Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 118 - 26. juni 2003 Nr. 118 - 26. juni 2003 25 Gongur alt sum ætlað og vónað, kann henda, at Føroya fólk fær góð tíðindi um ólavsøkumundið. Men hesi kunnu tó eisini gerast beint øvugt og ikki koma fyrr enn nógv seinni. Vit tosa um 4. brunnin á føroyska landgrunninum, tann, sum italska oljufelagið ENI (fyrr Agip) borar í løtuni 4. BRUNNURIN Jan Müller Sett varð á at bora sunnu- dagin 15. juni. – Tað hevur gingið væl og eftir ætlan og eru boraðir góðir 1400 metrar, tvs. frá havbotnin- um sigur Alex Buvik, leið- ari á Oljumálaráðnum og hann, sum hevur ábyrgdina mótvegis føroyskum myn- dugleikum, at alt gongur sum tað eigur við boringini. Hesir fyrstu 10 dagarnar eru farnir til at tryggja holið á ymsan hátt, soleiðis at restin av boringini kann ganga uttan stórvegis trup- ulleikar. Ein kann siga, at við hesum partinum av bor- ingini er ta neyðuga og tunga forarbeiðið gjørt, ein kann siga, at hervið er sjálvt fundamentið fyri víð- ari boriholinum komið uppá pláss. Síðani – tvs. í dag ella hósdagin – verður so farið undir meira mið- vísa boring teir 1500 til 2000 metrarnar aftrat niður í dýpið. Endaliga málið er at bora umleið 4250 metrar og tá eru teir umleið 1000 metrarnir frá vatnskorpuni við. Tað fer at taka longri tíð at bora henda partin av brunninum, tí tá skulu tak- ast kjarnuroyndir sohvørt, tey skulu logga oa. Talan er um einar 30 til 40 dagar aftrat. Sosialurin hevur skilt, at ENI hevur fleiri mál tað fer at kanna ávegis niður eftir móti tí endaliga málinum. Hetta er ikki óvanligt, tí eisini okkurt av hinum olju- feløgunum, sum hevur bor- að, hevði fleiri mál í teirra brunnum. Alex Buvik sig- ur seg onga viðmerking hava til slíkar metingar og gitingar. Uppá fyrispurning nær tey í Oljumálastýrinum so dánt hava eina meting av endaliga boriúrslitinum sigur Alex Buvik, at tað veldst sjálvandi um um- støðurnar, men tað er ikki óhugsandi, at tey hava eina meting um tríggjar til fýra vikur. Oljumálaráðið hevur tryggjað sær í loyvunum, at tað eftir at ein brunnur er liðugt boraður kann fara út við einum tíðindaskrivi um úrslitið. So gongur væl við boringini kann eitt úrslit verða kunngjørt kanska fyri ólavsøku men helst ikki fyrr enn eftir hátíðina. Annars upplýsir Alex Buvik, at ENI hevur hildið seg til allar tær reglar, sum eru galdandi fyri bæði trygd og umhvørvi. Teir vóru umborð á boriskipin- um Belford Dolphin, áðr- enn tað fór undir at bora og tryggjaðu sær, at alt var í tráð við føroysku reglurnar. Sosialurin hevur roynt at fáa eina viðmerking frá ENI, men tað hevur ikki eydnast okkum. ENI, sum er fyristøðu- felag fyri hesi boringini, eigur 75% av loyvinum, meðan Føroya Kolvetni eigur hini 25%. Gongur væl hjá ENI at bora: Hava borað 1500 metrar – møguligt úrslit á ólavsøku Eitt av heimsins mest framkomnu boriskipum, Belford Dolphin borar 4. brunnin á landgrunninum Ein 25 ára gamal maður varð fluttur á Landssjúkrahúsið við brotnum ryggja- geislum, tá hann misti tamarhaldið á bilinum á lands- vegnum omanfyri Kvívík týskvøldið FERÐSLUÓHAPP Stefan í Skorini Maðurin var einsamallur í bilinum, tá óhappið hendi. Hann var farin úr Vest- manna og koyrdi omanfyri Kvívík, tá hann brádliga misti tamarhaldið á bilin- um, sum fyrst brast í bergið vinstrumegin og síðani varð slongdur innaftur á vegin, har hann bóltaði runt. Maðurin varð beinan- vegin fluttur á Landssjúkra- húsið í Havn, og tað vísti seg, at hann hevði brotið tveir ryggjageislar, um- framt at hann hevði aðrar smávegis snuddir. Hann er síðani innlagdur til nærri kanningar. Áðrenn sjúkrabilurin kom á staðið, høvdu fólk hjálpt manninum við fyrstuhjálp. Maðurin misti ongantíð vitið, tá óhappið hendi. Bilurin er sera illa farin og verður væntandi vrak. Løgrelgan hevur illgruna um, at ov nógv ferð er or- søkin til óhappið. Endaði á takinum Ein 25 ára gamal maður breyt tveir ryggjageislar, tá hann misti tamarhaldið á bilinum, sum endaði á takinum Mynd: Jens Kr. Vang Lýsing um ferðslu á Jóansøku á Tvøroyri tann 27., 28. og 29. juni 2003. 1. Meðan kappróðurin fer fram, er øll óviðkomandi sigling á kappróðrarøkinum bannað. Somuleiðis er frá hálvum tíma áðrenn kappróðurin byrjar og til hesin er av, øll akferðsla bannað á kajøkinum. 2. Í samband við barnasúkklukapping, ið verður á Ovara veg leygardagin 28.juni kl.12.30,verður heitt á allar bilførarar um at vísa ans og fylgja teimum boðum, ið verða givin á staðnum. 3.Meðan jóansøkan verður sett leygardagin 28.juni frá kl. 13.45 til 14.30 er koyring ikki loyvd frá Uttara handli vestur til Posthúsið. 4. Leygardagin 28. juni í tíðarbilinum frá kl. 17.30 til kl. 20.00, er parkering í báðum síðum bannað frá Kirkjubrekkuni út á Torvheygg. Tvøroyrar Býráð Til sølu Um hóskandi boð fæst, verður ognin Tróndar- gøta 35 í Havn seld. Nærri fæst at vita á tlf. 312234 - 512234 Kunngerð Føstu fundardagar býráðsins seinra hálvár í 2003 verða: 3. juli 1. september 6. oktober 3. november 1. desember Allir fundirnir verða kl.17.00 í býráðssalinum og ikki sum áður lýst kl. 19.00. Tvøroyrar Býráð Aðalfundurin hjá Miðvágs Róðrarfelag er útsettur vegna fráfall. Nærri verður lýst seinni. Nevndin www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 25 24