fríggjadagur 6. mai 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 85 — 6. MAI 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin ]
ØL móti einum:
Lasse stóð einsamallur =="
alla samgonguna ímóti sær tá ein
— Løgtingsformadurin heuði
hava eitt mál í Fíggjarneundina
partamaður hansara vildi
heldur enn í Skattaneundina, har Lasse Klein er formaður
Tað er ikki ov nógv sagt, at
Lasse Klein, løgtingsfor-
maður kom í rættiligt ill-
veður í tinginum mikudag-
in.
Tað var undir viðgerðini
av einum málið um lands-
og kommunuskatt tá parta-
maður løgtingsformansins,
Karl Heri Joensen bað um at
fáa málið í Fíggjarnevnd-
ina. Frammanundan hevur
málið verið vidgjørt í
skattanevndini, har Lasse
Klein sjálvur er formaður,
og hendan nevndin hevði
eisini lagt álit fram í málin-
um.
Men Karl Heri Joensen
helt upplýsingarnar í málin-
um ikki vera nóg nøktandi,
og vildi hava tað nærri
greina í Figgjarnevndini.
Hetta av teirri orsøk, al
uppskotini hava vid sær
stórar útreiðslur fyri bæði
landskassan og kommunu-
kassarnar.
Men hetta vildi løgtings-
formaðurin als ikki hoyra
talan um. Lasse Klein segði,
at skuldi málið aftur í
nevnd, skuldi tað í Skatta-
neyndina og onga aðra.
Tingið av ræði
Mikil orðadráttur stóðst av
hesum og ein tingmaður
fyri og annar eftir tóku
orðið. Hergeir Nielsen
segði, at vildi løgtingsfor-
maðurin ikki lata tingmenn
atkvødu um hvgrja nevnd
uppskotið skuldi í, merkti
tað, at formaðurin hevði
tikið tingið av ræði. Hergeir
Nielsen helt, at tingfor-
maðurin misnýtti sítt vald.
Fekk tingformaðurin
mótstøðu frá sínum sam-
gongufólkum fekk hann
hinvegin viðhald frá fleiri
av andstødutingmonnun-
um. — Andstødutingmenn
bóðu tingformannin ikki
lata seg villleiða, og góðu
honum rætt í, at skuldi
málið aftur í nevnd, skuldi
tað í Skattanevndina.
At enda eftirlíkaði Lasse
Klein, at tingmenn at-
kvøddu um hvar málið
skuldi beinast, men skuldi
tað fara aftur í Fíggjar-
nevndina, skuldi ein kvali-
fiseraður meiriluti á tingi
atkvødu fyri tí. Tað vil siga í
minsta lagi 20 tingmenn.
Atkvøtt varð, men bert 18
tingmenn atkvøddu fyri, og
fall sostatt. Allir samgongu-
tingmenninir uttan Lasse
Klein, atkvøddu fyri at
beina málið í Fíggjarneynd-
ina.
Eftir hesa hending helt
orðaskiftið fram, men tá var
tómligt í tingsalinum.
Mikudagin hevði
Klein,
alla samgonguna ímóti
sær.
Mynd: Kalmar
Lasse
løgtingsformadur
Bæði partafólkini hjá
løgtingsformanninum,
Helena Dam å Neystabø
og Karl Heri Joensen,
sum håmast aftanfyri,
atkvøddu móti
tingformanninum.
Mynd: Kalmar
Flestu samgonguting-
menninir vóru tá farnir upp
á tinghúsloftið at tosa um
hvat nú skuldi henda við
tingformanninum. Onkur
helt, at hann hevði forbrotið
seg so dyggiliga, at best var
at velja nyggjan formann,
men um hetta er so enn
einki uppskot komið.
tór.-
Ikki ráð at gjara út
Kostar kommunum
skattaprosentini
Sum formaður í Skatta-
nevndini roynist formadur-
in, Lasse Klein sum rættur
jólamaður. Lættar til eitt og
annað og ein og annan.
Millum annað í samband
við ferdafrådrått, prensión-
ir, oljuavgjald og kriggs-
pensión.
Men hesum eru ikki allir
tingmenn eins fegnir um.
Tað eru teir ið halda, at
hóast gott hevði verið at lætt
munandi um fíggjarligu
byrðarnar hjá hart kroystu
skattaborgarunum, er mark
fyri, hvat landskassin hevur
ráð til.
Júst hvussu nógv hesir
lættar hevði kostað lands-
kassanum ivaðust ting-
nógvar milliónir
— og minkar eisini um møguleikarnar at lækka kommunalu
menn í, og tað var júst ti,
fleiri teirra vildu hava málið
í Figgjarnevndina fyri at fáa
lýst avleiðingarnar nærri.
Tingmenn sýnast tó at
vera samdir um, at grund-
upphæddin í fólkapensión-
ini eigur at vera skattafrí.
Men eisini tað kostar.
Serliga kommununum.
Finnbogi Ísakson segði,
at hann hevur ongantíð sæð
útrokningar sum siga,
hvussu mikið lækkingin av
oljugjaldinum hevði kostað
landskassanum. Hinvegin
var greitt, at ferðafrádrátt-
urin fór at kosta góðar
tíggju milliónir. Tað fór
skattafría grundupphæddin
hjá pensionistunum eisini at
kosta. Tó ikki landskassan-
um, men kommunukgssun-
um.
Fíggjarmálaráðharrin
upplýsti, at broytingin í
samband við grundupp-
hæddina í fólkapensiónini
hevði kostað Havnar
Kommunu 28 millónir,
Klaksvíkar Kommunu eina
millión, Tvgroyrar Komm-
unu 770.000 krónur, Vest-
manna Kommunu 400.000
krónur og Sands og Skop-
unnar kommunum stívliga
200.000 krónur í part.
Finnbogi Ísakson minti
tingmenn á, at letur ein lætta
á einum stað, skulu pengar-
nir koma inn aðrar vegir.
Í hesum samband vóru
eisini tingmenn sum vístu á,
at mistu kommunurnar
hesar inntøkurnar, fór tað
eisini at ganga út yvir ætlan-
ina at lækka kommunalu
skattaprosentini.
Finnbogi Ísakson eftir-
lýsti annars eitt heilt annað
uppskot, sum lá í Skatta-
nevndini. Tað var uppskot-
ið um broyting í arvagjøld-
unum. Hetta uppskotið er
enn ikki komið fram aftur.
Tað var annars ætlað at
geva landskassanum 10
. milliónir í eyka inntøku.
tór.-