týsdagur 3. mai 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 82 — 3. MAI 1994 Tíðindablaðið CD
Mandela og de Klerk ruddaðu slóð:
Demokratiið vann
- rasisman tapti
Samrådingarleidin - dialogurin millum Mandela og de Klerk - hevur ruddad slóð
fyri friðaligu kollveltingini í Suðurafrika. Sera stórar uppgávur liggja fyri
framman. Milliónir av svørtum liva í størsta fåtækradømt. Høvudsuppgåvan hjá
Mandela og øllum svørtum var at beina fyri apartheid. Nú ræður um at beina
fyri avleiðingunum av apartheid, nevniliga fåtækradøminum millum landsins
svørtu íbúgvar.
Fyrsta frælsa valið í
Suðurafrika - flaggskipið í
tí afríkanska heimspart-
inum - gjørdist ein dyggi-
ligur stórsigur fyri demo-
kratiið og eitt fullkomið
tap fyri rasismuna og við-
gongdar afturhaldskreftir.
Tað, sum næstan eingin
hevði torað at trúð upp á,
hendi.
Grundarsteinurin varð
lagdur tann dagin, tá hvíti
suðurafrikanski leiðarin F.
W. de Klerk gav vaktar-
monnunum í best varda
fongslinum í landinum
boð um at leyslata svarta
ANC-leiðaran Nelson
Mandela. Hann hevði tå
sitið í fongsli í samfull 27
ár.
Komandi fýra árini
løgdu hesir báðir leiðarar-
nir gjøgum samråding -
dialogin - lunnar undir tí
demokratiska Suðurafrika.
Valið í farnu viku gekk
friðaliga fyri seg, hóast
royndir vórðu gjørdar frá
høgraektremistiskari síðu
at skapa ruðuleika. Tó at
eini 20 fólk mistu lívið
undir bumbuatsóknum,
eydnaðist tað at fáa valið
frá hondini á tryggan og
rættan hátt.
Hetta er eisini tað, sum
hevur tikið mangar eyg-
leiðarar á bóli, tí mong
bóru ótta fyri, at hetta
fyrsta valið í tí apartheid-
kenda Suðurafrika fór at
enda við kaos. Men so
varð ikki. Teir umleið 24
mill. veljararnir tustu til
veljarastødini teir fýra
dagarnar, sum vórðu settir
av til valið. Endaliga úrs-
litið fyriliggur ikki enn,
men í gjár vísti upptelj-
ingin, at ANC hevði
fingið 53%,
Tjóðskaparflokkurin 28%,
Incathaflokkurin 7% og
Frælsisfylkingin umleid
8%. Teir vidgongdu å
høgravonginum vóru
undir markinum at fåa
nakran valdan. Tå var
umleið ein tridingur av
atkvødunum taldar upp.
Undan valinum vard
mett, at ANC før at fåa
meira enn 60% av atkvød-
unum, men hetta fer neyv-
an at halda. Eygleidarar
eru annars væl nøgdir vid,
at ANC ikki fær ov stóran
meiriluta, tí tá kundi tað
hent, at flokkurin einsa-
mallur hevði kunnað stýrt
og harvið kunnað broytt
alla grundlógina uttan at
spyrja hinar flokkarnar
eftir. Hetta hava mong
borið ótta fyri, tí tað hevði
ikki tænt demokratiser-
ingsgongdini.
Samgongustjórn
Nú sær út til, at vit fáa
eina samgongustjórn við
Nelson Mandela sum for-
seta og síðani við
monnum sum de Klerk og
Buthelezi sum
varaforsetum Hóast stóran
meiriluta hevur tað alla
tíðina verið politikkurin
hjá Mandela, at fleiri
flokkar skulu vera við til
at stýra landinum komandi
fimm árini. Hetta út frá tí
sannføring, at tað er sera
umráðandi at hava eitt nú
flokkin hjá de Klerk við, tí
hann hevur royndirnar at
stýra og kann Mandela als
ikki vera royndirnar og
ekspertisuna hjá teimum
hvítu fyriuttan, nú landið
fer um eitt so týðandi
vegamót.
Flestu eygleiðarar eru
sannførdir um, at politikk-
urin hjá Mandela og de
Klerk er tann einasti rætti
og tann einasti, sum á
friðaligan hátt kann sleppa
Suðurafrika av við apart-
heid og betra um umstød-
umar hjá tí stóra svarta
meirilutanum.
Stóri spurningurin nú
eftir valið er ikki, hvor fer
at stýra landinum so og
so, men um lyftini, sum
eitt nå ANC hevur givid
sinum mongu milliénum
av svørtum veljarum, fara
at halda.
Megnar ANC veruliga
at geva teimum mongu
svørtu, sum f dag liva f
størsta fåtækradømi, tak
yvir høvdid, reint vatn,
ravmagn, undirvísing og
eina sømuliga heilsutæn-
astu fyri bert at nevna
nakad av ti, sum ikki bert
nakrar fáar milliónir svørt
men einar 16 milliónir
fólk tørva í Suðurafrika í
dag?
Hetta er tað, sum ANC
hevur lovað sínum veljar-
um og spurningurin er,
hvussu tolnir hesir velj-
ararnir eru! Fara teir at
bíða í tvey og kanska í
fýra ár, áðrenn teir síggja
nakrar ftøkiligar broyt-
ingar? Hetta er størsta
álvarsmálið, sum Mandela
og hansara fólk nú skulu
til at arbeiða við og loysa.
Tekur tíð
Neyvan nakar roknar við,
at ein nýggj stjórn undir
ANC-leiðslu alt fyri eitt
fer at broyta alt Suð-
urafrika til tað betra. Her
er talan um eina langa
gongd, tí hóast apartheid á
pappírinum er avtikið, so
er henda skipanin so inn-
grógvin í tí suðurafri-
kanska samfelagnum, at
tað fer at taka ár um ikki
ártíggju, áðrenn suðurafri-
kanarar sleppa av við
seinastu leivdirnar av hesi
so hataðu skipan
Herurin við
Men mest umráðandi av
øllum er at kunna halda
fram við friðargongdini
Tí uttan frið fer so einki at
bera til ella verða broytt.
Og her er tað gleðiliga
Teir tríggir, sum nú fara at ráða fyri borgum í Sudurafrika, Mandela, de Klerk og Buthulezi
+
k
æ
|
;
i i N
Uuan Nelson Mandela hevdi tað neyvan eydnast at vinna
á apartheid og vinna svarta meirilutanum frælsi
hent, at bæði herurin og
løgreglan taka undir vid
politikkinum hjá Mandela
og de Klerk og harvið
hava hesir báðir
leiðararnir eisini tryggjað
sær tann týdningarmesta
stuðulin
Soleingi herurin og
trygdarløgreglan vóru í
parti við teimum víð-
gongdu hvítu, sum onga
broyting ynsktu, var stød-
an í Sudurafrika ógvuliga
óviss og ótrygg. Nú hesi
liðini eru komin upp á
pláss er ein týðandi forð-
ing fyri broytingum burt-
urbeind.
Tað er so heldur íkki
uttan orsøk, at Mandela og
de Klerk hava fingið
fridarvirdisløn Nobels um-
framt allar aðrar hugsandi
friðarvirðislenir. Við dia-
loginum sum amboð hava
hesir báðir menn megnað
tað, sum ein eingin hevur
gjørt Í søguni og neyvan
fer at gera teimum eftir
Tað hevur eydnast teimum
at sannføra eitt kúgað
fólk, sum alt tað vit vita,
hevur verið vanvirt og
undirmett av
einaræðisstýri
landins
at tað bar
ul at skapa eina fridaliga
kollvelting gjøgnum
samråding.
Buthelezi við í
evstu stund
Alt hetta hevdi tó neyvan
eydnast so væl, um ikki
Incathaleiðarin Buthelezi í
evstu stund vísti rætta
samfelagssinið og góð-
kendi valið. Hvat enn
verður hildið um hann, so
var tað ein fortreyt fyri at
fáa alt at ganga upp, at
hann luttók í valinum.
Tað ringasta, sum
hevði hent, var nettup um
eitt nú hesin bólkurin av
teimum svertu hevði boy-
kottað valið, ú tað hevði
sett alla demokratiserings-
gongdina upp á spæl. Tað
hevði so eisini kunnað
hildið lív í teimum víð-
gongdu hvítu, sum alla
tíðina hava roynt at forða
valinum.
Nú Incatha gav eftir
fyri trýstinum frá Mandela
og de Klerk og mongum
av egnu stuðlum sínum
tók hetta eisini alla luftina
úr ballónini hjá teimum
víðgongdu hvítu. Tað
hevur so eisini víst seg, at
fleiri av hesum víðgongdu
avitu í síðstu løtu valdu at
Framhald á síðu 23