fríggjadagur 6. mai 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 85 — 6. MAI 1994
Jørn Astrup Hansen, forstjóri i Føroya Banka:
Bankin ikki atvoldin til
allar landsins ólukkur
Tíðindablaðið (XX!
- Tað, at vit nú hava fingið eindarbankan, gevur okkum stórri ábyrgd fyri
samfelagsbúskapinum, men vit eru kortini ikki ein almenn stjórnarskrivstova, sum
megnar at skúgva allar trupulleikar til viks, sigur Jórn Astrup Hansen
Jóm Astrup Hansen, for-
stjóri í Føroya Banka, helt
tað verða framúr góðan
kjans, tá heitt varð á hann
um at fara til Føroyar at
standa fyri endurstovnanini
av Sjóvinnubankanum.
Hetta var 1. januar 1993, og
hann kendi nærum einki til
føroysk vidurskifti.
- Eg kendi bert ein føroy-
ing frá ungum árum í Dan-
mark. Hann hevði sjálvandi
sagt mær frå Føroyum í síni
tíð, so eg hevði gjørt mær
eina mynd av landinum,
sigur Jørn Astrup Hansen.
Væl måttikin
- Tað var als ikki nakað
"kulturchok" at koma til
Føroya, og eg havi heldur
ikki lagt til merkis, at fólk
eru ødrvisi móti mær enn
ødrum borgarum.
Jóm Astrup Hansen er
ættaður av bygd í Vestur-
jútlandi, har hann vaks upp
á einum bóndagarði. Hann
fór at bóndast á ungum
árum, men gavst við hesum
og fór í læru í eini keyp-
samtøku. Seinni fór hann á
hægri handilsskúla og ar-
beiddi tvey ár í USA.
Heimafturkomin fór hann at
lesa á universitetinum í Ár-
hus, og tók prógv sum cand.
økon. í 1973.
Jóm Astrup Hansen fekk
starv í Midtbank í 1975.
Hesin bankin var um at fara
av knóranum í 1987, tá
Jydekompagniet fór á húsa-
gang. Tað hevði við sær, at
bankin misti helmingin av
eginpeninginum. Um hetta
mundið kom Jóm Astrup
Hansen í bankastjórnina, og
var við til at bjarga Midt-
bank, uttan at tað var neyð-
ugt at fáa pening tilførdan
uttaneftir.
Eftir hetta hevur Jørn Ast-
rup Hansen arbeitt fyri
heimsbankan og Danida.
Ikki stundir til ftriv
Jern Atsrup Hansen hevur
ikki beinleiðis brúk fyri at
hava eitt ítriv at taka til um
dagarnar. Hann arbeiðir
altíð, men dámar væl at lesa
øll sløg av bókmentum, tå
stundir eru til tað.
Umframt tað, so ferðast
familjan nógv, og skal
bankastjórin siga nakað á-
víst um frítíðarítriv, so kann
hann bert koma á, at honum
dámar væl at standa á skí.
Familjan telur kona og
tveir synir. 15 ára gamli
sonurin er fluttur til Føroya
saman vid foreldrunum.
-Jú, vit hava pakkað kuff-
ertini út og ætla at verða
verandi í Føroyum, sigur
Jørn Astrup Hansen.
- Fyri 16 mánaðum síð-
ani kom tú í Sjóvinnu-
bankan, sum var kapping-
arneyti vid Føroya Banka.
Hvussu kennist tað at sess-
ast í stjórasessin hjá kapp-
ingarneytanum?
- Tað kom upp á tal bert
Stutta tíð eftir ateg var kom-
in higar, so eg fekk íkki
rættiliga stundir at festa rgt-
ur í Sjóvinnubankanum,
men eg ásanni, at tað tók
sína úð at venja seg við
tankan.
Annars vóru hesir báðir
peningastovnar ógvuliga
ymiskir í starvshátti. Sjó-
vinnubankin var føroyskur
burturav og varð uppruna-
liga rikin á heilt øðrvísi hátt
enn Føroya Banki, sum
líkist meira einum donskum
banka.
K minkaði
ft
- Í åttatiårunum fóru bank-
arnir at nýta sama starvs-
hátt, og eftir årslitinum at
meta, so hava teir verið eins
góður um tað.
- Eg havi kortini lagt til
merkis, at starvsandin hjá
teimum, sum arbeiddu í
Sjóvinnubankanum er stór-
ur. Nú kenni eg ikki so nógv
til vidurskiftini í gamla Før-
oya Banka, men eg havi til
góðar at læra starvsfólkini
har nærri at kenna.
- Vit hava kortini íkki
broytt fullkomiliga starvs-
háu í nýggja Føroya Banka,
men fara frameftir at skipa
eindarbankan eftir teimum
góðu eginleikunum, sum
vóru til staðar í báðum
bankunum.
- Tå samanleggingin núer
veruleiki, er båskaparliga
stødan munandi styrkt. Nå
rædur um hjå føroyingum at
fáa sjálvsálitið aftur. Tað
krevur, at vit standa saman
um at endurstovna hetta
samfelagið.
- Hvat skal til fyri at før-
oyingar fáa vónir um, at
nakað ber til í Føroyum?
- Vit kunnu ikki sum pen-
ingastovnur broyta samfel-"
agsgongdina, men vitkunnu
Jørn Astrup Hansen,
forstjóri í Føroya Banka:
- Viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark
gerast kanska hedur ikki
lættari av, at tær treytir
sum danir náttúrliga seta
sum lángevarar, í Fér-
oyum ofta verða mett sum
politisk uppílegging frá
einum fyrrverandi
hjálandaveldi
virka fyri at skapa neyðugu
fortreytimar. Likviteturin í
bankanum er í lagi, og tað
eru fíggjarligu viðurskiftini
eisini.
- Tað ræður bert um at
vinnulívsfólk taka avbjóð-
ingina, sigur Jørn Astrup
Hansen