Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 85 — 6. MAI 1994 Síða 9 Ongin munur - Skilir tú ikki føroysku vinnulívsfólkini, sum kans- ka eru ótrygg við støduna í Føroyum, nú danir sita í flestu týðandi størvum í samfelagnum? - Av góðum grundum dámar mær lítið at at skilja millum danir og føroyingar, sigur Jórn Astrup Hansen og sløk tvey ár í Føroyum, so heldur hann, at arbeiðið við at endurstovna eindarbank- an hevur verið spennandi á sín hátt, hóast stóra arbeiðs- byrðu og hópin av trupul- leikum - Hóast bankin er endur- stovnaður við almennum peningi, so er bankin sín egin, við bankanevnd og stjórn, ið hevur ábyrgdina fyri gongdini frameftir. - Tað, at hetta gjørdist eindarbanki við almennum peningi, hevur sjálvsagt við sær, at vit hava ødrvisi á- byrgd fyri samfelagsgond- ini, enn ein privatur banki vanliga hevur. - Hvønn tydning hevur bankin fyri samfelagið? - Tað hevur samfelags- ligan týdning fyri framtíð- ina í hesum landi, at vit hava sanerað fiskivinnuna og ein part av skipaflotanum, eins og vit hava givið sethúsa- eigarum munagott ískoyti, til tess at fólk kunnu verða búgvandi í sínum húsum. - Eg veit væl, at sethúsa- loysnin ikki gjørdist so munagóð, men tað var ikki okkara skyld, at skattabyrð- an hjá fólki samstundis økt- ist so nógv, at okkara í- skoyti ikki fekk ta ávirkan á figgjarvidurskiftini hjå fólki, sum vit høvdu ætlað. - Vit hava eisini arbeitt fyri atumleggjakommunu- skuldina, og tað er eingin góður handil fyri bankan. Útreiðsla í fyrstu atløgu - Tvgrturímóti kostar tað okkum pening, men hetta gera vit, fyri at bóta um fíggjarvánirnar í samfelag- num, og við ti fyri eyga, at vit kunnu fáa fíggjarliga ágóðan av tí seinni. - Tað var umráðandi at sanera vinnulívið og hervið økja møguleikan fyri útflut- ninginum. Á henda hátt kunnu vit fáa fleiri virkir sett á stovn. Tað er bert vinnulívið, sum kann geva sethúsaeigarum møguleika at vinna pening til rentur og avdrátt - Tá bankarnir nú hava sanerað vinnulívið, er ver- uleikin tann, at nógv hús standa tóm, tí fólk í besta vinnuféra aldri eru flutt av landinum.? - Føroyska samfelagið kann ikki lasta bankunum fyri allar landsins ólukkur. Hetta er ikki ein almenn stjórnarskrivstova, men ein banki - Øll fólk í Føroyum eru sethúsaeigarar, og skal set- húsamarknaðurin sanerast, so er talan um alt Føroya fólk. Tað kann ikki gerast fyri bankans pening. - Eg havi hoyrt fólk siga, atsethúsaeigarar hava gold- ið bankunum tvær ferðir, í fyrstu atløgu til bankan og í aðru atløgu um skattarokn- ingina. Tað er tvæti. Tann peningur, sum bankin hevur fingið, er ikki goldin enn. - Slíkt umfatandi tiltak sum at sanera sethúsamark- naðin, er ógjerligt. Skuldi tað verið gjørt, kann tað bert gerast um skattarokning- ina. -Og taðer sum kunnugt ikki bankans borð, men ein politisk avgerð, sigur Jørn Astrup Hansen. - Hvat hendir við lán/innistandandi hjá við- skiftafólki, sum hava nýtt báðar bankarnar. Verður alt nú lagt saman? - Tað ger tann einstaki sjálvur av. Hann kann hava eina bankakonto, ella fleiri sum áður. Eingin munur er á viðskiftafólkunum nú og tá tað vóru tveir bankar, sum kappaðust móti hvørj- um ødrum. Uppsagnirnar - Nú hava vit fingið ein sterkan banka, sum hevur nógv betri møguleikar at tæna viðskiftafólkunum, sigur Jørn Astrup Hansen. Tá Sosialurin ringdi til Jørn Astrup Hansen seina- sta týsdag, varð henda sam- rødan sett til viku seinni. Hetta var dagin fyri "dag- in", og hugurin til at tosa við tíðindafólk var lítil. - Hvussu kennist tað at skula síga fólki úr starvi? - Tað er einki minni enn ræðuligt, sigur Jórn Astrup Hansen og leggur aftrat: serliga tá vit vita, at tað eru lítlir møguleikar fyri at fáa annað arbeiði. - Tað er greitt, at tað ikki er nøkur løtt uppgáva og tað ávirkar ein eisini persón- liga, hóast tú ikki stendur framman fyri hvgrjum ein- støkum starvsfólki í tí løtu, tey fáa uppsøgnina. - Vit royndu at gera tað so pínuleyst, sum til bar. Tað ráddi um at bera skjótt at, so gil starvsfólkini fingu upp- søgnina um somu tíð. - Tað var neyðugt at minka um stavrsfólkatalið. Samanleggingin hevdi við sær, at vit ikki høvdu brúk fyri so nógvum starvsfólk- um. Seinnapartin týsdagin vóru øll tey uppsøgdu starvsfólkini boðin til fund- ar við Jørn Astrup Hansen, har roynt varð at bóta um støduna hjá teimum upp- søgdu. - Eitt nå stendur tað starvsfólkunum frítt fyri at sýkja annað arbeiði, hóast tey fáa løn hálvt ár fram í tíðina. Vit fara eisini at kanna møguleikarnar fyri at tey kunnu fara á skeið. Ein verðugur kappingarneyti Hóast eindarbankin kann sigast at hava fingið mono- polstødu í Føroyum, so heldur Jórn Astrup Hansen ikki, attaðer rættiliga so illa statt. Av tí at nýggja banka- lógin eisini er galdandi fyri Sparikassar, væntar hann at hesir verða verdugir kapp- ingarneytar í framtíðini. - Sparikassin er fíggjar- liga ein sterkur stovnur, sum vónandi tekur kapping- ina upp mótvegis banka- num, sigur Jørn Astrup Hansen. - Er tað óhugsandi, at eindarbankin aftur skal hava peningaligan stuðul? - Føroya Banki er so tryggur, sum nakað kann vera í Føroyum. Likivitet- urin er sera góður, sigur Jóm Astrup Hansen - Er føroyska samfelagið komið á botn? - Tað er nógv, sum týður á, at vit eru komin á botn, men tað merkir ikki, at tað so av sær sjálvum fer at ganga framá við rúkandi ferð. Spurningurin er, hvussu Jørn Astrup Hansen sigur, at neyndin i Føroya Banka hevur sett hann í starv, og at hann ætlar at verða verandi í Føroyum. Hann bert hevur alt gott at bera starvsfólkum og viðskiftafólkum, sum hann skiftir orð við um dagarnar leingi samfelagið kann bera, at hjólini bert mala við minni megi. Hetta verður ein pínufull tillaging, av tí at altsamfelagið annars er inn- rættað til vøkstur, og av tí at tað er so skuldarbundið, er neyðugt við haldgóðari fígging. Einki hald i søgunum um Elektron - Hverja lagnu fær Elekron, nú samanleggingin er framd? - Tað er logið, at åhugin fyri Elektron hevur verið so stórur millum fólk. Nógvar søgur hava gingið um henda stovn, men eg kann bert siga, at einki hald er í hesum. - Vit hava ikki tikið Elek- tron upp á tungu áðrenn samanleggingina. Kortini hava tíðindafólk, politi- karar og starvsfólk á Eletron verið nógv frammi í fjøl- miðlunum í tíð og ótíð, um hetta mál. - Veruleikin er tann, at gamli Føroya Banki hevur samstarv við BEC. Hetta virksemi fevnir um 60% í nýggja bankanum, meðan 40%i gamla Sjóvinnubank- anum samstarvar við Elek- tron. - Tað er greitt, at tað er lættari tekniskt at flyta 40% í BEC, enn at flyta tey 60% í Elektron. Umframt tað, so letur BEC bíligari tænastu. Tá tað er sagt, so noyðist eg eisini at siga, at vit íkki kunnu hava ein banka, sum nýtir tvær ymiskar teldu- fyritøkur. Hetta er ein trup- ulleiki, sum skal loysast. Tann 11. apríl, tá saman- leggingin varð farin fram, settu vit okkum á fyrsta sinni í samband við Eletron. Vit hava eisini sagt teimum, at vit fara at leggja dentin á at fremja framtíðar EDV- samanlegging í samstarvi við Elektron. - Eg dugi eisini væl at Skilja, at tað hevur týdning, at vit varðveita vitan og ar- beiðið i Føroyum, men samráðingarnar eru ikki lidnar enn, og áðrenn hesar eru av, verður ongin avgerð tíkin, sigur Jórn Astrup Hansen. - Er tað ikki lættari fyri ein danskan bankastjóra at fara aftur til Danmarkar, nú henda uppgávan er lið- ug? - Nevndin í Føroya Banka hevur sett meg í starv, og eg ætli mær at verða verandi í hesum starvi. Eg havi bert alt gott at bera nevndini í Føroya Banka, starvsfólk- unum og viðskiftafólku- num annars, sum eg skifti orð við um dagarnar. Dansku myndin av Føroyum er skeiv - Hvat heldur tú um mynd- ina av føroyingum, sum verður hildin upp fyri dón- um í hesum dógum? - Eg haldi at nógv fólk í Orå: D Myndir: Kalmar Danmark hava eina ófull- figgjada mynd av vidur- skiftunum i Føroyum. Tad er eins og nógvir journalist- ar halda, at føroyingar enn týggja sær sum í marglætis- tíðini í 80 árunum. - Veruleikin er, at flestu føroyingar høvdu lítla ella onga ávirkan á tað, sum fór fram hesi árini, og í dag liva í fríggjarliga sera trongum korum - Henda lættisoppa fatan- in av føroyskum viðurskift- um millum vanliga fólkið í Danmark, kann hava havt á- virkan á politiska samskift- ið millum londini, sum í ávísum fórum hevur verið ófullfíggjað. - Vidurskiftini millum Danmark og Føroyar gerast kanska heldur ikki lættari av, at tær treytir, sum Dan- mark náttúrliga setur sum långevari, í Føroyum ofta verður mett sum politisk uppílegging frá einum fyrr- verandi hjálandaveldi, sig- ur Jórn Astrup Hansen. VALUTAKURSIR Dollari Pund Markur Króna Króna Frankur Frankur Frankur Gyllin Liri Markur Króna USA Bretland Týskland Sveríki Noreg Frakland Belgía Sveits Holland Italia Finnland island Eysturriki Spania Portugal Kanada Japan Írland Grikkaland Pesetas Escudos Dollari Yen Pund Drakmur XEU 05.05.94 Skillingur 55,705 Ultimo síðsta mán. 657, 90 988, 49 392, 54 84, 67 90, 48 114, 40 19, 070 460, 33 349, 46 0, 4097 121,27 9,23 55, 802 4,813 3, 825 477, 92 6, 4468 959, 48 2, 672 758, 56 652,30 977,99 391,84 84,41 90, 22 114,28 19, 033 461,15 348,86 0,4042 120,60 9,18 4,717 3,804 469,79 6,3534 949,81 2,663 753,73 Kelda: Føroya Sparikassi Frá LANDSFELAGNUM FYRI AUTISTAR Aðalfundurin verður á FØROYA BLINDASTOVNI friggjakvøldid 13. mai, kl. 19 Skrá sambært lógini. Í sambandi við fundin greiðir Ása Ellet- sen, leiðari av Sernåmsfrødiligu Ráð- gevingini, frá undirvísing av autistum. Nevndin