Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-04-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. apríl 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin | Nr. 81 — 29. APRIL 1994 Sida 19 AQ Vinnarin í Havn ur altíð fingið verður oddalið B36 og ÍF hittast í Gunda- dali. Bæði liðini fingu góða byrjan, tá tey vunnu á heimavelli. Vinnur annað liðið hesa ferð, verður tað liðið oddalið eina viku aft- Í fjør fekk IF vånaliga byrjan. Tá tvey umfør vóru leikt høvdu teir einki stig. Tá vóru báðir dystirnir leiktir á útivelli — móti VB og TB. Nú eiga teir tveir heimadystir, og nú fáa vit at síggja, um byrjanin verður eins góð í ár, sum hon var vánalig í fjør. B36 droymir seg fram- vegis aftur í trýssini, ja heilt aftur til 1962, tá teir seinast vunnu FM. Skal dreymurin um at vinna FM, og tískil sleppa av við kompleksið ikki at hava vunnið FM í 32 ár, gerast veruleiki, eru sigr- ar á heimavelli minsta krav, og tí ræður um hjá árstals- felagnum at fáa eins væl burturúr, sum teir fingu móti NSÍ seinasta sunnu- dag. Tað plagar at ganga javnt á, tá hesi bæði liðini hittast. Skírisdag leiktu tey venj- ingardyst í Fuglafirði, og tá vann ÍF 3-1, eftir at B36 hevði verið á odda. Í fjør vann ÍF landskappingar- dystin á heimavelli við 2-1, meðan B36 vann 3-1 í Gundadali. Fleiri av árun- um frammanundan var ÍF í 2. deild. tvi um tveir lyklaleikarar B36 hevur allar leikararn- ar tøkar frá dystinum móti NSI, og vit fáa upplýst, at tað liggur í luftini, at teir fara ikki at broyta nevni vert upp á liðið. Fýra leikarar hava hvor sítt gult kort á kontoini: Edvard Apalkov, Tummas Eli Hansen, Jåkup Mørk og Allan Mørkøre. I Fuglafirdi er ivi um tveir av lyklaleikarunum. Rógvi Larsen er staddur uttan- landa, og roknað verður ikki við, at hann verður aft- ur til dystin sunnudagin. Torkil Hansen, sum er aft- asti verjuskansin, noyddist út 20 minuttir undan leik- loki móti EB/Streymi. Hann hevur fingið viðgerð hesa vikuna, men óvist er, um hann verður klárur. Um Torkil ikki verður klárur verður Ken Bærend- sen møguliga fluttur úr álopinum á aftasta mann. Hvussu miðvellurin skal mannast, um Rógvi íkki verður við, er meiri opið. Taðkrevur onkrar broyting- ar, og so er møguligt, at Fróði Petersen ella Høgni á Lakjuni vera við frá fyrsta bríksli. Í Fuglafirði hava triggir leikarar hvor sítt gult kort: Ken Bærendsen, André Magnussen og Fróði Peter- -nn- Botndystur i Streymnesi Í Sundalagnum verður fyri fyrstu ferð landskapp- ingardystur í 1. deild, tá klaksvíkingar koma á vitj- an í Streymnesi í morgin. Talan er um ógvuliga týdningarmiklan dyst fyri bæði liðini. Tey fingu einki burturúr fyrsta um- farinum, og tapir annað liðið hesa ferð, er tað smokkað rættiliga burtur ímillum. Tá EB og Streymur vóru í lægru deildunum gramdu hini feløgini seg, tá tey skuldu á grúsvall- imar har norðuri, og tað fara vit neyvan at hoyra minni um, nú teir eru í 1. deild. Uttan iva er tað so, at EB/Streymur hevur fyri- mun á heimavelli, men á hinari síðuni skulu vit minnast til, at teir á úti- velli, og tað vil siga annað hvert vikuskifti, eru á graslíki, sum teir ikki eru vanir at venja á. Hini fel- øgini skulu bara eina ferð í part á grusvøllin. Bæði liðini hava alt fólkið tókt frá fyrsta um- farinum. Í Klaksvík hava tríggir leikarar fingið kort, og allir hava fingið tvey í part. Tað vil siga, at um Allan Joensen, Eyðun Klakkstein ella Kurt Mørkøre síggja gult í morgin, so eru teir leik- bannaðir annan sunnu- dag. Í Sundalagnum hava teir bara tvey kort á kontoini. Finnbjørn Zachariassen eigur annad, og Sonni Samuelsen eigur hitt. Tveir á veg Í Norðlýsinum hósda- gin fær KÍ nógv oman yvir seg. Ein áskoðari sigur bart út, at KÍ hevur vána- ligasta ålop í Føroyum. Skulu vit meta út frá, hvussu nógv teir hava skorað, so stendur ikki væl til, men spurningurin er so, um øll ábyrgdin fyri hetta skal leggjast á fremstu menninir. Úr Klaksvík verður sagt, at tað eisini er ein spurningur um at fáa vongspælið at rigga betur, soleiðis at teir á toppinum fáa nakað tilfar at arbeiða við. KÍ hópurin verður helst hin sami, sum hann var móti B71. Tveir leikarar, sum í fjør vóru í 1. deildar- hópinum, eru farnir at venja aftur: Jan Andreas- sen, sum hevur verið niðri í skúla, og Poul Juul Vil- helmsen, sum í fjør bara var við ein dyst, áðrenn hann varð knæskaddur. Stutt eftir at hann í fjør var farin undir aftur venjing- ina, varð hann aftur skadd- ur, men nú er í lagi. Roknað verður við, at teir báðir vera við í 2. deild hesa ferð. Í Sundalagnum rokna teir við sama hópinum, sum móti ÍF. Tað kann tó hugsast, at broytt verður eitt sindur upp á liðið, Ld. fer Ingi Hansen at vera við frá fyrsta bríksli. Hann kom inn í álopið eitt sind- ur inn í 2. hálvleik móti ÍF og skoraði. »-nn- stig i Runavik Runavíkingar fáa vitjan úr Havn í morgin, og liðið er HB, sum enn ongantíð er farið tómhent úr Runavík. Heldur ikki munnu HB- stuðlarnir vænta, at ødr- vísi verður hesaferð, tí teir fara við bussi til Runavík- ar sunnudagin. Hann er settur at koyra frá ÍSF- húsinum kl. 13.30. HB hevur altíð annað- hvørt vunnið ella fingið javnleik í Runavík, með- an søgan ofta hevur verið ein onnur í Gundadali, har tað serliga tey seinnu árini — lá liðini væl at merkja hava verið í somu deild — hevur eydnast NSÍ nakrar ferðir at fara sigrandi av- stað aftur. Runavíkingar eru ann- ars vælbrynjadir at meta HB. Stórt sæð øll mann- ingin, ið tapti móti B36 í Gundadali sunnudagin, er klár — og onkur er komin aftrat. Einasti maður, ið helst ikki lukkast at gerast klár- ur, er Jónstein Petersen, sum í unglingadysti móti KÍ í vikuni fekk skaða í lærið. Hinvegin er Svein í Heiðunum komin fyri seg eftir lítlan skaða, og eisini sær út til, at Elían Hansen fær spælt, hóast hann í semifinaluni móti KÍ var so óheppin at bróta eitt rivjabein. At Jónstein ikki er vid, fer helst at føra vid sær, at bæði Svein í Heiðunum og Uni Hansen, ið hava kappast um plássið, verða við frá byrjan. Svein í Heiðunum og Kári Hansen hava hver síu gula kort undan HB- dystinum, meðan Arnfinn Langgaard skal ansa sær, um hann ikki skal fáa sitt triðja og tí koma at sita utt- anfyri næsta umfar. Gunnar frískur Móti B68 síðsta sunnu- dag var spælandi HB-for- maðurin, Gunnar Mohr, ikki við. Hann var forkgl- aður og helt best vera at halda seg uttanfyri. Hann er frískur aftur, og kann bjóða annaðhvort Sigfríði Clementsen ella Jan All- ani Miiller av í kappingini um ålopsplåss. Jóannes Jakobsen, ið er spælandi venjari hjá HB, hevur ikki vant síðstu vik- urnar, av tí at hann hevur brotið rivjabein, men hann vandi aftur mikukvøldid, so ikki er óhugsandi, at hann kemur á aftasta plássið í staðin fyri sanda- vágsmannin Alfred Joen- sen, ið var síðsti skansi móti B68. Jan Dam, id fyri stuttum fekk skurðviðgerð i økla- knitin, byrjar aftur at venja nú, men hann verður sjálvandi ikki klárur til hendan dysun. HB ætlar at fáa hann á føtur til seinnu semifinaluna í steypa- kappingini mót B71. Sámal Erik Hentze, ið hevur verið við, er farin uttanlands, so hann verður neyvan at síggja aftur á HB-liðnum í bræði. Hann hevur annars tvey gul kort sitandi á sær saman við Jón Dahl, meðan John Heri Dam og Kaj Leo Jo- hannesen hava hver sitt. hj. HB-Stuðlar bussferð til Runavíkar í sambandi við dystin mill- HB-stuðlar — sum eisini um NSÍ og HB í Runavík hevur verið gjørt til aðrar sunnudagin kl. 15, skipa dystir — fyri bussfer úr húsinum kl. 13.30. TBF a0dalfund månakvøldio Månakvøldid kl. 20 fer Tvøroyrar Borðtennis- felag at hava adalfund i skúlanum iTrongisvågi. A skránni er ymist, og eitt nú verður nýggjur formaður valdur á aðal- fundinum. Hans Hamm- er, ið hevur verið for- maður, hevur boðað frá, at hann ikki ynskir at halda fram sum formað- ur, men kortini í nevnd- ini. Í hansara stað skal so nýggjur formaður velj- ast, og verður tað Fríði Jensen, ið hevur tikið sær av venjingini í fel- agnum síðsta árið. Úrslitini hjá TBF hava eisini verið góð — onkur vil vera við, at tey eru tey bestu síðstu 20 árini. Í hvussu er vann TBF fleiri meistaraheiti und- ir hansara leiðslu. Bæði einmans- og tvímansleik- in hjá smádreingjunum vann TBF, og sama par- ið vann eisini tvimans- leikin í dreingjadeildini, Vagnur Nolsve og Kaj Roest. Eisini tvímans- leikin í unglingadeildini vann TBF, og í meistara- deildini vann Hans Hammer einmansleikin og tvímansleikin saman við Fríða Jensen. Teir Havn til Runavíkar. > Bussurin koyrir frá ÍSF- báðir vunnu eisini tví- mansleikin í meistara- deildini, og er tað fyrstu ferð, síðani navnframu Alec Bech og Niels Hov- gaard vunnu i 1978. Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins eydnaðist eisini TBF at vinna blandaða tvímansleikin, ogsyrgdu Annika Strom og Hans Hammer fyri hesum. TBF hevur eisini onkr- ar framtíðarætlanir, og millum hesar er ein ferð í summar til Svørikis við yngru spælarunum, so teir kunnu sleppa rætti- liga at royna seg. hj.