Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 4. MAI 1994 Síða 3 Tíðindablaðið Siegfried Palm L skal hava verja Sakarmálið móti týska skiparanum, sum fyri tveimum árum sidan sigldi undan Tjaldrinum, er útsett til annan mánadag Tað bleiv íkki til nakað mánadagin, tå Føroya Rætt- ur skuldi til at viðgera sak- armálið móti týska skipara- num, Sigfried Palm. Maðurin var ikki møttur, eingin hevði frætt nakað frá honum, og dómarin vildi ikki fara undir sakarmálið, tá tann ákærdi ikki møtti, og hann heldur ikki hevði nakran verja at meta fyri seg. Málið er eisini nokkso sjáldsamt. Ákærin hevi vónað, at málið fór at verða avgreitt mánadagin, og at rætturin gjørdi tað einfalda at fella ein fráverudóm, sum tað eitur, men tað vildi dómarin ikki, tá tann ákærdi ikki búði í danska ríkinum. Maðurin býr í Bremerhav- en. Dómarin avgjørdi tí, at hann fór at tilnevna ti åkærda ein verja, og fyri- bils varð avtalaður nýggjur rættarfundur — mánadagin 16. mai. Eftirlýstur Málið hevur staðið á ræti- arlistanum fleiri ferðir, men er hvørja ferð tikið av aftur, tí tann ákærði ikki møiti. Onkrar misskiljingar vóru eisini atvoldin til, at tað tók drúgva tíð at finna fram til mannin, sum eisini varð eft- irlýstur gjøgnum Interpool. Men madurin vard so funnin, og hann hevur fing- id tilsøgnina bæði lisna upp og sendandi við postinum, og hann hevur eisini fingið ákæruritið. Nú eru tvey ár liðin, síðan vaktarskipið Tjaldrið ein sunnumorgun kom fram á gørn, ið stóðu innan fyri før- oyska markið. Tjaldrið legði seg at bíða, til skipið kom til gørnini. Skipið var tann vesturtýski garnabát- urin Hansa. Manning av Tjaldrinum fór umborð og tosaði við skiparan, sum ikki helt seg veiða ólógliga. Hann var eisini umborð á Tjaldrinum viðgllum sínum skipspapp- írum, og hann skrivaði und- ir uppá at fylgja við til Havnar. Lumpaði Tjaldrið Vesturtýski skiparin fór umberð aftur á Hansu. Tjaldrið var har, meðan teir drógu gørnini. Veðrið var ófantaligt, og sambært Vaktar- og Bjargingartæn- astuni var hetta ein orsøkin til, at eingin av Tjaldrinum var umborð á Hansu alla tíðina. Mitt í øllum eitt kvøldið lumpaði týskarin teir á Tjaldrinum, sløkti ljósini og helt avstað undan Tjaldri- num, sum fylgdi aftaná, til hitt skipið var komið í bretskan sjógv. randi Runavík egna apoteksútsolu Hava allar hondkeypsvørur og útflýggja heilivág á resept Mánamorgunin læt upp ein søludeild hjá Tjaldurs Apo- teki. Deildin er í Runavík, í leigaðum húsum niðanfyri Sjómansheimið. Har starvast nú tær báðar Petsy Midjord og Mariann Nielsen, sum báðar eru apoteksassistentar. Ein fastur avloysari er eisini. Teimum dámar væl, at deildin er komin í Runavík, tí taðer so stórt framstig fyri fólk í oynni, at tey nú kunnu fáa heilivág uppá resept, sama dag sum tey hava verið hjá læknanum. Fyri tær báðar eru tað eisini gott á tann hátt at fáa hesa deildina, at tær nú sleppa frá at koyra til Havn- ar til arbeiðis. Søludeildin hjá apotek- inum er opin frå månadegi til friggjadag frå kl. 10 til 18. Leygardag er opið frå 10 til 12. f hålvan annan månad hevur eingin hondkeyps- sóla við apotekaravørum verið í Runavík. Hond- keypssølan í Søldarfirdi hevur eisini latið aftur. Annars eru ikki hondkeyps- sølur í økinum aðrastaðni enn í Rituvík og á Toftum. Í Runavík fáast nú allar hondkeypsvørur, sum apo- tekið í Havn hevur. Størsta framstigid er kort- ini, at søludeildin í Runavík kann útflýggja heilivág, sum læknin skrivar fólki. Mannagongdin er, at lækn- in ringir til apotekið í Havn, sum pakkar og ger fyrsta eftirlitið við, at vøran er tann rætta. Tær í Runavík hava annað eftirlitið. Verður heilivágurin um- biðin um morgunin, ber til at fáa hann á søludeildini longu kl. 17 sama dag. Hig- artil hevur ikki borið til at fingið t.d. penicillin eftir so stuttari tíð. Petsy Midjord sigur, at longu fyrsta dagin var heilt fitt av fólki og keypti frá teimum. randi fi ti Limatalid í teimum tíggju handverkarafeløgunum í landinum er nógv mink- að, síðan kreppan av álv- ara fór at merkjast. Hvussu nógv limatalid er farið niður, dugir Høgni Højgaard, formaður í Før- oya Handverkarafelag, ikki at siga. Arbeiðsloysið = kann heldur ikki lesast út frå limalistunum, tí nógvir handverkarar = varðveita limaskapi í felagnum, sjálvt um lítið og einki hava at gera. Allir siga heldur ikki frå, um tað eydnast teimum at fáa okkurt arbeiði uttanlands. - Men í mun til tær góðu tíðirnar vil eg halda, at minni enn helvtin av handverkarunum í Føroy- um hevur nakað at gera, sigur Høgni Højgaard. Eingin vinna er so hart rakt av niðurgongd sum júst byggivinnan. Aðalfundurin avger Føroya Handverkarafelag hevur aðalfund 14. maí, og tá fer felagið væntandi at viðgera spurningin, um nakað er at vinna bvið at siga sáttmálan við meist- ararnar upp í ár. Sáttmálin gongur út 1. oktober, og meistararnir hava heldur ikki tíkið stóðu til, um teir fara at siga upp. Ein hópur av føroyskum handverkarum er uttan- lands og arbeiða. Fleiri eru í Noregi, í Týsklandi, og nú eru eisini heilt I helvt er nu i arbeidi I mun til tær g60u tidirnar hevur minni enn helvtin av handverkarunum nakað arbeiði, sigur Høgni Hø. jgaard, formaður i Føroya Handverkarafelag Í Høgni Højgaard sigur, at feløgini at kalla burturav hava trupulleikar hjá limum at taka sær av nógvir í Danmark. Og tað er alt slag av handverki, teir fáast við. Fleiri eru fanir við føroyskum handverkarum. Høgni Højgaard ivast i, hvussu leingi aftrat tad fer at bera til at fara til Tysk- lands, ti tað ævintýrið man fara at hava sina avmark- aðu tíð sum ævintýrið í Føroyum hevði. Neyvan verdur hildid fram vid at uppbyggja i gamla Eyst- urtysklandi, ti hetta eru dyrar iløgur, sum ikki kasta nakað stórvegis av sær. Avarar Handverkarafelagid hev- ur alla tidina åvarad teir, sum fara til Tysklands at arbeiða, um áðrenn teir fara, at tyggja sær, at viðurskiftini eru í lagi. Nógvir hava brent seg. Fleiri innbrot Leygarnáttina tók politiið í Havn tveir dreingir, 14 og 15 ára gamlir, og teir vórðu avhoyrdir um eitt innbrot í Stadionkioskina, haðani ymist góðgæti varð tíkið. Politiið hevur eisini tosað við aðrar unglingar um sama innbrot. Hinir báðir skulu eisini avhoyrast aftur, tí politiið fer m.a. at spyrja teir, um teir vita nakað um onnur innbrot. Leygarmorgunin hevur onkur t.d. brotið inn í Kaffi- vognin á Eystaru bryggju og tikið nakrar kartengur av sigarettum, keks og soda- vatn. Haraftrat er eitt út- varpstól við innbygdum sjónvarpi horvið úr Kaffi- Tíðindi, lýsingar, myndir og alt møguligt annað = alt finnur tú í Tíðindablaðnum Sosialinum! Teir flestu fara við donsk- um byggifyritgkum. Tað dugir ikki at fara niður at arbeiða hjá týskum byggi- fyritøkum, ti tá koma handverkararnir í kapping við bíliga arbeiðsmegi úr Polandi og Russlandi. Nógvir trupulleikar Høgni Højgaard sigur, at arbeiði hjá fakfeløgunum nú næstan burturav er at fáast við og loysa trup- ulleikar hjá limunum. Nógvir eru alt ov seinir at gera vart við sáttmáiabrot. - Tað er óheppið. Eina- ferð fer vónandi at ganga uppaftur, og sleppa vit vunnum rættindum nú, verður seinur dagur, at vit fáa tey aftur, sigur Høgni Højgaard. Umvæla hús Hann fylist at, hvi so litid verdur gjørt vid vidlika- hald av húsum og bygn- ingum, ti stór virði fara fyri skeytið, verður einki gjørt. Væl kann tað vera, at tað almenna ikki hevur ráð at umvæla sínar ognir, men tað mátti verið dýrari at latið húsini forfarist. Høgni Højgaard heldur annars, at fólk áttu at kunna leigað hús síni út til ferðafólk og nýtt ein part av leiginum til at umvælt húsini fyri. Tað hevði ikki bara givið arbeiði, men harvið slapst undan, at øll hesi húsini standa og for- falla. randi í Havn vogninum. Sunnunáttina hevur onk- ur aftur verið í Liljuni í Tor- finsgøtu og tikið nakað av sígarettum. Úr einum privatbili, sum stóð í Traðabrekku, eru báðir hátalararnir skrúvaðir leysir og tiknir. randi BERGMENN dansitónleikur id dugir