Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 82 — 3. MAI 1994 Russiski fiskimálaráðharrin vitjar á Skála: Vit eru sera væl nøgdir við alt tykkara arbeiði Verður onnur russisk samvinna við Føroyar eins góð og hon vit hava havt vid Skipasmiðjuna á Skála, so er møguleiki fyri ókja munandi um samarbeiðið. Royndir okkara av fóroyskum skipasmíð eru tær, at fóroyingar eru kappingarførir. Tit eru til at líta á, tit eru biligari enn aðrir , tit menga at halda tíð- arætlanina og fóroyskir handverkarar gera eitt dygdargott arbeiði segði russiski fiskimálaráðharrin, tá hann vitjaði á Skála í summarveðrinum mikudagin. Vit hava samstarvað við føroyingar í 17 ár, og hetta samarbeiði hevur borið åvøkstur. Vit eru komnir til Føroya fyri at menna hetta samstarv segði russiski fiskimálaráðharrin, Valdimir Korelskiy við føroyskar tíðindamenn á Skála mikudagin. Eftir at hava sagt sína greiðu hugsan um, hverjar avleiðingar føroyskur stuðul til priatveiðu í Loynikrókinum kundi fáa vísti Korelkiy á teir mongu møguleikarnar, sum eru fyri øktum sam- starvi. Við øktum samstarvi sipaði Korelskiiy til veiðu og viðgerð av svartkjafti og markeli umframt kongafiskin í Irmingarhav- inum. Hann helt, at tað er týdningarmikið, at báðir partar fáa lut í royndunum og vitanini hjá hverjum ødrum á hesum økjum. Russar eru eisini sera áhugaðir í tí fiskireið- skapinum, sum føroyingar gera. Somuleiðis vísa teir teknologi í sambandi við viðgerð av fiski stóran ans. Gott samstarv við skipasmiðju á Skála Spurdur um russar fara at byggja skip í Føroyum sigur Korelskiy, at hetta má vera ein spurningur millum privatar føroyskar og russiskar fyritøkur. Men hann leggur tó aftrat, at royndirnar hjá russum at umvæla skip síni í Føroyum eru sera góðar. -Eg havi skilt, at før- oyingar eru kappingarførir vid adrar eitt nå norskar skipasmidjur. Tit eru biligari, tit halda avtalur arbeidinum og helst eisini víðkað tað sigur Korel- skiy. Russiski fiskimálaráð- harrin er sera fegin um vitjanina i Føroyum. Hann vénar, at henda vitjan kann hava vid sær økt samarbeidi og visir m.a. til tørvin á tíðarhóskandi útróðrarbátum at fiska út frá smábygdunum í Hvíta- havinum. Her heldur hann Aw- ibåtarnar verða sera væl egnaðar til endamálið. Korelskiy og fylgi hansara vitjaðu í vikuni á bátaverksmiðjuni í Runa- vík og sigldu teir eisini Ein av monnunum í russisku sendinevndini vid ein upptiðnaðum toski, sum russisk skip hava selt til Fiska- virking í Havn. Mynd kalmar um fjørdin í einum Awibáti. -Mær dámar sera væl hetta slagið av bátum og eg haldi vit eiga at vita, um ikki bátar av hesum slagnum skuldu verið royndir í Hvítahavinum sigur Korelskiy. Við hesum sipar hann eisini til, at báturin ella bátarnir skulu vera fult útgjørdir við fiskireidskapi, sum verður gjørdur í Føroyum. Her hugsar hann m.a. um snellurnar hjá Oilwind, sum ikki eru ókendar í Ruslandi. Fleiri teirra eru settur upp umborð á russiskum skipum og rigga tær stak væl. Takið sjálvir stig Russiski fiskimálaráð- harrin heldur annars, at Tíðindablaðið GSK føroyingar eru noyddir til sjålvir at skunda undir samstarvið vid Rusland. -Eg haldi tað manglar initiativ frå føroyskari síðu. Tað er avmarkað, hvat vit í Ruslandi kunnu taka stig til, tá hugsað verður um ringu tíðirnar, men vísa føroyingar - her hugsi eg um privatar føroyskar vinnulivsfyri- tøkur - áhuga og vilja, so Russum dámdu sera væl AWI-bátarnar hjá Aðalstein Antoniussen í Runavík. Her verða ferð Skålafjørdin í einum AWI-báti. Mynd kalmar #90 foroalagið FAM ivist eg onga løtu í, at hetta kann hava við sær ftøkiligar samarbeiðsæt- lanir. Korelskiy hugsar her m.a. um joint-venture avtalur millum privatar fyritøkur í Føroyum og Ruslandi. Hann heldur, at tað samarbeidi, sum hevur verið eitt nú millum Skipasmiðjuna Føroyar og russisk reiðaríir hevur roynst sera væl og eigur at vera ein fyrimynd fyri aðrar fyritøkur eisini. Senda helst Awibát til Ruslands Tummas Arabo, fiskimálaráðharri, sum hevur verið vertur hjá russisku sendinevndini hesar dagarnar sigur við Sosialin, at hann væntar sær nógv av komandi samstarvinum við russar. Hann hevur ta fatan, at russar eru sera áhugaðir í at fáa samvinnu við fleiri føroyskar fyritøkur, sum framleida til fiskivinnuna. -Vit hava tosað um at gera út einar tveir Awi- bátar og royna teir í Hvítahavinum. Ein slík roynd kann verða grund- arlag undir nógvum ødrum seinni sigur Framhald á síðu 9