Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 83 — 4. MAI 1994 Tíðindablaðið [ sostalurin ] Á óanes Nielsen á 1. maihaldinum í Havn: Stersta hóttan- in kemur fra okkum sjalvum Alt ov ofta hava vit blåst okkum upp til at veri bestir og havt henda hugburðin, at ongin skal læra okkum nakað. Sjálvandi er tað rætt at vera stoltur, men tað gevur okkum ikki loyvi til at hyggja niður á onnur. Millum stórlætisórskap og undirlutakensluna er nevniliga lítil munur segði Jóanes Nielsen, arbeiðsmaður ma. á 1. mai haldinum í Havn. Vit prenta róðu hansara Gott 1. maí fólk! Føroyar eru í dag farnar undir eina oyðimarkarferð, og tá vit yngru ættarliðini eru óroynd við krepputíðir, og tá vit heldur ongan Móses hava at slóða fyri, sýnist tað torført at fáa eyga at næstu oasuna. Og tað, sum er uppaftur verri, eru tungu byrðarnar, sum eru lessaðar upp á kamelarnar. Men hvgrjir eru kamelar- nir? Kamelarnir eru teir um- teið 1000 flakavirkisar- beiðararnir, sum eftir eru í Føroyum, teir umleið 1500 fiskimenninir, øll tey sum eru fortreytin fyri útflutn- ingi, tað eru føroysku ka- melarnir. Uppi á teirra slunknu kúlum hongur tað, sum eftir er av okkara sam- felag. Men hvussu ber man seg at tá man er staddur í oyði- mørkini og ikki longur ork- ar at standa undir byrðun- um? Tað fyrsta man má geraer at tosa greitt mál. Alt annað er framhald av teim- um brotsverkum, sum eru farin so illa við okkara Á øllum tungumálum finnast serlig orð fyri skatt, toll og avgjald av ymsum slagi, og ein stórur partur av illbønunum hevur nettup samband við tey orðini. Skattasvindlari, tolltjóður, forbannaður pantifúti, hatta eru ali orð, sum vit dagliga brúka. Og serliga bitturt kenst tað, tá so stórur partur av skattapengunum verður søpladur burtur til eina um- siting, sum er óbrúkilig til føroysk viðurskifti. Umsit- ingarliga kjarnin við stjóra, fulltrúa og nøkrum starvs- fólkum at umsita einstøku målsøkini, er møguliga håskandi sum modell fyri står samfeløg, men er ein katastrofa fyri eitt pinku- lítið land sum okkara. Og tað sum er uppaftur verri, er at partapolitiska bakterian hevur etið seg fasta í umsit- ingini. Fólkafloksins bein- gnagarar hava í nógv ár havt SEV uil sítt privata heima- beiti. Hvør onnur er kanska frågreidingin tilat SEV sum almennur stovnur keypti bygningin hjå formanni fólkafloksins og sostatt bjargaði tí politiska skjensl- inum undan húsagangi? Javnaðarflokkurin er eitt kapitul fyri seg. Tað sum teir ikki evna innan privata vinnulívið, hava teir fleir- falt vunnið aftur innan tað almenna. Fólk undrast við- hvert yvir hví tað larmar so illa í Føroyum. Svarið er einfalt. Tað eru kjálkabein- ini á javnaðarfloksins bein- gnagarum, ið mala sum kvarnarsteinar. Í so máta er Sambands- flokkurin í eini serstødu. Alt ið ber brá av føroyskari umsiting hata sambands- menn av prinsippi. Tí gron- ast teir í dag yvir sparnu beinunum, sum kirkjuráð- ini kasta av sær. Men tað er Ósatt, tá tað verður sagt, at tað almenna er upphavið til vána støðuna í Føroyum. Í veruleikanum er tað almenna stóra og gávumildakvinnan, ið fødir vegir, skúlar, barnagarðar, keiir og sjúkrahús. Og tað er eisini natúrligt. Ella man kundi spurt: Hver annar skuldi kanska eisini gjørt tað? Kinesarar siga, at ein akur er kvinnuligur. Man kann eisini siga at tað al- menna hevur í sær nógvar kvinnuligar eginleikar og tíverri eisini eginleikan at lata seg tøla av vinnulivsins horubukkum. Misfostrið Reynsatindur hevur kostað okkum góðar 130 milliónir krónur. Heygadrangur 70 milliónir krónur og Global- skipini umleið 140 milliónir krónur. Men allar størsta gølan varð framd tá tað almenna bjargaði bankunum. Nær- um 3 milliardir krónur kost- aði tað skattgjaldarunum at lofta hesum stovni, sum fyri 10 árum síðani visti, at allir pengarnir, sum útlendsk kreditfeløg ótálmað lótu føroyskum spekulantum, fyrr ella seinni komu at ger- ast mylnusteinurin, ið dró okkum niður á botn. Men bankarnir søgdu onki. Tverturímóti gjørdu teir sær dælt av hesum ábyrgdar- leysa og hjartaleysa ráki, sum fíggjarliga hevur nið- urbundið eitt heilt ættarlið av føroyingum. Bankarnir vístu hetta. Politisku spíss- arnir vistu tað somuleiðis. Allir teir stovnar, sum fólk vanliga seta sítt álit til, vóru greiðir yvir støduna, men teir søgdu onki! Tvørturi- móti lótu figgjarfrødingar landsstýrisins væl at. Ein teirra var sjálvur lands- bankastjórin. Hóast tað, so finnast tað føroyingar, sum siga at øll bera somu ábyrgd av van- lukkuni. At tey lægst løntu og midalinntøkurnar koma at bera avleidingamar av vanlukkuni, tað er satt. Og tað er fyri so vítt eisini tann gamla søgan. Teir, ið byrj- aðu kríggini, teir ið vóru upphavið til kreppuna, spjeiddu lygnina og mutr- aðu tey, sum einaferð vóru heiðurlig, tey fólkini sleppa Jóanes Nielsen: -Føroyar mugu fáast á fótur aftur. Mynd kalmar snikkaleys. Ella tvørtur- ímóti, so ríka tey seg upp, sum eitt nú bústjórarnir yvir trotabúgvið Fossbankan. Tú kanst ikki dóma tann 6- upplýsta eftir sama leisti sum tann, ið kennir allan samanhangin. Tann upp- lýsti hevur tvørtur ímóti sum menniskja ábyrgd fyri sínum næsta. Verður tað prinsippið avreitt, akkurát í ti førinum verður fólkið tveitt fyri úlvarnar. Og tað er akkurát tað sum er gjørt! Síðani sluppimar komu fyri góðum 120 árum síðani hevur fiskivinnan verið okkara primervinna. Men gera vit eitt legg eini 70-80 ár aftur í tíðina, tá motorar- nir komu í skipini, hendi ein heilt avgerandi broyting her á landi. Í stóran stíl fingu vit bedingar, smiðjur og eg kann nevna at í Grím Kamb- ansgøtu á verkstaðnum hjá Hans B. Arge, har blivu mo- torar framleiddir, líka frá botnkarinum upp til topp- ventilarnar. Vit fingu me- kanisku vinnuna. Stødi var dyggiliga lagt undir eitt vaksandi fólkatal, við eini samansettari framleiðslu, ið fevndi yvir eitt øki, líka frå eplunum Heima á Sandi til snelluna vesturi í Miðvági. Men hesir fakligu kunn- skapir vaksnir fram úr heim- ligum jørdildi, hava millum ár og dag staðið fyri nógv- um hóttanum og avbjóðing- um. Serliga agentvirksem- ið, hvers ímynd í dag stend- ur uppi á Nabb sum ein spøkilsisbyur, hevur oytt møguleikar, ið royndu at fóta sær. Men tann løgnasta hóttanin av gllum, hon er kong frá okkum sjålvum. Alt ov ofta hava vit blást okkum upp til at verði bestir og havt henda hugburðin at ongin skal læra okkum nak- að. Sjálvandi er tað rætt at vera stoltur, men tað gevur okkum ikki loyvi til at hyggja niður á onnur. Mill- um stérlætisørskap og und- irlutakensluna er nevnliga lítil munur. Og frå undir- lutakensluni til angrandi at finna sær sæti á aftasta bonki í missiónshúsinum, og á tann hátt temja sín brúsandi lívshug, eisini har ímillum er lopið stutt. Men vit eiga somu eyka kraft sum eyðkennir oyggjabúgvar allastaðni á jørdini, hon skal bara loys- ast úr fjøtrum. Og serliga í hesum tíðum við stórar- beiðsloysi mugu skapandi kreftimar sleppa at falda seg út. Tað nyttar ikki at sita og taka synd í sær sjálvum. Arbeiðsloysisskipanin er eitt trygdarnet, men sanni- liga ikki nakað alternativ. Vit fáa ikki gleðina og stolt- leikan frá arbeiðsloysis- skipanini og allarminst fáa vit skapt verur til útflutn- ings, so vit aftur kunnu fáa pengar inn í landið. Tí vóru tað stórtíðindi tá tað herfyri frættist at sjálv- stýrishugsjónin ikki bara er í vøkstri, men er farin at líkj- ast sjålvari fólkaatkvgðuni frá 14. september 1946. Tað er bara nógv fyri at fólk skulu niður í støvid, ja, bein- leiðis gerast armingar, áðr- "enn tey hoyra sín frælsa hjartaslátt. Men har eru vit | stødd í dag, í støvinum. Ja, í veruleikanum er politiska tíðarrokningin skrúvað aft- ur á ár null. Av bittrum royndum vita vit hvat ið vit høvdu. At lata somu skálkar og tjóðar sleppa framat aftur einaferð afturat er ikki bara menniskjansligur dárskap- ur, men beinleiðis feikheit. Ein fullkomin tilonkisger- ing av eini politiskari ment- an, sum vit eru við at finna í støvinum frá einum knúst- um samfelag. Hetta høvid, sum býðst okkum í dag til atrudda upp, mugu vit ikki lata fara aftur við borðinum. Sjålvt tarms amir í okkara samfelag leka, og tí verður føroyskur politikkur í komandi tíð eis- ini ein spurningur um re- novasjónsarbeiði. Sterkar og lagnukendar avgerðir skulu takast og til at taka tær krevst makt. Ofta verður sagt at makt korrumperar. Men við líka stórum rætti kann sigast, at ongin makt, eisini korrumperar sum frá- líður. Og akkurát tað eyð- kennir tíverri okkara fakfe- løg. Tey ámi boð vóru eftir