Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tidindabladid [ svsialurin ) Nr. 83 — 4. MAI 1994 Síða 13 Jógvan Fríðriksson í flaggróðu: Folkaflytingin er ikki bert tøl - hon snýr seg um menniskju | Flaggrødan, Jógvan Fríðriksson, sókn- arprestur, flaggdafin helt við Bygdar- húsið á Strondum Morgunin var vallameiraenn eina gkt gam- al, tá tann vaknandi bygdin hevði vundið Merkið í húnarhátt. Tann árligi hátíðar- dagurin hjá tjóðini var enn einaferð komin, og fólkið heilsaði honum við fragd og gleði. Hugnaligt og friðsælt at skoða hesar vøkru litir bleiktra á krossristum dúki. Ein fløvi av lívi og tjóðskaparligum dámi, ein kensla av vælveru. Í tí kalda várliga lotinum bar Merkið boð um frælsi og skynsamligt lyndi. Hjá okkum, ið eru borin eftir seinna kríggj, er hesin dagur blivin ein sjálvfylgja. Ein sjålvsøgd sidvenja, at føroyingar 25. april fylkjast um Merkið. Hetta er okkara land og Merkið boðar frá, at hetta er várt lív og upphav. Og tó, so eru árini ikki so mong, síðani hetta gjørdist sjålvsagdur møguleiki. Á- sannast må, at søgan ikki er so vøkur, tå hugsad verdur um rætt Føroya at vinda egid flagg å stong. Sannførandi var strid teirra, sum stóðu í hesum starvi, at veita tjóðini tann rætt og tær sømdir, ið søma seg frælsum og fríbornum fólki. Og sjálvt um søgan skrivar tvinnanda eftirmæli, so kann av sonnum sigast, at Merkið er blivið fólka- ogn og rist inn í fólkasálina. At Føroya fólk stendur samah um tey eyðkenni, ið mynda og sermerkja tjóðina, er av størsta týdningi. At vera góður við sínar egnu røtur og sítt egna upphav er ein avgerandi fyritreyt, at lívið kemur at heppnast og laga seg sum frægast. At hava jørdindi í sínum dagliga umhvørvi skapar trivnað. Týdningin av at kenna seg sjálvan og sínar egnu røtur, sóu teir føroysku ung- lingarnir á Garði niðri á danalandi í vakn- andi tjóðskapardógum. Tað er ein fylgja av sannføring teirra, at okkara vakra oyggja- land fekk tað flagg, sum nakað eftir sín upp- runa varð kallað Merkið. Áhugavert er at leggja til merkis, at tann av landi farni ungdómur í útlegd evnaði Merkið soleiðis, at pláss var til fedranna arv og guðstrúgv. Sjålvt um bygnaðurin í ti føroyska flagg- inum sum heild likist nordurlendsku grann- unum, so er eyðsýnt, at krossurin hevur verið rættiliga avgerandi fyri, at júst hetta flaggið gjørdist tjóðmerkið. Trúgvin á Kristus bar eisini her ávegis. Søgan veit eisini um onnur uppskot. Nevnast kunnu Tjaldursflaggið og Veðra- flaggið. Hesi fløggini vóru á ein hátt nøkun- lunda eins, — ein rætthyrningur við reyðari rond um bláan dúk. Á ti bláa dúkinum var so åvikavist eitt tjaldur og ein veðrur. Hesi floggini eru ræuiliga einføld men vekur. Tó skal sigast, at kønar hendur teknaðu og evnadu til Merkið — føroyska flaggið. Við Merkinum fekk tjóðin ein identitet, ein samleika. Tað er einki yvir at dylja, at kærleikin til fosturlandsjørd er rikidømi. Hendan dyrgrip bera okkara sjómenn við sær á øllum teirra leiðum yvir stór og fremmand høv. Um hendan dýrgrip savnast føroyingar í útlegd bæði til álvara og gam- an. Um hendan dýrgrip savnast føroyingar í útlegd bæði til álvara og gaman. Um hendan dýrgrip savnast vit í dag og bera Merkinum kvødu. At vera føroyingur! Tad er ein dyrgripur at vera borin og uppvaksin á hesum klettum. Tað er ein dýrgripur, at vit lærdu móðurmál og eiga heimliga mentan. Tað er ein førn- ingur, ið vellur fram úr annars kørgum klettum. Tað er torført at gera hetta virðið upp. Tað hevur nakað við sjálvt lívið at gera, ein í- borin tryggleiki. Hvat tað er at fara ein túr í hagan, ella fara á flot, ella bara fara inn á teimum tóku tey sær ongan- tíð myndugleika at spæla violin, men sótu á aftastu benkrunum hjá Javnaðar- flokkinum og pumpaðu upp á hver sína lítlu munnharpu. Føroyingar mugu savnast tvørtur um politisku mørk- ini. Teir gomlu flokkarnir hava staðið sína royndartíð og eru fallnir, og við sær í fallinum tóku teir tað land- ið, sum vitelska. Flokkarnir í dag eru bara skrødd leik- tjøld, har degenereradar klovnir ganga og mæla í ør- viti. Føroyar mugu fåast aftur á fótur. Ein tvørpolit- isk fylking við rótum, ið greina seg inn í bestu tradi- sjónirnar hjá fakfelags- rørsluni, og vid rrinsippum, ið gagna tjóð:ri, soleiðis eigur at verða farið til valið í heyst. Tað má fáast skikkur á fiskivinnuna. Men ikki vid at endurtaka stórlætisgr- skapin frá 80'unum, tá vit høvdu tey stórslignastu skipini, men so sanniliga eisini vóru stórslignastu skuldarreyvarnar á fiski- feltinum. Latið okkum heldur fáa ein 100 tonsara við 14 línumonnum um- borð. Eg skal ikki gera nakraroynd til at mana fram eitt paradís, av ti verður man altíð skuffaður. Men ringar skulu spjaðast í vatn- inum. Klokkurnar senda kkum stríðsboð. Annars kundi tað hent, at vit koma at verða eitt fylgi av kamelum gloymdir úti í oydimørkini. Gott 1. mai. Jóanes Nielsen gólvið á vitjan uttan fyrst at hava boðað frå í telefon. Hvat tað er at liva i Føroyum, hetta ríkidómið sakna flest øll, ið noyddust at fara í útlegd. Hvar er hetta virðið í dag? — kundi verðið spurt. Er tað ikki ein stór skomm at vera føroyingur og savnast undir Merkinum skuldarbundin nógv år fram i tíðina? Hava vit ikki gjørt okkum fyri skommum so tað munar og køvir hvønn føroyskan neista langt inn í komandi øld? Tíverri — eru tað mong, ið likasum dragast við hesa skuldarkenslu. Ein nívandi kensla, athugsjónin bar ikki ávegis. Taðbar ikki til, — og ber ikki til! Tað er í stórari virðing fyri øllum teimum, ið komu illa fyri av sjey- og áttatiárunum, at vit í dag savnast um Merkið. Lat tað ljóða um dalar og fjøll, lat tað runga millum heyggjar, — at tað føroyska fólkið ikki eigur at bera stórri skuldarkenslu enn neyðugt. Tað er eingin skomm hvørki hjá tí einstaka ella tjóðini, — tað er eingin skomm at gerast fátækur. Sjálvandi hava vit eina ábyrgd og hana skulu vit átaka okkum. Men aftur- gangstíðin hevur eisini stødi í vánaligum al- heims búskapi og fremmandum árini. Í staðin fyri at skammast og missa mótið, eiga vit at vísa á, at vit í Føroyum gloymdu at liva sum føroyingar. Tað er størsti tjóð- skaparligi skaðin í nýggjari tíð, at vit í Før- oyum valdu at liva sum um vitlivdu í einum ævigum Eldorado. Tað er hetta 25. apríl minnir á, at vit eru føroyingar serstøk tjóð. Tey virðir, landið eigur og gevur, mega koma aftur í hásætið. Tað tykist alneyðugt í hugburði og hugsan at koma aftur til lands. I Føroyum livdu vit likamliga, virkaðu og búðu. Men fólkasálin og hugburður var sjáldan innan føroyskar landoddar. Vit gloymdu okkum burtur og gjørdust stórtgkin. Vit gloymdu heimliga siðvenju og fóru at kopiera hugburð og livsstil. Og er hugburðurin av fremmandum uppruna veksur fremmandur vøkstur í heimligari jørd. Og tad er tad sum hendi! Soleidis sum vit livdu, — tað var eitt lív, ið ikki var livað við åtgangsstødi i heimligum umhvørvi. Vit lósu útlendskar bøkur og funnu útav, at hetta var gott og spennandi. Soleiðis vilja vit eisini hava tað. Men! Ein var feilurin stóri! Heimliga jørdindi varð ongantíð kannað. Føroyska fólkasálin varð ongantíð eftirspurd hvorki alment ella privat. Urslitið kenna vit! Okkara landsmenn flyta av landinum. Bygdir fólkatómar. Tað eru ikki bara tel, talan er um. Tað er um menniskju at røda. Menniskjalagnur í hópa- tali! Og fyri hvønn tann, ið fer í útlegd, eru Føroyar eitt vet fátækari. Tí fátækt er tað land, ið ikki rúmar sínum egnu. Merkið veittrar í dag og letur ljóða, at ríki- dómi ikki bara eru pengar og bilar. Riki- dómi er at kunna liva og doyggja í sínum egna landi mettur av dógum. Hetta visti tann gamli føroyingurin, ið arbeiddi sitt dags- verk mangan í trongum tíðum og korum. Og tey livdu í samvinnu við onnur lond. Livdu sum iøroyingar. Kvóðu føroysk kvæði. Lestrabókin og guðstrúgvin sæst aftur í krossinum. Og tað var livandi i Før- oyum. Mangan fátæksligt, — men tey livdu. Vit mega sum fedrarnir reisast til felags mál. Standa saman sum føroyingar í hug- burði og mentan. Tað er byrjanin til eina endurreisn við rímiligum sosialum korum. »Lær meg fram um alt at gloyma meg og mítt, tá tað ræður um at verja merki títt, lat meg teljast millum teir, ið berjast tá, aldri víkja tínum fagra merki frå«. Og vit vilja síggja, at grasgrøn er líð ár um annað! Undir veittrandi Merkinum mennist tjóðin sum dagur líður. Og tað ber ávegis framá! LOG TUsu Evra