ikki torført at síggja skeivleikarnar í åttatiåru- num, sum førdi til sam- felagskreppuna í dag. Vit kunnu standa við tað, sum vit hava givið út á plátu, siga Rani og Eyðun. - Annars haldi eg, at tá tú ert 16 ár, só noyðist tú at seta títt egna mark fyri, hvat tú vilt góðtaka, men við áru- num letur tú meira upp fyri ødrum meiningum og góð- tekur meir. - Hetta er ein persónlig og náttúrlig verja - tey flestu melda seg inn í ein polit- iskan flokk, fáa sær eitt var- andi og trygt arbeiði, og so hava tey staðfest seg. Tað er helst náttúrligt at so er, men tað er ikki so lætt hjá øllum at góðtaka. Vit eru so ym- isk, sigur Rani Nolsøe. - Tit búgva í Danmark. Hvussu hevur ringa um- talan av Føroyum ávirka føroyingar i Danmark. Standa føroyingar saman, ella halda teir seg burtur frá hvørjum ødrum? - Í Keypmannahavn eru so nógvir føroyingar, at tú ikki nýtist at umgangast danir. Føroyingar standa avgjørt eisini saman í hes- um døgum. Fleiri feløg eru stovnað, og samanhaldið er ótrúliga gott. Sjálvandi fáa vit nógv skot frá dønum, sum ynskja okkum har pip- arið grør, men tað eru kort- ini aðrir, sum skilja okkara stóðu. - Tað er mannminkandi, tá danir halda, at vit bert eru snúltarir í Danmark, men sjálvandi - vit hava ikki Føroyar "flúgva fagrir fuglar bygga reiður har og fiskur býr í sjónum so langt sum eygað.ber at vitja fjallatindar mangur gleðir seg og spríkja goymdar keldur um vit bora gjógnum teg og verða vit ríkari tá Føroyar og hvør verdur rikari tå Føroyar" Orð og lag: Steintór Rasmussen —|— || —.………—| | nøkur góð kort í hondini, sigur Eyðun. - Hinvegin, so eru danir eitt serligt fólkaslag. Teir eru flest allir líkasælir, sita í hver sínum heraðshorni og taka ikki lut í tí, sum fer fram á politiska økinum, men tá tað kemur til pen- ingapungin, so taka teir stóðu. - Tað hevur sjálvandi ført við sær, at leiklutur okkara sum føroyingar er broyttur. Áður var tað positivt at vera føroyingur í Danmark. Vit høvdu nógvar fyrimunir, sum danir øvundadu okk- um. Eitt nå kundu vit fara heim i summarfritidini at arbeida, og fåa serligar skattafyrimunir. Tad hildu danir verda nakad serligt, sum teir ikki åttu lut f heima hjå sær sjålvum. - Eru tit lotir av at vera føroyingar i Danmark? - Nei, vit fara ongantid at kenna okkum illa sum før- oyingar ella at avnokta Før- oyar, siga Eyðun og Rani, og visa til samrødu vid Jac- ob Haugaard, sum er hålvur føroyingur. Hann varð spurdur um tað sama í sjón- varpinum herfyri. - Hann segði at hann elsk- aði Føroyar sum mammu og påpa sin, og at hann ti bar i bøtuflaka fyri øllum, sum varð farið fram i Føroyum. - Tå vit komu til Føroya i gjár, skein sólin oman og niðan. Tað var so heimligt og vakurt, at tú ikki kanst annað enn vera errin av at verða føddur í hesum landi, men vit halda samstundis, at tað er synd í vanliga før- oyingunum, sum ikki eigur part í tí, sum fór fram í 80'árunum, ella er orsøk til støduna i dag. - Bert spell, at tad eyd- nadist peningavaldinum at kollrenna politisku skipan- ina. I veruleikanum hava Orð: Dagny Myndir: Kalmar fóroyingar sagað greinina av, sum teir sjálvir sita á, m.a. við at forkoma hesum samfelagnum sum fiski- vinnutjóð. Tað er hugstoytt. - Hvat halda tt um fólkaflytingina? - Taðer bert ein avleiðing av støduna. Tað gera fólk eisini í ødrum londum, tå kreppur koma. Bert er tað stórt spell fyri Føroyar, tí vit ikki hava so nógv fólk at taka av. Hinvegin, so kunnu vit nærum ikki tosa føroyskt á gøtuni í Keypmannahavn, tí tað altíð er onkur sum skil- ir málið. Føroyingar eru nógv meira sjónligir í býar- myndini í dag. - Tað undrar okkum „sum lesa føroysku blødini í Dan- mark, hvussu nógv fjøl- midlamir gera burturúr fólkaflytingini. Tað virkar, sum halda teir, at tað er lættari at fara avstað enn at verða verandi og berjast fyri eini framtíð í Føroyum. - Vit kenna hópin av fólki í Føroyum, sum ikki kundu hugsað sær at farið av landi- num. Tey vilja verða heima og verja borg, men tað skrivar eingin um, siga Eyð- un og Rani. - 6. oktober 1992 gloyma vit ongantíð. Tað var eins og øll fasadan skrædnaði í einum omanlopi, og vit kendu helst øll máttloysi. - Eg eri tí bilsin hverja ferð, tá eg havi vitjað í Før- oyum eftir hetta. Eg havi fleiri ferðir fingið prógv um, at hetta samfelagið er seig- ligt, og hóast tað ikki gong- ur væl, so mala hjólini kort- JO Kendar gøtur "tú vart bøur og opin tún fjóra, vág og neyst tú vart barnaleikur mín um vár summar og heyst tú vart eisini ferð mín inn í ein løgnan heim í honum standi eg nú hann løgnari er enn tå hann hevur fullskapad meg men eingin sær longur teg" Orð og lag: Rani Nolsøe ini. Tað er ein uggi, hóast alt dapurskygni. - Eg ivist onga løtu i, at hetta samfelagið aftur fer at mennast. Tað haldi eg sæst á øllum brøgdum, sigur Eyð- un Nolsøe. VØRUKOYRING Eg átaki mær alla vørukoyring/ flyting — eisini å kvøldi og i vikuskiftunum MIE EON TILBOÐ | verða givin ; EINAR JUSTINUSSEN TIf. 15834 - 87899 Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes Torsdag den 26. maj 1994, kl. 11.40 tvangsauktion, (AS 23/94) over matr. nr. 35 c, Hattarvik beliggende Hattar- vik. Auktionen er begæret af advokat Jógv- an Ellefsen, Bryggjubakki 22, Tórs- havn, tlf. 1.1260 (j. nr. 36847) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 509 kvm. stor grund. Det bebygg- ede areal udgør 100 kvm. i 2 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på Dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 27.04.94 Mette Søgaard-Nielsen dfm.