Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin Nr. 85 — 6. MAI 1994 Síða 13 (Útvarp Føroya Love Street Jessica, sum var ung genta í 1920'unum, var fegin um at halda summarfrí saman við abba sínum í Hopes Creek. Tað var serliga eitt, hann lærdi hana, ongantíð at ynskja nakað til sín sjálvs, men altíð ynskja tað besta fyri hini. Ein dagin Jessica ynskti at liva restina av lívi sínum saman við sínum fyrstakærleika, Tucker Randall, varð ynsk- ið uppfylt. Men av hesum gjørdist lív henn- ara gørvísi enn hon hevði hugsað... Friggiakvøldid kl. 23.35; Barnagentan Amerikanskur filmur frå 1990 bygdur å »The Nanny« hjå Dan Greenburg. Eini ung hjún fáa sær barnagentu til nyfødda barn teirra. Men tað er okkurt logið við hesari barnagentu og hon hoyrir til eina undarliga sekt. Barnagentan hevur ætlanir um at ofra lítla barnið hjá teimum til eitt heilagt træ í einum skógi har nærhendis... Leygardagin kl. 18.00; Fawlty Towers r Eitt par kemur á hotellið og biður um eitt dupult kamar. Men tey eru ikki gift og Basil hevur nógvar undanførslur… Manuel heldur sín fødingardag… Leygarkvøldid kl. 23.05: Back to the Planet of the Apes Amerikanskur science fiction filmur frå 1974. Teir báðir rúmdarmenninir Alan Virdon og Pete Burke eru úti í rúmdini. Teir neyðlenda á einari fjarari gongustjórnu, har apurnar hava tikið valdið, og har menniskj- an verður jagstrað. Virdon og Burke verða kløkkir, tá ið teir síggja, at henda gongu- stjórnan er jørðin, ikki nú — men í fram- tíðini. Teir báðir verða tiknir til fanga av apum, men sjimpansan Galen, sum er ein leiðar hjá teimum, ger av at hjálpa teimum at flýggja. Sunnukvøldid kl. 21.35: Dokumentar: En djevelsk plan Seint månakvøldid 29. oktober 1991 verður tann 52 ára gamla mamman at trimum bórnum og hyruvognsførarin, Dusanka Petren, eftirlýst í Stockholm. Hálvt ár seinni verður hon funnin kvald og jarðað í Kalmar. Hóast løgreglan hevði arbeitt við málinum leingi, høvdu teir fá spor at ganga eftir. Eftir at líkið var funnið, fór løgreglan aftur undir kanningar og funnið varð fram til, at fyrrverandi maður hennara, Christer, var tann seki. Hann hevði leigað tríggjar um 20 ára gamlar dreingir at fremja morðið. Dreingimir viðgingu seg skjótt sekar. Kanska vóru tað pengarnir, sum høvdu lokkað teir? Ella spenningurin? kveldi Hard Knox Bretskur filmur frá 1984 um marinuflog- skipara, sum noyðist at velja millum eitt skrivstovustarv ella leiðarastarvið á einum hernaðarskúla. Týskveldið kl. 22.05: Married with children i zoo fe. £ Marcy sigur erri frá, at hon er við barn. Al flennir at Jeffersons, men nú fær hann annað at hugsa um, tí Peggy sigur hon eisini er upp á vegin. ng GL.20.05; Hardball Eftir eina vanlukku liggur Charlie á sjúkra- húsinum við brotnum beini. Meðan Kaz er og vitjar, leggur ein leigudrápsmaður á Charlie. Charlie sleppur undan meðan Kaz verður skaddur og innlagdur... Mikudagin kl. 20.05; Running on Empty Amerikanskur filmur frá 1988 við River Phoenix í høvudsleiklutinum. Í 1971 spreingja tvey ung, sum berjast fyri friði, eina starvsstovu. Har verða napalm-bumb- ur gjørdar, sum skulu brúkast í Vietnam- krígnum. Tey ungu hildu at starvsstovan var tóm, men tíverri var ein ungur maður inn og hann fekk skaða. Hetta elvir til at hesi ungu noyðast at vera >undir jórðini< næstu fimtan árini saman við báðum synum sín- I himmalferðar: kl. 23.10: The Uncanny Bretskur/kanadiskur filmur frå 1977. Rit- høvundurin Wibur hevur skrivað eina bók um kettur, sum royna at taka ræðið í verðini. At sannføra forleggjara sín, sigur hann frá trimum søgum: Ein gomul kona verður etin av tomu høsnarungum sínum, ein ung kvinna minkar burtur og verður sum ein dukka og jagstrað av einari svangari kettu, og ein konu-drápsmaður verður offur hjá teimum, ið eftir sita. Rasmus og Jákup Friggjakvøldid kl. 21.10; Magnussen 8 Magnussen Nýggja diskotekið >Black and White« í TB-húsinum læt upp seinasta friggjakvøld. I »Black and White« eru blinkandi ljós løgd í gólvið. Magnussen á Magnussen vóru hjástaddir, tá ið diskotekið læt upp fyri ein- ari viku síðani. Hermarin leggur aftur rødd til kendar per- sónar, og hetta er næstseinasti møguleiki hjá lurtarum at vera við í spurnarkappingini um familjuferðina til Danland í Danmark. Jákup og Rasmus eiga >Magnussen á Magnussen<. Leygarmorgunin kl. 10:10; »Hey Føroya børn« — Måltrådur fyri børn Høgni og Bjørgfinnur Leygarmorgunin verdur aftur høvi hjå børnum at ringja til måltrådin fyri børn. Telefonimar hjá Máltráðnum svaralongu kl. 9.30, og tá kunnu bør ringja til Barna- útvarpið og ynskja sær eitt lag. Ringt verður aftur til børnini, tå sendingin byrjar kl. 10.10. Leygarkvøldid kl. 19.05: Úti í verðini — Føroyingar í Kuba Hevur Kuba brúk fyri føroyskum royndum. Tað vil siga royndum, ið nytta? Svarið er avgjørt ja. Men vit mugu bíða, til ameri- kanski alstongsilin móti karibiska oyggja- landinum er av. Líkt er til at bæði Castro og Clinton slaka fyri hvør øðrum, og so fáa vit føroyingar at síggja. Arnbjørn og cubanska vinkona hansara Øssvartur lómur, a gamal fuglur um summ- arid, b veturgamal nn in Fritid og náttúra Øssvarti lómurin í Hvanna- sundi Í trý år hava tveir gssvartir lómarhildið til í Norðoyggjum — nærhendis Hvannasundi, har teir dagliga plagdu at veiða. Men í ár kom bara tann eini fuglurin. Hin sæst ikki. Í fjør heyst varð ein fuglur skotin — kanska var tað annar av hesum óvanliga fuglaslag í Føroyum. Hesum fer Hans Jørgen Nysted í Hvannasundi at greida frå. Harmiligt, um tann eini øssvarti lómurin varð skotin, men annars veit Hans Jørgen at siga frá, at lundi er aftur farin at eiga í staði, hann ikki hevur átti í í eini hundrað ár. Og í Svínoy hevur hann sæð lomviga tikið rók, har lomvigi ikki áður hevur hildið til, tað menn vita um. Mánadagin kl. 17.05: Á Tónatingi — Stáltónating Tað undrar mangan útlending, hvussu musikalskir føroyingar eru. Ein stórur part- ur av føroyingum spælir á okkurt ljóðfóri. Men tað er ikki minni áhugavert, at vit her í Føroyum hava fýra stealguitaristar, onkur teirra spælir á havaii og dobraguitar eisini. Á Tónatingi mánadagin vitja hesir fýra stealguitaristarnir. Teir eru Petur Herman- sen, Bogi Olsen, Jákup Zachariassen og the grand old man innan havaii og steal í Før- oyum, Milson Zacharissen. Hesir fara at tosa um hvussu tað er at spæla suðurlendskar ella bleytar country- tónar á stálstreingjum. Vit hoyra teir eisini spæla. Månakvøldid kl. 19.00: Kvøldarstundin Í Kvøldarstundini månakvøldid fer Mildrið Jacobsen at práta við 91 ára gamla Jóannes Debess, sum er bóndi á Oyrareingjum. Hann hevur búð einsamallur, síðani hann misti konuna fyri 11 árum síðani. Jóhannes Debess er framvegis virkin. Hann er í haganum vidhvørt, og hann skjýtur harur. Hann er eisini ofta at síggja á súkklu á Oyrareingjum. Mildrið Jacobsen hevur verið á Oyrar- eingum og prátað við Jóhannes Debes. A