hósdagur 5. mai 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 84 — 5. MAI 1994 Sida3
Tidindabladid
Svenskar fyritøkur répa:
Neydarrop
eftir fólki
Menn í stórum tali kunnu fáa arbeiði á fyritókun-
um í býnum Gnosjø í Sudursvøriki
Svenska blaðið Dagens In-
dustri hevði fyri viku síðan
eina stóra grein um, at ídn-
adarfyritøkurnar í bynum
Gnosjø hava havt so stóra
framgongd, at tað stendur á
at fáa nóg mikið av arbeiðs-
megi. Fólk eru komin úr
Danmark og ødrum londum
til býin at arbeiða, men tað
er ikki nóg mikið. Arbeiðs-
fólkini noyðast kortini at ar-
beiða nógv yvir, tí eftir-
spurningurin eftir vørun-
um, tey framleiða, er so
stórur. |
Fyritøkumar í býnum
umsetatilsamans fyri 4 mia.
krónur um árið.
Gnosjø liggur í Suðursvg-
ríki, einar 60 kilometrar
sunnan fyri Jønkøping. Tað
er ein idnadarbyur, 61 % av
fólkinum arbeiða í ídnað-
inum.
Meira og meira
Ein fyritøka í býnum eitur
Troax, og har gera tey vegg-
ir til hús og virki. Fyritøkan
veksur og veksur og hevur
fleiri verksmiðjur nú í ødr-
um londum, men tørvur er
framvegis á fleiri fólkum til
at arbeiða i Gnosjø. 260 fólk
arbeiða hjá Troax í Gnosjø,
og umsetningurin hjá fyri-
tøkuni er 229 mió. krónur
um árið. Á Troax arbeiða
eisini m.a. danir.
Sweed Wheel eitur ein
onnur fyritøka, og har gera
tey plasthjól. 40 fólk um-
seta fyri 40 mió. krónur um
árið. Har ganga maskinur-
nar alt samdøgrid.
Tad eru serliga menn,
bynum tørvar sum arbeiðs-
megi, ti tað er likamliga hart
arbeiði við nógvari lyfting.
Konurnar hjá monnunum,
sum arbeiða í Gmnosjø,
noyðast tær flestu at koyra
nokkso langt fyri at fáa ar-
beiði.
Men annars ber til hjá fa-
miljum at hava tað gott í
Gnosjø. Har eru góðir
barnagarðar og skúlar, og
nógv skúlatilboð eru til
vaksin eisini. Har er sera
náttúruvakurt, og bæði
ítróttarfeløg og kirkjurnar
eru virkin, skrivar Dagens
Industri.
Góð løn
Lenin er góð. Onkrastaðni
er timalønin 71,70 umframt
tríggjar krónur í viðbót.
Aðrastaðni verður arbeitt
akkord, og tá kann tíma-
lønin koma upp á 90 krónur
um tíman.
Vanlig arbeiðsvika er 40
tímar. Arbeitt verður 20
minuttir út yvir átta tímar
um dagin fyri at fáa fyrr frí
fríggjadag. Hetta er alt, tá
ikki verður arbeitt yvir.
Á Arbeiðsloysisskipanini
hava tey adressur hjá øllum
arbeiðsávísingum í Norð-
urlondum. Hevur onkur hug
at søkja arbeiði í Gnosjø í
Svøriki, kann Arbeiðsloys-
isskipanin tí hjálpa við at
koma í samband við tey
réttu og fáa allar neyðugar
upplýsingar.
randi
Datt fyri borð
Ein 39 ára gamal fekk einki mein eftir at hava
ligið í sjónum í fleiri minuttir
Tað hendi mánakveldið.
Línubáturin Ágot var á veg
út á fiskileið.
Tíggju fjórðingar norður
úr Kallinum fór ein maður
knappliga fyri borð. Báturin
sigldi við fullari ferð, so tað
tók teimum eina løtu at
koma aftur til mannin.
Teir bóru kortini so skjótt
at, sum teir kundu, og tveir
aðrir av manningini lupu á
bláman fyri at bjarga fel-
aganum.
Tað eydnaðist, og teir
fingu hann innanborða.
Tann 39 ára gamli maðurin
hevði tå ligið einar fimm
minuttir í tí kalda sjónum.
Hann hevði mist vitið og
hevði fingið nógvan sjógv í
seg.
Av Ágot varð beinanveg-
in ringt eftir tyrluni, og
meðan bíðað varð eftir
henni, arbeiddi manningin
upp á mannin.
Hinir báðir, sum høvdu
verið í sjónum, vóru eisini
illa komnir, men teir fóru
kortini ikki við, tá tyrlan
kom og flutti tann 39 ára
gamla mannin á Lands-
sjúkrahúsið.
Maðurin lá leingi uttan vit
á sjúkrahúsinum, men hann
kom fyri seg, og í gjár livdi
hann væl.
randi
Mai-Matiné
i Havnar kirkju
Leygardagin 7. mai kl.
11.30-12.00 er aftur
fyrrapartstónleikur í
Havnar kirkju.
Hesa ferð er tað ba-
rokktónleikur burturav.
Tað verða teir báðir
ténasmidimir | Georg
Philipp Telemann og
Henry Eccles, sum gjørt
hava musikkin, sum er
fyri floytu, obo, violin,
cello og cembalo. Tey
fimm, sum spæla eru
Andrea Heindriksdóttir
floytu, Kåri Bæk obo,
Kanny Sambleben vio-
lin og brats, Tér Verland
Johansen cello, Oddvør
Johansen cembalo og
orgul.
Byrjad verdur stundis-
liga kl. 11.30 og hava
fólk, sum eru í býnum
fyri at gera grindir, her
høvi til at støkka inn á
gólvið í gomlu Havnar
kirkju at lurta í ein hálv-
an tíma.
í markinum (3-4 tímar við bili), er frítíðarmiðdepilin
Fyri 2 vaksin
| og 2 børn við
Einans 145 km. ur dansk-tyska
Weissenhauser Strand vid 5000 m? stórum tropu-
landi og annars øllum nutimans hentleikum.
Staðið er sera væl egnað til familjuferiu.
Eisini kunnu vit bjóða nógvar ymiskar frítíðarmogu- |
; leikar í Norðanlondum og ølluim Europa annars.
Ring tlf. 6 i
15900 og - títt ferðasamband
hoyr meira. við útheimin