mikudagur 4. mai 1994síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Vorðin sum andstødupolitikk-
ur - sambands- "alternativið"
byggir å briksl frå huldu-
NÚ dagarnir til komandi løgtingsval
fækkast gerast valgreinarnar í sam-
bandsmálgninum fleiri og fleiri. Og í
fremstu rgð er - ikki sum ein skuldi trúð
formaður floksins - men ein huldu-
maður, sum nevnir seg Kut. Hesin per-
sónurin, sum er ein framstandandi sam-
bandsmaður - fyrrverandi politikari - og
sum roynir at koma framat aftur í
politikki - hevur eisini sera tætt tilknýti
til floksblaðið Dimmalætting. Hann er
tað sera týdningarmikla liðið, sum
bindur keturnar báðar - flokkin og
blaðið - saman. Hann er tann megin,
sum koordinerar og samskipar teir
ymsu partarnir av siamesiska
tvíburðinum, sum Dimmalætting og
sambandsflokkurin er.
NÚ kann vera, at onkur av lesarum
okkara heldur, at vit áttu at brúkt blað-
pláss til annað enn at viðgera dul-
nevndar greinar í Dimmalætting. Hetta
skulu lesararnir hava loyvi til at halda,
men eftir okkara tykki er talan um
meira enn bara huldumenn og dulnevnd
lesarabrøv. Ti Kut er ikki bara ein van-
ligur lesari og sambandsveljari. Hann
hoyrir til millum fremstu sambands-
menninar, ið livað hava í hesi gld. Tað,
vit her hava vit at gera, er nevniliga
boðið hjá størsta andstøduflokkinum
upp á ein alternativan politikk. Ja
hugsið tykkum - ein hin størsti and-
støduflokkurin letur ein dulnevndan
borðreiða politikkin! Skiljið tað hvor, ið
skilja vil. Nú skuldi ein trúð, at tað var
nátúrligt fyri ein flokk, sum bjóðar seg
fram at stýra landinum, at hann spældi
við opnum kortum. Tað mátti so verið
tað, ið hevði givið tað besta trúvirðið og
skapti neyðuga álitið.
MEN gakk. Flokkurin ella rættari sagt
blaðið, sum gjøgnum tíðina hevur víst
seg at vera meira sambandskt enn
sjálvur flokkurin og í nógvum at vera
veruligi boðberin hjá sambandsfólki,
hevur so valt at fara til val upp á
huldumannaskriving. Einki nýtt er tó í
tí, tá hugsað verður um, hvussu stóran
part av lesarabrøvunum blaðstjórar
blaðsins hava skrivað unp á nakkan á tí
vanliga føroyinginum nú í eitt manna-
minni. Men tað tók eingin sær rættiliga
tykni av, tí tað var so óskyldugt hildu
fólk, tó at boðskapurin við hesum alla
tíðina hevur verið tann eini og sami,
nevniliga gjøgnum ultrakonservativu
sambandsku lesarabrøvini at snikja tey
inn f sambandsideologiina. Og tad
eydnaðist stak væl må sigast. Nú er
tíðin farin frå tí sjangruni, blaðið hevur
líkasum skift stíl og hevur nú latið
huldupennin til ein ella nakrar heilt fáar
erka sambandsmenn. Og fyri at geva
orðum teirra meira vekt og trúvirði
verða innleggini ikki sett upp millum
vanligu lesarabrøvini, hvar ein annars
skuldi tid at tað dulnevnda hoyrdi
heima, men undir teiginum Viðmerk-
ingar, har øll onnur skriva við fullum
navni undir, síðani millum tíðinda-
greinar, undir liðini á navngivnum
greinum frá sambandstingmonnum á
síðu 3 og sogar eisini á forsíðuni.
Tann dulnevndi Kut er so innarliga í
flokkinum og hevur so tætt tilknyti til
floksorganið, at vit mugu meta greinar
og viðmerkingar hansara at innihalda
sambandska alternativið til rikna
politikkin, hann er so høgt í metum, at
hann í veruleikanum er ein hin fremsti
í í orðsins rætta týdningi: skuggastjórn
sambandsfloksins.
TAÐ mátti verið ovboðið hjá einum tí
størsta andstøduflokkinum at bjóða seg
fram til at taka við landsins stýri gjøgn-
um dulnevndar greinar í Dimmalætting.
Hví stígur hesin chefideologurin hjá
sambandinum ikki fram og vísir sítt
sanna andlit! Hví skal sambandsideo-
logiin pakkast inn í huldumannagreinar
í Dimmalætting? Er hon so ivasom og
ótrúverdug , at eingin torir at leggja
navn til hana? Tað mátti verið undir
verdigheitina hjá verandi formanninum,
sum vit annars meta sum ein hampa-
mann, at loyvt framstandandi sam-
bandsmonnum at goyma seg aftanfyri
dulnevni, nú flokspolitikkurin skal
borðreiðast fyri Føroya fólki. Men helst
verður formaður sambandsfloksins ikki
so høgt virdur millum Dimmalætting-
arfólkini, at hann verður brúktur til at
føra flokkin fram. Sjålvt Kut fær betri
rúmd í blaðnum enn Edmund Joensen,
formaður sambandsfloksins. Í blaðnum
í gjár hevði Kut tvey av sínum perfidu,
svulstigu og persónligu álopum á javn-
aðarfólk og tjóðveldisfólk, annað undir
viðmerkingum og hitt blandað upp í
sjálvt tíðindatilfarið - helst fyri at geva
orðunum meiri vekt og stórri wúvirði.
ER sambandsflokkurin alternativið,
sum so mong rópa eftir, tá eigur Føroya
fólk at lesa greinarnar hjá chefideologi
sambandsfloksins Kut í Dimmalætting.
Tá kunnu tey síggja, at sambandið við
hesum politikaranum (møguliga er tað
kjarnin í skuggastjórnini, sum stendur
aftanfyri KUT, tvs. fleiri fólk skriva
undir sama dulnevni.) hevur einki
annað at bjóða eftir eitt komandi val
enn briksl og aftur briksl. Og gevið
tykkum so eisini far um, at hetta
persónliga brikslið móti øllum ødrum
enn sambandsfólki verður skrivað undir
dulnevni av einum av fremstu
sambandspolitikarunum. Talan er ikki
um formann floksins, tí hann er maður
fyri at standa við sitt. Honum nýtist
ikki at krógva seg, tí skriving hansara
byggir ikki á persónligt briksl sum hjá
Kut í Dimmalætting.
OKKUM sigur alt hetta, at sam-
bandsflokkurin er ein ótrúverudugur
Gevið húkaveiðuni
optimalar umstoður
flokkur. Hetta minnir ikki sért um
tíðina, tá fólkaflokkurin helt seg kunna
vaska hendur, hverja ferð Óli Breck-
mann skuldi gera tað skitna arbeiði í
Dagblaðnum. Einasti munur millum
Breckmann og Kut er tann, at fyrr-
nevndi var so frægur, at hann setti sítt
fulla navn undir allar útspillingar-
greinarnar. Og leggið tykkum eisini
hetta í geyma: eins og útspillingin hjá
Breckmann miðvíst varð ætlað at
niðurgera javnaðar- og tjóðveldisfólk,
so er málið hjá Kut júst tað sama.
AT út ikki skamma tykkum, Dimma-
lætting og sambandsflokkurin! At tit,
sum hava meira enn 100 ára tradit6n
fyri at bera út tíðindi og hýsa orðaskifti,
nú til komandi val brúka ta mest skitnu
og ódemokratisku metoduna av øllum:
nevniliga at geva framstandandi sam-
bandsmonnum, ið ikki tora at leggja
navn til útspilling sína av ødrvisi hugs-
andi, gekkaskort upp á. Hvar er so for-
maður sambandsfloksins í øllum hesum
lúnska og ódámliga spælinum! Hví
gevur tú ikki tínum monnum greið boð
um at spæla við opnum kortum, nú tað
ræður um hjá flokkinum at skapa álit
millum veljararnar? Veruleikin er helst
tann, at móti Dimmalættingardyna-
stiinum formáar sjálvt ikki tann mest
demokratiski og fólkaligi sambands-
formaðurin sær nakað. Vit skulu ikki so
langt aftur í tíðina at finna paralellir.
Hver minnist ikki, hvussu "elitan” við
tilknýti til Dimmalætting á sinni royndi
at gera alt fyri at frysta út táverandi
sambandshøvdingan Kristiann Djur-
huus, såla! Hetta eydnadist ikki, tf hann
var stórri maður enn so. Neyvan var tað
við góðum tannabiti heldur, at ein
Ellefsennari tók “elituna" á bóli og
skorðaði so nógvar atkvødur, at sjålvt
ikki skuggastjórn sambandsfloksins -
blaðið - megnaði at forða honum.
Í dag eitur maðurin Edmund Joensen.
Tað sær ikki mætari út enn, at "Elitan”
hevur sett sín chefidolog Kut til at gera
tí annars sidiliga sambandsformann-
inum fortreð. Higartil má sigast, at tað
hevur eydnast væl. Tí sami Kut fær í
dag betri rúmd í Dimmalætting enn
sjálvur formaðurin. Spell fyri tann
framskygna partin av flokkinum, sum
hóast alt ynskir og roynir at hyggja
frameftir og sum sær málini heldur enn
persónarnar sum høvudsspurningin. Í
politikki veit ein ongantíð, hvussu
parlamentariska umboðanin er eftir eitt
komandi val. Sum flokkurin, ið verður
spáddur størstu framgongdina til
komandi val, hevur sambandsflokkurin
eina stóra ábyrgd. Og hesa ábyrgd eigur
hann so sanniliga eisini at rgkja í
andstøðu, hóast tað er so lætt so lætt at
spæla politikk, tå tú ikki skal taka
avleiðingarnar av tínum orðum. Tvs.
vísa í verki, hvat tú meinar og vísa, at tú
torir at standa við eisini ópupulerar
avgerðir. Sambandið fer eftir komandi
val at vera við í telvingini um eitt nýtt
TAÐ kann vera flokkurin kemur í
Tinganes - tað kann eisini vera, at hann
heldur fram í andstøðu. Vit vita tað ikki
í skrivandi løtu. Men eitt vita vit, og tað
er, at eisini sambandið fer at hava brúk
fyri gørum flokkum at skipa landsstyri
kemur tað so langt. Tað er eingin loyna,
at tað í sambandsflokkinum eru sterkar
kreftir, sum vilja gera alt fyri ikki at
fara út í Tinganes saman við einum
fólkaflokki, sum bestendur av monnum
sum John Petersen, Svend Áge Ellefsen
og Óla Breckmann. Tá hesin
møguleikin so ikki verður g6dtikin, so
eru ikki so nógvir aðrir. Samgonga
hevur áður verið skipað saman við
bæði tjóðveldi og javnaðarflokki. Men
nógv bendir á, at "sambandselitan á/hjá
floksblaðnum" hvørki vil vita av
tjóðveldisflokki ella javnaðarflokki. Og
eftir øllum at dóma, so er tað henda
sjálvbestaltaða skuggastjórn floksins,
sum í løtuni avger bæði taktik, strategi
og ideologi. Spurningurin er bara,
hvussu leingi formadur floksins og adrir
hóvligir sum hann sjálvur á Toftum fara
at finna seg í hesi fávitskuttu og
útspillandi huldumannageringini av
flokkinum.
KUT er ikki ein og hvør. Hann og
skriving hansara er í veruleikanum
symptomatisk fyri støduna í sambands-
flokkinum. Hesin flokkurin, sum altíð
millum tigandi fjøldina av sam-
bandsfólki hevur verið mettur at vera
ein fastur og solidur substansur er í
veruleikanum so nógv annað. Her
finnur tú kanska meira enn í nøkrum
ødrum flokki eina elitu, sum metir seg
hava patent uppá flokkin í allar ævir.
Málgagnið Dimmalætting er sjálv í-
myndin av hesi stóðu og ger sær so
sanniliga eisini dælt av henni. Valdið
henda skuggastjórn sambandsfloksins
hevur havt og enn hevur er fyri at siga
tað bart út einki minni enn óhugnalig:
og alt annað enn demakratisk. Tað er
veran KUT besta dómið um. Kanska
hetta er vert at leggja sær í geyma ikki
minst hjá sambandsfólki, nú flokkurin
stevnir móti Tinganesi, skal til at leggja
sín politikk fram og møguliga til at
velja sínar partarnar. Floksleiðslan
eigur tó ikki at gloyma, at lítil og
eingin munur er á Kut og Óla
Breckmann. Báðir hugsa teir bert um
stuttskygd egináhugamál og báðir
leggja teir vertin á, um skriving teirra
kann seta kílar millum annars góðar
samstarvspartnarar. Eitt skal Kut tó
hava tøkk fyri: í síni ússaligheit og í
síni vanvirðing av gørum fólkum hevur
hann avdúkað eina muru, eina sokallaða
sambandselitu, sum bert eitt fátal hevur
gáað um fyrr.
SOSIALURIN
Aftan á at tað nú í fleiri ár — ogviðathvertrolbáturfekk ella fiskivinnuumsitingin í
hevur verið tosað um at tillutaða kvotu upp á 100 hesum døgum hevur mælt
niðurtrappa trolingina á tons av toski og hýsu. fiskivinnunevndini at góð-
landleiðini varð avgerðin,
sum meirilutin í fiskivinnu-
nevndini tók í sambandi við
uppskotið um vinnuligan
fiskiskap sera ørkymlandi í
Hinvegn so eiga hesir
bátar teirra rættindi so
leingi teir eru í vinnu sum
aðrir skipabólkar í samfe-
lagnum. Men tá landsstýrið
Framhald á síðu 24
takaeitt uppskot, sum gevur
nevndu trolbátum loyvi at
trola óavmarkað á øllum
leiðum ímillum 6 og 12