fríggjadagur 29. apríl 1994síða 27
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 81 — 29. APRIL 1994 Sida 27
Dagsins i =-
á
í
<<
tekstur +.
Fjórða sunnudag eftir påskir ha“ %
Kollekt. Latum okkum øll biðja:
Harra vár Guð, himmalski faðir! Tú, sum við syni
tínum hevur sent okkum talsmannin, heilaga anda tín,
sum skal sannføra heimin um synd og rættvísi og dóm
og vegleiða okkum til allan sannleikan, vær biðjum teg:
upplýs tú hjørtu okkara, so at vit viðkenna okkum synd-
ir okkara og við trúnni á Krist koma til hina ævigu rætt-
vísi og í ein og hvørji neyð og freisting okkara halda
fast við ta troyst, at Kristus er harri yvir djevli og deyða
og øllum lutum, og at hann av náði síni vil bjarga okk-
um frá øllum illum, so at vit kunnu verða sæl um ævir
fyri son tín, Jesus Krist, váran harra, sum við tær livir
og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um
aldur og ævir allar! Amen.
Epistulin skrivar Paulus ápostul í seinna brævi
sínum til Korintmanna, 5. kap. 14.v. og út
Tí at kærleiki Krists valdar okkum, við tað at vit
hava hildið hetta: Ein er deyður fyri allar, tá eru teir
allir deydir; og hann er deyður fyri allar, fyri at teir,
sum liva, ikki longur skulu liva fyri sær sjálvum, men
fyri honum, sum fyri teir er deyður og upprisin. Tí meta
vit tá hereftir ongan eftir holdinum; ja, um vit so eftir
holdinum hava kent Krist, tá kenna vit hann nú ikki
longur soleiðis. Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggj-
ur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!
Men alt er frá Guði, sum gjørdi okkum sáttar við seg
við Kristi og gav okkum sáttargerðartænastuna; við tað
at tað var Guð, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við
seg, og hann tilroknar teimum ikki misgerðir teirra, og
hevur lagt orðið um sáttargerðina niður í okkum. Vit
eru tí sendiboð í Krists stað, sum var tað Guð, ið áminti
við okkum. Vit biðja í Krists stað: Verðið sátt við Guð!
Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okk-
ara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum.
Hetta heilaga evangeliið skrivar Jóhannus
evangelistur, 8. kap. 28.--36. v.
Jesus segði tá: >Tá ið tit fáa hevjað upp menniskju-
sonin, tá skulu tit koma at sanna, at eg eri tann, sum eg
eri, og at eg geri einki av mær sjálvum, men tal hetta,
soleiðis sum faðir mín hevur lært meg tað. Og tann,
sum sendi meg, er við mær; ikki hevur hann latið meg
vera einsamallan, tí at eg geri altíð tað, sum honum
líkar. Tá ið hann talaði hetta, trúðu mangir á hann.
Jesus segði tá við teir Jødar, sum tikið høvdu við trúgv
á hann: »Um tit verða verandi í orði mínum, tá eru tit
av sonnum lærusveinar mínir, og tit skulu læra at kenna
sannleikan, og sannleikin skal fría tykkum«. Teir svar-
aðu honum: »Vit eru eftirkomarar Ábrahams og hava
aldri verið trælir hjá nøkrum. Hvussu kanst tú tá siga:
Tit skulu verða frælsir?« Jesus svaraði teimum: »Sanni-
liga, sanniliga sigi eg tykkum: Hver tann, sum ger
syndina, er trælur hjá syndini. Men trælurin verður ikki
verandi í húsinum um aldur og ævir; men sonurin verð-
ur verandi har um aldur og ævir. Um ti sonurin fríar
tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir«.
Ruba reinsað
— væl reinsað
c 2
#4 mm
p >» /
15 VW í
Pr í
Pt
REINSAR ALT!
Klæði, gardinur, teppi,
ruskinno.a 2
Box 1267 - Tlf. 16301
Magnus Heinasonarg. 15 - Havn -
Tað henta bindiliðið
Tá ið vit seta navnorð saman við onnur navnorð, gevur
málið okkum nógvar meguleikar:
a) við hversfalli eintali (landsmenn, barnsburður,
kvígukálvur, dagsverk);
b) við hvørsfalli fleirtali (landamørk, barnamatur,
fiskaloysi, Uppsalapætur, dagaskil);
c) við stovni sum fyrra lið (bildekk, lógloysi, tann-
lækni, hælsin, trolbassi, dagløn);
d) við klípi (Lorviksfjørdur, Sandvíkshjalli, Kviviks-
tummas, fiskimaður, læribók, grindamaður, Kósavirkið).
Men hesin seinasti møguleikin, at seta eitt klipi, Le. eitt
fonetiskt bindilið, inn í millum hini bæði liðini, tykist ikki
vera dámdur av teimum, sum seta nýggj nøvn á vegir og
tunlar og tílíkt.
Og 16 er hetta ikki nakað nýt. Í skinnbrævinum frá 22.
august 1403 um >góðs og arvafæ eftir Guðruna Sjúrðar-
dóttir< í Húsavík finna vit í tveimum stødum: Husauiks
gods'. (Diplomatarium Færoense s. 36-37).
Nær málið velur hversfall eintal ella hversfall fleirtal er
ikki nakar matematiskur spurningur. Rytma, intonatión og
ljóðmynstur hava størri tydning. Tað bleiv sagt um Upp-
salapætur, at hann var eitt landastrok, hóast hann, sum
vitiligt er, streyk um bara eitt land. Eitt hundsskinn kann
føra eitt hundaliv, og hundalond koma sjáldan í hundsbiik,
og onkur syndari hevur verið hundbardur. Skapur' eitur
'skapar' í hvørsfalli eintali; tí eitur eitt gjørt orð 'skald-
skapargreining'. Men nátúrlig. ikki-gjørd orð seta líka ofta
í staðin fyri hversfalsending eitt klípi inn í millum tey bæði
liðini: vertskapsmadur. Tað er ikki klókt at royna at
mekanisera okkara brúk av bendingum: Neytakonurnar
fóru við mjólkarbiði til neytar, og har vóru bæði mjólk-
neyt og geldneyt, og tá ið tær komu aftur um kveldarnar
var gott at fáa ein mjólksopa. Hví er mjólkapakki ikki líka
rætt sum mjólkarpakki“?
Tað er vanligt, at tå ið tað fyrra liðið í samansetingini
hevur fleiri stavilsir, brúkar málið bindilið og ikki hvers-
fall. Tað eitur 'víkarbáturin', men 'tjórnuvíksbáturin
Grundarlagið hjá undirgrundsnevndini. Hetta hevur
Marjun Simonsen víst á í einari vælundirbygdari grein í
»Måltingi« nr. 8/1994. Í sínari føroysku mállæru kallar
Lockwood hetta fonetiska klípið fyri composition link (s
40).
Hyggja vit at stabanøvnunum (sum kunnu vera millum
tey elstu í málunum), so síggja vit ein hóp av dømum um
samanseting við bindiliði: Í Vágum rennur Sálarbótsá, og í
Tindhólmi finna vit bæði Lendingsmel og Lendingsurð
og Lendingsrygg.
Orðið 'sigling' er kvennkyn og eitur í hversfalli eintali
'siglingar'. Men í samansetingum verður hesin formurin
ikki altíð brúktur: siglingsleið, siglingstíð. Eitt stuttligt
orðaskifti um hetta essið finna vit hjá J. H. O. Djurhuus. Tá
ið Janus hevði gjørt yrkingina Blíð byrjar lívsins siglings-
ferð, helt Rikard Long, at hann heldur skuldi brúkt Tagnu-
ferð', ti 'siglings-' ikki var rett bending. Janus spurdi Chr.
Matras, sum sjálvur sigur, at hann svaraði snakað so: nú
hevur tå nýt (tað óregluliga) siglingsferð, lat tað
standa'< (J. H. O. Djurhuus: Yrkingar 1898-1948, s. 215.
- Á s. 377 skrivar Janus sjálvur til Trónd Olsen um sama
evni. Hann vil tá vera við, at:tað er Eros, sum fær orðini at
skifta kyn).
Tá id klaksvikskingar fara til Havnar, so mugu teir fyrst
stríða seg um Lorvíksfjarð. So fara teir kanska inn á gólvið
hjá onkrari lorvíkskonu at vænta sær kaffi, og meðan teir
bíða eftir bussinum, fegnast teir um blíðskapin hjá lorvíks-
fólki. Fyri at sleppa til Havnar mugu teir gjøgnum Lor-
víksfjall, men tá noyðast teir gjøgnum LORVÍKAR
TUNNILIN. Tað stendur har, við stórum stavum. Tað
ger kanska ikki so nógv, ell koma fram kortini. Spell bara,
at:teir, ið borað hava, ikki hava spurt onkran til ráðs. Teir
kundu t.d. farið í skúlan at spurt. Lorviksbørn høvdu púra
vist svarað við ein munn: Lorvíkstunnilin! Er tað ikki eitt
sindur meiningsleyst við sovorðnum blandingsnøvnum?
Málið er ein gomul skúta, men hon skal ikki standa á bed-
ing altíð. Hetta vita bedingsmenn og onnur við neyðugari
bakgrundsvitan. n
HVØRT AV SINUM
Menn eru nú yvirhøvur farnir at siga »eitt sindur av
hvørjum« (<»lidt af hvert«), men á føroyskum varð
altid fyrr sagt hvert av sínum
ES akalalakalal kall kkal ella kA BE! lll lll
MyNDIR: TUMMAS JAKUP THOMSEN
(€) 1994
ore: PETUR JENSEN
Bina spurdi føraran, um BoBo kundi sleppa
Komin it år tunnlinum før BoBo at goyggja
so
Og tunnilin var, eins og áður, tað besta
nú hon visti, at hon var ikki einsamøll
útum líka, og tað slapp hann. Helst vildi hann
framhald
pissa