fríggjadagur 29. apríl 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 Nr.81 — 29. APRIL 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin |
Hesaferð: Jógvan Sundstein, B36
Í dag fer Tíðindablaðið Sos-
ialurin at royna nýtt tiltak,
ið ætlanin er at hava hvørja
ferð fótbóltsupptaktin und-
an dystunum í 1. deild er í
blaðnum. Ætlanin er at fáa
ein áskoðara — roynt verður
at finna nakrar kring landið
gjøgnum árið — at royna seg
og gita, hvussu dystirnir um
vikuskiftið fara at enda.
Tað er sjálvandi ein torfør
uppgáva, men kortini kann
hepnast at fáa í hvussu er
nøkur av úrslitunum rgtt.
Hesa fyrstu ferðina verð-
ur tað Jógvan Sundstein, ið
er ein av trúgvu áskoðarun-
um hjá B36, ið fer at gita,
hvussu hetta umfarið fer at
enda. Tá tíðin loyvir tí, er
hann altíð í Gundadali fyri
at stuðla sínar favorittar.
Hansara boð upp á úr-
slitini eru hesi:
NSI-HB 1-1
B36-IF n 32
EB/Streymur-KI 2-2
B71-TB 3-1
GI-B68 2-1
TB tunga upp-
gsávu á Sandi
Ferðin hjá TB norður um
Suðuroyarfjørð og aftur av
Gomlurætt suður á Sand-
oynna er tann næsta í ár.
Í fjórðingsfinalunum i
steypakappingini møttust
liðini eisini á Sandi, og tá
streyk B71 avstað við sigr-
mum.
Sandoyingarnir vístu eis-
ini síðsta sunnudag, at teir
eru sterkir á útivelli, tá teir í
Klaksvík vunnu á KI, ið
annars hevur verið eitt tað
stinnasta heimaliðið yvir-
høvur tey mongu seinnu ár-
ini.
Og sandoyingar eru eisini
klárir at taka móti teimum
svertu og hvítu av Tvøroyri,
ið sunnudagin noyddust av
við bæði stigini móti før-
oyameistarunum úr Gøtu. í
er tað helst ein tung upp-
gáva, TB hevur fingið í hes-
um umfarinum.
Hjá TB krevst at fáa stig í
hesum dystinum, so slepp-
ast kann eitt vet frá botn-
inum.
B71 hevur hesaferð Sofus
Clementsen við aftur, eftir
at hann noyddist at siga utt-
anfyri sunnudagin við leik-
banni. Annars eru allir hinir
gulu klárir, hóast bæði Jóan
Petur Clementsen og Tor-
bjórn Jensen dragast við
smásnuddir. Leirvíkingurin
Kristian á Reynatrød, ið er
skrásettur sum B71-ari í ár,
er framvegis skaddur, og
sandoyingar rokna ikki við
honum í fyrru helst av
landskappingini.
Gulu kortini hjá B71 eru
trý í tali, og tey hava Páll á
Reynatúgvu, Jóan Petur
Clementsen og Torbjórn
Jensen.
Karl Øster á liðið
Dysturin á Sevmyri síðsta
umfar fekk heldur dramat-
iskan enda, tá Eyðun >Gull-
ok< Svalbard fekk reyða
kortið og gav dómaranum
flata hond frammaná. Enn
erikki ásett, hvat hetta kem-
ur at kosta honum, men um
vikuskiftið skal kappingar-
nevndin hjá FSF taka málið
upp til viðgerðar og áseta
leikbannið fyri misbrotið.
Men í hvussu er hevur
reyða kortið ávirkan á hend-
andystin, so Eyðun í hvussu
hevur leikbann nú. Í hans-
ara stað kemur Karl Øster,
ið fekk eitt korter við móti
endanum í GI-dystinum.
Hermann Mortensen, ið
saman við Óla Johannesen
hevur tey bæði gulu kortini
hjá TB higartil, er eisini ein
møguleiki til álopið, men
hann er skaddur og var ikki
við í hópinum síðsta sunnu-
dag. Annars eru allir spæl-
ararnir hjá TB klárir.
hj.
Nýggja toftaliðið
stóra avbjóðing
B68 skal inn til Gøtu, og har
fæst at vita, um nýggja liðið
megnar at standa seg móti
teimum stóru, ella um javn-
leikurin móti HB var móti
vánaligum havnaliði.
Toftamenn hava hagtøl-
ini å sinari sidu. Teir standa
seg altíð væl í Sarpisgerði,
t.d. greiddu teir javnleik
bæði í fjør og í fyrraárið. Í
1991 vann GÍ, men tey trý
árini frammanundan vann
B68 í Gøtu.
Hugburðurin er greiður í
báðum felggunum. GÍ
spælir fyri at vinna hvørja
ferð, bæði úti og heima, og
tá tað eydnaðist í torføra
dystinum á Sevmýri, so skal
góða byrjanin ikki oyði-
leggjast við ikki at vinna á
Á Toftum eru teir nøgdir,
um teir sleppa aftur um
Gøtueid við stignum, teir
koma við. Móti HB var Páll
Didriksen einsamallur á
toppinum, og hann skal ikki
rokna vid at fåa meiri hjålp
hesa ferð, enn hann fekk tá.
Somu liðini
Tað verða neyvan tær
stóru broytingamar á lið-
unum samanborið við dyst-
irnar seinasta sunnudag. I
Gøtu hava teir einki kort
fingið, hvorki í steypakapp-
ingini ella í landskapping-
ini.
Seinasta sunnudag
noyddist Øssur Hansen út
við skaða, hann hevði drig-
ist við í vikuni framman
undan dystinum, men teir
roknaðu mitt í vikuni við, at
hann verður vid í Gøtu.
B68 hevur fleiri kort á
kontoini: Edmund Jacob-
DOMARARNIR SKØTISLEYSIR
sen hevur tvey og verður tí-
skil leikbannaður, um hann
fær kort í morgin. Øssur
Hansen, Hans Hansen og
Dystir og
dómarar
1. deild menn í morgin:
NSÍ-HB: Herman Midjord
B36-ÍF: Sunleiv Højgaard
EB/Streymur-KÍ: Birgir Sondum
B71-TB: Jóhan Carl Dam
GÍ-Bó8: Lassin Isaksen
2. deild menn í dag:
VB-HB: Frits Poulsen
Royn-NSÍ: Petur E. Kjærbo
KÍ-FS Vágar: Óli Heri Joensen
SÍ-LÍF: Trúgvi Fagraberg
B68-Sumba: Jón Láadal
3. deild menn í morgin:
LÍF-HB: KÍ
B36-IF: Fram
EB/Streymur-KÍ: MB
Skála-TB: ÍF
GI-FS Vágar: Streymur
Fjóðringsfinalurnar í steypa
kappingini hjá kvinnum:
HB-KI: Bjarni í Stórustovu
AB-FS Vágar: Arthur Ellingsgaard
B36-Skála: Nemus N. Djurhuus
ÍF-Sumba: Niklas á Líðarenda
Oleif Joensen hava hver
sitt.
-nn-
Tá Sunleiv Højgaard úr Runavík í Gundadali í morg-
in bríkslar dystin at byrja millum B36 og ÍF í Gunda-
dali, er tað fyrstu ferð, at hann er svartklæddi maður-
in ílandskappingardysti í 1. deild. Hann hevur annars
dømt í mong ár í lægru deildunum.
Sambært dómarayvirlitinum eru trettan dómarar
settir at dóma í fyrstu deild. Hinir tólv dømdu í
fremstu rød í fjør.
Vit hava havt ætlanir um at fylgja
gjølla við í, hvussu gul og reyð
kort verða býtt út. Í fjør royndu vit
at hava yvirlit í blaðnum týsdag,
men yvirlitið vísti seg at vera
ógvuliga ófullkomið, tí ikki so
sjálvdan gloymdu heimildarfólk-
ini, hver hevði fingið gult kort.
Í ár avráddu vit við Fótbólts-
sambandið, at vit til leygardags-
blaðið kundu frætta frá teimum,
hvat dómaraseðlarnir frá viku-
skiftinum frammanundan segdu
um kortspælið.
Ganga ov lætt um démarasedilin
Men gakk: tá vit fyrrapartin hós-
dagin vóru í sambandi við FSF
skrivstovuna vóru bara fýra dóm-
araseðlar frá 1. deildardystunum
seinasta sunnudag komnir teim-
um í hendi og bara ein seðil frá
teimum fýra dystunum í 2. deild
fyri viku síðani!
Hóast FSF hevur lagt nógva
orku í at minna dómararnar á,
hvussu neyðugt tað er, at sedl-
arnir verða rætt fyltir út, so er úr-
slítið ógvuliga ófullkomið hjáfleiri.
Tað er spell. Ikki bara fyri yvirlitid í
Ítróttarsosialinum, men eisini tey
yvirlit, sum eiga at verða gjørd í
landi, ið roknar seg millum aðrar
fótbóltstjóðir og tekur lut í altjóða
kappingum. ,
Og kanska tydningarmiklasta
uppgåvan av øllum í hesum sam-
bandinum er, at FSF ikki fær røkt
sínu tænastu yvir fyri feløgum og
einstaklingum, sum ringja fyri at
staðfesta spurningar um leikbann
og annað, tey ikki eru vís í.
Dómaraseðilin er so mikið ein-
faldur at fylla út, at tað skuldi verið
løtt søk hjá hverjum 14 ára goml-
um at fylt hann rætt út. Tann, ið
ikki megnar ta uppgåvuna, er
heldur ikki førur fyri å vøllinum at
styra dysti.
Millum tað, sum er ófullkomið á
seðlunum, ið skulu eitast at vera
útfyltir, kunnu vit nevna, nær gulu
kortini eru givin (fleiri seta bara
kross, har minutttalið skal
standa), hvar hevur skotið mál og
nær (fleiri skriva bara málini), og
hver er komin inn fyri hvønn og
nær (fleiri skriva kross við, hver er
komin inn, nevna ikki hvor er farin
útog skriva ikki nær útskiftingin er
farin fram).
Frá dómarum, sum hava verið
á skeiðum saman við útlending-
um, bæði heima á klettunum og í
útlandinum, hoyrist, hvussu nógv
verður gingið upp í, at dómarin
ber seg rætt og sømiligt at, frá tí at
hann fer frá húsum til dómara-
uppgávuna, og til hann er aftur við
hús.
At so lætt verður gingið um
dómaraseðilin hjá nógvum, dreg-
ur nógv frá, tá metast skal um,
hvussu teir megna sítt avrik. Og
so átti tað at verði av áhuga bæði
hjá dómaranum, FSF og øbrum
áhugaðum at dómaraseðilin varð
sendur FSF skrivstovuni sama
dag, sum dysturin hevur verið.
Ítróttarsosialurin