Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr.81 —29. APRIL 1994 Tíðindablaðið { søsialurin | Ur fyra stødum i eitt Í hesum døgum heldur Marstein 30 ára jubileum við eini rúgvu av spennandi tilboðum Nytt CD-upplivilsi fyri alt húskið Í sambandi við 30 ára jubi- læum hjá Marstein sýna tey fyri fyrstu ferð í Føroyum fram nýggju CD-I skipan- ina frá Philips. Philips- uppfinnilsi, fyri alt húskið, sambindur mynd og ljóð við tekst og grafik, og gevur tær eitt satt upplivilsi. Compact Disk Interactive (CD-I) er eitt spennandi fleirmiðla-upplivilsi fyri alt húskið, sigur Mads Andreas Winther, sølustjæri hjá Mar- stein. Ein CD-I spælari kann setast til øll TV- og stereoanlegg og gevur at- gongd til eitt breitt úrval av forritum til børn og fáast kunnueisini ymisk spøl,um ítrótt, tónleik og mentan — umframt >Full motion video< við tónleikavideo og filmum. Tann, sum fær sær ein CD-I, kann t.d. tilrættis- leggja sær sjálvum eina rundvísing í tí víðagitna Smithsonian savninum í USA í egnari stovu, ella granska hvussu Michel- angelo og Leonardo da Vinci arbeiddu við teirra verkum. ER LONGU HEIMS- STANDARD CD-I byggir á sama stand- ard sum tónleikafløgurnar. Skipanin er ment av Philips og er góðkend sum standard av fleiri enn 200 førandi framleiðarum av brúkara- elektronikki og forritum. Tað merkir, at CD-I plåtan, líkamikið hvar hon er keypt, kann brúkas í spæl- framleiðarum og líkamikið SV-skipan. Umframt CD-I fløgur kunnu vanligar tón- >Full Motion Video« við tónleikavideo og filmi kom- andi Nintendospøl og elek- troniskar bøkur spælast í sama spælara. So einum Tann nýggja CD-I skipanin frá Philips byggir á sama fløgustandard sum tónleikaflógurnar, men upplivilsini eru langt meirafleirtýdd við undirhaldi fyri børn og forrit- um við spólum, ítrótti, tónleiki, filmum og mentan nýtist ikki at vera bangin fyri at henda skipanin hvørvur eftir heilt stuttari tíð, sigur Mads frá Mar- stein. NÓGV HEITI AT VELJA IMILLUM Longu frá byrjan finnist í Danmark eitt forritsútboð upp á góð 300 heiti at velja ímillum. Innihaldið skiftir frå barnaforritum, spólum, list, >Full motion video< og tónleikaforritum til lærurík »lær tað sjálvur< forrit. Eftir stuttari tíð koma her- umframt heilt nýggj sløg av forritum sum >interaktiv út- búgvingarforrit< við skræddaraseymaðari inn- læringframferð, filmum har ein sjálvur ávirkar handl- ingina og útbúgvingarfor- rit, sum gera tað spennandi og stuttligt at læra seg mál og ítrótt — t.d. golf. 72MIN. CD LJÓÐ ELLA 300.000 SÍÐUR AV TEKSTI Goymsluorkan er stór á eini CD-I fløgu. Hon kann inni- halda antin 72 minuttir við digitalum ljóði við studio- dygd, 20 tímar ljóð við tal- dygd, 72 minuttir við >Full motion video< í S-VHS dygd, 700 stillmyndir við sera høgari dygd, 130.000 strikumyndir, 300.000 síð- ur av teksti ella 650 Mbyte forrit. Hesar informatiónir kunnu eisini sameinast við ein CD-I. Latið okkum t.d. fara til Paris. Fløgan gevur áhugaverða vitan um býin, eitt kort við nágreiniligum viðmerkingum um býin og standmyndir, ein vegleidd- an túr gjøgnum byin, og tú kanst njóta útsýnið úr Eiff- eltorninum. Alt hetta saman við 32 minuttum av video við ljóði, 80 minuttum ljóð, 350 stillmyndum, 700 síð- um av teksti og 25 nágreini- ligum kortum. SERA VÆL MÓTTIKIÐ I USA, JAPAN og ONGLANDI Framkoman i Føroyum kemur eftir at skipanin er sera væl måttikin f USA fyri trimum árum síðani. Í 1992 fylgdu Japan og Ongland eftir, og í 1993 varð skipan- in fyri fyrstu ferð víst fram í Danmar. Ein grund til góðu m6ttøkuna er tann breiða undin, sum longu frá byrjan hevur gjørt Philips til ein standard, sigur Mads Andreas Winther, sum ann- ars bjóðar øllum at vera væl- komin í fæðingardag hjá Marstein og njóta eitt satt CD-I upplivilsi. á tingi Eitt samt løgting hevur nú endaliga samtykt at útvega Maskinskúlanum nýggj høli. Leingi hevur verid tosad um at byggja nyggjan Maskinskúla, og stór tøl hava verið nevnd, men nú er so avgerð fallin um hvussu verður við hesum skúla. Landsstýrið hevur nú frá løgtinginum fingið loyvi til at taka upp í níggju milli- ónir í láni at keypa og umbyggja bygningin hjá Wenzel Petersen við Oyggjarvegin. Skúlin hevur húsast í fýra | Nýggi maskinskúlin er nú endaliga samtyktur ymiskum plássum í Havn, og tað hevur darvað skúlans arbeiði nógv. tór.- Grundókið er 5860 fermetrar. Bygningurin er í fýra hæddum,- tilsamans góðar 2000 fermetrar. Mynd: Kalmar Svar upp á ørvitisskriv Jørmund Vågadals Í Dimmalætting 26. apr. Tá ið undirritaði í bløbun- um herfyri hevði eina grein viðvíkjandi kvotum okkara í Barentshavinum, gjørdi eg mær greitt longu áðrenn greinin kom í blødini, at eitt orakul sum Jørmund Vága- dal neyvan fór at virða mær eitt líkinda svar til tað, sum ført varð fram í hesi grein. Tí mær vitandi, so hevur hesin maður borið brá á at hava stórlætis ørskap (stor- hedsvanvid) og tað var júst ta uppfatan ein fekk av tí ør- vitsskriving, hann hevði fest á blað. Ístaðin fyri at svara ger hann gjøldur burt- ur úr tí álvarsligu stóðu, ið kann taka seg upp, verða kvoturnar í Barentshavin- um skerdar. Hvussu veruleikafjarur Jørmund Vågadal er og í hvørjum ålvara hann vidger hetta ålvarsmål, er ein onn- ur grein, hann hevur skriv- að, eitt gott dómi um. Í hesi grein setur hann eitt rokni- stykki upp, ið skal rættvís- gera hansara ætlanir um at taka grundarlagið undan Vesturvón, Skálaberg, Sundaberg, Enniberg og Beinir eins og manningini á hesum trolarum. Tað er sera takksamt hjá Jørmundi Vágadal at sita og krutla nøkur tøl niður á pappirid, tí sum øll jú vita, so er pappírið ógvuliga tol- ið. M.a. so ristir hann 6000 tons av saltfiski, ið svarar til uml. 13000 tons av rundum fiski, úr ermuni, faldar tað við kr. 24,- pr. kg, ið gevur eina upphædd upp á 144 milliónir krónur. Sam- stundis vísir hann á tær pen- ingaupphæddir, ið fáast við at arbeiða fiskin, umvæl- ingar o.a. eins og hann nevnir, at manningarpartur- in av hesum virksemi gevur eina samlaða upphædd upp á 43 milliónir krónur. Um vit rokna út frá einum manningartali, ið er uml. 150, so svarar tað til umleið kr. 300.000,- pr. mann ár- liga, ella kr. 25.000,- um Ut frá hesum tølum, ið Jørmund Vågadal leggur fram fyri Føroya fólk enntá svart upp á hvítt við egnari undirskrift, gevur undirrit- aða ta fatan, at tað meira eru ynskidreymar enn veruleiki, sum hann førir fram í fjølmidlunum. Ong- antíð betur um hesi tøl høvdu samsvarað við veru- leikan, men sum sagt ivist eg stórliga at so er. Hin- vegin so meti eg, at Jør- mund Vágadal við nevnda roknistykki ætlar at brúka tað sum alibi, tá hann seinni í ár uttan iva verður noydd- ur at ásanna at tað ikki gekk, sum hann hevði ætlað. Ístaðin verður tað tá fiski- málaráðharrin, ið verður lagdur undir at vera orsøkin til at tað ikki gek sum Jør- mund Vágadal spáddi 26.04.94. Til seinast vil eg ynskja manningunum å trolarun- um, sum enn sigla undir hentleikaflaggi, alt tað besta og er tað so sum reið- arin sigur, at manningar- parturin táttar upp ímóti tí upphædd, sum hann hevur roknað út og almannakunn- gjørt, so sær tað hóast alt ikki so svart út fyri tí før- oyska ísfiskaflotanum, um hann kann veiða samsvar- andi nøgdir í altjóða sjógvi. Og hver veit um ikki út- lendsku trolararnir sum frá- líður lata seg skráseta í Før- oyum við teimum rættind- um sum føroysk skip hava við minstulønarskipan 0.3. Livst so spyrst. Frank Davidsen