Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-05-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 86 — 7. MAI 1994 Sida3 eir dugdu sitt arbeiði - Heuði tað verið ein veruligur eldibrandur, vóru hjálparfólkini komin væl frá sínum arbeiði, sigur Jógvan Jensen, leiðari á sjúkrabilatæn- astuni Hóskveldið kl. 19 mundi mangur fáa ein hvøkk, tå bilarnir hjá slgkkiliðnum í Havn fóru út á Landssjúkra- húsið, og politiid stongdi alt økid av. Einki ålvarsligt var å våsi, hetta var bara ein venjing. Ni i 26 år hevur sløkki- liðið í Havn eina árliga venjing á Landssjúkrahús- inum. Venjingin hevur til endamåls at royna stigar og amboð og kunna seg um viðurskiftini annars. Sløkkilidid plagar at vera einsamalt um hesa venjing, men í ár var venjingin gjørd saman við portørunum, sum koyra sjúkrabilarnar. Jógvan Jensen, leiðari á sjúkrabilatænastuni, er væl nøgdur við venjingina. Alt gekk, sum tað skuldi, og allir gjørdu sítt arbeiði til lítar. Hevdi tað verið ein veruligur eldibrandur á Landssjúkrahúsinum, vóru menninir komnir væl frá sínum arbeiði, sigur Jógvan Jensen. Sjálvsagt samstarv Erland Joensen, sløkkilids- leidari, er somuleidis nøgd- ur við venjingina. Tað er so upplagt, at brandmenn og portørar arbeiða saman, tí hendir okkurt álvarsligt, verður brúk fyri báðum, og tá er gott at kenna hvgnn annan og vita, hvat hvor kann og skal fyri sum best at kunna hjálpast at. - Arbeiðsbýtið kann í høvudsheitum lýsast á tann hátt, at uppgávan hjá slgkkiliðsmonnunum er at fáa fólk burtur úr vandagki- num, og hinir taka so við og flyta fólkini viðari til við- gerðar, sigur Erland Joen- sen. Endamálið við árligu venjingini, sum portgrarnir also í ár vóru við til, er at vera tilbúgvin, um tað álv- arsliga skuldi hent, at eldur kom í á Landssjúkrahúsi- num. Leitaðu eftir fólki Her varð "spælt" at eldur var í, og fólk lógu inni í roykinum við ongum viti. Fyri at gera alt so veruligt sum gjørligt, høvdu teir lænt eina roykmaskinu, sum ger vandaleysan royk, og leikurin fór so fram á 9. hædd á Landssjúkrahús- inum. Har eru annars eingir sjúklingar, bara skrivstov- ur. Har uppi lógu try fólk slødd. Sjúkrasystranæm- ingar høvdu hesar leiklut- irnar. Undir veruligum um- stóðum, tá fólk ikki sleppa út úr royki, krógva tey seg t.d. ofta í skápum í royndini at sleppa undan roykinum. Soleiðis gjørdu hesi eisini, og uppgávan hjá brand- monnunum var so at finna fólkini. Teir sóu einki í roykinum og leitaðu tí í blindum. Øl ty vórðu funnin. So at sleipa fólkini niður. Fyri ikki at seta lív í vanda í venjingini, varð eingin loraður út heilt av 9. hædd á Landssjúkrahúsinum. Farið varð niður á 5. hædd gjøgn- um brandtrappurin, og hað- ani vórðu fólkini so fingin út gjøgnum eitt vindeyga. Uttanfyri tóku sløkkilids- menn á stigabilinum ímóti. Fingu kreppuhjálp Nakrir "leikarar" høvdu fingið sálarligan skelk av eldibrandinum. Bæði hesi og tey við ong- um viti og roykeitrað vórðu koyrd niðan um vegin, har neyðsjúkrahús varð inn- rættað, av tí at "eldur" jú var í Landssjúkrahúsinum. Syrgt var eisini fyri at geva fólkunum neyðuga kreppu- hjálp. Alt virkaði væl, øll dugdu sítt arbeiði við fráboðan og eftirliti. Okkurt smávegis verður tó altíð at taka upp aftaná, sigur Jógvan Jensen. Hann og Erland Joensen eru samdir um, at tað rætta hevði verið eina aðru ferð at havt felags evaluering aft- aná venjingina. Sjúklingarnir ávaraðir Fyrireikaramir høvdu minst til, at sjúklingarnir ikki måttu fåa nakran skelk av øllum hesum fólkinum, og ti høvdu allir deildar- leiðarnir frammanundan fingið boð um venjingin, so sjúklingarnir kundu vera sissaðir. Tað var so upplagt, at portørarnir kunu við í venjingina, tí verður ein stórur eldibrandur, verða boð fyri bæði slókkiliðsmonnum og portórum, og tá er gott at duga at samarbeiða Mynd. Kalmar Fólk kunnu vera torført at finna í roykinum, og tungt er at dragsa tey niður gjógnum trappurnar Mynd: Kalmar Tey hava nakað at læra Tað var bara eitt, sum Er- land Joensen og Jógvan Jen- sen vóru forsyndaðir inn á, og tað var parkeringin uttan- fyri sjúkrahúsið. Fólk leggja líka í og seta bilin frá sær, júst sum teimum hóvar. Bil- ar stóðu við gulu kantarnar, og teir stóðu eisini fyri brandpostarnar. Erland Joensen spyr, hvør hevur givið hesum fólkum koyri- kort. Torført var at koma til hjá teimum, tí brandbilarnir eru væl stórri enn vanlig akfør. Tað hevði ikki verið lukkuligt, um eldibrandurin var veruligur. Bilar, sum standa í vegin, seinka og geraaltnógv truplari. Taðer tó ikki til at vita, um tað vóru vitjandi ella starvsfólk, sum ikki hildu parkeringsregl- urnar, men hesir bilførar- arnir hava í hvussu er nakað at læra, heldur Erland Joen- sen. randi