Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Arbeidarafeløgini: Fingu sin vilja Ikki so mikid sum eitt komma er broytt i arbeidarafelagssåttmål- unum, id eru longdir fram til 1. mai næsta ár Eingin væntaði, tað fór at verða lætt hjá arbeiðarafel- øgunum og arbeiðsgevar- unum at semjast um at gera sáttmála. Men longu leyg- arkvøldid ein tíma fyri mid- nátt vóru samráðingarnar av. Hetta var dagin fyri 1. mai. Mangan er ligið langt í mai, áðrenn nýggjur sátt- máli er gjørdur. Undan samrådingunum var sera langt millum part- amar. Arbeiðsgevararnir høvdu jú síni uppskot um stórar broytingar. Tað var m.a., at yvirtíð ikki skuldi verða, fyrr enn farið varð útum 40 tíma arbeidsviku. Øll ynskini um broytingar søgdu arbeiðarafelggini kortanei til. Teirra uppskot var í fyrsta lagi at leingja sáttmálan óbroyttan, men annars høvdu tey eisini nøk- ur uppskot, ið vóru aftur- svar til ynskini hjá arbeiðs- gevarunum. Ingeborg Vinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, er væl nøgd nú aftaná, at alt er av. - Vit gjørdu beinanvegin vart við, at vit ikki gingu við til at broyta nakað, ið gjørdi sáttmálan verri fyri okkara limir, sigur Ingeborg Vinth- er. Hon leggur einki í pá- standirnar hjá arbeiðsgev- arunum um, at kostnaðar- stødid og framleiðslukostn- aðurin má niður. - Um virkini ikki klára at gjalda tær arbeidslønir, sum ásettar eru í sáttmálunum, so bera virkini seg ikki kort- ini, sigur Ingeborg Vinther. Tey vóru fimm arbeiðara- feløg, sum samráddust í fel- ag. Ingeborg Vinther letur væl at samanhaldinum, ið var teirra styrki. Eingin vinglaði, og tey vóru gll samd um, at best var at varðveita såttmålan 6 broyttan. Jégvan Vågsheyg, for- maður i Føroya Arbeiðs- gevarafelag, er ikki lika OR SN et fegin sum Ingeborg Vinth- er. Hann harmast um, at tað ikki eydnaðist arbeiðgev- arunum at fáa arbeiðara- feløgini at ganag við til at gera såttmålarnar lidiligari. Men tann spurningin ætla teir at taka fram aftur, tå samrådingar verda næstu ferd. Jógvan Vågsheyg harm- ast eisini um, at arbeiðara- feløgini ikki vildu ganga við til at stytta døgurda- tíman. Sambært sáttmál- anum skulu fólk hava tví- falda løn fyri at arbeiða í døgurdatimanum. Arbeiðs- gevararnir ætlaðu, at ar- beiðsplássini sjálv kundu avtala matsteðgir, men tað søgdu arbeidarafeløgini nei til. Øll seks arbeidarafeløg- ini longdu sinar såttmålar óbroyttar. Eisini Havnar Arbeiðsmannafelag, sum samráddist í sjálvdrátti við arbeiðsgevararnar. Jógvan Vágsheyg sigur, Havn Ikki er tað ofta longur, men onkuntíð hava summi hug at brúka nevarnar. Leygardagin vóru tríggir menn á politistødini í Havn g meldað r allir Ou áiop gamåtuna y » ATA haldiði Eitt sindur hart hevur tað gingið fyri seg, t teir høvdu Bukaðir av Tríggir menn vórðu leygarnáttina álopnir allir fingið blá eygu, onkur bløddi næsablóð, og ein fekk eisini slíkan snudd, at hann á skaðastovuni fekk nakrar pentur í høvdid. Teir triggir kendu ikki mannin, sum leyp á teir, men teir kendu hansara for- navn. Í gjár hevði politiid enn ikki funnið fram til mannin, men tað væntaði politiið fór at eydnast. Harðskapurin fór fram í einum privathúsum, og teir álopnu menninir dugdu so nøkulunda at greiða politi- num frá, hvgrji húsini vóru. randi # l Mangan hava samráð- ingarnar vart i dagar og nætur å Hotel Hafnia. Samráðingarnar byrja ongantíð av álvara fyrr enn dagin fyri, at sáttmálin gongur út. Soleiðis var eisini hesu ferð, men longu sama kvold, ein tíma fyri at sáttmálin gekk út, var alt leyst og liðugt Mynd: Kalmar at arbeiðsgevararnir sleptu sínum krøvum, tí teir høvdu ikki hug at brúka kreftir, og teir vildu ikki vága eitt møguligt verkfall. randi |||—|w|OLoA MD, SJÓNVARPSTÆNASTA RADIOTÆNASTA ANTENNUARBEIÐI Vit gera alt og selja mangt. Altíð góð tilboð. Skjót og góð avgreiðsla. RADICÐ HANDILIN v/ E. & P. Persson p/f get. 1110277 Nr. 82 — 3. MAI 1994 Dagny Joensen skrivar: = Føroyar er helst tað landið í heiminum, sum er best fyri á íbúðargkinum. Trupulleikin er bert, at fólk ikki hava ráð at búgva í hesum húsum, sum tey sjálvi hava bygt, og einki annað er til at taka, av tí at vit hava so eintáttað íbúðarmynstur. Vanliga hoyra vit fólk tosa um neyðina í Føroyum. Vit samanbera hesa neyð við náttúruvanlukkur, kríggj og harðskap í gðrum londum, og halda, at vit eru heppin. Hinvegin, so hava vit so nógvar aðrar trupulleikar at berjast við. , Vit hava stór og góð hús, og arbeiðsleys fáa stuðul, tí vit ikki halda, at tað sømir seg, at fólk svølta í okkara landi. Trupulleikin er, at vit hava eina materialistiska neyð, sum ger, at tilverugrundarlagid verdur tiki5 undan okk- um. Børn fara svong til songar, ti húsaleigan etur allan studulin upp. Húsini skulu gjaldast, men tann orkan er ikki til í húsarhaldinum, sum kann gjalda rentur og avdråttir, ið ikki eru vorðnar minni, hóast gjaldførismøguleikin er burtur. Húsini skulu hitast við dýrgoldnari olju, sum ikki fæst til vega uppá borg, meir enn eitt vist. SEV skal gjaldast, men fyritøkan er bert ein handil, sum ikki letur streym, um fyrra rokningin íkki er goldin o.s.fr.. Tað er greitt, at tann peningurin, sum fólk í trongstødu fáa, ikki røkkur til eisini at fáa mat í munnin. Tey, sum minnast fimmtiårini, minnast eisini ringu tíðirnar. Tá fekk eingin stuðul til dagligt breyð. Einasti studulin var tann, sum grannar góvu hvørjum gørum, og nógv hava ivaleyst eins og eg verið biðin um á kvøldi at fara við onkrum til matna til grannan. Tú fekk boð um at seta spannina í forstovuna og at lata hurðina spakuliga aftur. Tað var ein spurningur um virðing fyri teimum, sum liðu hungur og hall. Tú skuldi fara væl um tey, og veita teimum tann stuðul, sum tú kundi, til tíðirnar aftur batnaðu. Ongin fór illa av hesum. Onkusvegna kom spannin afturi aftur, við tøkk fyri lán. Hetta var tíðin, tá húsini bert vóru til tað allar neyð- turvuligasta. Har var ein krani í køkini, húsini vóru ikki innrættað við baðirúmi og tílíkum, og ikki tíggjutals ljsstød ella nakað, sum minnir um nútíðar húsastødd ellainnrættning, og útvarpella sjónvarp, bilur ella bátur var ikki í hvgrjum húsi. Oll árini frá tí at tað fór at ganga frameftir í Føroyum, hava sethúsini verið miðdepilin um virksemið hjá fam- iljuni. Ein stórur partur av tíðini fór til atarbeiða úti fyri at fáa húsini upp, og hin parturin at byggja upp tilveru- grundarlagið hjá familjuni. Seinni vóru vit so væl fyri, at vit fóru at hugsa um utanlandsferðir, og tá vit fingu enn meir pening, tveir bilar í hvørjum húsi. Alt gekk bara sum smurt, til tað sum øllum kunnugt ikki gekk meira. Nú standa sethús tóm, tí fólk eru flýggjað av landi- num. Vit kunnu bert ímynda okkum, hvussu nógvar familjur við gråtinum í hálsinum stillisiga hava latið hurðina aftur, fyri síðani at hava handað peningastovni- num lykilin. Tað løgna er, at um vit ikki høvdu so stór og góð hús, so hevði vanlukkan ikki verið fullgjørd. Okkara materialistiskara neyð virkar samstundis mannminkandi. Vit hava mist náttúrligu virðingina fyri okkum sjálvi og næsta okkara. Kreppan minnir okkum um, at vit settu okkum fyri at gera dreymin til veruleika, og at veruleikin broytti innihald, tá kreppan kom. Tá saman um kom, høvdu vit ongan møguleika at fáa ávirkan á samfelagsgongdina. Arbeiðsloysisstuðulin varð settur ístaðin fyri umsorgan fyri næsta okkara. Tí er tað helst ikki burturvið at siga, at eingin í veruleika- num hevur áhuga fyri teimum arbeiðsleysu. Alt fleiri hús standa tóm, at arbeiðsloysisskipanin er ikki bjargað, hóast partarnir hava samráðst um hana í eitt ár. Fer nakar varisliga um hurðina hjá teimum ar- beiðsleysu?