fríggjadagur 6. mai 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin. Nr. 85 — 6. MAI 1994 Síða 11
Barnaløtan
Ull er Føroya gull. Soleidis søgdu tey
gomlu, men í dag eru tey fá, ið duga at fáast
við ull. Ása fer í kvold at vísa tykkum,
hvussu hon karðar, og hon eigur eisini eina
handsnældu.
Annika og Birita eru farnar út í tað góða
veðrið at hyggja at smálombum.
Søgan í kvøld er sjálvandi um lomb. f
søguni »Nyggju klædini hjå Peri« siggja
vit, hvussu ull verður karðað, spunnin, lit-
að, vovin og seymað til buksur og troyggju
til Per.
Eríggjakveldið kl. 19.25:
Fíladrongurin - 1:2
Náttúrufilmur frá 1993 í tveimum pørtum
um ein drong, sum hevur mist foreldrini.
Hann veksur upp millum fílar í einum
reservati á Sri Lanka. Hansara størsti
dreymur er at fáa tey stóru djórini at akta
seg. Men útlitini fyri at fáa dreymin at
ganga út eru ikki góð, tí starvsfólkini í
reservatinum vilja ikki lova honum í nánd
av djórunum.
Eríggjakveldið kl. 20.35;
Brutalis er eitt
nasahorn
Tað hvíta nasahornið Brutalis gjørdist
heimskent í Danmark, tá ið tað hevði oyði-
lagt búr og gyrdingar í dj6ragørdunum í Ál-
borg og Givskud fyri fleiri hundrað túsund
krónur. Urslitid varð ein deyðadómur, sum
í evstu løtu varð broyttur til ein einvegis
ferðaseðil til Afrika, tí at nasahornið er eitt
hótt djóraslag. DR-Derude sigur søguna
um Brutalis, frá tí tað var »fløskubarn« í
Englandi, til tað vendi aftur til náttúruna.
Harry O'Reilly, Sammi Davis- Voss, David
Newson og Alexandra Wilson
Friggjakvøldid kl. 21.20;
Kærleixans leiðir
— 1:24
Amerikansk familjusøga frå 1993 um kær-
leika, vinskap, arbeidi og familjuliv hjå
trimum familjum í einum lítum ameri-
kanskum býi. Árið er 1945 og dreingimir,
sum fóru í kríggj, eru menn, tá teir koma
heimaftur. Familjurnar Sloan, Metcalf og
Davies eru heilt ymiskar, men eitt havaallar
í felag: tær bíða eftir soninum, sum skal
koma heim úr krígnum.
Friggjakvøldid kl. 22.25:
Midnight Run
Charles Grodin og ; Robert De Niro
Am. filmur frå 1988.
Robert de Niro er fyrrverandi løgreglu-
maður, ein harður hundur. Charles Grodin
er skrivstovumaður og hann hevur lumpað
ein gangstara. Teir báðir kunnu ikki torga
hvør annan, men lagnan fgrir teir saman, og
leikstjórin Martin Brest, sum eisini gjørði
Beverly Hills Cop, vísir aftur, hvussu væl
hann dugir at fortelja eina søgu bæði stutt-
liga og skjótt.
Sjeriffurin og
piparmoyggin
John Wayne spælir ein eldri buldraligur
sjeriffur, sum eltir eitt lið av lógleysum
ránsmonnum, ið hava stolið eina vognlast
av nitroglyserini. Tann bíbliukgna og vilja-
sterka Eula Goodnight (Kathrine Hepburn),
sum júst hevur mist påpan, fer við honum og
hetta dámar sjeriffinum onki.
in kl. 1 ;
Tu stóri heimur
Hesaferð um Hubble-rúmdarkikaran, ið er
tann dýrasta og mest ambitiøsa astronom-
iska granskingarætlanin hjá NASA og
ESA, og tann mest krevjandi, tá tað ræður
um umvælingar úti í rúmdini.
Luttakarar: Peter Jacobsen frá ESA. Lagt
til rættis. Jórgen Elers-Kristensen og Lars
Mathiasen.
Leygardagin kl. 16.50;
Dinosaurarnir
Earl vil heldur hyggja at flúgvandi bordisk-
um og rúmdarmonnum í sjónvarpinum enn
at taka lut í idealistiska stríðnum hjá Robbie
fyri betri umhvørvi — men so kemur ein
rúmdarmaður persónliga at vitja hann.
Leygardagin kl. 17.30:
Fótbóltsteknikkur-1:6
Richard Møller Nielsen greiðir frá
Seks av teimum donsku fótbóltshetjunum
frá EM í 92 vísa, hvussu tú upp á ein stutt-
ligan máta kanst venja ymiskar tekniskar
snildir. Eisini verða víst klipp úr EM-dyst-
unum í Svgríki, so tað ber til at síggja,
hvussu teori og venjing verða sameind í
praksis á hægsta stigi.
Venjarin hjá fótbóltslandsliðnum, Ric-
hard Møller Nielsen, er fyrsti maður á vøll-
inum á Brøndby Stadion.
Leygardagin kl. 18.00:
Disney teknifilmar
I kvøld síggja vit filmarnar: Músa Mikkjal
smíðar bát. Rætt mær labba. Lítli beiggi
Pluto. Húsvognurin hjá Mikkjali.
Indiana Jones
Vit eru stødd í Beersheba í Palestina í årin-
um 1917. Indy arbeiðir fyri fronsku fregn-
artænastuna og verður sendur á eina vanda-
mikla ferð. Teir sameindu nærkast Jerusa-
lem og Indy skal hjálpa eingilskmonnum í
álopinum á gamla býin Beersheba, sum
turkar hava hersett. Ferðafelagi er tann
vakra Mia, sum skal eitast vera búkdansa-
rinna, men sum í veruleikanum er njósnari. Í
felag skulu tey stjala týdningarmiklar upp-
lýsingar frá turkum.
Sunnudagin kl. 14.40:
Dvørgarnir ryma
Pot dukkufilmur eftir ge hjå
Terry Pratchett um pinkulingafólkið
Dvørgarnar. Náttúran er oyðiløgd og teir
fáu dvergarnir, sum enn eru á lívi, noyðast
at rýma. Teir komu til tað stóra Veruhúsið,
har aðrir dvørgar hava livad eitt trygt lív við
ongum trupulleikum og uttan kunnleika til
heimin uttan fyri Vøruhusid. Men nú skal
Vøruhusid rívast niður, og dvergarnir
noyðast — um enn treyðugt — at fara út í tann
stóra ókenda heimin.
Sunnudagin kl. 17.30;
Dvorak og Bach
Symfoniina »Ur nyggja heiminum« kom-
poneradi Dvorak, tå ið hann á fyrsta sinni
vitjaði Amerika fyri 100 árum síðani. Vit
hoyra fyrsta sats, og myndirnar hevur sjón-
varpsmaðurin Georges Gachor gjørt.
Tann schweiziski sjónvarpsmaðurin
Adrian Marthaler hevur spesialiserað seg í -
myndakompositiónum til klassiskan
musikk. Hann hevur tikið Violinkonsertina
í E-dur eftir Bach upp í kleysturkirkjuni
Payerne í Fraklandi við Ungdómsorkestr-
inum Gustav Mahler, James Rudd er diri-
gentur og Elissa Leé Koljonen er solistur.
a