Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

————ð—————————————————eø<— Tíðindablaðið ED Nr. 81 — 29. APRÍL 1994 Sida 13 enn er Gregory Peck Leygardagin kl. 14.00: Tað blóðdálkaða sporið Am. cowboyfilmur frá 1968. Sam Varner hevur tænt amerikanska her- inum í nógv ár, og nú hann er á síni seinastu ferð, metir hann eini hvítari konu, sum hev- ur búð hjá apache-indiánarunum, men sum nú er rýmd við soninum. Pápi drongin er Sam Varner ger av at hjálpa konuni. Gregory Peck og Eva Marie Saint eru hevuðsleikarar. Sunnudagin kl. 14.40: Tann deydiliga uppfinningin Kekkiskur Karel Zeman-teknifilmur frå 1958, ið verður mettur sum ein tann besti í filmsøguni. kjarnorku, sum teir ætla at nýta til friðarlig taka allan heimin, tekur teir til fanga. Film- urin er grundaður á bókina hjá Jules Vernes Ein heimsumfar í havinum. Sunnudagin kl. 17.10: Itzak Perman spælir Brahms Tann kendi violinspælarin spælir violin- konsertina hjá Brahms saman við Radio- symfoniorkestrinum og Gennadi Rozhdestvensky. Sunnudagin kl. 18.00: Pålmakongurin Sending um tann ókrýnda pálmakongin í Nielsen, sum er ættaður úr Jútlandi. Hann eigur fleiri stórar pálmaplantasjur og reinsiverk, har hann framleiðir ymiskt úr pálmaolju. Arbeiðsfólkið hjá honum hevur somu sosialu trygdarskipanir sum Skandi- navia. Michael Rastrup Smith hevur lagt til rættis. Listamaðurin Frimod Joensen hevur av mongum nevndur »Hin føroyski naivistur- in«. Listaverk hansara eru sermerkt f litum og samanseting. Í sambandi við at Frimod verður 80 ár 2. maí, hava vit prát við hann og fáa viðmerkingar frá kendum føroyskum listamálara um målningalist hansara. Reyði ett hur sólna dagarenr havt skeið fyri nýggjum instruktørum í fyrstu hjálp. Vit vóru við til seinastu roynd- ina, tá næmingarnir óvæntað komu á van- lukkustað, har fólk vóru sminkað við bein- skrødd og blóðdálkað. Fiskirannsóknarstovan hevur ty ár gjør kanningar av og lundapisum í Skúgvi. Áhugaverðar upplýsingar eru nú po um hvussu sildberin fær fødi sína, hvussu ofta pisurnar fáa mat og sam- skiftið millum pisu og gamla fuglin. Vit hitta Berg Olsen fuglafrøding og síggja for- vitnisligar myndir úr lundalandinum og inni Så lundaholunum. Tá id dómurin fellur Amerikanskur filmur frá 1991 við Treat Williams í høvudsleiklutinum. Earl Rogers er ein av gitnastu verjuadvo- katunum í Los Angeles í tíðini eftir fyrra heimsbardaga. Hann åtekur sær tey sakar- málini, sum aðrir advokatar halda vera 6møgulig, og hann arbeiðir Gtraditionelt. Dóttur hansara, tann 10 ára gamla Nora, elskar og hámetir pápa sín. Men viður- skiftini millum faðir og dóttur koma at standa sína roynd, tá ið tvey ymisk drápsmál og ein persónligur sorgarleikur raka Rog- ers, so hann er um at missa fótafestið. Filmurin byggir á veruligar hendingar. Tyskvøldid kl. 21.10: Harðskapur ímóti kvinnum Í Danmark koma umleið 20.000 kvinnur um árið á skaðastovu, tí tær hava verið fyri harðskapi, og umleið 10% av hesum kvinn- um leita sær hjálp á eini kreppumidstød. Í sendingini vitja tey eina kreppumidstød fyri kvinnur í Roskilde og fylgja lívinum og ar- Í beiðinum har eitt samdøgur og tosa við kvinnurnar har. Hættislig girnd Am. filmur frá 1987. Michael Douglas og Glenn Close hava høvudsleiklutimar í hesum erotiska spenn- ingsfilmi um mannin, sum tó at hann er lukkuliga giftur, letur seg freista av eini aðrari. Filmurin er ikki fyri børn. Mikukvøldid kl. 22.25: Tak kjansin Jeff Bridges og Sally Field Am. filmur frå 1976. Jeff Bridges og Sally Field spæla tað unga parid og Amold Schwarzenegger er ein evnarikur body-buildari í hesum filmi um tann seinasta avleggaran av eini gamlari ætt í amerikansku suðurstatunum. Hann er greiður yvir at tann traditiónin, sum hevur hildið familjuni uppi í yvirstættini, er við at vera av, og at hann sjálvur noyðist at skapa okkurt nýtt. Tey vælsignadu børn — 8:9 Skulu børnini hava nakað at síga, tå ið familjan fær sær eitt keliðjór? Hvat djór hóskar til familjuna? Og kunnu foreldrini rokna við at børnini sjálv ansa eftir djórin- um? Í Hirtshals hevur Áse Eriksen, arkitektur, bygt ein skúla í samsvari við ynskini hjá børnum og hon stovnaði deildina fyri børn á Tjóðsavninum. Hanne Dam tosar við hana um at taka børn í álvara. Hvussu stóran týdning hava >merki- klædi« fyri maktstrukturin í skúlaflokkin- um? Eru tað tey, sum ganga í teimum dýr- astu og fínastu klæðunum, sum ráða? Ein lærari sigur frá gerandisdegnum í donskum skúlum, og um hvat lærarin kann gera. Høskvøldid kl. 21.40; Ameriku alvåpnadu statir Helvtin av øllum húskjum í USA hevur í minsta lagi eitt skotvåpn og hvørt år doyggja meira enn 30.000 amerikanarar av skotsårum, og 11 børn verða dripin hvønn dag. Tann svenski US A-korrespondenturin Folke Rydén hevur savnað tilfar til hesa sending um amerikanarar og skotvápn í eitt ár. Hvussu amerikanarar romantisera vápnahandilin og um tann ræðuliga prísin, sum amerikanarar tykjast lata sær lynda aftur fyri rættin til at bera vápn. Orðaskifti verður nú í senatinum um henda rætt. Hóskygldið kl. 22.35: Tann syngjandi detektivurin -1:6 Joanne Whalley Kriminalrithøvundurin Philip Marlow er púra hjálparleysur, tí hann hevur eina ringa húðsjúku. Bara hugflogið virkar. Í tí skrivar hann agentskaldsøguna >Tann syngjandi detektivurin< og ger seg sjálvan til hetju. Nútíð og fortíð renna saman og verða blandað við ti skymliga náttklubbaum- hvørvinum í London í 1940-unum saman við øllum tónleikinum frá tí tíðini. Michael Gambon hevur høvudsleiklutin Handrit: Dennis Potter. Leikstjórn: Jon Amiel.