Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-06-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 26. juni 2003 21 ESSAY Kim Simonsen Í Húsavík stóð ein flokkur av tjøldrum á sandinum, saman- kropin í hvassa vindinum. Tey tyktust leingjast eftir sólini, hit- anum og bíðaðu eftir framtíðini. Ferðamøddir flytifuglar, júst komnir heim til Føroyar at vitja eitt bil. Tey standa eisini soleiðis, tá summarið er um at vera av. Tá fellur langferðaálvari á fuglarnar, og teir standa so melankolskir á nesjum og tangum og kúra. Teir fyrireika seg til langa og vanda- mikla ferð, so langt suður sum til Afrika. Afturkomnir á klettarnar skulu teir eisini venja seg við at vera her. Júst sum vit menniskju, her í bygdini hjá Húsfrunni. Eg havi ikki verið á Sandoynni í eini 15 ár. Har er vakurt. Nógv vøtn eru á Sandoynni. Komin eftir vegnum frá Skopun kemur Norðara Hálsavatn og Heimara Hálsavatn. Síðani kemur stóra Sandsvatn. Ávegis til Skálavíkar kunnu vit síggja móti Lítlavatni og Stóravatni. Útsýnið er vakurt av Sandslíð móti Skúvoy, Stóru Dímun, Lítla Dímun og handan mjørkan hómast Suðuroyggin. Tað er gott samband millum Sandoynna og Meginlandið, men enn eru bygdir sum Dalur, Húsa- vík, Skarvanes og Skálavík langt burturi, men frá hvørjum? Í dag er tað sum um ein ósjónlig ond reikar um heimin av miðsavnan, sosialari broyting — moderni- tetur kalla tey tað, men hetta hevur eisini ringar avleiðingar við sær í støðum. Støð hava fingið eina aðra merking í dag. Heimbygdin er ikki longur natúrliga miðan í heiminum hjá modernaða føroy- inginum. Fyrr vóru samfeløg sjálvsnøktandi. Búði man eitt nú í Dali, var ikki so neyðugt at reika runt landið. At koma eitt nú úr Dali, Húsavík ella Skálavík segði nógv um persónin. Hetta kunnu vit vit lesa hjá Heðini Brú. Bygdamentanin og eindar- mentanin í bóndasamfelaginum var sterk, ramlig og livandi. Í øldir hava fólk livað av jørðini og av at fiska. Bygdin og saman- haldið vóru karmur um ein harð- an arbeiðsfelagsskap. Rundan um henda karm kom so trúgvin og kirkjan. Seinni í tíðini kom tjóðaskaparrørslan eisini til. Trúarrørslur, fráhaldsrørslur og ungmannafeløg kappast kanska serliga um tey ungu — men bygdin stóð so ramlig, stolt og livandi sum ein mentalur topo- Í Sandoynni móti vári Hugleiðing um føroyskar oyggjar og kjak um modernitet Vit koyrdu eftir vegnum til Dals á Sandoynni. Har er høgt omanav. Vegurin er smalur, sjálvandi møttu vit bussum og øðrum stórum bilum. Komin til Dals, var veðrið so toluligt, heldur dimm skýggj á himmalinum. Tað er vetur enn í Føroyum. Dagurin er tó longdur, menniskju og tjøldur leingjast eftir várinum og ljósinum Heimbygdin er ikki longur natúrliga miðan í heiminum hjá modernaða føroyinginum Mynd: Kim Simonsen 21 20 Nr. 118 - 26. juni 2003 C M Y K 20