Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mai 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vánaligur fiskur koll- dømdur I fjør kravdi Heilsufrødiliga Starvsstovan åtta sending- ar av fiski burturbeindar Íkki er góðskan á fiski, eisini innfluttum fiski, altíð av tí besta og tað kemur fyri at heilar sendingar verða koll- dømdar sum mannafødi. Heilsufrødiliga Starvs- stovan kannar innflutta fiskin og í fjør gav Starvsstovan = vinnuni boð um at beina eini 160 tons av fiski burtur. Tá Starvsstovan kem- ur fram á vøru, sum er spilt ella av eini ella aðrari orsøk ikki er hóskandi til fólkamat, krevur Starvsstovan vøruna burturbeinda. Hetta verður gjørt við heimild í grein 11 í mat- verulógini, sum millum annað sigur, at tað er ólógligt at selja slíka veru. Eigarin kann kæra avgerðina hjá Starvs- stovuni. Í fjør var ein slík avgerð kærd til landsstýrið. Í fjór vóru umleið 60 tons av saltfiski koll- dømd. Saltfiskurin var tráur og gulnadur, ti hann var goymdur ov- leingi uttan køling. Ein fitt nøgd av Alaska toski var eisini kolldømd. Her var talan um 34 plattir av frystum fiski og 17 plattar av saltfiski, ella góð 50 tons. Orsøkin til at fiskurin varð kolldømd- ur var at hann var goymdur ov leingi. Tí var hann vorðin seigur og hevði ov høgt inni- hald av formalin og TVN. Formalin verður skapað í fiskinum með- an hann liggur. jústinus Síða 10. Nr. 84 — 5. MAI 1994 Tíðindablaðið [ sesíalurin ] Reinførid å fiskavirkjunum er batnad: Men vatnið er fram- — Vånalig filtrering hevur við sær, at sóttreinsingin ikki er nóg virkin, sigur Heilsufrødiliga Starvsstovan Kanningar hjá Starvs- stovuni vísa at reinførid á føroysku fiskavirkjunum var heldur betri í 1993 enn árið fyri. Men slagið av bak- teriologisku trupulleikun- um er tó óbroytt. Góðskan á vatninum á fiskavirkjunum er fram- vegis ov vánalig, hóast hon eisini er batnað í mun til 1992. Í 1992 vístu umleið 64 prosent av vatnsýnun- um, at góðskan var ov vánalig, meðan hetta tal miknaði niður í sløk 40 prosent í fjør. Høvudstrupulleikin við vatninum er framvegis vánaliga filtreringin. Hend- an hevur við sær, at Sótt- reinsingin ikki verður nóg virkin og at bakteriurnar gerast ov nógvan í vatn- inum. Kanningar av drekki- vatninum sýna at í teimum bygdum/býum, har reinsi- verk eru, er tann bakterio- logiska vatngóðskan góð og fyri tað mesta á stødi við altjóða krøv, ið sett verða til drekkivatn. Har einki reinsiverk er, er góðskan á vatninum heldur vánalig í mun til tey ásettu krgvini. Hetta kemst av at drekkivatnið í Føroyum er omanávatn og tí er ofta dálkað av skarnsbakterium frá fugli og seyði. Er vatnið dálkað við slíkum bak- terium, kann tað vera ein sera munandi smittuberu. Í slíkum fórum er oftast talan um ilsku í naga og gørnum, og vanligt er at hava skræpu, leyst lív, og Reinføri á laksavirkjunum var sera gott í fjør spýggja í nakrar dagar. Fyri at tryggja eitt betri drekkivatn hevur Starvs- stovan sett ein bólk at ar- beiða við at leggja fastari karmar um drekkivatns- skipaninar. Bæði vatnverk og vatnveitingar skulu løg- gildast. Verugóðskan batna Heilsufrødiliga Starvs- stovan letur betri at góð- skuni á fiskaúrdráttum. Eitt nú var góðskan á ídnaðar- vørum, Le. flakablokkur, fars og mix í lagi. Fyri góðskaðu vøruna er stødan i 1993 heldur betri enn i 1992, tå Starvsstovan metti at hon var ov vånalig. Her verðir fyrivarni tikið, ti talið av sýnum var sera lítið. Reinfórið á laksavirkj- unum var sera gott í 1993. Meðan listeria bakterian var funnin fleiri á laksavirkjum í 1992 var ongin funnin í fjør. Starvsstovan sigur at list- eria monocytogenes bak- terian er í minking. Í 1992 varð hendan listeria bak- terian funnin í gðrum hvørj- um sýni, í fjør var hetta tal minkað niður í 10 prosent. Listeria monocytogenes bakterian er tann vanda- miklasta. Starvsstovan finnir ofta onnur minni vandamikil sløg av listeria. jústinus Fimm gjørdust sjúk av salmonellu -Føroyingar eiga at ansa eftir salmonellu hóast sjúrkatilburðirnir eru fáir, sigur Starvsstovan Enn hevur herviliga salmonellabakterian ikki gjørt so nógv um seg í Føroyum. Men hóast tað so ávarar Heilsufrødiliga Starvs- stovan, at vit eiga at ansa okkum fyri hesi bakteriu. Í fjør vórðu fimm tilburðir av fólki, sum gjørdust sjúk av salmonellu, fráboðaðir. Heilsufrødiliga Starvsstovan heldur ikki, at hetta tal er stórt, um vit samanbera okk- um við okkara grannalond. - Í Danmark vóru í fjør 4000 tilburðir av salmonellu. Samanmeta vit, so skuldu 40 føroyingar verið sjúkir av salmonellu í fjør. Vit hava bert hoyrt um fimm tilburðir, sigur Heilsufrødiliga Starvsstovan í års- frágreiðingini. Starvsstovan sigur, at enn er helst lítið til av salmonellu í føroyska umhvørv- inum. Kanningar á Starvsstovuni í 1991 av innvølum og skarni frå 136 likkum vístu, at salmonella bert kundi ávísast í tí eina fuglinum. 20 kanningar av tilvildar- ligum høsnalorti kundi heldur ikki stað- festa salmonellu. Heldur ikki er salmo- nella funnin í føroyskum fiskamjøli. Stór- vegis kanningar av salmonella í føroysk- um mati eru enn ikki gjørdar. Orsøkin til at so fáir tilburðir vóru í fjør er møguliga, at salmonella ikki rættuliga hevur fingið fótin fastan í Føroyum. Men Starvsstovan heldur, at vit eiga ikki at síggja burtur frá, at føroyingar kanska í minni mun leita sær læknahjálp vegna ígerðarsjúkur. Hóast talið av salmonellatilburðum í Føroyum er lágt, so tykist tað at vera vaks- andi. Nógva umrødan av salmonella, eitt nú í Danmark, har talan næstan hevur verið um eina farsótt, hevur møguliga fingið føroyingar oftari at leita sær til lækna av ótta fyri bakteriuni. Í Danmark verður leysliga mett, at talið av salmonellatilburður er 10 ferðir hægri enn tað skrásetta talið. Er hetta galdandi í Føroyum, so er veruliga talið av salmo- nellatilburðum í fjør um hálvthundrað. jústinus