fríggjadagur 6. mai 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 85 — 6. MAI 1994 Tíðindablaðið { sostalurin }
Barry Forster 0.0.
Sunnudagin kl. 18.00:
Veitslan
Ensk sjónvarpsútgáva av sjónleiki eftir
Harold Pinter. Meðan ein einaræðisharri
heldur veitslu, tekur uppreistur seg upp á
gøtunum. Og øll eru mett: Skutilsveinar,
spýttsleikjarar og tey, sum hava okkurt ella
onkran í klemmu.
Sunnukvøldid kl. 19.40;
Lítli lækni á preriuni
Quinn lækni heldur, hon noyðist at verja
umdømid hjá læknastættini, tá ein harra
Doc Eli kemur til bygdina og bjóðar fólki
sín undurheilivág.
Sunnukvøldid kl. 20.30;
Klárt at loysa
Hetta er sending um Norrønu, sum nú aftur
fer í summarsigling. Norrøna er stórt ar-
beidsplåss, vid handlum, matstovum, baka-
ríi og annars øllum ti, sum hoyrir einum
flótandi gistingarúsi til.
Í sendingini fylgja vit út í æsir tí, sum skal
riggast til umborð, áðrenn klárt er at loysa.
Lagt til rættis: Jógvan Asbjørn Skaale.
Sunnukvøldid kl. 22.20:
Ein jåttan til lívið
Filmur frå 1991, ið er grundaður á veruligar
hendingar, um Hollywood-stjórnuna Jill
Ireland og hennara stríð fyri at halda fa-
miljuni saman, tá tey knappliga verða rakt
av einum sorgarleiki fyri og øðrum eftir.
Eftir skelkin av at pápi hennara fekk
heilabløding og er vorðin lamin, fær Jill
Ireland at vita, at fostursonur hennara er
heroin-misnýtari og hetta leggur stórt trýst
á familjuna. Oman á alt hetta noyðist hon at
stríðast ímóti krabbameinssjúkuni, sum
hevur rakt hana sjálva.
Leikstjórn: Michael Rhodes. Handrit:
Jill Clayburg
Audrey Davis Levin eftir bókini »Life
Lines<. Leikarar: Jill Clayburgh sum Jill
Ireland og Lance Henriksen sum Charles
Bronson.
Týskveldið kl. 21.10:
Nýmótans og
við sløri
Í sultandøminum Oman taka fleiri kvinnur
enn menn hægri útbúgving í dag. Tað er
prógv um, at tað ber til at vera bankastjóri,
flogskipari, heilakirurgur og nógv annað,
hóast tú gongur við sløri. Men sjálvur liturin
á slørinum er broyttur. Tað er ikki longur
svart, men sprøklut.
Tyskvøldid kl. 21.40:
Utsyni frå Silverlake
— tveir menn og teirra kær-
leikssøga
Mark og Tom
Tå Tom Joslin og drongur hansara Mark
Massi fåa AIDS, gera teir av at gera eina
video-dagbók um sjúkragongdina. Tom
gongur til stráluviðgerð og Mark roynir seg
við altemativum viðgerðarhættum, td.
gongur hann til ein grødara. Men Mark
gevst skjótt á hondum, tekur ikki heilivágin
regluliga og viknar dag frá degi. Tá Mark er
farin, brúkar Tom sínar seinastu kreftir til at
gera filmin lidnan saman við vini teirra
instruktórinum Peter Friedman.
Mikukvøldid kl. 19.00;
Jeeves og Wooster
Nýggjar søgur eftir P. G. Wodehouse um
tann sera enska gentlemannin Bertie
Wooster og hansara ómissandi butlara
Hugh Laurie og Stephen Fry
Jeeves. Bertie hevur lorkað nakað av arva-
góðsi í silvuri burtur til ringasta fíggindan
hjá familjuni. Men tíbetur er altíð ein hjálp-
andi hond at fáa tað aftur: Jeeves.
Danskur filmur frá 1969.
Tey trý systkini Julian, Dick og Anna,
teirra klóki sjefarahundur Tim og systkina-
barn teirra Georgina — stutt sagt tey 5 fáa
ferilin av nøkrum hættisligum njósnarum.
Nakrir loyniligir formlar verda stolnir frå
påpa Georginu, sum er visindamadur.
Kristi himmalferdardag kl. 17.20:
Funny Girl
Am. filmur frå 1968.
Barbara Streisand vann eina Oscar-heið-
ursløn fyri sítt avrik í leiklutinum sum
Fanny Brice, ið var tann stóra stjørnan á
Broadway um aldarskiftið. Vit fylgja henni
frá tí hon er heilt ung og sleppur at vísa
konginum innan undirhaldsverðina, Flo-
rens Ziegfield, hvat hon dugir. Omar Sharif
er Nick Arnstein, sum hjálpir henni, og sum
hon verður góð við.
Barbra Streisand og Omar Sharif
Á brúnni í 38 ár
Chr. Kruse kom um borð á gamla Smiril í
1949 sum stýrimaður, og seinni gjørdist
hann skipari. Christian førdi øll strandfara-
skipini vid Smyrla-navninum til 1987, tå
hann legdist uppi.
Í sendingini greiðir Chr. Kruse frá góðum
og ringum tårum um Suðuroyarfjørð. Um
summarið gjørdi Smiril eisini útferðir kring
oyggjamar, og um heystið vóru teir í Myki-
nesi eftir oksum. Hetta var stórur dagur
bæði í Mykinesi og í Havn.
Zacharias Hammer hevur lagt sendingina
til rættis.
Kristi himmalferðardag kl. 21.10;
Ringling Brothers
Michelle Lee er vertinna í sendingini, har
vit hitta fleiri heimskendar cirkusartistar í
teimum trimum manesjunum hjá Ringling
Brothers. M.o. hitta vit djóratemjaran
Gunther Gebell- Williams, klovnar, trapez-
kunstnarar og akrobatar.
Kristi himmalferðardag kl. 22.45;
Tann syngjandi
detektivurin
2. partur: Sangarin
Michael Gambon og Patrick Malahide
Philip Marlow fer til sálarlæknan, sum
skavar eitt sindur í tí hørðu yvirflatuni, tí
hann hevur varhugan av at ein annar Philip
er innan undir. Tann Philip sigur: Eg havi
gjørt tað. Tað er min skyld. Alt.
Filmurin er óhóskandi fyri børn.