týsdagur 3. mai 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 82 — 3. MAI 1994 Sida9
Skipasmidjurnar
alstóran tydning
.. .
.
Bjarni Joensen vísir russiska fiskimálaráðharranum skipasmiðjuna á Skála. Mynd kalmar
Sera neyðugt at gera iløgur í framtíðina - eisini í sambandi við
umvæling, umbygging og nýbygging á skipasmiðjunum sigur
stjórin á Skipasmiðjuni Føroyar, sum hevur vónir um at menna
samvinnuna við stóra grannan fyri eystan
Ein av undangongumonn-
unum fyri at varðveita og
menna samstarvið við
russar er Bjarni Joensen,
stjóri á Skipasmiðjuni
Føroyar.
Hann fegnast um russ-
isku vitjanina og sigur, at
tað er sera týdningarmikið
við samstarvi og sinamill-
um áliti á tí politiska
økinum eisini, tí hetta er
tað sum skal vera grund-
arlagið undir øllum gør-
um.
Í so máta er hann fegin
um, at hægsti fiskivinnu-
myndugleikin í Ruslandi
vitjar í Føroyum, tí slík
vitjan kann vera við til at
skunda undir útviklingin.
Bjarni Joensen vísir á,
at samstarvið við russar
hevur stóran tydning fyri
skipasmiðjuna. Tað er ikki
ov nógv sagt, at hetta
samarbeiði eigur lívið í
hesum stóra arbeiðspláss-
inum, har tað í dag
arbeiða umleið 120 fólk.
Í fjør stavaði umleið
helvtin av umsetninginum
frá samstarvi við Rusland.
Talan hevur verið um
umvælingar fyri tað mesta
men á Skála vóna teir
eisini, at talan í framtíðini
kann blíva um bæði um-
byggingar og nýbygning-
ar.
Russar eiga ein sera
stóran fiskiflota, og henda
vilja teir nú endurnýggja
bæði við umbygging og
við at byggja nýggj skip.
Ein av forðingunum fyri
at koma inn á russiska
marknaðinum hevur higar-
til verið fígging. Russar
hava higartil bert kunnað
goldið við fiski, men hetta
verður helst broytt nú.
Men føroyskar fyritøk-
ur, sum vilja menna sam-
starvið við Rusland hava
eisini brúk fyri kapitali, og
hann hevur verið ein
mangulvøra í Føroyum.
Danskur grunnur
Nú sær tað tó út til at lýsa
í, tí føroyingar kunnu fáa
lut í figgingingarmøgu-
leikum í einum nýggjum
donskum grunni, ið
nevnist EKR. Í grunninum
eru longu 7 mia. kr. og
hevur danski staturin sett
nógvar pening í grunnin,
sum skal brúkast til
fígging av vinnulívsæt-
lanum í Eystureuropa.
Bjarni Joensen sigur, at
føroyingar hava møgu-
leika at brúka henda
grunnin. Skipasmiðjan á
Skála brúkar hann og fer
at dúva enn meira upp á
hann í framtíðini, nú tosað
verður um jointventure-
samarbeiði millum før-
oyskar fyritøkur og fyri-
tøkur í Murmanskøkinum.
Bjarni Joensen heldur
annars tann almenna veð-
haldsgrunnin vera eitt stig
á réttu leiðini. Her er talan
um ein grunn, sum kann
veðhalda fyri føroyskum
vinnulívi og sum hevur
eitt stovnsfæ upp á 25
mill. kr. Men hesin munar
ikki nógv skal verulig
gongd setast á vinnulívið
aftur.
Mugu seta pengar
av til iløgur í framtíð
Upp á fyrispurning um
ikki nokk er veðhildið fyri
føroyskum vinnulívi sigur
Bjarni Joensen, at eins og
einhvør fyritøka eigur at
seta pengar av til fløgur í
framtíðina, so eigur tað
almenna eisini at gera tað.
Tað hendir eingin
menning um ikki bæði
fyritøkur og tað almenna
seta pengar av til
menning. Hetta gera gll
onnur lond, og tað mugu
vit eisini gera.
at endurnýggja teg, so
heldur alt uppat leggur
hann aftrat.
Skipamiðjan á Skála
hevur eins og nógvar
aðrar føroyskar fyritøkur
havt sera torført vid at
klåra seg, men kortini
hevur hon megnad at
svara hvørjum sitt.
Spurningurin er bara hvat
kann verða lagt til síðis til
fløgur í framtíðina í so
trongum tíðum.
Mugu ikki fella
í fátt
Bjarni Joensen, sum tók
við sum stjóri á skipa-
smiðjuni í 1989, angrar
ikki, at hann fór undir
hesa uppgávuna, hóast tað
| mangan hevur sæð svart
út.
-Tað ræður um ikki at
fella í fátt men miðvíst
arbeiða fram móti tí máli,
sum tú hevur sett tær. Og
tá tú hevur dugnalig fólk
ber til at koma langt
leggur hann aftrat.
Annars søknast hann
eftir einum felagspolitikki
á ídnaðargkinum. Mest
umráðandi spurningurin
vit mugu seta okkum er,
hvat vit vilja. Tá vit hava
gjørt okkum tað greitt eiga
vit at fylla karmin út við
initiativum av ymsum
slag.
Hóast skipasmiðjurnar
ikki hava smíðað skip nú í
fleiri ár, so heldur Bjarni
Joensen, at tað er ómeta-
liga týdningarmikið at
varðveita hesi arbeiðs-
plássini.
Mugu ikki missa
skipasmiðjurnar
-Vit liva av fiskivinnuni
og tengt at hesi vinnu eru
m.a. skipasmiðjurnar. Tær
mugu vit ikki missa
heldur hann. Við hesum
sipar hann eisini til teir
møguleikar, sum kunnu
stinga seg upp, tá og um
oljan kemur upp. Hetta er
tó ikki nakað, sum teir á
Skála í løtuni rokna vid,
men tað er so nakað, ið
ein eigur at hava í
huganum upp á longri
sikt.
Bjarni Joensen vónar, at
samanleggingin av bank-
unum fer at geva vinnu-
lívinum betri fíggingarum-
stødur og her hugsrð hann
ikki minst um at hava
kassakredit at arbeiða við.
Við tí rætta hugburð-
inum, viljanum og góðum
fólki heldur Bjarni Joen-
sen, at tað fer at bera til at
koma langt ávegis.
jan
— AKA —Þ—mmwmmw——m—m—mnmna——g
Framhald av síðu 8
fiskimálaráðharrin, sum er
sera væl nøgdur við
russisku vitjanina.
Felags skriv
Seinnapartin mikudagin
skrivaðu Tummas Arabo
og Vladirmir Korelskiy
undir eitt felagsskriv, har
tað verður kunngjørt, at
ætlanin er at menna
samstarvið millum lond-
ini.
Víst verður í skrivinum
serliga á tørvin hjá báðum
londum at varðveita og
skynsamt og burðardygt at
nýta livandi tilfeingið
sambært sínámillum fiski-
vinnusáttmála. Báðir
partar siga seg eisini bera
ótta fyri hóttanum ímóti tí
væl skipaðu og skynsomu
nýtsluni av fiskastovunum
í Barentshavinum serliga
frá fiskiførum undir hent-
leikaflaggi, sum royna á
gkjum uttan fyri lóggki
hjá strandalondum. Báðir
partar eru samdir um, at
henda fiskivinna brýtur
grundreglurnar um
skynsama nýtslu og
grundarlagnum fyri
burðardyggari fiskivinnu.
Føroyar vísa Í
skrivinum á, at ætlanin er
ikki at loyva umrøddu
skipum at landa í
Føroyum.
Framstig
Partarnir vísa eisini á tey
framstig, sum eru gjørd í
samhandlinum millum
russisk og føroysk feløg
og studulsidnad og leggja
dent å at menna hetta
samarbeidi so skjótt sum
gjørligt. Felagsframtak á
strongum handilsligum
grundarlagi, sum fyri
báðar partar í
framtakinum kann bera
seg fíggjarliga, verður
nevnt sum ein munagóður
miðil til at fremja hetta,
serliga á
fiskiframleiðslugkinum.
Í felagsskrivinum stend-
ur eisini, at russar eru
kunnaðir um avgerðirnar,
sum danskir myndugleikar
hava tikið um at víðka um
møguleikarnar hjá før-
oyskum feløgum at fåa
stuðul úr almennum
donskum grunnum til
verkætlanir í Murmansk-
gkinum.
Víst verður eisini á, at
partarnir skiftu orð um
síni sjónarmið viðvíkjandi
arbeiðinum í altjóða fiski-
vinnunevndum í Norð-
uratlantshavi og møgu-
leikarnar fyri ráðgeving
og samstarvi. Víst verður
á samstarvið millum tær
fýra norðuratlantisku tjóð-
irnar Ísland, Føroyar,
Noreg og Rusland fyri at
tryggja eina skynsama
veiðu eftir atlantoskan-
diskari sild.
Eisini verður týdning-
urin av samstarvinum í
NAMCO nevndur í
skrivinum.
At enda verdur sagt i
felagsskrivinum, at bædi
londini eru samd um, at
tydningarmikid er at halda
fram við sambandinum á
verandi politiska stødi-
num, og at almennu
vitjaninar hava styrkt
vinarliga samstarvid
millum Rusland og
Føroyar og gjørt sítt til at
skapa álit millum
fiskimenn í báðum lond-
um og fiskiidnadinum
sum heild.
Føroyski fiskimálaráð-
harrin er boðin til
Ruslands at vitja í 1995.
Russiska sendinevndin fór
avstaðaftur í gjár.
jan