mikudagur 4. mai 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 83 — 4. MAÍ 1994
Ein uppskrift upp á almenna sparing
Einfaldari
Almenn umsiting í Føroyum kann lagast
broyttum viðurskiftum uttan hon gerst vánalig-
ari. Men treytin er, at umsitingin gerst einfald-
ari, heldur stjórin á Toll- og Skattstovuni
-Taðer einki at ivast í, at tað
ber til at tillaga almennu
umsitingina í Føroyum
teimum broyttu viðurskift-
unum, uttan at vit fáa eina
vánaligari umsiting, men
hetta er eisini treytað av, at
tað frá lóggávuvaldinum
verður ásannað, at neyðugt
verður at gera einfaldari
umsitingarligar skipanir.
Hetta sigur stjórin á Toll-
og Skattstovu Føroya, Petur
Alberg Lamhauge í fyrstu
ársfrágreiðingini frá hesum
rættiliga nýggja stovni. Og
tað er júst út frá tí, at
stovnurin er nýggjur, at
stjórin kann tosa út frá
egnum royndum.
Nógv færri fólk
1. juli í 1992 gjørdi lands-
styrid av at leggja Føroya
Tollstovu og Líkningarráð-
ið saman í ein stovn frå 1.
august at rokna. Seinri varð
avgjørt at leggja umsiting-
ina hjá Tórshavnar Líkning-
amevnd aftrat nýggja
stovninum, sum fekk navn-
ið Toll- og Skattstova Før-
oya.
Petur Alberg Lamhauge
sigur í formælinum til
frágreiðingina, at umstød-
urnar í landinum gjørdu tað
neyðugt, beinanvegin at
fara undir at tillaga stovnin
eftir teimum broyttu um-
støðunum. Málið, tey settu
sær á sumri í 1992, var at
sleppa undan at seta nýggj
fólk, hóast stovnurin eisini
skuldi umsita meirvirðis-
gjaldsskipanina. Hetta
gjørdu tey hóast serfrøding-
ar frammanundan høvdu
sagt seg rokna við, at 18
nýggj fólk kravdust at
umsita meirvirðisgjaldið.
milliónir
Nú vera færri
skattakrónur
eftirgivnar
Frá 1984 til 92 eftirgav og
strikadi skattavaldid 13,5
Petur Alberg Lamhauge,
stjóri á Toll- og
Skattstovu Føroya sigur Flest øll tøl vóru mun- = skatti og rentum 13,5
seg rokna við, at sparast andi stórri miðskeiðis í milliónur.
kann innan almenna áttatíárunum enn tey Tað seinasta árið,
umsiting, uttan hon gerst vóru undan og eftir Toll- og Skattstovan
vánaligari. hesum gyltu árum. Ikki hevur samlað yvirlit
Mynd: Kalmar bert inntøkutølini hjá yvir,er 1992. Hetta árið
landinum vóru stórri, vórueftirgivnar og strik -
men eisini tey tølini, aðar av skatti og rentum
Petur Alberg Lamhauge sum vísa, hvussu mikið stivliga 200.000 krónur.
vísir á, at í dag arbeiða neyðugt hevur verið at Eftirgivin skattur er tá
tíggju fólk færri á Toll- og strika og eftirgeva av fólk sýkja um at sleppa
Skattstovuni, enn tað til- skatti. undan skattinum ella
samans arbeiddu á Líkning- Tey trý árini frá 1986 — parti av honum, meðan
arráðnum, Tollstovuni og til 1989 vóru stívliga strikaður skattur er
Líkningardeildini í Havn fimm milliónir strikadar = hann, sum gjaldstovan
áðrenn samanleggingina. og eftirgivnar í skatti og
Tí heldur stjórin á Toll-
og Skattstovuni seg kunna
síga, at sparast kann innan
almenna umsiting, men so
er treytin eisini, at umsit-
ingin gerst einfaldari.
tór.-
rentum. Samanlagt eru
frá 1984 til 92 eftir-
givnar og strikadar í
Skattatrystid i Føroyum:
Væl upp um tad
hjå grannunum
Í fjør før føroyska skattatrystid upp um tad
danska, sum annars er hitt hægsta innan ES. Í ár
er tað enn hægri
Tað er ikki bert gott gamalt
føroyskt grenj, tá fólk kæra
sína neyð um skattin, tey
skulu gjalda.
Í ársfrágreiðingini hjá
Toll- og Skattstovuni verð-
ur greitt frá skattatrýstinum.
Har verður millum annað
sagt, at føroyska skatta-
trýstið er vaksið sera nógv
frá 1990 til 1993. Mált í
mun til bruttotjóðarúr-tók-
una er trýstið hækkað úr
45,6 prosentum og upp í
54 4 prosent. Um mált verð-
ur í mun til bruttotjóðar-
inntøkuna er tað, hetta
tíðarskeiðið, hækkað úr
44,6 og upp í 53,1 prosent.
Enn hevur Toll- og Skatt-
stovan ikki gjørt nakra met-
ing av, hvussu stórt skatta-
trýstið verður í ár, men so
mikið er greitt, at tað verður
væl hægri enn í fjør.
Skattastigin er hækkaður
fyri inntøkur oman fyri
140.000 krónur og skatta-
hámarkið er hækkað úr 50
og upp í 57 prosent. Komm-
unuskattirnir eru í miðal
hækkaðir við trimum pro-
sentum og fíggjarognarav-
gjaldið verður galdandi fyri
alt álmannakkaárið. Løn-
hæddaravgjaldið = verður
innheintað fyri fyrstu ferð,
hækkingin í arbeiðsloysis-
gjaldinum var ikki galdandi
fyri alt 1993 og hækkingin í
meirvirðisgjaldinum var
galdandi frá 1. juli í fjør.
ls LL ni
Síða 9
Toll- og Skattstovan sig-
ur, at í 1993 var føroyska
skattatrýstið komið væl upp
um tey lond, vit vanliga
samanbera okkum við.
Fyrlvarni við
samanberingum
Toll- og Skattstovan sigur,
at tá skattatrýst verður
samanborið landanna mill-
um, eru fyrivarni at taka, tí
ymiskt er, hvussu lond flyta
Talva 2.2: Skattatrýst í prosent av BTÚ (BNP)
1990 1991 1992 1993
Feroyar 44,1 41,9 44.6 54,4
Danmark 49,4 49,1 48,6 50,6
Bretland 35,7 35,3 34,2 33,6
Tyskland 41,0 42,5 42,6 43,6
Håland 45,0 46,8 47,0 48,0
Beigia 42,3 42,1 42,8 48,2
Frakland 45,1 45,0 45,1 44,4
ES í miðal 39,2 41,0 41,1 41,9
Talvan vísir skattatrýst í
prosentum av
ydelser, friplads, efterløn, fiskivinnuna, sum Dan- bruttotjóðarúrtgkuni. Her
ATP o.s.fr. mark ikki hevur. sæst, at Føroyar liggja
Hinvegin hava vit í Før- tór.- nummar eitt, og hvussu
oyum havt afturgjaldingar „ mikið føroyska
til vinnuna, og her serlga skattatrýstið er økt í mun
til tað í øðrum londum.
Talmyndin er úr
ársfrágreiðingini hjá Toll-
og Skattstovuni.
MVG-eftirstøda: 45 milj.
veitingar aftur til borgaran.
Víst verður á, at Danmark
hevur nakrar veitingar til
skattgjaldaran, sum vit ikki
hava í Føroyum. Millum
annað tað tey kalla boligsik-
ring, børnefamilieydelse,
børnetilskud, ungdoms-
25. mars hevur Toll- og
Skattstovan gjørt upp,
hvussu mikið er innkom-
ið í meirvirðisgjaldi, og
samstundis hvussu nógv,
sum ikki er komið inn.
Yvirlitið sigur okkum
so mikið, at tilsamans eru
innkomnar 529 millión-
ir. Táer tað tikið frå, sum
m.o. virkir og kommunur
hava fingið afturgoldið.
Parturin av meirvirðis-
gjaldinum, sum stavar frá
keyp í handlum og av
nýttum tænastum heima
er 378 milliónir. Av
teimum, eru ikki færri
enn 45 milliónir útistand-
andi. Hetta svarar til 11
prosent.
tór.-