Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 • hósdagur • 26. juni 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Eftir seks dystir hevur ÍF fult stigatal í næstbestu deildini, og fuglfirðingar stevna nú ímóti 1. deild. Hinvegin hevur eitt annað fyrrverandi 1. deildarlið, B71, fingið eina sera vánaliga byrjan uppá kappingarárið og liggur næstniðast 2.DEILD Stefan í Skorini Tað tykist sum um fuglfirð- ingar ætla sær uppaftur í 1. deild eftir at hava verið í næstbestu deildini í nøkur ár. Eftir seks umfør hevur ÍF fult stigatal og heili sjey stig eru niður til næstu liðini, sum eru Sumba og AB. Leygardagin var topp- dystur í Fuglafirði, og hesin dysturin var sera avgerandi fyri, hvussu oddurin fer at myndast framyvir. ÍF fór avstað við einum uppibornum 4-2 sigri og legði harvið sjógv ímillum seg og hini liðini í oddin- um. Fyrri hálvleikur var javnur, har bæði liðini høvdu sínar málmøguleik- ar, men einki mál kom fyri steðgin. Í seinna hálvleiki kom verulig gongd á málskjót- ingina. Fyrst legði veteran- urin Ken Bærendsen ÍF framum, men Allan Poul- sen javnaði fyri útiliðið. Hetta málið var at kalla eitt sjálvmál frá ÍF-málverjan- um, sum misti bóltin í net- ið. Tað stóð tó ikki á jøvnum leingi, tí longu í næsta álopi skoraði Heini Heinason til 2-1. Síðani øktu Atli Peter- sen og Hanus Eliasen til 4- 1. TB pyntaði tó um úrslitið móti endanum, tá Allan Michelsen fekk eitt mál. Komandi vikuskiftið skal ÍF út á Argir at spæla móti AB. Argjamenn skulu vinna dystin, um teir skulu minka um munin upp til fuglfirðingar. Hetta verður óivað torførasti dysturin hjá ÍF higartil í ár. B71 í trupulleikum Eftir at hava vunnið tann fyrsta dystin hevur B71 enn ikki fingið fulla úrtøku. Hesuferð var Sumba á vitj- an, og dysturin endaði 1-1. Eirik Joensen legði gestirn- ar framum tíðliga í seinna hálvleiki, men Tummas Pauli Olsen javnaði stutt fyri leiklok. Hetta var samstundis fyrstu ferð síðan tað fyrsta umfarið í landskappingini, at B71 yvirhøvur skorar eitt mál. Í fýra dystir á rað er B71 farið av vøllinum uttan at skora. Sumbingar eru enn við í oddinum, men hetta var tó ein dyggur smeitur, tí ÍF er sera væl koyrandi í løtuni. VB er komið væl frá byrjan í 2. deild í ár. Tíggju stig hava vágbingar fingið, og tað er eins nógv sum arvafíggindarnir á Tvør- oyri. VB er enntá framman- fyri við betri málmuni. KÍ var á vitjan leygardag- in, og VB vann stórsigur á 5-1. KÍ kom framum við sjálvmáli, men VB lat tó ongan iva vera um úrslitið, tí longu við steðgin var støðan 4-1. Tað er ein sannroynd, at KÍ mangan hevur trupul- leikar við at manna 2. deildarliði til dystir í Suð- uroynni, og hesuferð var liðið heldur ikki væl mann- að. T.d. mátti ein útileikari standa í málinum. Síðst KÍ var í Suðuroy taptu klaks- víkingar 8-1 móti Sumba. AB dragnar AB hevur ætlanir um at hava eitt lið í 1. deild, men leygardagin misti liðið enn eitt fet í kappingini móti ÍF í oddinum. 1-1 endaði grannauppgerðin millum B36 og AB. AB kom annars framum við einum frálíkum máli frá Pæturi Dam Jacobsen, tá hesin og Jan Jørgensen broderaðu seg ígjøgnum verjuna, áðrenn Pætur lang- aði til beint uttanfyri brots- teigin. Stutt eftir varð Karl Leonsson, liðformaður hjá AB, rikin av vølli. Hann nýtti neyðbremsuna, tá áleyparin Kristian í Vági gjørdist leysur móti málin- um. Eftir hetta tók AB seg longur aftur á vøllin og mestsum bíðaði eftir, at B36 skuldi senda fólk fram á vøllin. Sera fáir veruligir mál- møguleikar vóru í dystin- um, men tað eydnaðist tó B36 at fáa útjavnandi málið. Tíggju minuttir fyri leiklok setti Kristian Eli Andersen høvdið á eitt hornaspark og so var 1-1. Á Toftum tók B68 móti LÍF, og útliðið vann dystin 2-0. Jonhard Høgnesen legði LÍF framum fyri steðgin, og Magnus Dalbø sló sigurin fastan í yvirtíð- ini í seinna hálvleiki, eftir at málverjin hjá B68 var farin fram til eitt horna- spark. B68 royndi at trýsta í seinna hálvleiki, men hóast heimaliðið skapti nakrar møguleikar eydnaðist tað ikki at fáa mál. B68 er nú rótfest í botninum, men LÍF liggur væl fyri miðskeiðis í stigatalvuni. ÍF - TB 4-2 (0-0) 1-0: Ken Bærendsen 1-1: Allan Poulsen 2-1: Heini Heinason 3-1: Atli Petersen 4-1: Hanus Eliasen 4-2: Allan Michelsen B36 - AB 1-1 (0-1) 0-1: Pætur Dam Jacobsen 1-1: Kristian Eli Andersen VB - KÍ 5-1 (4-1) 0-1: Sjálvmál 1-1: Sigmund Mikkelsen 2-1: Per Joensen 3-1: Jón Gærdbo 4-1: Jón Gærdbo 5-1: Hallur Joensen B68 - LÍF 0-2 (0-1) 0-1: Jonhard Høgnesen 0-2: Magnus Dalbø B71 - Sumba 1-1 (0-0) 0-1: Eirik Joensen 1-1: Tummas Pauli Olsen Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 ÍF 6 6 - 0 - 0 15 4 11 18 2 Sumba 6 3 - 2 - 1 14 4 10 11 3 AB 6 3 - 2 - 1 13 6 7 11 5 VB 6 3 - 1 - 2 11 6 5 10 4 TB 6 3 - 1 - 2 14 10 4 10 6 LÍF 6 3 - 0 - 3 7 13 -6 9 7 KÍ 6 2 - 0 - 4 10 24 -14 6 8 B36 6 1 - 2 - 3 8 10 -2 5 9 B71 6 1 - 1 - 4 3 8 -5 4 10 B68 6 0 - 1 - 5 4 14 -10 1 Máltindurin Eirikur Joensen Sumba 6 Eyðun Samuelsen AB 5 Kaj Roest TB 4 Áki Mørk B36 3 Hanus Eliasen ÍF 3 Heini Heinason ÍF 3 Allan Michelsen TB 3 Allan Poulsen TB 3 Fuglfirðingar stevna móti bestu deildini Heini Heinason skoraði annað málið hjá ÍF móti TB leygardagin. ÍF legði við sigrinum sjógv millum seg og hini oddaliðini Savnsmynd 23 22 Nr. 118 - 26. juni 2003 grafiskur karmur og felagssam- leiki í Føroyum. Enn eru fólk í Føroyum livandi áhugað í hvað- ani fólk eru ættað, hvørjari bygd og av hvørjum fólki. Tey ungu tykjast líkaglað um hini ungu og øll onnur eru úr Svínoy, av Argj- um, úr Dali ella av Strondum. Í dag eru helst aðrar fjølmiðla- bornar flokkingar galdandi, um hesi eru áhugað í hiphop, metal, pop — Britney Spears ella Hatespeach. Hevur tú Nokia, Erikson, Kall ella Føroya Tele? Ert tú kool, hot ella not? Standandi á sandinum í Skála- vík, dugi at síggja, at ein livandi og helst mennandi skriðan er farin á glið, har tey ungu liva í eini aðrari verð enn tey eldru. Fram við húsunum hjá Hús- frúnni, kom eg at hugsa um, at tey ungu kanska eru fortroppar- nir í einum nýggjum Føroyum. Tey eru uppvaksin við sms- boðum, sjónvarpi, Playstation- spølum, DVD, teldum, internet, MTV, modernaðum pedagogum og lærarum, nógvum skúla og einum øgiligum áhuga fyri um- heiminum — ið tey sjálvi ætla at vitja, búgva í og kanska flyta til, fyri ongantíð at koma aftur. Sjálvandi hevur tað einki at siga fyri tey, um hini ungu eru av Sandi ella úr Múla. Bygdafrell eru við økta samskiftinum horv- in. Upprunaliga var bygdafrellið eitt skiftistíðar ólukkudýr, tí hesi vóru eitt úrslit av ósamsvarandi sannroyndum, ið kom fram í møtinum millum bóndasamfelag- ið og tað modernaða, av munin- um millum serliga smábygda- mentanina og modernaða lívið í størru bygdunum og býunum í Føroyum. Júst fyritreytin fyri henda mun er horvin í dag. Við og uttan tunnlar. Miðsavnan og tunlar Katrin Petersen skrivaði í Sosial- inum 12. apríl, at nú eru klaks- víkingar vaknaðir við kaldan dreym. Nú kunnu teir ikki longur síggja klaksvíksdygdir og klaks- víksfólkasálina við teim somu klaksvíkseygunum, tí tað-ber — ikki — til — at - koyra — til — Havnar. Hon endar stubban "Eg meini tað" í speisama horninum við at siga, at: "At um trý ár, so eiga sandoyingar tørn. Tá er tað Sandoynni, tað ikki ber til at búgva í — tí eingin vegur er til Havnar." Hetta er sunt speisemi, men sum við so nógvum øðrum speisemi er tað bæði eitt vet av álvara og sannleika í hesum. Tað er serliga stuttligt og hugnaligt at vitja vakrar smá- bygdir í Føroyum. Eg haldi tað vera deiligt, at alt ikki verður eins, at vit varðveita smábygdir sum livandi øki í Føroyum, men beinanvegin dugi eg at síggja, at hetta er alt annað enn lætt. Arbeiði og virksemi í eini oyggj sum Sandoynni er lykilin til nærum alla framgongd — serliga í eini tíð merkt av altjóðagerð og ógvusligum moderniteti. Vit vita, at Sandoyggin og Suðuroyggin eru oyggjar, ið ikki eru so væl fyri í hesi menning. Hetta hava vit sæð gjøgnum 90ini. Tað er sum man í fjøruni í Skálavík, á sandinum á Sandi og millum húsini í Skopun kann merkja ein frið, men eisini eina órógv — ið møguliga bert eg kenni — ið boðar frá einari mentalari broytingartíð, har oyggjar longur burturi frá høvuðsstaðarøkjum kunnu enda sum eftirbátar. Hetta er hent í Danmark, Svøríki og sera ógvus- liga er hetta farið fram í USA. Ísland hevur eisini havt eina garrvilla miðsavnan, sum man í Noreg hevur roynt at tamt — men við skiftani eydnu og við øgiligum útreiðslum. Framgongd í Føroyum Antropologurin Firouz Gaini skrivar í sama blaði í grein kall- að: "Framgongd í Føroyum — førleiki og vinir", um moderni- tet: "Ein trupulleiki í Føroyum í dag sær út til at vera, at vit standa við einum beini í tí gamla samfelagnum og hinum í tí sein- modernaða vitanarsamfelag- num". Samstundis sum hetta er ein trupulleiki, sigur Firouz, er hetta okkara styrki. Her roynir Firouz seg við einum konsensus- skapandi sjónarmiði. Men so er galið aftur, seinni í greinini: "Samfelagið er í dag merkt av óvissu um framtíðina. Moderni- teturin hevur fingið nýtt skap, og politikurin flýtur á óstøðugum bylgjum. Tá ið lokalsamfelagið verður ávirkað av óstýrandi globalum rákum so er tað ógvuligani ræðandi fyri nógv fólk. Hvussu ávirkar alt tað nýggja og fremmanda okkara samleika? Og kensluna av at missa stýringina yvir egna emhvørvi kann elva til Ræðslu fyri øllum fremmandum." Firouz siterar Ulrik Beck, týska sosiologin, ið tosar um vanda- samfelagið og polska Zygmunt Baumann, ið hann tó ikki veru- liga brúkar til nakað. Eg haldi hesa greinina hjá Firouz verða nakað av tí besta, eg havi sæð eftir hansara hond. Tey røttu elementini eru við, og hann er her atfinningarsamur í støðum. Men her vantar ein verulig tulk- ing, og vandin er kanska, at longri perspektivir doyggja, tí hann at enda mótsigur sær sjálv- um — ella eisini er tað bert ógreitt, hvat Firouz heldur um modernitetin, um óttan fyri honum, um gamla samfelagið í dag og hvørja ávirkan hetta møguliga kann hava á okkara samleika. Tað var løgið at lesa hetta á Sandoynni, tá eg fekk fatur á bløðunum. Tað eg haldi meg hóma hjá Firouz og øðrum, er ein mótvilji móti at hava eina klára tulking, og hinvegin ein vilja til konsensus, fyri at halda seg frían av atfinningum møgu- liga, ella er hetta ein einfaldur persónligur spurningur um lyndi. Í hesi grein skrivar Firouz eisini um serfrøðingar, og um, at ongin lurtar eftir teimum. Eg havi hug at spyrja um frøðingar duga at gera seg galdandi? Um teir ikki goyma seg fyri øllum kontro- versiellum sjónarmiðum, og fyrst eftir, at bardagar eru av, koma fram at skriva søguna um hetta, ið nærum eingin politikari ella vinnulívsmaður hevur tol til at lesa? Hvar hevur t.d. ein møgulig atfinning, tulking, viðgerð verið av nýnationalismuni í Føroyum frá 1998 til t.d. 2002 (nú tykist hon hæsa av) t.d. frá antropo- logum sum Firouz og doktarum, ph.d´arum og søgufrøðingum o.s.fv., ið frá 1998 til í dag, mær vitandi hava latið standa til. Tað sær út sum um tað er ein gjógv millum fólkið og frøðing- ar, millum Fróðskaparsetrið og bløðini, enn sum fyrr? Her niðri í fjøruni í Húsavík beint við málaðu lendingina hendan dagin undir páskir tykist hetta langt burtur. Ein møgulig orsøk er, at frøðingar ikki koma fram og siga frá, ella til, ella muta ímóti? Tað er sum um ein "lekkur" serfrøð- ingur, er ein góður jaligur ser- frøðingur í samfelagnum í dag, ið uppá ein ella annan máta er tjóðarbyggjandi og hálvavegna gratulerar fólk og tjóð uppá ein uppbyggjandi máta, meðan modernitetstulkingar, eru mang- an ikki mjúkur kostur. Modernað mentanarástøði, eitt nú tulkingar av lívsstíli og virðum, eru sera torfør, eins og vanlig heimspeki og egnar seg helst illa sum greinatilfar í avísum. Um so skal vera; krevst mangan ein ávís einfaldsgerð. Endin er mangan tann, at vísindi í bløðunum endar sum bardagi fyri ella móti onkrum, har 90 prosent av kjak- inum er sum í einum ísfjalli undir sjónum. Mentan, menning og vísindi er eisini bardagi Sum eg síggi tað, eri útlærdur, eru vísindi eisini bardagi, eins og mentan er bardagi. Kent er, at ymiskar tulkingar altíð berjast, og skulu berjast um at greina galdandi veruleika, samstundis sum ástøðismenningin er øgilig í heiminum í dag. Hetta hevur til endans ávísa ávirkan. Torført er at fylgja við øllum tí nýggja. Ofta eru tað ungir akademikarar, ið bera við sær nýggjastu ástøð- ina, men hesi sleppa mangan ikki at læra hetta frá sær, tí tey sum sita á størvunum, mangan enda við at verja eldri vitan, skúlar og ástøði. Tá tey yngru gerast eldri, koma tey framat og endurtaka mangan somu leið. Tað øvuta av vísindi og mentan er, at øll hava rætt (konsensus), at øll eru samd um alt (ella latast at vera tað), altíð, ella at royna at sameina ómøguligar mótsetningar sum gud og ateismu, tjóðskaparliga mentan og modernaða, altjóðagerðing og hetta at verja seg fyri útlendskum ráki, moderniteti og siðum. Tað, eg sakni hjá Firouz og øðrum, var dirvi til at siga okkurt um føroyska samfelagið er seinmodernað og hvussu, ella hongur tað saman av gomlum siðum enn? Er tað modernistiskt, ella kanska eitt vet national- romantiskt? Er t.d. modernað føroysk mentan seinmodernað í dag? Og var tað so, hví kann man so ikki speirekandi skriva um føroyskan tjóðskap? Hví hava øll so ikki bert teirra egnu mentan í dag? Hevði tað ikki verið postmodernað ella sein- modernað, ikki at tíma nakað, dekonstruera heila lortið? Eg eri helst ikki so ósamdur við Firouz, men veit kanska ikki, hvat hann roynir at siga. Aftur til Sandoynna. Um man er fyri moderniteti, globalisering ella ikki, so eru tjøldrini farin á flog. Tey sótu á sandinum í Húsavík henda várdagin sum ferðamøddir flytifuglar. Tað regnar nú. Eg verði vátur. Børnini niðri á kajuni í Skálavík senda sms-boð og líkjast rapp- sangarum úr USA. Tær gomlu Føroyar búgva skjótt á ellis- heimi. Mynd: Kim Simonsen C M Y K 22